Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 126 - 8. juli 2003 Nr. 126 - 8. juli 2003 11 Tvey skjøl koma ivaleyst at hava stóran týdning fyri allar føroyingar. Tvøroyrarskjalið og ser- føroyska grundlógin. Tvøroyrarskjalið er mest aktuelt og snýr seg sum kunnugt um, at øll mál uttan uttanríkis- og verjumál kunnu yvirtakast uttan víðari. Í sjálvum sær hevur hetta skjal áhuga uttan fyri landoddarnar, tí tað er eitt gott dømi um, hvussu tvær tjóðir kunnu finna loysnir upp á álvarsamar trætur uttan harðskap. Í so máta kunnu bæði føroyingar og danir vera ernir av skjalinum í eini tíð við vaksandi politiskum harðskapi um allan heim. Tvøroyrarskjalið er eitt – at seta hetta í verk er annað og meira. Hetta skjal fer at hava avger- andi týding fyri lagnu Føroya. Tær yvirtøkur, ið sambært skjalinum kunnu fremjast, fara at kosta nógvan pening. Hinvegin eru yvirtøkur sjálvt støðið undir heimastýrislógini, so í prinsippinum skuldu allir flokkar kunna tikið undir við Tvøroyrarskjalinum. Men tað gera teir sum kunnugt ikki. Aftan fyri Tvøroyrar- skjalið stendur so bert gott og væl helvtin av løgtinginum og neyvan helvtin av veljarunum. Hetta er sum frá líður ein sera óheppin støða. Síggja vit burtur frá vanliga samgongu-klandr- inum, har løgmaður sigur Tvøroyrarskjalið ikki merkja loysing, meðan varaløgmaður sigur, at hetta merkir, at vit við sjeymílaferð flyta okkum móti somu loysing, so er tað óheppið at trumfa eina so stóra og principiella avgerð ígjøgnum uttan um andstøðuna á tingi. Við teimum yvirtøkum, sum varaløgmaður hevur fráboðað bara í komandi ári, koma útreiðsl- urnar at vaksa heilt nógv. Hetta hendir, meðan fíggjarmálaráðharrin boðar frá reyðum tølum á næstu fíggjarlóg. Henda støða ørkymlar nógv fólk, tí kann løg- maður ikki bar sita hendur í favn, meðan varaløgmaður proklamerar fullveldið í næstu framtíð. Hvørjum skulu føroyingar lurta eftir? Er tað ikki upp á tíðina, at løgmaður bjóðar øllum flokkum á tingi til eina samráðing um, hvussu Tvøroyrarskjalið skal setast í verk og hvør tíðarætlanin skal vera? Alt annað er ábyrgdarleyst, tí at seta eina so radikala ætlan í verk við einum smalum meiriluta er ikki demokratiskt og fer at gera gjónna í fólkinum djúpari og breiðari, enn hon longu er. DAGSINS MEINING Sosialurin Tvøroyrarskjalið VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. John William Joensen Formaður í Norðoya Sambandsfelag At hesin trupuleikin nú far lokalu myndugleikarnar, sambart Dimmalætting, at handlað í panikið er sera óheppið. Borgarstjórin sigur sam- bart høvuðsstaðarblaðnum, at um ikki leigarar verða funnin beinanvegin, so verða íbúðirnar bodnar yngri leigarum, longu í komandi viku. Tað skal sjálvandi vald- ast, hvat borgarstjórin meinar við, tá hann sigur "yngri fólkum", men tað eigur undir ongum umstøð- um at verða vikið frá upp- runa ætlanini við íbúð- unum, tí hetta kann seta alt projektið í vanda. Landsmyndugleikarnir hava longu megnað at broyta Sambýlið á Heyg- num til eitt "diskount"- røktarheim, og um lokalu myndugleikarnir ikki ansað sær er vandi fyri at øll Kráarbrekku-ætlanin kem- ur í vanda. At prísirnir fyri leigu av íbúðunum er so høgur at meginparturin av teimum, sum skrivaðu seg upp til íbúðirnar, hava valt at melda frá, er ein trupuleiki, sum eigur at vera loystur á rættan hátt. Her eru nógvir