týsdagur 8. juli 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 126 - 8. juli 2003
Nr. 126 - 8. juli 2003
5
Javnaðarfólk eru
ósamd um framtíðina
hjá Føroya Fiskavirk-
ing. Dan Reinert
Petersen sigur, at alt
talar fyri at selja
Fiskavirking beinan-
vegin og hann skilir
ikki grund-
gevingarnar hjá
formanni floksins,
Jóannes Eidesgaard,
sum ikki vil selja nú
FISKAVIRKING
Áki Bertholdsen
– Fiskavirking skal ein-
skiljast sum skjótast tí tað
er als onki, sum talar fyri at
varðveita Fiskavirking á
almennum hondum.
Dan Reinert Petersen í
Fuglafirði er heitur tals-
maður fyri at Framtaks-
grunnurin
selir
Føroya
Fiskavirking sum skjótast.
Dan Reinert Petersen sat
nógv á tingi fyri javn-
aðarflokkin frá 1990 til
1994 sum varamaður fyri
Jørgen Thomsen. Hann sat
aftur á tingið frá 1998 til
2002 og nú er hann vara-
maður hjá Andreas Peter-
sen.
Men
hóast
hann
er
frammaliga í flokkinum,
dylir hann ikki fyri, at
dregur ikki somu línu sum
formaður floksins í einum
av teimum stóru málunum,
sum verða at taka støðu til í
næstu:
Framtíðina
hjá
Føroya Fiskavirking.
Jóannes
Eidesgaard
hevur fleiri ferðir gjørt
greitt, at hann heldur tað
vera skeivt at einskilja
Fiskavirking enn. Eitt nú
stúrir hann fyri, at út-
lendingar fara avstað við
virkinum og aftur í blað-
num í dag hevur hann
drúgva grein um, hví hann
heldur at tað er skeivt at
selja Fiskavirking.
– Men hesum grundgev-
ingunum skilji eg ikki nógv
av, sigur Dan Reinert Pet-
ersen.
Hann sigur, at fyri tað
fyrsta stendur tað beinleiðis
í viðtøkunum fyri Fram-
taksgrunnin, at hann skal
selja vinnutólini beinan-
vegin tey eru sølubar.
– Virkar nevndin ikki fyri
at selja Fiskavirking, brýtur
hon sostatt sínar egnu
viðtøkur.
Annars vísir hann á, at
alla aðrastaðni verður tað
hildið at vera ein stórur
vinningur, at útlendingar
gera íløgur í einum landi,
ikki minst tá ið lítil vága-
fúsur pengar eru í landinum
frammanundan, eins og tað
vísa seg at vera í Føroyum í
dag.
Hann minnir eisini á, at
taðeru ikki meiri enn átta ár
síðani at kreppan var uppá
tað harðasta og tá sendi
javnaðarsamongan ,sum tá
sat, fleiri hundrað brøv út í
øll møgulig lond í eini
roynd at lokka útlendingar
at gera íløgur í Føroyum.
– Tað verður allastaðni
mett sum ein stórur fyri-
munur fáa útlendskar íløg-
ur, so grundgevingarnar
ímóti útlendskum kapitali,
skilji eg ikki.
Tá ið tosað verður um
útlendskar íløgur, verður
Pan Fish í Vági viðhvørt
tikið fram sum eitt ræðandi
dømi.
– Eg haldi, at hetta er eitt
eindømi. Virkini hjá Fiska-
virking fara ongan veg og
ongin fer at keypa Fiska-
virking fyri fullan prís, bara
fyri at taka gamlar maskin-
ur úr teimum.
Fuglfirðingurin heldur
eisini, at tað er stórur
munur á at fáa útlendskar
íløgur í fiskivinnuna á landi
og fiskivinnuni á sjónum.
– Missa vit ræðið á fiski-
vinnuni á sjónum, kunnu
vit gerast rávøruútflytarar
burturav og tað má ikki
henda.
Ongin fongur
Annars sigur Dan Reinert
Petersen, at Fiskavirking er
als ongin fongur hjá lands-
kassanum.
– Fiskavirking hevur eitt
yvirskot
upp
á
15-20
milliónir um árið og tað fer
ikki ein króna av teimum í
landskassan. Yvirskotið fer
alt í Framtaksgrunnin.
– Tað undrar meg eisini,
at formaður javnaðarflok-
sins er so trekur at selja
Fiskavirking, tá ið hann fyri
bara einum ári síðani legði
fram ítøkiligari ætlan fyri at
einskilja Føroya Banka, tá
ið hann ætlaði at hvør
borgari í landinum skuldi
fáa ókeypis partabrøv.
– Føroya Banka er ongin
orsøk at einskilja. Hann
hevur kastað hundraðtals
milliónir av sær til lands-
kassan. Hann hevur fingið
tað skoðsmál, at hann er
ímillum best riknu pen-
ingastovnar í ríkinum og
tað eru óráð at pilka við
eigaraviðurskiftini í eini
slíkari fyritøku.
Trýstir prísin
Sjálvur hevur Dan Reinert
Petersen verið til skips
hetta einasta árið.
