týsdagur 8. juli 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 126 - 8. juli 2003
Nr. 126 - 8. juli 2003
9
MARKNAÐARRÁK
Fyri viku síðani varð mett, at
størst sannlíkindi var fyri, at
renturnar í farnu viku fóru at
hækka - soleiðis bleiv tað
eisini. Orsøkin var ein stað-
festing av, at tekin eru um, at
tað sum heild gongur betur í
amerikanska
búskapinum.
Kortini var eisini staðfest, at
enn gongur striltið á ameri-
kanska arbeiðsmarknaðinum.
Menningin av arbeiðsmarkn-
aðinum er oftani seinkað í
mun til gongdina í vinnuni,
so vón er um, at arbeiðs-
marknaðurin fer at koma seg.
Kortini gevur hetta ábending-
ar um, at leiðin fram ímóti
betri búskaparligum viður-
skiftum, kann gerast skinklut.
Tað er tó ein sannroynd, at
virðisbrævamarknaðirnir taka
eina væntaða gongd til sín,
áðrenn hendan endaliga er
staðfest - tískil eru renturnar
hækkaðar seinastu vikurnar.
Farna vika gjørdist ein góð
partabrævavika. Orsøkin til
hetta var tann sama, sum
førdi við sær hækkandi láns-
brævarentur. Tøl í farnu viku
vístu, at bæði amerikanska
framleiðslu- og tænastuvinn-
an eru bjørtskygd, og hetta
bjartskygni trýsti partabræva-
kursirnar uppeftir.
Hesa vikuna verður tunn-
ligt við búskarligum lyklatøl-
um. Kortini verður vikan
áhugaverd. Hósdagin hevur
evropiski miðbankin (ECB)
rentufund. Næstseinastu viku
lækkaði amerikanski tjóð-
bankin leiðandi rentu teirra
og vóru positivari um búskap-
argongdina. Síðani tá hevur
formaðurin í ECB eisini sagt,
at evropiska rentan er hósk-
andi, og at hon ikki forðar
fyri búskaparligari fram-
gongd. Vit meta tí ikki, at
ECB fer at lækka evropisku
rentuna hósdagin.
Størsta týdning fyri bæði
partabræva- og lánsbræva-
marknaðirnar hesa vikuna
fara almannkunngerðir av
roknskapum fyri næsta árs-
fjórðing at hava. Kunngerðir-
nar byrja av álvara hesa vik-
una tá m.a. General Electrics,
Pepsi og Yahoo, øll úr USA,
kunngerða roknskap.
Tá
kunngerðirnar
fyri
fyrsta ársfjórðing vóru av, var
samlaða úrslitið hampuligt,
og flestu virkini høvdu lagt
fram góðar roknskapir sam-
stundis sum tey høvdu góðar
vónir um næsta ársfjórðing.
Fyri amerikansk virkir var ein
orsøk til hetta fallið í dollar-
anum, ið betrar um kapp-
ingarførið. Í øðrum ársfjórð-
ingi hevur dollarin verið enn
lægri, og tí er sannlíkindi fyri,
at amerikansk virkir staðfesta
hesar vónir. Orsakað av árin-
um úr USA, kann tískil rokn-
ast við, at partabrævamarkn-
aðirnir næstu vikurnar fara at
standa seg hampuligt, meðan
lánsbrævarenturnar orsakað
av hesum kunnu hækka
meira.
Roknskapir í andgletti
Vika 28
www.kaupthing.fo
TRYGD
Marjun Dalsgaard
Nógvir skaðar standast
hvørt ár av el-innlegging-
um
frá
50’unum
og
60’unum. Ofta er talan um
smærri skaðar, men tað
kann vera sera vandamikið,
um húsini er gjørd av so-
nevndum bleytum plátum,
sum vóru nógv nýttar til
sethús í 50’unum – og
teimum eru tað nógv av,
sigur Emil Simonsen, leið-
ari hjá sýnsmonnunum hjá
Tryggingarfelanum Føroy-
ar.
– Trupuleikin við goml-
um el-innlegginum er, at
leidningarnir eru lagdir
beinleiðis inn í veggin.
Hendur ein kortslutningur,
er beinleiðis samband við
veggin, og tað kann føra til
umfatandi eldsbruna – ser-
liga um húsini eru bygd av
sonevndum gassplátum. Tá
breiður eldurin seg so
skjótt, at húsini kunnu
brenna í grund upp á onga
tíð, sigur hann.
At sløkkja kontaktina
ella taka stikkið úr kon-
taktini, er eingin trygd í
hesum føri. Tað einasta
rætta er at skifta gamlar el-
innleggingar út, heldur
Emil Simonsen. Í dag verða
allir leidningarnir samlaðir
í einum kassa aftan fyri
veggin, so teir ikki koma í
samband við pláturnar, um
ein
leidningur
brennur
saman.
