Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 126 - 8. juli 2003 Nr. 126 - 8. juli 2003 3 Hetta vikuskiftið stongir kaffistovan í Føroyahúsinum fram til ólavsøku. Men eini tvey góð tiltøk eru eftir enn í juli. FØROYAHÚSIÐ Tíðindaskriv Sláið Ring fer niður til Næstved á dansistevnu við uml. hálvthundrað fólkum. Sunnukvøldið 6. juli vera tey í Føroyahúsinum á Vest- urbrúgv í Keypmannahavn og fara upp á gólv saman við teimum, sum støkka inn hetta kvøldið. Dyrnar lata upp longu kl. 17 og frá kl. 18 verður høvi at keypa sær ein góðan sunnudagsdøgverða við tveimum rættum og kaffi, sum kokkur okkara Stina Gudmundsdóttir stendur fyri. Eftir kl. 20 verður farið upp á gólv og dansað út móti midnátt. Øll eru væl komin og ókeypis er at koma innar. Á Keypmannahavnar- leiðini eru eini trý feløg, sum lívga føroyska dans- inum: Fótatraðk, har yngri fólk eru uppií og so Balle- rupfelagið og Hvidovre- felagið. Helst vera fólk frá hesum feløgum eisini uppi í dansinum sunnukvøldið, hóast summar og ferð- ingartíð er. Tvey føroysk kór í Keypmannahavn 11. – 12. juli. Kristiliga Sangkórið vitjar bæði í Oslo, Malmø og Roskilde dómkirkju. Tey telja um 35 fólk og Hanus Joensen skúlastjóri er nú dirigentur í hesum væl kenda kóri. Kórið fer at hava konsert í Føroyahúsinum fríggja- dagin 11. juli kl. 20. Kaffi- stovan letur upp kl. 19.30. Konsertin er í tveimum pørtum. Í steðginum fer Heri Joensen prestur í Havn , sum eisini syngur við í kórinum, at siga nøkur orð. Eftir konsertina verður høvi at sita eina løtu og lýða á tónleik. Føroyahúsið bjóðar kaffimunn við køkubita. Atgongumerkið er hetta kvøldið 30 kr. inkl. kaffi- munnin. Dagin eftir leygardagin 12. juli verður Vest- mannakirkjukór í býnum og syngja í Samuels- kirkjuni í Thorsgade kl. 16. Tey koma tá aftur úr Álandi, har tey hava verið nakrar dagar. Kórið telur uml. hálvthundrað fólk, har nógv av teimum er ungfólk. Erla Olsen er dirigentur í hesum kórið. Ólavsøkan í hondum Ólavsøka skal vera í Før- oyahúsinum, men tvør- leikin er at so mong av teimum, sum á ein ella annan hátt eru tøk um veturin, eru á ferð um ólavsøkuna. Kortini eydn- ast hvørt ár at fáa eini tveir hugnarligar dagar burturúr. Rættiliga fitt av heimafólki kunna vera niðri um ólav- søkuna og støkka inn á gólvið. Sunnudagin 27. juli byrja vit við fernisering. Hesu ferð eigur Niels Salmony úr Trongisvági ólavsøku- framsýningina. Niels hevur búð niðri í mong, mong ár og hevur arbeitt innan teldutøkni, men í frítíðini eru áhugamálini sigling, Neystið í Ishøj og so at mála. Men Niels verður ikki einsamallur hesu ferð. Saman við honum fer vin- maður hansara norðmað- urin Bjørn Lerberg at hava framsýning við glasi og keramikki sum raku og pit- fire. Hansara tema eru fuglur, fjøll og fiskur. Bjørn er útbúgvin innan listsøgu. Hendan dagin bjóðar húsið, sum skipar fyri, sneisabitar o. A. Eisini verður tónleikur. Ólavsøkuaftan verður opið seinnapartin og út til kl. 01. Vit lýða á frásøgnina um kappróðurin í Havn. Húsið hevur nú ADLS- samband, sum riggar væl í kaffistovuni til slíkar sendingar. Kl. 18 verður ólavsøkan sett og um hetta mundi verður eisini mat- søla av ymsum slag. Eftir kl. 20 fara Ian Onghamar og Lítli Jóhan at spæla saman. Hetta verður eitt blandað kafé- og dansi- kvøld, so høvi verður bæði at tríva í onkran lættan sang saman við teimum, at lýða á teirra framførslu og at fáa eina løtu á dansigólvinum. Ólavsøkudagur er altíð stillisligari. Kaffistovan er opin seinnapartin og út móti midnátt. Ólavsøku- gudstænastan verður sum vanligt í Eliaskirkjuni kl. 17 og eftir tað er matsøla í Føroyahúsinum og síðani hugnakvøld við felags- sangi, "midnáttarøðu" og tónleiki. - Eftir ætlan skipar Før- oyahúsið fyri ólavsøku- tiltakinum úti á Bryggjuni næsta summar. Tá skal meira gerast burturúr sjálvandi, men lat okkum