týsdagur 8. juli 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 126 - 8. juli 2003
Nr. 126 - 8. juli 2003
7
Aftan fyri M/B Thors-
havn í Vágsbotni ligg-
ur ein hvítur segl-
bátur. Eigarin Werner
á Rógve Hansen hev-
ur lagt nógvar fjórð-
ingar aftur um bak
við seglbátinum Don
Quixote, og hevur
enn eina langa ferð
fyri framman
PORTRETT
Rógvi Borðoy
37 fót langi báturin er hvít-
ur, og sær nakað gamal út.
Hann er bygdur úr stáli, og
stýrhúsið er bert einar 20
cm til hæddar. Framvið síð-
unum eru dimmar grønar
strípur, og sami liturin er á
øllum træverkinum uttaná.
Á mastrini hanga tvey
fløgg, eitt føroyskt og eitt
amerikanskt.
Werner á Rógve Hansen
hevur júst málað træverkið.
Hann stendur og tosar við
føraran á øðrum báti, sum
leggur at síðuni á Don
Quixote, og biður hann
ansa eftir málingini.
Hann er ein eldri maður
við gráum hári og skeggi,
væl klæddur og snotuligur.
Høgur og væl bygdur á at
líta, og røddin er rólig og
djúp. Werner er einsamallur
á seglbátinum.
Innanfyri
Don Quixote er væl hildin
innan. Hann hevur ein
heimligan dám yvir sær.
Bøkur, myndir og aðrar
privatar ognir sermerkja
messuna, sum annars er sett
saman úr myrkum ma-
hogni. Ein mynd av Werner
og konuni stendur á einari
hill. Á myndini situr hann
við einum snøggum svørt-
um búna, og kona hansara
stendur aftanfyri.
Maðurin og báturin
Werner er føroyingur, í øll-
um førum er hann føddur
her. Hann nevnir seg eisini
sum føroying, men hann
sigur seg vera deildan mill-
um Føroyar og USA, har
hann hevur búð í 35 ár,
meir enn helvtina av hans-
ara nærum 64 ára langa
lívi. Hann býr framvegis í
USA, men er vendur aftur
til Føroya fimm ferðir sein-
astu tvey árini. Áðrenn tað
hevði hann ikki verið her
síðani 1982. Tað hoyrist
nærum ikki, at hann hevur
verið so leingi burtur, men
ein farri av amerikanskum
tónalagi hoyrist, um ein
lurtar væl eftir.
- Eg føli meg sum amer-
ikanara, sigur hann róliga
og umhugsið.
- Men eg havi størst
tilknýti til Føroyar.
Werner sigur, at hann
altíð hevur kent eitt tilknýti
til havið. Hann minnist ser-
liga, tá hann var smádrong-
ur í Vestmanna, at har
komu sluppir inn at ankra
upp. Har minnist hann, at
hann droymdi um sleppa út
at sigla.
Út á Atlantshavið
Tann 19. juni 2001 løgdu
Werner og Don Quixote út
á havið. Werner var staddur
í Virginia Beach á amerik-
ansku Eysturstrondini, og
legði leiðina beint ímóti
Nýfundlandi í Kanada, og
meiningin var at sigla í
beinari linju. Men á korti
hansara sæst ætlaða leiðin
og veruliga leiðin. Har er
stórur munur, hóast hann
hevði gjørt sera umfatandi
kanningar, og hevði spurt
royndar siglarar um, hvussu
hann skuldi bera seg at.
Komin framvið Nýfund-
landi legði hann leiðina út í
Labradorhavið. Túrurin frá
Kanada til sunnara enda av
Kappanum tók átta dagar.
- Har vóru ísfjøll so stór
sum
Matterhorn,
sigur
Werner.
- Tey lógu og vaggaðu
sum damparar, og man sá
tey ikki fyr enn tey vóru
heilt nær, heldur hann fram.
Labradorhavið lýsir hann
sum fult av mjørka og
sirmi. Har er vánaligt út-
sýni og ísfjøll allastaðni.
Sigl og flúgv
Werner fór upprunaliga til
USA at nema sær útbúgving
sum flogskipari. Tá hann
varð útbúgvin, søkti hann
um starv haryviri og fekk
tað. Haryviri hevur hann so
stovnað familju, og hevur í
dag konu og tríggjar døtur.
Hann hevur verið flog-
skipari alla tíðina hjá yms-
um feløgum, og so hevur
hann eisini havt tilknýti til
amerikanska herin, har hann
enn í dag venur ungar menn
í bjargingarroyndum. Tað er
nakað hann er errin av.
