Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 126 - 8. juli 2003 Nr. 126 - 8. juli 2003 13 Áhugaverdar framsýningar á Nordvesten Fleiri framsýningar vóru á skránni í sam- bandi við Nordvesten. Í fløgu- og bóka- handlinum Leikalund hingu málningar hjá eini cubanskari lista- kvinnu og tekningar hjá Símuni Poulsen. Harafturat vóru eisini ymiskir hondgjørdir lutir úr leiri NORDVESTEN 2003 Solby A. Eliasen Klaksvík: Leikalund er ein heldur øðrvísi handil. Ikki tí at tað er so sjálvsamt at selja bøk- ur og fløgur, men tí at tey eisini leggja seg eftir at hava listaframsýningar. Handilin er sera hugna- ligur at koma inní. Hølini eru friðað, so alt er gamalt inni. Men tað gevur handl- inum bara ein uppaftur hugnaligari dám. Edward Fuglø er stjóri í p/f Leikalund, sum júst er víðkað við tað, at tað nú eru sjey partaeigarar. Ein av partaeigarunum er Óluva Klettskarð. Hon sig- ur, at Leikalund hevur lagt seg eftir at hava listafram- sýningar, tí tað eru so at siga ongi høli til taks til listaframsýningar í Klaks- vík. Hetta lokkar eisini fleiri fólk inn í hugnaliga handilin á Klaksvíksvegn- um. Onkuntíð hava tey eis- ini selt klæðir, sum eru øðr- vísi enn tey mótaklæðini, sum dagliga síggjast í sýn- isgluggunum hjá klædna- handlunum. Hesi klæði ganga væl. Men henda dagin eru ongi klæði at síggja. Tá ein kemur inn í hand- ilin er eitt tað fyrsta, ein leggur merki til, ein stórur málningur, sum hongur á vegginum ímillum allar bókahillarnar. Litirnir í málninginum eru sera sterkir, men samansetingin er so ótrúliga vøkur og væl- gjørd, at málningurin talar til ein og hvønn, sum kem- ur inn. Hann lívgar eisini upp inni í hølunum, sum ikki hava nakrar sterkar litir annars. Tað er ein cubansk listarkvinna, Annia Lonso, sum hevur málað hendan málningin og nakrar aðrar, sum eisini eru at síggja inni í handlinum. Edward Fuglø, sum sjálvur er ein av kendastu listarmonnunum herheima, sigur seg sjálvan vera heilt bergtiknan av hesum málninginum. Men tað eru ikki bert málningar. Longri inni í einum øðrum høli, har hanga tekningar. Og um ein hevur sæð onkra tekning hjá hesum teknaranum frammanundan, so kennir ein tær aftur beinanvegin. Tað er Símun Poulsen, sum hevur teknað, og hann sýnir fram í sambandi við Nord- vesten. Hin listakvinnan hevur havt sínar málningar hangandi í handlinum í eina tíð. Sjáldsomu, men óføra stuttligu og vøkru tekning- arnar hjá Símuni eru altíð vældámdar. Á einum borði standa ymiskar krukkur og onnur íløt, sum eru hondgjørd úr leiri. Tað eru lutir, sum Maria Poulsen hevur gjørt. Ásama borði standa eisini nøkur heilt smá hús, sum somuleiðis eru hondgjørd. Her er also talan um ein handil við nógvum ymisk- um møguleikum. Ein fær bøkur, tónleik og somuleið- is nakað av list. Ein øðrvísi samanseting í einum handli, men væl ber til. Og Edward Fuglø sigur, at framsýningarnar hava verið vælvitjaðar hesar dagarnar, meðan Nordvest- en hevur verið. Nógvir út- lendingar hava eisini verið á gátt. Nógv list Men tað er ikki bara í Leikalund, at framsýningar hava verið. Ein frímerkja- og myndaframsýning var á Posthúsinum, undir heitin- um Við báti og til gongu við posti. Í skúlanum við Ósánna var eisini ein listaframsýn- ing, har listafólk úr Íslandi og Føroyum sýndu fram teirra málningar. Úr Íslandi vóru tað tær báðar Rósa Sigrún og Margrét Birgis- dóttir. Føroyska ískoyti til hesa framsýningina áttu Edward Fuglø og Høgni Thomsen við oljumálning- um. Somuleiðis var mynda- framsýningin hjá Hjalmari Waag Høgnesen, sum hann hevði á norðoyastevnu, um eitt oyggjasamfelag sæð við eygunum hjá einum skipara, eisini við. Og somuleiðis vístu tveir víkingar, Haugur