síggja hvussu leikur ferð. Heystið fyri durunum Kaffistovan verður stongd nakrar dagar eftir ólavsøk- una. So ætlar tú inn á gólv- ið í summar, liggur best fyri á ólavsøku 27. – 29. juli ella eftir 10. august, tá ið alt fer í gongd aftur. Nýggj fólk taka við, tí ein er farin í barsil, ein heim til Føroya og ein í annað starv. Fyrsti týsdagsdøgverðin í heyst verður 20. august. Teir eru so hvønn týsdag til aftur síðst í mei. Vanliga verður bert borðreitt við føroysk- um døgverðamati. Næsta ferniseringin verður 31. august við havnarkonuni Fanny Karbæk Mouritsen og amerikumanninum Henry Fr. Meils-Meiseles. Fyrsta dansikvøldið í heyst verður 6. septembur, tá ið Fótatraðk skipar fyri. Hetta plagar altíð at vera gott kvøld, nú tá ið tey ungu og ferðandi koma niður- aftur. Fleiri ferð hava vit funnið ein dag til reseptiónina, nú stórverkið hjá Marianne Clasuen um føroysku kvæðaløgini skal koma út. Nú er vist heilt vist at hetta verður til ólavsøku heima. Resep- tiónin verður í Føroya- húsinum 12. septembur. Hetta og mangt annað verður lýst gjøllari seinni. Nú er summar og útisetar eru sum flytifuglurin – teir mugu út at ferðast. Mangt steðgar upp á hásumri. Eitt nú Nærvarp Okkara, sum ikki sendir millum 7. juli og 28. august. Sí teirra spenn- andi heimasíðu narvarp.dk. Føroyska Ráðgevingin hevur bert telefonviðtalu bert telefonviðtalu frá 6. juli til 6. august, sí annars heimasíðu teirra radgev- ingin.dk. Her kanst tú eisini fáa vegleiðing um mangt og hvat. Og Føroyahúsið hevur eisini heimasíðu, har uml. 60.000 fólk hava verið á í sløk tvey ár. Heimasíðan eitur faroehouse.dk. Um- framt tíðindi og skrá her finnur tú eisini ein hóp av slóðum til aðrar heimasíðir. Føroyahúsið ynskir øll- um landsmonnum, við- skiftafólki og útisetum gott summar, verður sagt at enda av Vesturbrúgv. Føroyahúsið vitjan av dansifólki og kóri Kanna hassjmálið uttanlands Løgreglan kannar, hvørjir persónar standa aftan fyri stóru nøgdina av hassji, sum varð roynd at smugla inn í landið. Kann- ingarnar ganga fyri seg bæði í Føroyum og uttanlands RÚSEVNI Ingi Rasmsussen Danski maðurin, sum varð tikin við 20 kilo av hassji uppi á sær á veg í land av Norrønu, hevur nú sitið avbyrgdur í tvær vikur. Hann varð varð- haldsfongslaður í fýra vikur tilsamans, og tá næstu tvær vikurnar eru farnar, roknar løgreglan við, at málið er klárt at koyra fyri rættin. Tað upplýsir Georg Otthamar, kanningar- leiðari. Løgreglan ger fram- vegis kanningar í málin- um, og kannað verður bæði í Føroyum og utt- anlands, hvør ætlanin var við stóru nøgdini av hassji. – Vit kanna, hvaðani maðurin hevur fingið rúsevnini, og hvagar tað skuldi fara, sigur Georg Otthamar, sum ikki fær sagt so nógv, so leingi málið verður kannað. Líkt er til, at løgreglan hevur fingið um endan á einum nýggjum neti, sum menn royna at et- ablera á føroyska marknaðinum, nú stóra rúsevnismálið í fjør steðgaði fleiri føroysk- um bakmonnum. Tað er í øllum førum greitt, at kanningarnar snúgva seg um at finna aðrar persónar enn tann eina. Spurningurin er eisini, um tað eru »felagsskap- ir« uttanlands, sum royna at koma inn í landið við rúsevnum. – Nøgdin er so mikið stór, at talan ikki bara kann vera um ein per- són, sigur Georg Ott- hamar, sum kortini ikki vil siga nakað um, hvørt aðrir persónar eru hand- tiknir ella avhoyrdir í málinum. Søluvirðið á hassjinum verður mett til 2,5 milli- ónir krónur, og tað klár- ar neyvan ein einsamall- ur at bera kostnaðin av. Fjølmiðlar fáa ábyrgd Loksins er ein lóg ávegis, sum tryggjar borgaran ímoti fjøl- miðlunum. Høgni Hoydal, landsstýris- maður við lógarmál- um, hevur sent uppskot um fjøl- miðlaábyrgdarlóg til hoyringar. Lógin ásetir, hvør hevur ábyrgdina av tilfarin- um, sum verður framleitt í føroyskum fjølmiðlum, og inni- heldur eina kæru- nevnd, sum skal av- gera