Í byrjanini búði hann í
Kalifornia,
men
flutti
seinni til Minnesota. Í dag
býr Werner í New York.
Ein dagin hann kom heim
hevði konan keypt eina
brandstøð frá 1870-unum.
Og so var bert eitt hjá Wern-
er at gera, og tað var at seta í
stand. Hann brúkti 6 ár uppá
at smíða og byggja støðina,
so hon í dag sær út sum
upprunaliga. Familjan býr á
ovastu hædd í forvitnisliga
bygninginum í dag.
- Alt er sum upprunaligt,
burtursæð frá litinum, tí tað
slapp konan at velja, sigur
hann.
Werner hevur átt bát síð-
ani 70-árunum. Tríggjar
seglbátar er tað blivið til, og
allir hava verið væl brúktir,
sigur hann.
11. september 2001
Hann var íNew York tann
11. september 2001, og
hann lýsir tað sum eina
ræðuliga hending. Sum
flogskipari visti hann væl,
at flogførini vanliga ikki
koma nær framvið World
Trade Center.
- Hvat fanin sker her,
hugsaði eg. Teir ringdu frá
herbasuni og bóðu meg
koma beinanvegin. Tað var
eitt ræðuligt upplivilsi, sigur
Werner og Don Quixote
hann rystandi við høvdinum.
Aftaná álopið fleyg hann
nógv millum New York og
aðrar býir við blóði og øðr-
um til medisinska viðgerð.
30 dagar í frið
Komin út á Labradorhavið
misti hann alt samband við
umheimin orsakað av tekn-
iskum trupulleikum. Frá
Kanada sigldi hann allan
vegin til Ísland uttan at tosa
ella skriva til nakran. Aft-
aná 30 dagar fekk hann
samband við ein íslendskan
trolara, og tað var ein lætti
sigur hann.
- At vera einsamallur
leingi er ikki gott, sigur
Werner.
Hann svav ikki róliga um
náttina í Labradorhavinum,
sigur hann. Hann sigldi ikki
við stórseglinum.
- Eg tímdi ikki at vera
noyddur at fara upp at taka
alt niður mitt um náttina,
um tað skuldi blivið neyð-
ugt, fortelur hann.
Ferðin um náttina var
umleið 2-3 míl, men um
dagin kundi Don Quixote
sigla við 8 míla ferð, um
veðrið var til vildar.
Tung boð
Werner fekk eini heldur
døpur boð í januar 2001,
sum í síðsta enda fingu
hann at gera av at fara
hendan langa túrin.
- Tú hevur cancer, segði
læknin.
Werner lýsir tað sum eina
avbjóðing. Hann greiður frá:
- Eg fór ígjøgnum øll tey
vanligu sálarligu stigini við
sjúkuni. Fyrst hugsaði eg:
nei, ikki eg, tað kann ikki
passa. Síðani kom øðin. Í
dag havi eg eina greiða
støðu til tað, sigur hann og
hyggur burt.
Werner fekk bjóðað eina
skurðviðgerð, men valdi
eftir eitt kanningararbeiði
ikki at taka av. Hann sigur,
at hann ikki vil uppliva
hjáárinini av skurðviðgerð-
ini. Heldur ikki, um tað
merkir, at hann møguliga
doyr nøkur ár ov tíðliga.
Hann sigur, at konan sam-
tykkir við ynski hansara.
- Siglitúrurin og sjúkan
hava nógv við hvønn annan
at gera, sigur hann.
- Eg veit ikki, hvussu
langa tíð, eg havi eftir. Tað
kunnu vera 3 ár, men tað
kann eisini vera, at eg havi
20 ár eftir at liva. So eg
mátti fara beinanvegin.
Werner fór stutt aftaná
boðini í holt við at gera bát-
in kláran til ferðina til Før-
oya, og ein mánað seinni
var Don Quixote til reiðar.
Ólavsøkan 2001
Eitt lágtrýst í tíðini um
Ólavsøku
2001
noyddi
Werner at liggja á Norður-
havinum í trý samdøgur.
Hann var heilt nær við land
– einar 100 fjórðingar –
men slapp ikki inn undir
land, tí vindurin var harður
og beint ímóti. Hann lýsir
dagarnar sum sera harðar.
- Eg svav ikki í 30 tímar,
sigur hann.
Á ferð aftur
Um nakrar fáar dagar kem-
ur kona Werners hendan-
vegin, og síðani fara tey
bæði at sigla víðari í heim-
inum. Upprunaliga var ætl-
anin at brúka fimm ár uppá
at sigla gjøgnum Miðalhav-
ið, Indiska Havið og Kyrra-
havið til amerikansku Vest-
urstrondina.
