Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 8. juli 2003 17 Illa sperda HB slapp við skrekkinum Hóast teir síðsta stóra tíman vóru hamskift- ir og við stórum trýsti løgdu verjuleikarnar hjá mótstøðumonn- unum út á bera jól, so megnaði KÍ ikki at taka tað aftur, sum teir mistu fyrstu løtuna, tá ið útlit vóru fyri stórsigri til HB KÍ-HB Jóannes Hansen Tað var so dramatiskt, sum tað næstan bara kann vera, tá ið tað eru KÍ og HB, sum spæla. Tá ið Niklas á Líðar- enda, sum megnaði tor- greiddu uppgávuna sera væl, bríkslaði fyri síðstu ferð, var tað væl skiljandi, at HB spælararnir vóru ov- urfegnir, og at heimamenn- inir høvdu hug at hanga eitt sindur við høvdinum. Eftir at talan fyrsta stóra korterið av álvara hevði givið ábendingar um skip- brot hjá illa sperda heima- liðnum, og spøkilsið frá 7-1 HB sigrinum á norðoya- stevnu í 1989 tóktist skula broytast til frískan veru- leika, so koppaðu leiklutir- nir fullkomuliga á, og síðsta stóra tíman var tað heimaliðið, sum var greitt omaná. Stríðshugurin og áræðið, sum t. d. í Runavík miku- kvøldið vóru púra burtur, blómaðu. Klaksvíkingarnir jagstraðu mótstøðumennin- ar, sum kendu seg so mikið kroystar, at teir ongantíð funnu stevið aftur. Teir høvdu annars tókst rættuliga sannførandi fyrsta korterið, og teir høvdu tvær ferðir fingið fulla úrtøku burturúr. Tað var eisini um reppið, at teir øktu til 3-0, men Kartin Joensen, sum var tryggur í verjupartinum, men hevði ávísar trupulleikar, tá ið við- spælararnir vildu hava hann at taka lut í fótbóltsspælin- um, tveitti seg og fekk bent langskotsroyndini hjá Mart- ini Christiansen til horna. At HB so tíðliga og í so- vornari støðu ikki hevði marginalirnar við sær, mundu teir ikki halda bil- aði. Teir vóru á odda 2-0, og í báðum førunum vóru teir meistarar fyri at gera fulla nyttu burturúr, tá ið spildurnýggja heimaverjan ikki hevði funnið røttu støðurnar. Í tí fyrra førinum gav KÍ innkast í vinstru. Rúni Nolsøe sendi innfyri, og eftir tvær ferðir aftur og fram eydnaðist Tór-Ingar Akselsen, sum var sera væl upplagdur fyrtu løtuna, úr eitt sindur spískum í høgru at smekka upp undir nettak- ið. KÍ var skelkað, HBarnir tóktust kunna gera, sum teir vildu, og tá ið eitt korter var farið, fingu teir eitt fínt mál afturat. Tór-Ingar Akselsen lyfti uttanfyri brotsteigar samankomingina í vinstru mitt innfyri málið, har blanki Rógvi Jacobsen, sum í frástøðuni hjá Andr- ew av Fløtum var miðfram- herji, valdi við høvdinum at leggja tvørtur um aftur til uppaftur meiri leysa Rúna Nolsøe, sum setti krúllin undir, og so var 2-0 og alt talaði fyri stórum útisigri. Tað var merkisvert, hvussu leysur Rógvi Jacobsen var, og tað var eisini merkisvert, at tað var, tá ið álopsmað- urin royndi at koma í góða støðu, at John Ryan fór um koll og ongantíð reisti seg aftur á vøllinum. Funnu íblásturin og opinberaðu veikleikarnar KÍ royndi desperat at koma afturíaftur, men teir skuldu ígjøgnum ein skelk afturat, áðrenn tað eydnaðist. John Ryan, sum hevur vant nógv síðstu tíðina, og sum er um at koma fyri seg, varð skadd- ur og varð borin av vøll- inum. Leon Bjartalíð varð settur inn á miðvallarplássið í vinstru, og Símun Joensen, sum tóktist trívast væl á miðvøllinum, varð settur aftur í vinstra verjuborð. Men KÍ fekk fatur á rætta endanum. Arnhold Joen- sen, sum fyri fyrstu ferð í langa tíð var á miðvallar- plásinum í høgru, fann saman í gamla samanspæl- ið