týsdagur 8. juli 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Heðin á Lakjuni skor-
aði tvey tey fyrstu B36
málini, og eftir at
hann hevði misnýtt
brotsspark, syrgdi
hann fyri uppleggin-
um til 3-0 málið
FÓTBÓLTS
BRÚÐGOMMUR
Jóannes Hansen
Tað var brúdleypshýrur í
Gundadali sunnudagin. Ein
av klaksvíkingunum í B36,
Heðin á Lakjuni, hevði
leygardagin givið sítt ja til
Anna Mariu Sjóstein, sum
eisini er ættað úr Klaksvík,
og sum gongur í lærara-
skúla í høvuðstaðnum.
Undir upphitingini rung-
aði brúðarmarsjurin úr há-
talarunum, og Heðin á
Lakjuni tóktist ikki plág-
aður av at vera giftur. Tá ið
bara tólv minuttir vóru
farnir, hevði hann tvær
ferðir skorað, og báðu ferð-
irnar
hevði
hann
sett
høvdið undir bóltin.
Liðfelagarnir, sum høvdu
verið í brúdleypinum á
Viðareiði leygardagin vildu
vera við til at krýna stóra
fótbóltsdagin hjá liðfelag-
anum. Tá ið B36 fekk til-
lutað brotsspak, varð Heðin
settur at skjóta, men hann
misnýtti. Vit innaru síðuni
á vinstra beini yvirplaser-
aði hann, og bólturin fór
við síðuna av málinum.
Men Heðin hevði kortini
stóran leiklut í 4-0 sigrin-
um hjá B36 á GÍ. Hann átti
næstsíðsta fótin á, tá ið B36
økti til 3-0. Við neyvari
sending legði hann bóltin
fyri føturnar á Jákupi á
Borg, sum skoraði til 3-0
og harvið avgjørdi, at øll
stigini skuldu vera eftir í
Gundadali.
B36 hevur ofta misnýtt
brotsspørk seinnu árini.
Hevur tú áður roynt teg úr
ellivu metrum?
- Eg havi ongantíð skotið
brotsspark í landskapping-
ardysti áður. Hvørki í B36
ella í KÍ. Eg havi skotið í
brotssparkskappingum,
men ikki í sovornum dysti.
Tað var heldur ikki avtalað
hesa ferð, at eg skuldi
skjóta, men liðfelagarnir
vildu hava, at eg skuldi
royna, og so gjørdi eg tað.
Men eg rokni ikki við, at eg
fari at verða biðin aftur
næstu ferð!
Fótbólturin krevur
nógv
Í góðveðrinum leygardagin
vóru knappliga hálvt triðja
hundrað fólk í brúdleypi á
Viðareiði. Millum hesi
vóru nógvir fótbóltsspæl-
arar, bæði úr KÍ og B36.
Skipað var so fyri, at Dúgv-
an var leigað at sigla
eykatúr av Klaksvík um
midnáttina, men tá vóru
spælararnir á oddaliðnum
longu farnir. Ion Geolgau
hevði givið ordrar um, at
B36 spælararnir skuldu
fara úr Klaksvík klokkan
eit korter til ellivu, tá síðsti
túrurin eftir vanligu ferða-
ætlanini var úr Klaksvík.
Í annaðkvøld skulu Heð-
in á Lakjuni og liðfelag-
arnir verja oddasessin ímóti
VB í Gundadali. So verða
nakrir frídagar á skránni.
Men tað verður skjótt aftur
fótbóltur í gerandisdegnum
hjá B36 spælarunum. Teir
skulu undir fyrireikingar-
nar
til
steypafinaluna.
Ólavsøkudag skulu teir
aftur spæla ímóti GÍ um,
hvat av hesum báðum lið-
unum skal eiga Løgmans-
steypið næsta árið. Og
hóast B36 vann sannfør-
andi sunnudagin, so verður
einki slakað í fyrireiking-
unum.
Anna Maria og Heðin á
Lakjuni fara hósdagin á
brúðarferð. Tey fara suður í
heitari lond at slappa aví
nakrar dagar.
- Vit høvdu ætlað at verið
tvær vikur sunnanfyri, men
tað er ein spurningur, um
tað ber til, nú vit skulu
fyrireika okkum til steypa-
finaluna á ólavsøku, sigur
Heðin á Lakjuni, sum
gleðir seg - um at hava
fingið konu, um frítíðina og
til at spæla finalu á
ólavsøku.
Nr. 126 • týsdagur • 8. juli 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
AB hevði stóra
yvirvág fyri steðgin,
men megnaði bert
at fáa tað eina
málið. VB kom
sterkt aftur í seinna
hálvleiki og vann at
enda greiðan sigur
2. DEILD
Stefan í Skorini
AB misti eitt stórt fet í
oddastríðnum, tá argja-
menn snávaðu í Vági.
AB-arar dylja ikki fyri, at
liðið vil spæla um upp-
flyting í hesum árinum,
men langt er nú upp til ÍF
á fyrsta plássi. VB fór við
teimum trimum stigun-
um og fór eisini framvið
AB í stigatalvuni.