- Tað er vandamikið í
heiminum í dag. Báturin er
amerikanskur,
og
fólk
kunnu vera fíggindaliga
sinnaði móti okkum, so
konan vil ikki sigla ta
leiðina, sigur Werner frá.
So nú gongur leiðin til
Skotland, Írland, Portugal
og Kanariuoyggjarnar. Síð-
ani er ætlanin at fara beint
tvørturum Atlantshavið til
Karibisku oyggjarnar, har
Werner væntar at leggja at í
vetur einaferð.
Sjúkan avger
Werner greiður frá, at hann
ikki veit, um hann kemur til
Føroyar aftur. Tað eru lækn-
arnir og sjúkan, sum avgera
framtíðina hjá honum. Hann
tekur ein dag í senn. Men
hann sigur, at hann gjarna
heldur fram við at hjálpa
teimum ungu í herinum, so
leingi tað ber til.
Teir hava verið á einari
langari, harðari og drúgvari
ferð báðir, Werner á Rógve
Hansen og Don Quixote.
Og ferðin er ikki liðug enn.
- Kanska kann man gera okkurt sjálvur
Ingi Gunnarsson
stendur fyri at fáa
blómur út á støðini,
har vit hava mist fólk
í ferðsluni.
FERÐSLUOFFUR
Rógvi Borðoy
- Arbeiðið er mest at leggja
alt til rættis. At fáa fólk til
at leggja blómurnar út á
støðini ella kanska gera tað
sjálvur, sigur Ingi Gunnars-
son.
Hann ger arbeiðið í sam-
bandi
við
Ráðið
fyri
Ferðslutrygd, og hann vón-
ar, at tað ger mun.
- Eg vóni, at onkur hugs-
ar, at tað ikki er neyðugt,
sigur hann.
Av teimum umleið 250
fólkunum, sum eru deyð í
ferðsluni gjøgnum árini,
fáa 150 blómur. Ingi Gunn-
arsson sigur, at tað ikki
kemur uppá tal at leggja
blómur út á øll støðini, har
fólk eru deyð, tí pengar eru
ikki til tað. Harumframt eru
umleið 100 ferðsluoffur,
sum man ikki veit hvar
doyðu. Um tey veit man
bert nær tey doyðu.
Hinvegin
sigur
Ingi
Gunnarsson, at øll, sum eru
deyð eftir 1980 fáa blómur,
og at tey framvegis fara at
fáa blómur hvørt ár.
Fólk ringja
Í samband við minningar-
dag teirra deyðu í ferðsluni
ringja fólk ofta til Inga
Gunnarsson og siga hon-
um, at tey eru glað fyri ar-
beiðið, hann ger fyri at
minna á tey deyðu. Hann
sigur, at tað ger hann glað-
an, at tey ringja. Ingi Gunn-
arsson følir tað sum eina
skyldu at gera arbeiðið.
Ingi
Gunnarsson
var
sjálvur úti fyri einari van-
lukku í 1977, har hann kom
álvarsliga til skaða. Hann
sigur, at vanlukkan fekk
hann at hugsa, at tað ikki er
neyðugt við deyðum í
ferðsluni.
- Eg hugsaði, at kanska
man kann gera okkurt sjálv-
ur, sigur Ingi Gunnarsson.
Og hann sigur, at tað var
hansara egna vanlukka,
sum fekk hann at gera hetta
arbeiðið við at leggja blóm-
ur út.
Offur hjálpa eisini
Ingi Gunnarsson sigur, at
summi, ið antin hava verið
fyri einari vanlukku ella
sjálvi hava mist kær í
ferðsluni, hjálpa við at
leggja blómur út á plássini.
Men hjá summum er tað ov
torført at gera tað.
Ingi fegnast um, at blóm-
ur nú verða lagdar um alt
landið. Tað fyrsta árið
vórðu blómur bert lagdar í
Havn, men so hvørt eru
oyggjarnar komnar uppí
arbeiðið.
- Eg vóni, at tað kann
vera við til at broyta hug-
burðin hjá fólki, endar Ingi
Gunnarsson.
Vónandi skulu ikki leggj-
ast meir blómur næsta ár
enn í ár.
Blómurnar framvið vegnum
minna okkum á tey sum eru
deyð í ferðsluni
Don Quixote, málað hevur Poul Hansen
Her sat Werner tað mesta av
tíðini, meðan hann sigldi.
Don Quixote innan
Werner umborð á Don Quixote
C
M
Y
K
7
6