møguleikar, sum lokalu myndugleikarnir hava møguleika fyri at troyta. Eitt av høvðusendamál- unum var jú at geva eldri borgarum ein møguleika at finna hóskandi umstøður at liva í, og hetta endamál kann ein kommuna ikki sleppa bert fyri at sleppa undan einum sjálvgjørdum trupulleika. Heri Mohr "…… Tú minnist, stutt áðrenn tú vart innlagdur á Ríkishospitalið, at tann føroyska nationalisman sýtti einum reivabarni at verða doypt Victoria, um c´ið ikki varð broytt til k. Málið er nú komið aftur í ljósmála við tað, at løgting- sins umboðsmaður, sum hevur havt málið til um- mælis, hevur givið foreldr- unum at barninum viðhald: Barnið eigur at fáa navnið Victoria uppkallað eftir abbanum Victor. Harrin viti, hvussu "teir røttu føroyingarnir", sum í dag ráða fyri borgum, fara at loysa vandamálið, ið er uppstaðið í einari vøggu einastaðni í Føroyum? Í seinastu viku hevði Pætur skemt og látur burtur úr hesum, sum hann segði, nationalpolitiska máli, ið ráðharrin við slíkum eym- um og álvarsligum málum um hendi, hevði avgreitt. Pætur vísti á, at navnið Victoria gongur aftur á so mongum økjum víða um í heiminum, og sum dømi segði hann, at Victoria er persónifikatiónin av sigri. Undir heimsbardaganum 1939-1945 dugdi hvørt mansbarn í tí frælsa heim- inum at siga "V for victory". Tvær kendar drotningar og ein krún- prinsessa bóru/bera navnið Victoria. Flaggskipið hjá Nelson, fleiri høvuðsstaðir, serstatur í Australia, áir, oyggjar, vøtn o.a. bera navnið Victoria. Og bragd- ið, sum nólsoyingurin Ove Joensen framdi við bátinum "Diana Victoria", verður seint gloymt. Men trúgv mær, í teimum nýggju føroysku skúlabók- unum eru øll hesi persóns- og staðarnøvn umdoypt til Viktoria, eina og aleina tí hesi somu "røttu in- tellektuellu" hava avlívað ABC´ið, sum hvørt mans- barn hevði lært og dugdi sum sítt faðirvár til fyri fáum árum síðani. Tann, ið ikki dugdi sítt ABC, var analfabetur. Hvussu man Sankta Pæt- ur hava navnaskrásett okk- um føroyingar? Hevur hann fingið at vita, at frá ásettum degi hava vit broytt c til s, w til v, z til s o.s.fr.? Um hann ikki hevur fingið hesa fráboðan, kann tað fáa óhepnar avleiðingar í tí ævinliga lívinum hjá teim- um, ið vórðu doypt ella á annan hátt fingu navn ávirkað av einum ampu- teraðum alfabeti. Hansara humor er við- hvørt í so makabur, og onkur vil halda, at hann er gudsspottari, men er tað nakað, hann ikki er, so er tað spottari, tí so mikið væl kenna vit Pætur. Hetta er so tað mesta av tí, ið Pætur segði um navn- ið Victoria, sum eitt lítið barn einastaðni í Føroyum ikki kann fáa uttan við svørðslag. Hann segði eis- ini, at Knut Hamsun óivað hevur hildið, at Victoria er eitt vakurt navn, tá ið hann á sinni skrivaði kærleiks- søguna VICTORIA. Í durunum steðgaði hann á, vendi sær við og segði, at nú hevur ein fyrrverandi loysingarpolitikari - eg havi satt at siga gloymt navnið á honum - sum ikki eina ferð skrivað villleiðandi um Ríkishospitalið, sum sam- bært lóg veitur okkum sjúkrahjálp, har okkara sjúkraverk ikki røkkur. Tað vita tit bæði nakað um, men eg skuldi kanska rættleitt mannin, sum annars átti at vitað, at og hvussu lands- kassin er fíggjaður úr ríkiskassanum viðvíkjandi Ríkishospitalinum og aðrari sjúkrahúshjálp í Danmark. Um lógin verður fylgd, eigur hendan sjúkra- húshjálpin ikki at kosta okkum føroyingum nakað. Og fyri