Tað var annars AB,
sum hevði tamarhald á
støðuni
fyri
steðgin.
Liðið skapti fleiri góðar
málmøguleikar,
men
útiliðið megnaði ongan-
tíð at gera sær veruliga
dælt av einum illa leik-
andi VB-liði.
Pætur Dam Jacobsen
legði annars AB framum
í fyrra hálvleiki. Hann
fekk bóltin á egnari
hálvu og setti síðani ferð
á og rak alla VB-verjuna
av, áðrenn hann sendi
bóltin framvið málverj-
anum.
AB hevði tveir aðrar
sera stórar málmøgu-
leikar fyri steðgin. Jan
Jørgensen
skallaði
á
yvirleggjaran, og Bogi
Midjord gjørdist ta einu
ferðina púra leysur á
málteiginum, men AB
hevði hvørki hepni ella
hegni til at gera sær dælt
av hesum báðum mál-
møguleikunum.
VB hamskift
Tað var eitt heilt annað
VB-lið, sum kom á vøllin
eftir steðgin, meðan AB
var heilt fyri ongum. Jón
Gærdbo javnaði einar
tíggju minuttir inn í
seinna hálvleik, tá hann
setir fótin á eitt innlegg
úr høgru.
VB legði nú trýst á
AB-málið, og tað gav
eisini
bonus
nakað
seinni. Bergur Vinther
gjørdist leysur við mál-
verjanum, men valdi
heldur at spæla ein púra
leysan Elian Hansen,
sum lættliga kundi leggja
VB framum 2-1.
Niklas Ludvig skoraði
seinasta málið við einum
frísparki. Bólturin bar
við verjugarðin og snýtti
soleiðis málverjan.
VB fór við sigrinum
tvey pláss uppeftir stiga-
talvuni, og næstbesta lið-
ið hjá vágbingum liggur
nú á triðja plássi beint
frammanfyri TB. AB datt
hinvegin heilt aftur á
fimta
pláss,
og
tað
munnu argjamenn ikki
vera serliga nøgdir við.
VB-AB 3-1 (0-1)
0-1: Pætur Dam
Jacobsen
1-1: Jón Gærdbo
2-1: Elian Hansen
3-1: Niklas Ludvig
Brúðgommurin var
rættuliga í hopla
VB - AB 3-1 (0-1):
AB snávaði
í odda-
strínum
Heðin á Lakjuni bleiv giftur
leygardagin undan dystinum
móti GÍ, og hann var
veruliga í fokus. Tvey mál,
eitt brent brotsspark og eitt
upplegg til mál var
undirhaldið frá Heðini
Mynd: Álvur Haraldsen
15
14
Nr. 126 - 8. juli 2003
Væl vitjað varmakeldustevna
Um vikuskiftið var
varmakeldustevna í
Fuglafirði. Skráin fyri
stevnuna byrjaði
longu mikudagin.
Fyrireikararnir siga,
at framsýningar og
tiltøk fingu góða
undirtøku
VARMAKELDU-
STEVNA
Rúna Sivertsen
Marjun Sigurðsdóttir setti
stevnuna klokkan klokkan
tvey seinnapartin leygar-
dagin.
Í ár var FM-kappróður á
varmakeldu, og tað setti sín
serstaka dám á stevnuna.
Hópin av tiltøkum og
framsýningum
vóru
á
skránni. Á økinum frá
Mentanarhúsinum og norð-
ur til Føroya Banka var
tivoli, hoppiborgir og annað
undirald.
Til stóra gleði fyri børn-
ini, koyrdi eitt tok aftur og
fram á økinum. Onkur
vaksin nýtti eisini høvi at
sleppa sær ein toktúr á
"strøjnum" í Fuglafirði.
Leygarkvøldið var kvøld-
seta niðri við Mentanar-
húsið, har stórt bál var
kynt. Egon Øregaard flutti
fram røðu og hugleiddi um
barnadagarnar í Fuglafirði.
Felagssangur, føroyiskur
dansur og fýrverk var eisini
á skránni leygarkvøldð, og
fólk hugnaðu sær rættiliga í
góðveðrinum.
Leygardagin stóðu menn á
vegnum til Fuglafirðar og
kravdu inn fyri kappróðurin.
Tey, ið høvdu onnur ørindi í
Fuglafirði leygardagin sluppu
tó ókeypis til býin
Børnini frøddust um tokið, sum koyrdi aftur og fram eftir vegnum millum mongu stevnugestirnar
Lítla Annie úr Norðragøtu var á stevnu saman við mammu og
pápa
Tiltøkini á varmakeldu vórðu
væl vitjaði, siga vælnøgdir
fyrireikarar
Hesar elskuligu diddurnar
eita Estir og Tove. Estir, sum
ikki fyllir tvey fyrrenn í
novembur, er fastir at 9
mánaðar gomlu Tove
C
M
Y
K
14