og Gretar frá Fjørukrønni fram vík- ingalist. Ein sera fjølbroytt listaframsýning í Ósáskúl- anum, har ymiskar ment- anir eisini møttust. Á Norðoya Fornminnis- savni vóru tvær framsýn- ingar. Archibald Black við oljumálningum og Zachari- as Hammer við sínum vøkru og stórslignu mynd- um av føroysku náttúruni. Nordvesten var ikki bara hildin í Klaksvík, men eisini í Fuglafirði. Og har vóru somuleiðis framsýn- ingar. Sostatt kann annað ikki sigast enn, at listin fekk gott pláss á mentanar- stevnuni, og kundi tí rættuliga koma til sín rætt. Hóast cubanska Annia Lonso ikki hevði listaframsýning í sambandi við Nordveste n, so vakti hennara litríki málningur í Leikalund ans Fríggjakvøldið var ein útikonsert úti í Grøv í Klaksvík. Nógv fólk løgdu sær leiðina út í Grøv, har tónleikur, dansur og hugnin vóru í hásætinum NORDVESTEN 2003 Solby A. Eliasen Klaksvík: Tónleikurin fekk so sanni- liga eisini sítt pláss á Nord- vesten mentanarstevnuni. Nógvar konsertir vóru á skránni, men tað heilt stóra tiltakið við tónleiki má sig- ast at hava verið tað, sum var úti í Grøv fríggja- kvøldið. Tað byrjaði um tíggjutíð- ina við, at Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg. Síðani komu teir væl- dámdu Dixi á pallin. Og teir høvdu eina góða fram- førslu og settu lív í. Mans- kórið Fóstbræðir hevði somuleiðis eina framførslu, men hendan hoyrdist ikki so væl allastaðni. Økið úti í Grøv er stórt, og pallurin var í tí størra av teimum gomlu hyljunum, so tað var trupult at hoyra teir heilt niðan, har tey ovastu stóðu. Men tey, sum stóðu niðri við hyljarnar hoyrdu væl. Hinvegin var ongin trupu- lleiki, serliga tá Dixi var á pallinum. Teir hoyrdust langan veg við teirra lætta og vælsvingandi tónum. Í millum løgini hjá Fóst- bræðir fór dirigenturin hjá teimum brádliga at leita eftir telefonini, men so peikaði formaðurin í kórin- um á Dáva Winther, sum hevur verið samskipari av stevnuni fyri Klaksvík. Dávur er gamal kenningur hjá kórinum, og teir heittu á hann um at syngja við í kórinum. Og hann sang so tvey løg saman við honum. Og hann fegnaðist um hendan heiðurin. Síðani fór Folldal Janit- sjarkorps á pallin. Og Klaks- víkar Dansifelag sýndu fram føroyskan dans í lítla hylin- um. Ringurin var stórur, og tað má sigast at vera tekin um, at Klaksvíkar Dansifel- ag er eitt felag í menning. Tvær norskar kvinnur rundaðu av við eini fram- førslu, har tær spældu upp á violin og sungu. Meðan allar hesar fram- førslurnar fóru fram á pall- inum, glímaðust íslendskir víkingar longri uppi og seldu prýðislutir. Føroya Bjór bjóðaði leskidrykkir. Tiltakið úti í Grøv endaði við, at øll slógu ring og dansaðu føroyskan dans sum øðrum veitslum er líkt. Tað mundu vera væl oman fyri 1.000 fólk til hetta til- takið úti í Grøv, so lagt varð upp til tað heilt stóra náttar- lívið, tá fólk fóru heim í bý- in um hálvgum tvey tíðina. Men so var ikki. Stór- dansur var í KÍ høllini, men har kom ikki tað stóra av fólki. Og yvirhøvur vóru ikki nógv fólk at síggja í býnum um náttina. Alt í alt er Dávur Winther sera vælnøgdur við Nord- vesten 2003, sum heldur fram í Íslandi um tvey ár. – Alt klappaði væl í ár. Veðrið hevur verið avbera gott allar dagarnar, og til- tøkini hava verið vælvitjað og væleydnað, sigur ein troyttur Dávur í stuttari við- merking til stevnuna. Útikonsert í Grøv Útikonsertin úti í Grøv eydnaðist til fulnar. Tey mongu, sum leitaðu sær út í Grøv fingu undirhald og tónleik fyri " allar pengarnar" Leygarmorgunin var Nólsoyar Pálsgøta í Klaksvík ikki til at kenna aftur. Ístaðin fyri nógvu ferðsluna, sum vanliga er har leygarmorgnar, vóru borð eftir gøtuni, har fólk fingu kaffi, te