ivamál FJØLMIÐLAR Ingi Rasmussen Føroyingar fáa egna lóg um fjølmiðlaábyrgd tann 1. januar 2004. Tað ætlar Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógar- málum, sum hevur sent uppskot til lógtingslóg um fjølmiðlaábyrgd út til hoyringar. Ábyrgdin hjá føroyskum fjølmiðlum hevur javnan verið havd á lofti síðstu árini. Løgtingsins umboðs- maður hevur eisini harðliga átalað, at eingin lóg ásetir, hvussu miðlarnir í Føroy- um uppføra seg. Fleiri royndir eru gjørdar at fáa eina dagførda lóggávu á økinum, men tær eru allar miseydnaðar higartil. Nú skuldi borið til. Tann 3. februar 2003 undirskriv- aðu danski løgmálaráð- harrin, Lene Espersen, og landsstýrismaðurin við lóg- armálum eina avtalu um yvirtøku av málsøkinum fjølmiðlaábyrgd til Føroyar. Tað er á hesa avtalu, at Høgni Hoydal byggir sítt lógaruppskot, sum telur 55 lógargreinar. Journalist við ábyrgd Høvuðsendamálið við lógini er at tryggja skrivi-, talu- og kunningarfrælsi og skapa bestu fortreytirnar fyri almenna orðaskiftin- um. Tað skal gerast við at áseta eina ábyrgd fyri tað skrivaða ella varpaða orðið. Nýggja lógin ger, at tað altíð er ein persónur, sum kann ábyrgdast fyri inni- haldið í einum fjølmiðli. Frameftir hava navngivnir høvundar, tað eru journal- istar og onnur, sjálvir ábyrgdina av tí, sum verður almannakunngjørt. Blað- stjórar ella redaktørar hava hinvegin ábyrgdina av øll- um tí, sum verður borið víðari frá ónavngivnum. Tað vil siga, at rættindini hjá fjølmiðlum at verja keldur teirra verða tryggj- að. Samstundis verður so staðfest, at blaðstjórin hev- ur ábyrgdina av ónavngivn- um lesarabrøvum. Blaðstjórin ella redaktør- urin verður somuleiðis ábyrgdaður, tá hann áleggur einum journalisti at skriva okkurt ávíst ella er vitandi um, at tað, sum journalist- urin skrivar, er ivasamt. Sostatt ásetir uppskotið til fjølmiðlaábyrgdarlóg, hvørjum eitt rættarmál kann vendast ímóti, um tað kemur til skarpskeringar. Men lógin ásetir onki mark fyri skrivi-, talu- og kunn- ingarfrælsinum, ella hvat kann revsast. Hesar áset- ingar vera framvegis at finna í aðrari lóggávu, ser- liga revsilógini. Eitt fjølmiðlaráð Tað er kortini verri enn so altíð, at eitt rættarmál er loysnin á einari trætu millum borgaran og fjøl- miðilin. Sambært lógar- uppskotinum skal eitt fjøl- miðlaráð setast við fýra limum at taka avgerðir í ivamálum. Ráðið kann eis- ini av sínum eintingum taka mál upp, tá hon heldur góðan fjølmiðlasið vera brotnan. Formaðurin, sum skal vera løgfrøðingur, verður útnvendur av Fróðskapar- setrinum. Tíðindafólk velja sær eitt umboð, redaktións- leiðslurnar velja eitt um- boð, og ein borgari verður valdur av nevningalistanum at umboða almenningin. Fjølmiðlaráðið skal eitt nú gera av, um ein fjølmiðil hevur framt brot á aðalregl- una um góðan fjølmiðlasið. Og ráðið skal eisini taka avgerðir í spurningum um rættindini hjá einum borg- ara ella virki til at svara aftur. Lógin um fjølmiðla- ábyrgd er send til hoyringar hjá øllum fjølmiðlum í Før- oyum, Føroya landfúta, Løgtingsins umboðsmanni, Føroya advokatfelagi og feløgunum hjá fjølmiðla- fólkum. Ætlandi kemur lógin í gildi 1. januar 2004, sambært uppskotinum. Sum er ásetir eingin lóg, hvussu teir skrivaðu miðlarnir í Føroyum skulu uppføra seg. Almennu miðlarnir koma undir økið hjá Løgtingsins umboðsmanni. Men journalistikkur hóskar seg illa til umboðsmannin, sum hevur eftirlýst eina ábyrgdarlóg fyri allar fjølmiðlar. Nú kemur hon. Mynd: Álvur Haraldsen Fjølmiðlaráðið: 1. Formaðurin, valdur av Fróðskaparsetrinum 2. Eitt umboð fyri fjølmiðlafólk 3. Eitt umboð fyri leiðslurnar á fjølmiðlunum 4. Eitt umboð av tinglistanum Fjølmiðlaráðið skal • gera av, um ein fjølmiðil hevur framt brot á aðal regluna um góðan fjølmiðlasið, og • taka avgerð í spurningum um rættindini at svara aftur Fakta C M Y K 3 2