við Harley Bertholdsen, Atli Danielsen og Jan Joen- sen vunnu nógv á miðvøll- inum, og tá ið verjuparturin hjá HB hevði verið undir trýsti nakrar ferðir, funnu heimamenninir út av, at mótstøðuliðið væl og virðiliga var at tosa við. Í høgra verjuborði og í miðverjuni hjá HB var ótryggleikin so mikið stór- ur, at tað gav Ove Nysted og Hjalgrími Elttør blóð á tonna. Teir vunnu nógvar nærdystir, og teir trýstu mótstøðumenninar at gera mistøk, sum bóru rættuligt órógv í HB verjuni við sær. Tá ið tíggju minuttir vóru eftir av fyrra umfarinum gav KÍ trýstið úrtøku. Hjal- grím Elttør rak uttanvert brotsteigin og úr vinstru upp á tvørs, so smekkaði hann til, Pól Næs Joensen tveitti seg, men var ov stutt- ur, og bólturin fór umvegis handaru stólparótina og í málið. Hepnið fylgdi oddaliðnum Eftir steðgin legði KÍ fyri í sama giri, sum teir leingi høvdu spælt í. Sum hálv- leikurin leið, sleptu teir eitt sindur meiri í verjupartin- um. Tað bar onkrar møgu- leikar fyri HB kontraálop- um við sær. Ta einu ferðina var Rógvi Jacobsen púra blankur, tá ið hann eftir innlegg úr høgru lyfti upp um málverjan, men bóltur- in fór skeivu megin stólpan. Bæði í 1. og aftur í 2. hálvleiki kolldømdi dóm- arin KÍ mál eftir deyðbólts- støður, tí hann metti KÍ spælararnar hava verið óregluligar ímóti HB mál- verjanum. Tað gjørdi ikki prutlið undir lokinum minni. Intensiteturin var fantastiskur. Aleksander Djordjevic, sum hevði verið í miðverjuni undir liðini á Niclasi Niclasen, ið var sera sannførandi, var í álopinum, har hann og Ove Nysted ofta vunnu luftdyst- irnar við Jan C. Dam og Símun Eliasen. Onkra ferð- ina bjargaði HB málverjin væl, fleiri ferðir dansaði bólturin fram ímóti mál- strikuni, men KÍ fekk einki mál. Harvið noyddust heimamenninirat ásanna, at kostnaðurin av sera ússalig- um fyrsta korteri hevði ver- ið avgerandi. Men avrikið eigur kortini at bera betri vónir fyri framtíðini, enn tað var orsøk til eftir skrædlið í Runavík. HB spælararnir vóru ov- urfegnir. Eftir góða avrikið og vánaliga úrslitið miku- kvøldið ímóti grannunum, kendu teir tað sum um, at nú høvdu avrik og úrtøka javnað seg. Men frustra- tiónirnar yvir strongdina í 2. hálvleiki lótu teir ganga út yvir seg sjálvar. Carsten From, sum frammanundan hevði tiltuskað sær gult kort, tóktist ikki vera í javnvág, tá ið hann í síðstu løtu, áðrenn sjøtul varð settur á teir fimm minuttir- nar, sum dómarin hevði lagt afturat, hevndi seg inn á Símun Joensen, sum hevði sent bóltin víðari. Tað sá linjuverjin, dómarin vísti reyða kortið, og harvið hevði HB sektað seg sjálvt. Men tað skuggaði neyvan yvir gleðina, at tað hevði eydnast at vinna alt. 0-1: Tór-Ingar Akselsen 6. 0-2: Rúni Nolsøe 15. 1-2: Hjalgrím Elttør 36. Dómari: Niklas á Líðar- enda KÍ: Kartin Joensen - Harley Bertholdsen, Niclas Niclasen, Alexander Djord- jevic, John Ryan (Leon Bjartalíð, 18.) - Arnhold Joensen, Atli Danielsen, Jan Joensen, Símun Joen- sen - Ove Nysted, Hjalgrím Elttør Gult kort: Atli Danielsen HB: Pól Næs Joensen - Hans á Lag, Eli Thorsteins- son (Jan C. Dam, 46.), Sím- un Eliasen, Janus M. Joen- sen - Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Martin Christi- ansen - Tór-Ingar Akselsen (Bjarni Jørgensen, 86.), Rógvi Jacobsen, Carsten From Gult kort: Carsten From, Martin Christiansen Reytt kort: Carsten From 90. (beinleiðis reytt) Janus Joensen úr HB og Arnold Joensen úr KÍ dystast her um bóltin. HB megnaði at hála ein tepran sigur í land Mynd: Símun á Høvdanum 17 16 Nr. 126 - 8. juli 2003 Oddaliðini fingu øll fult, og botnliðini taptu øll. B36 er best eftir níggju tey fyrstu umførini, men skift- andi gongdin hevur boðað frá, at tað framvegis er møgu- leiki fyri, at okkurt, sum nú vendir upp, seinni kann fara at venda niður 9. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Toppliðini eru øll stórir favorittar var yvirskriftin, tá ið 9. umfarið leygardagin varð undanumrøtt her á síðunum. Toppliðini vóru B36, NSÍ og HB. Tey vunnu øll sínar dystir, og harvið eru tey framvegis topplið. NSÍ er farið í summarfrí, og í annaðkvøld verður greitt, um teir skulu halda frí á silvur ella bronsu plássinum. Tað valdast um, hvussu tað fer at hilnast hjá HB í ann- aðkvøld. Tá skulu føroya- meistararnir til Miðvágs, og tá mugu teir aftur finna seg í at vera roknaðir sum favorittar. Um HB fer at megna javnleik ella at vinna ímóti FS Vágum, so verða teir næstovast í summarsteðginum. Um FS Vágar fer at vinna, so verð- ur NSÍ næstovast, og HB verður á triðja plássinum. Hetta er treytað av, at B36 megnar sína uppgávu. Í annaðkvøld eru um- framt FS Vágar hesir tríggj- ar dystirnir á skránni: KÍ- GÍ, B36-VB og B68-EB/ Streymur. Eftir níggjunda og síðsta umfarið í fyrra partinum av hesum kappingarárinum vísir støðutalvan, at kapp- ingin er flokkað í tríggjar partar. Trý lið eru í topp- inum, trý í botninum, og so eru hini fýra so at siga í einum bólki fyri seg. Toppurin Mest sannførandi av teim- um trimum toppliðunum var sunnudagin B36. Eftir løku fyrstu umførini hevur B36 rættuliga fingið luft undir veingirnar. B36 sigurin á GÍ var tann sætti hjá árstalsfelagnum upp í slag og burtursæð frá skrædlinum, sum teir stóðu fyri ímóti KÍ, so var talan um størsta sigurin hjá B36 í ár. B36 hevur ikki mist stig, síðani teir 29. mai taptu 1-0 á Svangaskarði, og teir hava neyvan nakað ímóti, at teir nú verða mettir sum fremsta boðið upp á FM heitið. Mikukvøldið eiga teir heimavøll ímóti VB, og soleiðis sum gongdin hevur verið nógvu tær seinastu ferðirnar, so verður talan um mest óvæntaða úrslitið í kappingini, síðani EB/ Streymur í 2. umfari vann á B36, um tað ikki fer at eydnast B36 í annaðkvøld í Gundadali at leggja trý stig millum seg og NSÍ. HB verður favorittur í Miðvági, og tað er nógv, sum bendir á, at teir fara at halda frí frá landskapp- ingini eitt stig aftanfyri B36. Men avrikini og úr- slitini tær seinastu ferðirnar siga, at tað ber betri til at tosa við meistaraliðið, enn tað frammanundan kanska hevur verið roknað við. NSÍ hevði stórt stríð í Miðvági, har tað var nógv meiri striltið hjá teimum at fáa øll stigini, enn tað frammanundan við støðu- talvuni í huga kundi roknast við. Men NSÍ hevði hepnið og hugburðin, sum skal til fyri at vinna. Einki er at ivast í, at HB spæl- ararnir fara at prenta veru- leikan, sum gekk fyri seg í Miðvági sunnudagin, inn í seg sjálvar, áðrenn teir í morgin fara undir Vest- mannasund. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin skal NSÍ í Gundadal at spæla ímóti HB. Tá fæst at síggja, um tað verður HB ella NSÍ, sum verður størsti avbjóð- arin hjá B36. Í sekstanda umfarinum skal B36 til Runavíkar, og í seytjanda umfarinum verður granna- stríð í Gundadali, og úr- slitið í teimum báðum dyst- unum fer ikki at hava so lítlan týdning fyri, hvat skáp FM heitið skal enda í. Botnurin Støðutalvan boðar frá, at avgerðin um, hvør skal flyta beinleiðis niður í 2. deild, skal finnast millum Skála, VB og FS Vágar. Skálamenn megnaðu ikki sunnudagin at halda fram á Eiði, har teir sleptu á heimavølli ímóti FS Vágum mikukvøldið. Felags fyri botnliðini er, at avrikini hjá teimum hava verið rættuliga óstøðug. Vágamenn eru illa sperd- ir,og teir vístu góðan hug- burð, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa úrtøku. Sovorðið kostar sinniliga. Tískil er spurningurin, um teir fara at megna at menna seg aftur, áðrenn HB kemur vestur. VB hevur fleiri ferðir staðið seg væl á Toftum, men hesa ferð fingu teir einki. Nú trý lið av álvara eru fyri seg sjálvi í botn- inum fara innanhýsis upp- gerðirnar teirra millum at hava alstóran týdning. Tann fyrsta av hesum slagnum verður 10. august, tá ið VB skal til Miðvágs, tann næsta verður 21. septemb- er, tá ið VB skal spæla á Skála, og í næstsíðsta um- farinum fær FS Vágar vitjan av Skála. Tað vil altso siga, at VB skal spæla á útivølli ímóti hinum báðum í botninum. Tað verður strevið hjá vágbing- um, men teir hava ofta víst seg at vera stinnar á Vágs- eiði - eisini ímóti topp- liðunum - og tað kann vísa seg at gerast bjargingin hjá teimum. Miðjan Gøtumenn eru millum teirra sum í løtuni hava vánaligastu úrtøkuna. Tær seinastu nógvu ferðirnar hevur tað bara eydnast teimum at vinna á heima- vølli ímóti VB, og í løtuni er tað einki í GÍ spælinum, sum bendir á, at tað skal bera teimum til eftir summ- arsteðgin at lyfta seg upp millum oddaliðini. Tað hava teir annars ofta megn- að. Kortini er fjarstøðan so mikið lítil, at GÍ við sigri í Klaksvík í annaðkvøld kann nærkast NSÍ. Men um KÍ megnar at framala sama hugburðin ímóti GÍ, sum teir gjørdu ímóti HB sunnudagin, so verður uppgávan hjá GÍ stór. Hjá klaksvíkingum verður tað spennandi at fara á vøllin í morgin. Avrikini seinastu vikurnar hava verið sera óstøðug. Ímóti HB var liðið rættuliga ólíkt tí, sum spældi í Runavík. Hesa ferð tóktust allir spælararnir at vera fullførir, og tað er fyrsta fyritreytin, um hugast skal um góð úrslit og harvið fleiri stig. KÍ hevur tapt ímóti øllum teimum trimum oddaliðun- um, og tað hevur kostað nógv. Sunnudagin var um reppið, at liðið fór fyri bakka, tá ið HB var frammanfyri 2-0 og bara góð bjarging hjá málverj- anum forðaði triðja HB málinum. Tað vendi hjá KÍ, og so er spurningurin, um teir megna at byggja víðari á gongdina síðsta tíman ímóti HB. B68 er nú nummar fýra. Ímóti EB/Streymi miku- kvøldið hava teir møgu- leika at koma NSÍ so mikið nær, at tað fer at bera til at vinna munin aftur í einum umfari. Tí fara bæði teir og EB/Streymur at hava nógv at spæla fyri, tá ið liðini fara at hittast á Svanga- skarði í annaðkvøld. EB/ Streymur hevur við sigr- inum á skálamonnum tikið risastig úr botninum. Fyri fyrstu ferð, síðan teir gjørdust partur av bestu deildini, kunnu teir rokna seg at vera partur at miðj- uni. Hesa ferð var talan um tveir útisigrar og tríggjar heimasigrar. Úrslitini hig- artil hava ikki altíð verið, sum tað hevði verið roknað við, og tað ber við sær, at tað verður spennandi í annaðkvøld og aftur, tá ið tað eftir ólavsøku verður farið undir átta tey síðstu umførini. Nú gongur kappingin í trimum bólkum B36-ararnir kundi fegnast um sætta sigurin á rað í landskappingini, og nú ganga liðini í 1. deild í trimum bólkum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16