– Og umborð á skipunum
er tað ein greið niðurstøða,
at Fiskavirking hevur so
stóran part av virkjunum, at
teir trýsta prísin niður.
Fiskavirking keypir næstan
40% av fiskinum og ein so
stórur, einstakur keypari
ásetur
í
veruleikanum,
meiri ella minni, prísin
sjálvur, tí virkini hjá Fiska-
virking bjóða ikki ímóti
hvørjum øðrum.
– Hóast vit missa fimm
fiskidagar, loysir tað seg
hjá okkum at sigla uttan-
lands at selja, so lágir eru
prísirnir í Føroyum, sigur
hann.
– Tí er tað ein greið fatan
ímillum
fiskimenn,
at
kappingin er ov lítil. Verða
virkini í Fiskavirking seld,
hevði kappingin verið størri
og so fóru prísirnir upp.
Tó ásannar hann, at
verður Fiskavirking í ein-
um og framhaldandi rikið
sum eitt virkið, fer kapp-
ingarstøðan
neyvan
at
broytast.
– Mítt útgangsstøðið er,
at Fiskavirking skal liðast
sundur og seljast í smáum,
tí tað er tað besta fyri fiski-
mannin, sigur Dan Reinert
Petersen.
Tekur hann fiski-
loyvið hjá Jógvan S
aftur, væntar hann
endurgjaldskrav. Men
tekur hann ikki fiski-
loyvið aftur, er vandi
fyri at hann hann
verður koyrdur frá
sum landsstýris-
maður
HØVUÐBRýGGJ
Áki Bertholdsen
Jacob Vestergaard, lands-
stýrismaður í fiskivinnu-
málum fær nógv at hugsa
um teir næstu dagarnar.
Tað er málið um fiski-
loyvið hjá Jógvan S, sum
fer at geva honum nógv at
hugsa um.
Tekur hann fiskiloyvið
aftur, ivast hann ikki í, at
landsskassin fær endur-
gjaldskrav frá reiðaranum.
Men tekur hann ikki
fiskiloyvið aftur, er vandi
fyri, at hann verður koyrdur
frá sum landsstýrismaður.
Tað er hendan knípan,
sum fer at volda landsstýr-
ismanninum í fiskivinnu-
málum høvuðbrýggj teir
komandu dagarnar.
Tá ið Jógvan S varð
keyptur,
fekk
reiðarin
tilsøgn um fiskiloyvi. Men
síðani hevur Landsstýris-
málanevndin
viðgjørt
málið og hennara niður-
støða er, at fiskiloyvið var
ólógligt, tí tá ið fiskimála-
ráðið skuldi rokna veiði-
orkuna út, brúkti tað skeiv-
an roknihátt.
Veruleikin er, at Jógvan S
hevur
munandi
størri
veiðiorku
enn
bátarnir
høvdu, sum eru farnir úr
flotanum fyri hann.
Nakrar fáar dagar áðrenn
Landsstýrismálanevndin
var liðug at viðgera málið,
útskrivaði landsstýrismað-
urin í fiskivinnumálum
Jógvani S eitt fyribils
fiskiloyvi.
Viga fyri og ímóti
Men nú má hann hugsa seg
gjølliga um, antin hann skal
útskrivað
bátinum
eitt
endaligt fiskiloyvi ella um
hann skal taka fiskiloyvið
aftur.
Jacob Vestergaard sigur,
at hann er greiður yvir, at
sama hvørja støðu hann
tekur kann tað fáa av-
leiðingar.
Hann sigur, at hann hevur
biðið umsitingina í Fiski-
málaráðnum viga fyri og
ímóti og at meta um, hvørj-
ar avleiðingarnar kunnu
vera av at taka fiskiloyvið
aftur.
Í Sosialinum leygardagin
segði Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmaður, at tók Jacob
Vestergaard
ikki
fiski-
loyvið aftur, dugdi hann illa
at ímynda sær, at hann
framvegis var landsstýris-
maður aftaná ólavsøku,
skuldi samgongan vísa
sama støðufesti í hesum
føri, sum hon vísti, tá ið
Helena Dam á Neystabø
mátti frá og tá ið Jørgen
Niclasen mátti frá.
Jacob Vestergaard
er
fullgreiður yvir vandan
fyri, at misálit kann verða
reist ímóti honum, tekur
hann ikki fiskiloyvið aftur.
Tí er málið eisini polit-
iskt heldur hann og møgu-
liga fer hann at taka tað upp
í samgonguni, áðrenn hann
tekur støðu.
– Øðrumegin hava vit
sostatt tær lógfrøðiligu av-
leiðingnarnar at taka fiski-
loyvið aftur og hinumegin
hava vit so tær politisku
avleiðingarnar av at lata
loyvið standa við. Alt hetta
ksla vigast fyri og ímóti,
áðrenn endalig støða verður
tikin, sigur Jacob Vester-
gaard.
Annars vísir hann á, at
eitt, sum kann gera tað
trupult at taka fiskiloyvið
hjá Jógvani S aftur, er, at
sami rokniháttur er brúktur
í fleiri øðrum førum.
– Skulu vit so eisini taka
eini 30 onnur fiskiloyvi
aftur, spyr hann?