alt tað, hví taka teir ikki sjúkrahúshjálpina úr blokkinum; - handalagið var í lagi, tá ið Onnur al- menn hjálp og Serforsorgin varð skorin úr blokkinum fyri skjótt tveimum árum síðani. Og so fór hann. Góði Jógvan, farið er um miðunátt longsul tyngir alt meir smátt um smátt gávi eg kundi teg nátt í nátt…" Kærar heilsanir frá okkum 5 Kona tín Brot úr brævi (VII) Kráabrekkuætlanin fyri hóttafallið Tað er eingin loyna, at síðan prísirnir fyri leigan av íbúðunum á Kráarbrekku bleiv almannakunngjørdir, minkaði hugurin millum eldra ættarliði at taka av tilboðnum Mangt bendir á, at spurningurin um einskiljing av Føroya Fiskavirking meira og meira gerst ein hug- sjónarligur dystur mill- um neo-liberalistarnar við Bjarna Djurholm og løgmanni á odda og øðrum, sum enn ikki tora at standa fram og so nøkur okkara, sum halda, at hetta als ongan skund hevur, og at henda ogn okkara ikki fyri lítið og lætt skal fara ótálmað á útlendskar hendur Jóannes Eidesgaard Hvat var fyri góðum 10 árum síðani? Fyri gott og væl 10 árum síðani stóðu føroysku flakavirkini, sum flest teirra tá vóru einskild, so tað forslær, í einum 700 til 800 mió. kr. Sum vera man so megnaðu tey ikki at forrenta hesa risabyrðu, og úrslitið kenna vit øll - samlaða føroyska flaka- vinnan fór á heysin. Endurreisingin av fiska- virkjunum førdi eisini mikið politisk rumbul við sær m.a. tað, at Fólka- flokkurin fekk durafjórð- ingin frá Javnaðarflokk- inum í samgonguni í apríl 1993. Síðani varð fiski- vinnan á landi sanerað og endurreist ígjøgnum al- menna grunnin Framtaks- grunnin. Fiskavirking hevur síðani sum ein samlað eind veru- liga víst, at tað ber til at fáast við flakavinnu í Før- oyum. Og ein av styrkinum í konseptinum hjá Føroya Fiskavirking, serliga tá hugsað verður um útjað- aran, er, at tey sterku virk- ini draga tey veikari við sær. Men nú er líkt til, at serliga Fólkaflokkurin hev- ur skund við at fáa Fiska- virking einskilt, tí neyvan vilja teir viðganga, at tann loysnin, sum teir sjálvir runnu undan fyri gott og væl 10 árum síðani, hevur givið positiv úrslit. Seinast, vit hoyrdu frá liberalistunum, var, tá teir royndu at trýsta Framtaks- grunnin til at selja tey góðu virkini burtur úr Fiska- virking til ávísar keyparar, og so kundi tað almenna eiga tey veikaru. Annars ger tað sama seg galdandi, tá tað snýr seg um Føroya Banka. Men her tykist sum um, at størri partur av samgonguni stendur aftan fyri Fólka- flokkin. Føroya Banki var privatur og fór á heysin - nú er hann almennur og gongur væl og hevur kastað hópin av peningi til lands- kassan. Ein tann best rikni bankin í ríkinum, var skoðsmálið hann fekk. Men nú vilja somu menn, at hann afur skal gerast pri- vatur. Tað kann so bert grundast einari hugsjónar- ligari trúgv, tí neyvan hevur hetta nakað við vanligt vit og skil at gera. Rokningina fyri saneringina av fiskavirkjunum fekk skattgjaldarin Fiskavirkini vórðu saneraði fyri fleiri hundraðtals milliónir, og henda kostnað bar føroyski skattgjaldarin gjøgnum bjargingina av bankakervinum. Tí kann tað ikki vera rætt, at eitt nú útlendskir íleggjarar skulu strúka avstað við Fiskavirk- ing fyri ein saneraðan prís. Tó er tað mangt sum bendir á, at júst hetta er ætlanin hjá teimum, sum liggja framvið. Fyrrverandi for- maðurin í Framtaksgrunn- inum bjóðar nú við einum øðrum hatti á høvdinum 