týsdagur 16. august 1994síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða6 Nr 153 — 16. AUGUST 1994
Tann stóri dagurin
2
ganga i skåla
opnnur bivandi
Tå samanum kemur so
verður tað stuttligt at
Tíðindablaðið
So kom hann at enda - dag-
urin, sum allir næmingar í 1.
flokki hava bíðað ótolnir
eftir.
Tað var ein serligur dagur
í gjár hjá teimum, sum fóru í
skúla á fyrsta sinni, og dag-
urin setti eisini dám á heim-
ið hjá tí einstaka barninum.
Nú verður gerandisdag-
urin, har alt bert snúði seg
um at spæla og hava tað
stuttligt, avloystur av skúla
og undirvísing, og tað, at
barið skal venja seg við at
hava ábyrgd og skyldur.
Tað setir ødrvisi krøv
einstaka barnið enn higartil.
Hjá foreldrunum vóru
kenslurnar kanska blandað-
ar. Tað var stuttligt at eyg-
leiða børnini, sum so fegin
vístu hver ødrum nýggju
skúlataskuna, og sum vóru
so spent eftir at fara undir alt
tað, sum skúlin hevur at
bjóða teimum. Tað er eisini
ein broyting hjá foreldru-
num, sum nú hava fingið
skúlabórn.
Til tess at minnast aftur á
stóra dagin, tóku foreldrini
go av myndum.
Hoyvikar skúla fóru 48
børn í 1. flokk í ár. Petur
Dahl, skúlastjóri, sigur, at
tað var hugnaligt at hitta
nýggju næmingarnir og for-
eldur teirra.
- Hjá okkum hevur dag-
urin merst verið merktur av,
at hetta er fyrsti skúladagur
eftir summarfrítíðina. Tað
hevur gingið væl, og vit
vóna at foreldur og børn
hava havt ein góðan dag í
skúlanum.
Dagny
Myndir: Kalmar
Tað er soo spennandi, og tað ber næstan ikki til
at sita still