týsdagur 16. august 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 153 — 16. AUGUST 1994
Óli Jacobsen, verkamannafylkingin:
Gomlu flokkarnir
hava einki lært
— Valúrslitið gav politikarunum greið boð um at broyta
starvshått, men teir hava einki lært av hesum.
Samráðingarnar hava víst, at teir gomlu flokkarnir sita
og verja hvør síni heimabeiti, eins og teir gjørdu áður,
sigur Oli Jacobsen
Óli Jacobsen í Verka-
mannafylkingini bíðar 6-
tolin eftir at samgongusam-
ráðingarnar skulu fáast frá
hondini.
Vanligaeri eg tolin mað-
ur, um bert eg veit, at tað
gevur úrslit. Alt er eitt sind-
ur flótandi í løtuni, men nú
er bert at vóna, at javnaðar-
flokkurin kemur upp í sam-
gongusamráðingarnar.
- Hevdi tú væntað at sam-
ráðingarnar fóru at verða
so drúgvar?
- Nei, og tað er eisini full-
komiliga ábyrgdarleyst av
teimum gomlu flokkunum
at spæla beistaktigir í hes-
um tíðum, tá hugsað verður
um, hverja støðu landið er i.
Spæla við kollveltandi
uppskotum
- Vit hava sagt, at stødan er
so ålvarslig, at tað tekur
eisini tvey-try år at fåa sam-
felagid at virka aftur. Tå eru
ikki stundir hjå flokkunum
at spæla sær vid uppskot-
um, sum kollvelta núveran-
di samfelagsskipan - serliga
tå vit vita, at tad ikki er
grundarlag fyri hesum
broytingum.
- Vit halda, at tað er um-
ráðandi at fáa landið at
virka aftur, út frá teimum
møguleikum sum eru til
- Tað er ikki neyðugt at
krevja lønarlækking, sum
Ld. fólkaflokkurin vil. Tað
finnast aðrar loysnir sum
kunnu gerast uttan stórvegis
hóvasták, sigur Óli Jacob-
sen og leggur aftrat, at hann
er vónsvikin av teimum
gomlu flokkunum, sum
einki hava lært. Teir sita
framvegis og verja síni
gomlu heimabeiti.
- Hevur tú mist mótið?
- Eg veit ikki rættiliga,
hvat eg skal siga, men nú er
so bert ein møguleiki eftir
Eg vóni at javnaðarflokk-
urin tekur av innbjóðingini
og at farið verður undir
veruligar samgongusam-
ráðingar.
Eg eri til reiðar
- Hvussu verður tað at fara
í samgongu við javnað-
arflokkin, sum tú hevur sæð
sum tín argasta figginda?
- Nú var tað ikki Óli Jac-
obsen, sum ikki vildi tosa
við javnaðarflokkin. Tað
var meira hinvegin, at
flokkurin ikki vildi tosa við
meg. Eg vænti tó ikki, at tað
verður nakar trupulleiki at
samstarva, men tað krevur
so eisini, at javnaðarflokk-
urin ásannar, at tað er neyð-
ugt við ávísum broytingum
í førda politikkinum.
- Ert tå til reidar at fara i
samstarv við javnaðar
flokkin?
- Tað er júst tað, sum eg
havi roynt tey seinastu fýra
árini. Verður úrslitið at vit
fara í samgongu, so hevur
stríðið ikki verið til fánýts.
Ein lætti at tað slitnaði
- Væntar tú at ein sam-
gonga spyrst burturúr
rættiliga skjótt?
- Tað er líkt til, at fólka-
flokkurin hevur rent seg
fastan, og tí var tað ein lætti
at hesar samráðingar slit-
naðu. Nú er ljós fyri framm-
an, sigur Óli Jacobsen.
Verkamannafylkingin
hevur verið nøgd við sam-
Tíðindablaðið (EST)
#*
Óli Jacobsen: - Stødan er so álvarslig í landinum , at tað ikki
ber til at spæla sær við kollveltandi uppskotum. Vit mugu
fáa samfelagið at virka út frá teimum møguleikum sum eru
til staðar
ráðingarnar við sambands-
flokkin og heldur, at um ein
semja fæst í lag millum
sambandsflokkin og javn-
aðarflokkin, so verður tað
ikki torført at fáa aðrar
flokkar aftrat sær í sam-
gongu. Bert vónar Óli Jac-
obsen, at samgongan skjótt
kemur undir land, tí nú er
hann farin at ótolnast.