140 mió. kr. fyri Fiska- virking. Flest øll eru vit samd um, at fiskatilfeingið ikki skal á fremmandar hendur. Hetta er ogn Føroya fólks, vilja vit vera við, hóast rikni fiskivinnupolitikkurin seinastu mongu árini ikki er prógv um tað. Men vit halda tó fast um, at fiska- tilfeingið er ognin hjá okk- um øllum. Tí kann tað tykj- ast løgið, at virðisøkingin av sama tilfeingi kann fara á fremmandar hendur. Fiskatilfeingið hevur ein av marknaðinum ásettan prís, tá fiskurin kemur inn um lúnningina, men virðis- økingina kunnu vit í ein ávísan mun stýra. Hvør er tá orsøkin til at avreiða virðisøkingina á fremm- andar hendur? Og hvør verður avleið- ingin, um t.d. eitt útlendskt felag keypur Fiskavirking? Sóu vit ikki týðiliga eina ábending suðuri í Vági, har norðmenn spældu við eina tíð, men tá hóttafall kom, so vóru teir fyrstir at stinga í sekkin. Og hvør verður avleiðingin, um eitt út- lendskt flutningsfelag sum t.d. Eimskip, sum hevur verið nevnt í fjølmiðlunum, keypur Fiskavirking. Jú, har er einfalt áhugin ein, og tað er at fáa fatur á fiska- útflutninginum. Tá fáa okk- ara egnu skipafeløg truplar tíðir. Sambært landsstýris- manninum er leiðin greið - og tó? Hann valdi ein arbeiðssetn- ing - hann setti eina nevnd - hann fekk eit álit - og hann var samdur - og so mugu vit øll onnur vera samd. Men tað eru vit ikki. Eg eri harmur um, at álitið um "Fiskivinnu á landi" ikki fekk nakra politiska við- gerð. Ikki tí, at eg haldi, at álitið er djúptøkið, tvørtur- ímóti, men tí at spuringurin er so prinsipiellur. Mong við mær eru grundleggj- andi ósamd við teimum niðurstøðum, sum hesin bólkurin kemur við. Ja, eg vil beinleiðis pástanda, at fleiri av niðurstøðum teirra eru ikki rættar út frá einum sakligum og óheftum sjón- armiði. Tey vælsigna út- lendskum eigarum av Fiskavirking, tey vælsigna sentralisering av virkjun- um, tey vælsinga einum einstakum eigara av Fiska- virking - og tey siga stutt og greitt, at nú skulu markn- aðarkreftirnar fáa fríar teymar. Í hesum er Bjarni Djur- holm sum vera man samd- ur. Og soleiðis sum tøgnin hjá øðrum samgongu- flokkum er um spurningin at einskilja Fiskavirking, so mugu vit trúgva orðunum hjá landsstýrismanninum, tá hann sigur, at her er ikki brúk fyri nøkrum orða- skifti, tí hetta er fult í tráð við vinnupolitikkin hjá sit- andi samgongu. Hann fekk so eina niður- støðu, sum hann kundi brúka. Men okkurt týðir tó uppá, at trúgvin er ikki nóg sterk, tí nú leggur hann trýst á nevndina í Fram- taksgrunninum um at selja sum skjótast orsakað av einari skuld til landskassan, sum skal afturgjaldast næsta ár. Grundgevingin nú er also ein onnur enn skinklandi niðurstøðurnar í álitinum um "Fiskivinnu á landi". Og vit kunnu bert frøast um, at formaðurin í Framtaksgrunninum ikki letur seg trýsta av hesi orsøk. Men framvegis er tøgn frá hinum samgonguflokk- unum, nú Bjarni Djurholm enn einaferð trýstir nevnd- ina í Framtaksgrunninum. Eg velji so at trúgva, at hetta boðar frá, at Bjarni Djurholm ikki hevur alla samgonguna aftanfyri seg. Og við tílivir vónin um, at vit ikki avreiða hesa ogn á útlendskar hendur fyri lítið og lætt í óðum verkum. VIÐMERKINGAR Einskiljing av Føroya Fiskavirking ? Mælt verður til at økja samstarvið millum Baltalond- ini, Norðurvestur- russland og Norð- urlandaráðið LØGTINGIÐ Tíðindaskriv Norðurlendska ráð- harraráðið