POLITITÍÐINDI
Marjun Dalsgaard
Sunnumorgum klokkan
07.20 var boðað frá eldi í
einum sethúsum á Heyg-
um í Vestmanna. Eldurin
sást ongantíð uttan, og
eingin vandi var fyri
grannahúsunum. Tó var
talan um minuttir, áðrenn
støðan kundi verið sera
hættislig, metir sýslu-
maðurin í Vestmanna,
Ivan Klein Olsen.
Ein kvinna var inni, tá
eldur kom í. Hon var ikki
í lívsvanda, men er sera
skelkað.
– Eg vaknaði við ein
brest og fór út, greiðir
hon frá. Her hitti hon
nakrar ungar menn, ið
vóru á veg heim frá
Varmakeldu, tá teir sóu,
at roykur stóð úr tekjuni
á húsunum, og teir boð-
aðu síðan frá eldinum.
Tað gekk skjótt at
sløkkja eldin, og 50
minuttir eftir var hann
bastur. Av tí at eldurin
var hildin at vera ógvus-
ligari, enn hann var,
komu bæði sløkkiliðini
úr Vestmanna og Kvívík
á staðið, greiður Ivan
Klein Olsen frá. Hann
heldur orsøkina til eldin
vera ein kortslutning, av
tí at eldurin er komin í
tætt við eina kommodu
við ljósi í, sum stóð í
gongini. Gongin er sera
illa brend, og stórur royk-
skaði er staðin av eldin-
um.
Eldur í húsum
í Vestmanna
Gamlar el-innleggingar
eru vandamiklar
Gamlar el-innleggingar frá 50’unum og 60’unum kunnu vera
lívshættisligar og eiga at skiftast út, sigur Emil Simonsen,
leiðari hjá sýnsmonnunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hans Arne
Nielsen 70 ár
29. juni fylti Hans Arne
Nielsen í Sandavági 70 ár.
Hans Arne er føddur og
uppvaksin í Sandavági,
sonur Jóhannu, f. Simon-
sen, og Thor Nielsen, skip-
ara, bæði úr Sandavági.
Sum 15 ára gamal fór hann
í læru sum elektrikari hjá
Sigird av Reyni í Havn.
Eftir at hava lært í hálvt-
annað ár hjá Sigird, lærdi
hann seg lidnan hjá systk-
inabarninum Christian Nil-
sen
maskinmeistara
í
Sandavági. Í september
1952 fór hann til Danmark-
ar at taka sveinaroyndina
og tók prógv sum el-
innleggjarai 6. juni 1953.
Eftir tað kom Hans Arne
heim aftur til Føroyar og
fór at arbeiða hjá Christian
Nielsen í Sandavági sum
el-innleggjari. Har arbeiddi
hann til 1956, tá hann yvir-
tók virkið hjá Christiani
Nielsen. Síðan tá hevur
hann arbeitt sum sjálv-
støðugur vinnurekandi. Í
1961 giftist Hans Arne við
Sunrid, f. Jacobsen, dóttir
Solveig og Alfred Jacob-
sen, úr Sandavági. Bæði
Sunrid og Hans Arne hava
verið ítróttarfólk, tey hava
t.d spælt hondbólt og róð
kapp við Sandavágsbátin-
um. Tey eiga fimm børn,
tey eru: Sonni, Torkil,
Allan, Solveig og Jóhan.
Øll børnini búgva í Sanda-
vági uttan dóttirin, Solveig,
sum býr í Sørvági.
Dagurin
8. juli. Ketil biskupur. Hesin biskupurin í Würtenburg í
Týsklandi var ættaður úr Skotlandi. Sankta Kilian, sum
hann varð róptur, varð saman við feløgum sínum Totnan
og Kolonat tikin av døgum í árinum 689. Hann hevði
umvent hertogan har á staðnum og yvirtalað hann til at
lata seg skilja frá konuni, ið áður hevði verið gift við
bróður hansara. Í øði læt konan hann og felagar hansara
taka av døgum. Kilian varð seinni skírdur halgimenni, og
eftirmaður hansara sum biskupur í Würtenburg læt likam
hansara leggja í halgiskrín 8. juli 752.
Í Norðurlondum fekk hann navnið Ketil, ið eisini hevur
verið brúkt sum mansnavn í Føroyum. Nú á døgum man
tað vera best kent av skaldsøguni Feðgar á ferð eftir Heðin
Brú. Er eisini komin í bland við danska halgimenni St.
Kjeld.
Ein Ketilsheyggur er í Skálavík. Fleiristaðni í Føroyum
vita tey at siga eitt ørindi, sum skal vera lisið sum lyklaorð
til at finna ein ketil, ið er niðurgrivin við pengum – gulli
og silvuri. So seint sum fyrst í 20. øld er drongur doyptur
og skrivaður í kirkjubókina, har eitt fornavn er Kedelhoy.