Dagny
Helena Dam á Neystabø:
Bólturin er
ikki hjá okkum
-Er sambandsflokkurin til reiðar at spæla út við
opnum kortum, ber til at skipa samgongu, sigur
Helena Dam á Neystabø
Í vikuskiftinum havnadi
Sjålvstyrisflokkurin — inn-
bjóðingini frå sambands-
flokkinum um samgongu-
samrådingar saman við
teimum smáu flokkunum.
Helena Dam á Neystabø,
formaður í sjálvsstýris-
flokkinum, sigur við Sosial-
in, at flokkur hennara ikki
heldur tað verða ráðiligt við
17 manna samgongu við
fimm flokkum, serliga tá
hugsað verður um, at sam-
bandsflokkurin framvegis
eingi neyv tel hevur lagt á
borðið. Heldur einki upp-
skot er komið frá sam-
bandsflokkinum til sam-
ráðingarnar við danir.
- Var tað nøkur loysn at
fáa val í ótíð?
- Tað góvust eingir aðrir
møguleikar, av ti atein sam-
gongulimur tók seg år 17
manna samgonguni. Eisini
legdi andstødan tryst å sam-
gonguna at útskriva val, so
har var einki at gera kortini.
Fekk sín vilja
- Andstødan fekk tað, sum
hon vildi hava tað, men nú
megnar hon ikki at skipa
Sjálvsstýrisflokkurin
vísti fimm-flokka
samgonguni aftur
samgongu, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Óli Jacobsen sigur við
Sosialin í dag, at teir gomlu
flokkarnir sita og verja
hver síni heimabeiti?
- Vit hava einki heima-
beiti at verja, tí vit hava ongi
krøv sett fram, fyri at fara í
samgongu, sigur Helena
Dam á Neystabø.
- Er orsékin til drál frá
Sjálvstýrisflokkinum kans-
ka, at tit ikki vilja fara í
samgongu við Miðflokki-
num og Kr.F?
- Sjálvstýrisflokkurin er
F
opin fyri øllum flokkum, og
eru til reidar at taka åbyrgd.
Tað er bert náttúrligt at vit
krevja, at sambandsflokk-
urin sigur okkum, hverjar
loysnir flokkurin hevur til
loysnir, sum teir jú eisini
førdi fram í valstríðnum.
- Annars halda vit, at 17
manna samgonga er ov
veikt grundarlag at virka út
frá í dag. Tað er ikki avger-
andi fyri okkum, hverjir
persónar koma í samgongu,
men hvat kemur á borðið í
teimum veruligu samráð-
ingunum.
- Tað er sostatt ikki
sjálvstýrisfloksins skyld, at
eingin samgonga er fingin.
Neyðugt við
a sengene
- Hverja loysn sær tú fyri
framman?
- Eg vóni, at tað ber til at
fáa eina breiða sam-
gongu.Vit góðtaka allar
kombinatiónir, bert vit fáa
veruligar upplýsingar fram
um, hvussu sambands-
flokkurin vil fáa sítt valupp-
legg at hanga saman.
- Vit mæla til at spæla við
opnum kortum, tí tað skal
ikki longur verða nóg mikið
bert at geva veljarunum gylt
lyftir, sum í veruleikanum
einki hald er í.
Avoldað framfersla
- Tað skal ikki longur vera
nóg mikið at føra "vit hava
loysnirnar" politikk, so sum
sambandflokkurin gjørdi
hesaferð og javnaðarflokk-
urin somuleiðis í 1990.
Hetta førir bert til Óserigst
orðaskifti. Slíkur politkkur
er avoldaður í dag, fyri at
lyfta føroyskan politkk upp
á eitt hægri stæði enn higar-
til, sígur Helena Dam á
Neystabø.
- Heldur tå at sambands-
flokkurin megnar at skipa
samgongu?
- Uppleggið hjá sam-
bandsflokkinum hevur ver-
ið eitt framhald av ti, sum
teir førdu fram í val-
stríðnum, og tað er íkki
greitt, hvussu teir vilja
fíggja síni vallyfti.
- Annars haldi e, attað ber
til at tosa við allar flokkar.
Kemur sambandsflokkurin
við einum veruligum upp-
skoti, so ber tað til.
Bóltuin er ikki hjá okkum
í løtuni. Hann er hjá sam-
bandsflokkinum, sigur He-
lena Dam á Neystabø.
Dagny
i
|
Í
|