hevur skotið upp eina ætlan í sam- band við útbúgvingar- og granskingarøkið millum Baltisku londini og Norðurlond saman við Norðurvestur-russ- landi. Tað er Mentanar- nevndin hjá Norður- landaráðnum, sum við- ger hendan spurningin og skal koma við eini arbeiðsætlan. Baltisku londini og Norðurlandaráðið hava valt hvør sín fýramanna- bólk, ið skulu samstarva fyri einum grundarlagi fyri útbygdum sam- starvi. Politiska málið er at menna felags norður- lendska-baltiska útbúgv- ingar- og granskingar- økið og at útbyggja norðurlendska sam- starvið við russiskar myndugleikar og stovnar á útbúgvingar- og granskingarøkinum. Málið er at virka fyri størri samstarvi millum skúlaungdómar í nevndu londum og við tíðini at útbúgvingarlegan kann gerast eins við tíðini í hesum londum. Ætlanin er at fíggja arbeiðið innan fíggjar- ætlan Norðurlandaráð- sins og brúka nýggju skipanina »Nordplus Nabo«, samstundis sum tað eisini kemur ávís fígging úr Baltisku londunum. Síðani Baltisku lond- ini gjørdust fræls og Norður-vesturrussland liggur fyri neyðugum broytingum, so tað kann verða til ampa fyri Norðurlond, sær Norð- urlandaráðið tað sum neyðugt at fara meiri ítøkiligt inn í hesa menning. Fyri vinstrasosial- istiska bólkin er vald Lena Jensen úr Noregi. Javnaðarflokkurin hevur valt Niels Erik Søder- quist, Miðflokkarnir hava valt Ragnar Er- landsson úr Álandi, meðan konservativi bólkurin valdi Jógvan við Keldu úr Føroyum, sum samstundis skuldi umboða útnorðurøkið. Niels Erik Søderquist úr Svøríki er formaður. Fyrsti fundurin hjá arbeiðsbólkinum var í Vilmanstrand í Finn- landi 24. juni. Annar fundurin verður í Tórs- havn 31. juli, tá summ- arfundurin hjá Mentan- arnevnd Norðurlanda- ráðsins í ár verður hildin í Føroyum. Síðani verður fundur millum Baltiska- og Norðurlanda-arbeiðs- bólkin. Ætlanin er, at arbeiðs- bólkurin skal koma við einum uppskoti til heystar. Jógvan við Keldu valdur í Norður- lendskan-Baltiskan arbeiðsbólk Næstan 60 umsøkj- arar vóru til upptøku á søgu- og sam- felagsdeildini á Fróðskaparsetrinum HØGRI LESTUR Tíðindaskriv Tey sum ætla at lesa hava nú sent umsókn sína um upptøku um hægri læru- stovn. Søgu- og Samfelags- deildin lýsti herfyri við eini felagsútbúgving í søgu og mentanarfrøði og í stjór- nmálafrøði. Talið av um- søkjarin til hesa útbúgving er metstórt. Næstan 60 umsóknir eru komnar til hesar báðar útbúgvingarnar. Deildin viðgerð í hesum døgum umsóknirnar og umsøkj- ararnir kunnu vænta at fáa svar rættiliga skjóttt. Tað er hølisviðurskiftini, sum koma at avgera, hvussu nógv verða tikin upp. Tey sum verða upptikin velja eftir 1. árunum, um tey vilja verða B. A. í søgu og mentarfrøði ella B.S.Se. í stjórnmálafrøði. 7 fólk tóku herfyri B.S.Sc. prógv í stjórnmálafrøði. Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt sáttmála við Føroya Sjómansskúla um lán av eini hædd til undir- vísingina hjá Søgu- & Samfelagsdeildini og hjá Føroyamálsdeildini. Har verða tvær stórar skúla- stovur og ein minni um- valdar í løtuni. Fleiri lesa tað seinasta árið av bachelor-útbúgv- ingini í søgu og verða helst liðug fyrst í komandi ári. Á deildini ber eisini til at lesa høvuðsgrein í søgu, men hetta verður um stutta tíð broytt til eina master- útbúgving. Masterútbúgv- ingin tekur tvey ár omaná bachelorútbúgvingina. Metstórt umsøkjaratal C M Y K 11 10