Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mai 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 90 - 11. mai 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 90 - 11. mai 2000 Marknagilsvegurin verður dagførdur Í longri tíð hevur Marknagilsvegurin í Havn verið eitt stórt byggipláss og ikki ein av lívsæðrunum í býnum, sum hann plagdi at vera. Men nú sæst brátt endi á ar- beiðinum, so ferðslutrýstið kann minkast í Miðbýnum. Koyrandi verður væntandi 1. desember í ár, sigur Leivur Hansen DAGFINN OLSEN Marknagilvegurin lá fyrr nakað omanfyri Havnina. Síðani gjørdist hann alt meira partur av vanliga vegakervinum, sum ferðslu- trýstið vaks. Í longri tíð hevur henda týdningarmikla lívsæðr, tá um ferðslu ræður, verið tik- in úr vanliga kervinum, tí arbeitt hevur verið við at dagføra vegin og skoyta hann í Ringvegin, ið liggur runt Havnina. Hugskotið við hesum veg kring býin er at taka nakað av trýstinum av ferðsluni í miðbýnum. Í meðan arbeitt hevur ver- ið uppá Marknagilsvegin, hevur hann av og á verið heilt stongdur. Hetta hevur ført alla ferðsluna oman í bý- in, har mangan hevur verið trongt og ruðuleikakent, nú nógv virksemi er í landinum og eina mest í miðstaðarøki- num og høvuðsstaðnum. Men nú er ein glotti fyri framman hjá teimum, ið sleppa skjótari fram við at nýta Ringvegin, Markna- gilsvegin. Ella hjá teimum, ið mugu í gjøgnum miðbýin í bili, ella á annan hátt. Marknagilsvegurin verður brátt liðugur og sostatt nýtist bert teimum, ið avgjørt mugu oman í býin, at fara tann vegin. Hjá øðrum ligg- ur helst væl fyri at taka ann- an veg, t.d. nýggja og breiða Marknagilsvegin. Koyrandi í ár Býráðsformaðurin í Havn, Leivur Hansen, sigur, at væntandi verður koyrandi eftir Marknagilsvegnum í ár. Tó kemur arbeiðið við at gera síðuvegir og annað at halda fram meginpartin av komandi árinum. Arbeiði byrjaði í 1996 og er partur av Ringvegsætlan- ini. Leivur Hansen sigur, at ætlanin var at leggja Ring- vegin suður um Lands- sjúkrahúsið og knýta í veg- in, ið gongur oman á Skipa- smiðjuna. Man har komu friðingarmyndugleikar upp- í. Nú verður arbeitt við øðr- um loysnum og t.d. eru ætl- anir um at taka burtur nøs- ina, ið er til stóran ampa fyri ferðsluna úti við Lands- sjúkrahúsið og Sandagerð. Niðan á Hamaran Tá arbeiðið uppá Markna- gilsvegin er liðugt einaferð komandi ár, verður væntandi farið undir at gera vegin nið- an á Hamaran á Argjum. Rundkoyring skal gerast, har Marknagilsvegurin og Velbastaðvegur hittast. Síð- ani skal vegur gerast yvir- um, við kirkjugarðin, og skal so knýtast í vegin niðan á Hamaran. Sum er, má koyr- ast inn í túnið hjá Fíggjar- málastýrinum, fyri at sleppa niðan á Hamaran, og við- merkir Leivur Hansen, at hetta er ikki haldgóð loysn. Men hann væntar, at hetta verður loyst, tá arbeiðið upp- á Marknagilsvegin er liðugt komandi ár. Ung lívsvirði í stavum, tølum og talvum Forvitnislig bók og kanning varð í gjár løgd fram. Hon snýr seg um lívsvirðini hjá ungum í Ís- landi, Grønlandi og í Føroyum DAGFINN OLSEN Eftir áheitan frá Útnorð- urráðnum, hevur Sosi- alvidenskabeligt Institut við Islands Universitet gjørt eina kanning av, hvørji lívsvirði, tey ungu í Íslandi, Grøn- landi og Føroyum leggja dent á í dag. Kanningin er komin í áhugaverdum bóklingi, ið var lagdur fram í gjár. Kanningin byggir á sera umfatandi spurnar- bløð, sum ung í londu- num hava svarað. Bókin er áhugaverd og gevur greiða vitan í stavum, tølum og talv- um. Høvuðsyvirskriftirnar eru