Navnið merkir hattur ella hjálmur.
Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri JAN-
JUN í 2003 og 2002.
Jun
Jun
Broyting
Jan-Jun
Jan-Jun
broyting
%broyting
Akfaraslag
2003
2002
Jun 03/02
2003
2002
2003/2002
2003/2002
Brandbilar
0
1
-1
1
1
0
0,00%
Bussar
0
5
-5
3
9
-6
-66,67%
Kampingvognur
1
0
1
1
0
1
Hýrubilar
1
6
-5
9
16
-7
-43,75%
Lastbilar
8
2
6
9
12
-3
-25,00%
Leguvognar
1
0
1
5
3
2
66,67%
Motorsúkkla
3
0
3
8
4
4
100,00%
Neyðsendakfar
1
1
0
2
3
-1
-33,33%
Persónbilar
161
168
-7
704
851
-147
-17,27%
Smábussar
2
0
2
5
1
4
400,00%
Tangabilar
1
0
1
4
0
4
Viðfestivognar
18
14
4
53
60
-7
-11,67%
Vøruvognar
24
30
-6
143
160
-17
-10,63%
Samlað
221
227
-6
947
1120
-173
-15,45%
Í juni 2003 eru skrásett 13 nýggj prutl og higartil í ár eru skrásett 88 nýggj prutl.
Bileftirlit Føroya
37. árið á rað eru
summarlegur á
Zarepta á Vatns-
oyrum. Nógv børn og
ung koma til hesar
legur, sum hava verið
har síðan 1967.
Áðrenn tað vóru í
tvey ár legur í ALV-
húsinum við Áir
SUMMARLEGUR
Magnus Gunnarsson
Leguhúsið hjá brøðrasam-
komunum
í
Føroyum,
Zarepta
á Vatnsoyrum,
verður brúkt so gott sum alt
árið. Almenna skáin byrjaði
15. mai við leguni fyri
brekað, síðan hava fleiri
legur verið, sum t.d fýra
familjulegur sum vóru frá
1. til 27. juni. Summarleg-
urnar byrjaðu sunnudagin
29. juni og halda fram til
15. august. Eftir summar-
frítíðina verða eisini ymisk-
ar legur, sum t.d. mans- og
kvinnustevnur,
hjúna-
stevnur og heystlega í
heystfrítíðini. Um veturin
verður húsið mest brúkt til
vikuskiftislegur hjá teimum
ymisku samkomunum.
Børnini spæla og venja
likamið, og skipaðir fót-
bóltsdystir eru millum tey
ymisku liðini. Aðrir aktivi-
tetir eru eisini, sum t.d. at
rógva við bátum og sigla
við súkklubátum á Leitis-
vatni, rógva við kano í ánni
og svimja í innandura
svimjihylinum. Børnini og
tey ungu læra at fremja gott
samanhald millum luttak-
ararnar á legunum. Eisini
læra tey at vera ásettum
reglum lýðin, at fremja
vanliga heilsurøkt, at hava
siðiliga atferð og verja og
virða náttúruna eins og
mentanarvirðini. Umframt
at tey ungu hugna sær sam-
an og hava tað stuttligt, er
endamálið við legunum at
vinna børn og ung fyri
Kristus.
Summarlegurnar á Zarepta byrjaðar
Nýggjastu tølini frá
Bileftirlitinum vísa, at
bilasølan í landinum
framvegis er mink-
andi. Samlaða sølan
av nýggjum persón-
bilum fyrra hálvár
2003 er næstan
hálvtannaðhundrað
bilar færri enn sama
tíðarskeið í fjør
BILASØLA
Magnus Gunnarsson
Samlaða sølan av nýggjum
akførum í Føroyum fyrra
hálvár 2003 er uml.15 pro-
sent minni en sama tíðar-
skeið í fjør. Sølan av
persónbilum er minkað við
uml. 17 prosentum og út-
skiftingin av hýruvognum
er eisini minkað, í ár eru
seldir níggju hýruvognar
ímóti sekstan í fjør. Sein-
asta mánað hildu vit, at ein
orsøk til minkandi søluna
kundi vera verkfallið, ið
vardi umleið ein mánað,
men nú skuldi tað verið
komið upp á pláss. Bil-
handlarar vit hava tosað við
siga, at talan er um eina
náttúrliga minking, av tí at
marknaðurin er við at vera
mettaður og útskiftingin
ikki so stór sum áður. Sølan
av motorsúkklum er tví-
faldað, átta motorsúkklur
eru seldar í ár móti fýra í
fjør.
Bilasølan minkar framvegis
C
M
Y
K
9
8