og køkur. Sunkist var til børnini, og ymiskt undirhald var eisini á skránni MORGUNMATUR Solby A. Eliasen Klaksvík: Leygarmorgunin klokkan eitt korter til tíggju var alt klárt í býnum til hugnaløt- una, sum skuldi byrja klokkan tíggju. Borð vóru stillað upp, kaffi og te- kannurnar stóðu fullar á borðunum og wienarbreyð var at fáa afturvið. Klokkan var ikki farin langt av tíggju, tá tað byrj- aði at fyllast við fólki í gøt- uni. Dýrdarveður, tó sólin ikki var frammi. Onkur helt fyri, at hetta var sum at vera inni í einum køki, tí tað rørdist ikki ein ond og lýtt var í veðrinum. Vaksin og børn, ung sum gomul. Øll høvdu leitað sær út til hesa hugnaløtuna á Nólsoyar Pálsgøtu. Tað var Klaksvíkar kommuna, sum bjóðaði borgarum sín- um til morgunmat í sam- bandi við, at kommunan í ár fyllir 95. Og eisini hevur Nordvesten mentanar- stevna verið seinastu dagar- nar, so tað var so líka til at halda hetta sama viku- skiftið. Statoilstøðin liggur mitt á gøtuni, og støðisleiðarin, Jákup Heinesen, kom við teirra íkasti til løtuna, sum gjørdi, at hon eydnaðist uppaftur betur. Country- bólkurin spældi, meðan fólk gingu runt og heilsað- ust og prátaðu, og aftan fyri Statoil støðina var pony- ríðing til børnini. Ein mótasýning var eisini á skránni, har klæðir frá nøkrum av handlunum í Klaksvík vórðu sýnd fram av menningartarnaðum. Hetta tiltakið fekk góða móttøku av teimum mongu, sum vóru tilstaðar. Ragn- hild Ellingsgaard var frá- søgufólk, hon segði, at tey øll høvdu glett seg avbera nógv til hesa mótasýning- ina. Tað var stuttligt at síggja, hvussu fegin tey vóru um at hetta høvi til at vísa tað seinasta nýggja fram. Jógvan Gerðalíð fór upp á pallin eftir mótasýningina og helt eina góða røðu, sum hann endaði við at syngja ein sang. Hetta við at kommunan bjóðar til morgunmat er vorðið ein fastur táttur tey árini, tá kommunan heldur føðingardag. Fyrstu ferð tiltakið var, var í 1983, tá kommunan fylti 75. Fólk taka sera væl undir við hes- um tiltakinum, og leygar- morgunin vóru tey flestu á einum máli um, at tað nýtist ikki at verða so nógv meira enn bara hetta borðhaldið, tí tað er so hugnaligt, og nógv fólk leita sær út ein túr. Kvøldið fyri, fríggjakvøld- ið, var eitt uttanduratiltak úti í Grøv í sambandi við Nordvesten, har tónleikur, íslendsk glíming og før- oyskur dansur var á skránni. Og til borðhaldið varð dúg- liga tosað um, hvussu væl- eydnað hetta tiltakið hevði verið. Eitt annað sum eisini gjørdi, at fólk vóru so væl- nøgd var, at veðrið hevði verið avbera gott bæði fríggjakvøldið og so sanni- liga eisin hendan leygar- morgunin. Sannur norðoya- stevnuhýrur var í býnum, og teir mongu Nordvesten gestirnir vóru bilsnir av hesum tiltakinum. Tað høvdu teir ikki sæð áður. Alt í alt ein avbera hugnalig løta á Nólsoyar Pálsgøtu leygarmorgunin, og tað var ongin ivi um, at fólk hugnaðu sær, tí tað var farið langt út um døgurða- tíð, tá tey seinastu fóru heim. Eftir borðhaldið fóru mong útferð við skúlaskip- inum Draganum, sum hev- ur verið fleiri útferðir í sambandi við Nordvesten. Morgunmatur við tónleiki og undirhaldi Ilt er at siga, hvussu mong mundu vera á Nólsoyar Pálsgøtu leygarmorgunin, men ongin ivi er um, at øll hugnaðu sær óført Statoil skipaði fyri tónleiki og ponyríðing fyri børn. Og tað var lang bíðirøð Tær báðar gull-kvinnurnar, Margit Joensen og Marjun Kalsø, komu aftur av Oyggjaleikunum beint til borðhaldið. Øll heilsaðu teimum og fingu tær so eisini ein kaffimunn á vegnum. Tær vóru sera fegnar um gullmerkið og at vera heima aftur Countrybólkurin syrgdi fyri, at tónleikur allatíðina var, meðan fólk gingu runt og prátaðu og hugnaðu sær C M Y K 13 12