Lívsáskoðan, Poli- tikkur og tjóðskapar- spurningar, Familjan, Gerandisdagurin, Trivn- aður og metan av um- støðunum, Religión og etikkur og Framtíðar- ætlanir. Nakrar av undiryvir- skriftunum undir hesum evnum eru t.d. viðvíkj- andi økonomiskum spurningum, um metan av hjúnalagnum, virð- Eftir áheitan frá Útnorðurráðnum, hevur Sosialvi- denskabeligt Institut við Islands Universitet gjørt eina kanning av, hvørji lívsvirði, teu ungu í Íslandi, Grønlandi og Føroyum leggja dent á í dag ing og trúskapur, øko- nomiskir fyrimunir og kynsligt samlív, meting av ymsum samfelags- bólkum, so sum fólk úr øðrum londum sum grannar, evnismisnýtar- ar sum grannar og eis- ini verður komið inn á religión, tað at trúgva og at vera virkin á økinum. Samanumtikið ein sera áhugaverd kanning, ið sigur rættiliga nógv um tey ungu í teimum trimum londunum í dag. Sjálvsagt er eisini á- hugavert at bera londini saman hvørt við annað. Óivað hent hjá teim- um, ið kunnu hugsast at gera nýtslu av slíkum tølum og sera áhuga- verdur lesnaður hjá pri- vatpersónum við áhuga fyri samfelagsviður- skiftum og hjá foreldr- um, ið hava børn, ið eru ung í dag. Vegna Sosialviden- skabeligt Institut vid Is- lands Universitet, eru tað Fríðrik H. Jónsson, Hrefna Guðmundsdóttir og Karl Sigurðsson, ið hava staðið fyri kann- ingini. Myndir: Jens Kristian Vang Neyðin er stór Tørvurin á sosialari umsorgan í landinum er rættiliga stórur. Serliga í høvuðsstaðnum. Og hóast nógv verður gjørt av sjálvbodnum felagsskapum, er nógv, sum ikki verður rokkið. Pengarnir avmarka hjálpina EDVARD JOENSEN Tað verður gjørt ov lítið fyri tey, sum detta niður í mill- um í samfelagnum. Ikki tí at viljin manglar, men tað gera pengarnir, sigur Ás- bjørn Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi í Føroyum, sum hevði landsstevnu á Strondum seinasta viku- skifti. Á landsstevnuni vóru ymsir fyrilestrahaldarar. Eitt nú Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður í al- manna- og heilsumálum, sum segði seg gleðast um tað arbeiðið, felagsskapir sum Blá Kross gera. Nevnt varð eisini, at eitt alment fyribyrgingarráð er á veg, sum skal koma í staðin fyri Rúsdrekka- og Narkotikaráðið. Karin Kjølbro, leiðari á Kriminalforsorgini helt eis- ini fyrilestur á landsstevnu- ni. Hon tosaði um samstarv millum felagsskap og for- sorg. Eitt nú um tað kundi borið til at latið fólk, sum er undir kriminalforsorgini, til dømis gjørt samfelags- tænastu hjá Bláa Krossi. Stórur trupulleiki Ein annar fyrilestrahaldari var danin Søren Boe, sum er fyristøðumaður á einum forsorgarheimi hjá Blå Kors í Herning. Hann greiddi frá tí arbeiði og teimum royndum, tey hava á forsorgarheimum í Danmark. Og hóast Blái Krossur í Føroyum einki heim hevur av júst hesum slagnum, er nógv, sum líkist her hjá okkum, sigur Ás- bjørn Jacobsen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi. Blái Krossur hevur ein búfelagsskap í Kongagøtu í Havn, har heimleys fólk búgva. Ein er í Grønulíð, sum er beinleiðis knýttur at Blákrossheiminum í Lyng- gøtu. Ásbjørn Jacobsen ger vart við, at Blái Krossur Føroyar og Blákrossheimið eru skild hvør frá øðrum soleiðis, at tey hava hvønn sín rokn- skap. Hóast Blái Krossur, eins og aðrir privatir felagsskap- ir, ger eitt stórt sosialt ar- beiði, verður alla tíðina onk- ur, sum ikki sleppur upp í part, tí tørvurin og neyðin í landinum eru nógv størri, enn tey flestu geva sær far um, sigur aðalskrivarin í Bláa Krossi. Hann sigur, at tað eru bara pengarnir, sum avmarka