Somuleiðis vísir hann á,
at nú er roknihátturin
broyttur, so at hereftir koma
ikki fleiri mál av hesum
slagnum fyri.
Annars heldur hann, at
hetta er ein spurningur um
lógfrøði, har løgfrøðing-
arnir í fiskimálaráðnum
ikki eru samdir við løg-
frøðingarnar hjá lands-
stýrismálanevndini.
Og tað er sjálvsagt ein
spurningur um avgerðir frá
landsstýrismálanevndini
skulu fylgjast treytaleyst,
hóast hann sjálvur hellir
tann vegin, tí hann ásannar,
at avgerðir í landsstýris-
málanevndini eiga at viga
nógv.
Men hví bíðaði tú ikki
við at geva Jógvani S fyri-
bils fiskiloyvi til landsstýr-
ismálanevndin var liðug?
– Jógvan S fekk tilsøgn
um fiskiloyvi fyri seinasta
løgtingsval og tað er bind-
andi. Tað var eisini óvist,
nær landsstýrismálanevnd-
in fór at vera liðug. Og
slapp Jógvan S ikki til
fiskiskap, var eisini vandi
fyri, at hann fór at krevja
endurgjald fyri mista fiski-
tíð og sostatt mista inntøku,
tá ið hann frammanundan
hevði
fingið
bindandi
tilsøgn um fiskiloyvi.
Jacob Vestergaard fær nógv
at hugsa um næstu dagarnar
Føroya Fiskavirking skal
seljast ongantíð ov skjótt
Jacob Vestergaard er fullgreiður yvir, at tekur hann ikki
fiskiloyvið hjá Jógvan S aftur, er vandi fyri, at hann verður
koyrdur frá. Men enn er ongin avgerð tikin
– Fiskavirking kastar ikki eitt
oyra av sær til landskassan
og tað skal seljast ongantíð
ov skjótt, sigur Dan reinert
Petersen,
Durita Mohr Jacob-
sen vann fimta
undanumfarið í
Nósabarnaprix 2003,
sum var í ítróttar-
høllini á Kambsdali
leygarkvøldið
NÓSABARNAPRIX
Rúna Sivertsen
Nósabarnaprixtiltakið
á
Kambsdali leygarkvøldið
var væl eydnað. Fyrireikar-
arnir høvdu gjørt sær
ómak, so at øll, bæði børn
og vaksin, skuldu fáa eitt
hugnaligt og stuttligt kvøld.
Angela, Baby-James og
Hannibal undirhildu við
sangi og skemti.
Vinnari gjørdist Durita
Mohr Jacobsen av Kambs-
dali við sanginum, "Vit eru
glað". Nummar tvey gjørd-
ist Ansa Højgaard úr Søld-
arfirði, og nummar trý varð
Hjørdis Nesá av Toftum.
Nú er bert eitt undanum-
far í Nósabarnaprix eftir;
tað verður í bygdahúsinum
í Miðvági tann 12. juli.
Finalan verður í Badmin-
tonhøllini í Havn tann 28.
juli.
Tað er Føroya Banki, ið
stuðlar
Nósabarnaprix
2003.
Bert hugflogið setir
mørkini, verður sagt.
At mørk skulu vera,
eru helst tey flestu
samd um. Men, hvar
mørkini ganga, er
kanska ikki altíð so
lætt at vita
ÁLVARA OG GAMAN
Rúna Sivertsen
Tó, tað mundi fella flestu
varmakeldugestum
og
fuglfirðingum
við
fyri
bróstið, at ein av hoppi-
borgunum ímyndaði Titanic
á veg í havsins djúp.
Sorgarleikurin, tá Titanic
sakk fyri meiri enn níti
árum síðani, skakaði heim-
in tá, og ger tað enn tann
dag í dag.
Hetta stolta ferðamanna-
skip varð bygd á ein slíkan
hátt, at tað ikki skuldi
kunna søkka. Men náttúran
var sterkari enn manna-
hondin, og ein av størstu
sorgarleikum, heimurnin
hevur kent, kravdi meiri
enn 1500 mannalív.
Um henda góða hoppi-
borg er ósømilig ella ikki,
lata vit upp til lesaran at
meta um. Í hvussu er og
ikki, hildu fólk á vegnum
hetta vera "langt úti", sum
onkur tólk til.
Fyrireikararnir harmast
og siga, at søkkandi skip
ikki verða nýtt til skemt-
unar eina aðru ferð.
Durita vann
á Kambsdali
Spæl úr sorgarleiki
Fólk argaðust um eina av hoppi-
borgunum á varmakeldustevnu,
sum ímyndaði Titanic á veg í
havsins djúp
Mynd: Rúna Sivertsen
Durita Mohr Jacobsen av Kamsdali sleppur víðari í finaluna, sum verður í Badmintonhøllini í
Havn tann 28. juli
Durita (t.v.) fór avstað við sigrinum. Ansa Højgaard úr
Søldarfirði (í miðjuni) gjørdist nummar tvey, og Hjørdis Nesá
av Toftum fekk triðja plássið
C
M
Y
K
5
4