týsdagur 16. august 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ søsialurin | Nr. 153 — 16. AUGUST 1994 Sida5
Marita Petersen:
Vit eru til
reiðar at
samrådast
— men flokkurin skal ikki bert
vera ein klipa i borgarligari
samgongu
-Verða boð eftir Javnadar-
flokkinum at samráðast um
at skipa samgongu, so eru
vit sjálvandi altíð úl reiðar
at fara á fund.
Tað sigur Marita
Petersen. løgmaður og for-
maður Javnaðarfloksins.
Men hon leggur eisini
aftrat, at hon hevur ongar
ætlanir um at flokkurin
gerst ein klípa til at fremja
borgarligan politikk í eini
borgarligari samgongu.
Spurd um hon ikki heldur,
at Javnaðarflokkurin hevur
verið í so afturhaldandi í
samband við samgongu-
møguleikar hesaferð sigur
Marita Petersen, at sum hon
tulkar valúrslitið var tað ein
greið ábending um hvat fólk
vilja hava.
-Javnaðarflokkurin hevur
verið í landsstýrinum í
nøkur ár, og har hava vit, í
hesum truplu tíðum, roynt
at fremja ein politikk, sum
vit hava hildið hevur roynst
okkum frægast. Men tað
vóru aðrir flokkar, sum
vildu hava nýval í summar,
og tað fingu teir. Hesir
flokkar søgdu seg hava boð
upp á annan politikk enn
okkara, so ni eiga teir at fáa
ein møguleika at vísa, um
teir kunnu skipa eina
Verða samráðingarnar
við Fólkaflokkin og teir
smærru nú av ongum
kann roknast við, at
tór.. Sambandsflokkurin fer at
senda boð eftir
Javnaðarflokkinum.
Mynd: Kalmar
samgongu ella ikki, sigur
Marita Petersen.
royndur
Í gjár hevði Sambands-
flokkurin aftur innan-
hýsisfund. Endamálið
við fundinum var at
finna fram til hvat næsta
samrådingarstigi5
skuldi vera, eftir at
Sjålvstyrisflokkurin
hevur sagt nei takk til
ætladu fimmflokka
samgonguna millum
flokkin, Kristiliga
Fólkaflokkin, Verka-
mannafylkingina og
Sjálvstýrisflokkin.
Vit hittu Edmund
Joensen í gjár seinra-
partin. Hóast sambands-
menn tá ikki vóru lidnir
at fundast helt hann seg
kunna siga, at flokkurin
Sambandið |
aftur til
Fólkaflokkin
Ein annar fimm-flokka
møguleiki verður nú
helst fór at tosa aftur við
Fólkafokkin. Tá skuldu
eisini Verkamannafylk-
ingin, Kristiligi Fólka-
flokkurin og Miðflokk-
urin vera við. Við gðrum
orðum, ein annar fimm
flokka møguleiki. Hesa-
ferð við 21 tingmonnum
aftan fyri seg.
Formaður Sambands-
floksins helt, at hann
skjótt fór at vera greiður
yvir, um grundarlag fór
at vera at fara í realitets-
samráðingar við hesar
flokkar. Verður tað ikki
møguligt, fer Sam-
bandsflokkurin helst at
venda sær til Javnaðar-
flokkin.
tór.-
Kanna nú
skattin av
krigspensi6n
| Landsstyrid hevur heitt å Toll-
og Skattstovuna um at kanna
avleidingarnar av at lækka
skattin av krígspensiónini ella
taka hann heilt burtur
Krígspensiónin man iva-
leyst vera eitt kærkomið
ískoyti til tey, sum komu
undir reglurnar at fáa krígs-
pensión. Men ein ávís mis-
nøgd hevur verið av skattin-
um, sum er farin av pensi-
6nini.
Røddir hava verid frammi
um at minka um skatin ella
taka hann heilt burtur.
Millum annað hevur Knút
Nolsøe, sum hevur verið
undangongumaður í sam-
band við at eisini føroyingar
kundu fáa krígspensiójn,
heitt á landsstýrið um at
kanna skattligu viðurskift-
ini hjá teimum, sum fáa
krígspensión.
Hendan áheitanin á
landstsýrið hevur nú gjørt,
at landstsýrið hevur heitt á
Toll- og Skattstovuna um at
kanna avleiðingarnar, um
krígspensiónin verður
skattað lagaligari ella um
als eingin skattur skal latast
av hesi pensión.
At gongd er komið á
skattamálið í samband við
krígspensiónina fegnast
Knút Nolse um. Hann sigur,
at sjálvum hevði dámt best,
at skatturin varð settur so
lagaliga sum gjørligt. Knút
Nolsøe sigur, at tað sum inn
kemur í skatti av krígs-
pensión kundið verið latið
til tey, sum av réttum áttu at
komið undir reglurnar at fáa
krígspensión, men av
ymiskum orsøkum íkki
hava fingið pensión. Hesi
eru um 200 tilsamans.
tór.-
1836—1986
TVØROYRI
Tvøroyrar Kommuna
SVIMJIHØLLIN
SVIMJIHØLLIN ER OPIN:
Tysdag kl. 16-18 Børn
. 18-19 Børn & vaksin
kl. 19-20 Vaksin (bert vaksin)
Hósdag kl. 16-18 Børn
kl. 18-19 Børn & vaksin
kl. 19-20 Vaksin (bert vaksin)
Leygard. kl. 13-14 Kvinnur
kl. 14—17% Børn og vaksin
— Ein svimjitimi er 45 min. —
Øll eru vælkomin
TVØROYRAR BYRÅD
Tlf. 71085 - 71873