virksemið hjá hes- um felagsskapum. Tungt at fíggja Fíggjarligi stuðulin, Blái Krossur fær frá tí almenna, er ein kvart millión árliga. Og tað røkkur ikki serliga langt til tað arbeiðið, gjørt verður. So sjálvandi koma eisini pengar aðrastaðni frá. Ymiskt tiltøk, leiguinntøka frá teimum, sum búgva í búfelagsskapinum og lima- gjald til dømis. Blái Krossur Føroyar hevur 1.100 limir. Tørvurin á sosialari hjálp í Føroyum er stórur, og Ás- bjørn Jacobsen sigur, at ser- liga í Havnini stendur illa til. Tað sæst týðuliga á teim- um vitjanum, sum eitt nú kaféin hjá Bláa Krossi, Blá- krosstovan, fær. Í mars mánaða vitjaðu í meðal 31 fólk um dagin kaféina, teir dagar, hon var opin. Tí kundi leiðslan eisini ynskt ein ávísan stuðul frá Tórs- havnar Kommunu. Men haðani kemur einki. Tá ka- féin lat upp, gav Tórshavnar Kommuna tó Bláa Krossi 50.000 krónur sum íløgu- stuðul. Og tað er eingin loyna, at fáast ikki betri fíggjarligar umstøður, er vandi fyri, at neyðugt verð- ur at stongja kaféina, sigur aðalskrivarin hjá Bláa Krossi, Ásbjørn Jacobsen. Kaféin Blákrosstovan er eitt stað, har fólk koma at søkja sær sosiala samveru, tosa við onkran, sum kann hjálpa teimum, kanska fáa antabus og so framvegis. Stórur partur av teimum, sum koma har, eru fólk, sum á einhvønn hátt eru komin tvørt fyri av rúsevnismisnýtslu. Hetta eru fólk í øllum aldri og av báðum kynum, sigur Ásbjørn Jacobsen. Tó eru tað mest menn, sum vitja. Eisini koma nógv avvarð- andi umframt onnur, sum bara støkka inn á gólvið. Opið er mánadag til fríggja- dag frá klokkan 14 seinna- part til klokkan 22 á kvøldi. Blákrosstovan liggur í Kongagøtu í Havn við síð- una av Blákrossbúðini, sum selur brúkt klæði. Gamal felagsskapur Blái Krossur er altjóða fel- agsskapur, sum varð stovn- aður av sveisiska prestinum Louis-Lucien Rochat í 1877. Eftir at hava sæð neyðina, rúsdrekka hevði við sær, kendi hann seg kallaðan at byrja hjálpar- arbeiði fyri hesi fólkini. Í dag er Blái Krossur í 40 londum í Europa og Afrika. Í endamálsorðingini stendur soleiðis: Blái Krossur Føroyar hevur til endamáls við Guds og Hansara orðs hjálp -at hjálpa menniskjum, ið eru illa stød av rúsdrekka- ávum -at fyribyrgja, at fólk mis- nýta rúsdrekka og onnur rúsandi evni -at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi -at boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til menn- iskju. Blái Krossur er ein kristi- ligur hjálparfelagsskapur, sum setur limum sínum ta treyt, at tey skulu vera av- haldandi. Í Føroyum ger felags- skapurin tað, at ferðast verður runt til skúlarnar, har næmingarnir fáa møguleik- an at gera sonevndar rús- fríar avtalur. Avtalan er, at ungdómurin bindur seg til at vera rúsfrían í eitt ár í senn. Í løtuni eru 600 ung- dómar, sum hava skrivað undir hesa avtaluna, sigur Ásbjørn Jacobsen. Ásbjørn Jacobsen, aðal- skrivari hjá Bláa Krossi, sigur, at tað kann gott vera, at Blái Krossur ikki hevur marknaðarført seg nóg væl sum ein hjálparfelagsskap. Fólk seta mest felagsskapin í samband við fráhaldssak- ina sum so og hugsa ikki um tað hjálpararbeiðið, fel- agsskapurin ger. Tað starvast fýra fólk fast Á landsstevnuni hjá Bláa Krossi Føroyum, helt leiðarin á einum forsorgarheimi í Her- ning, Søren Boe, fyrilestur ( Mynd: Sveinur Tróndarson) hjá Bláa Krossi Føroyum. Høvuðsskrivstovan er á Glyvrum, har tey trý halda til. Ein teirra ferðast tó fast út á skúlarnar at geiða frá um rúsfríu avtaluna. Fjórða starvsfólkið er leiðarin á kaféini Blákrosstovuni í Havn.