Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 8. juli 2003 19 Vágamenn megnaðu ikki at halda høvdið kalt í teimum avgerandi løtunum, og so fór NSÍ heldur óuppiborið við øllum stigunum og heldur sostatt fast í oddinum FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini NSÍ megnaði við neyð og deyð at knógva vágamonn- um í einum sera tøttum dysti í Miðvági sunnu- dagin. Runavíkingar vunnu 2-1 eftir at hava verið aftan fyri 1-0 í steðginum. Vágamenn iðra seg stór- liga um, at teir ikki fingu nakað stig burturúr hesum dystinum, tí teir spældu væl og skaptu nógvar mál- møguleikar. Teir dugdu bara ikki at umseta møgu- leikarnar til mál, og so stóðu teir brádliga eftir við ongum. NSÍ skapti hinvegin fáar málmøguleikar gjøgnum dystin, men tað eydnaðist kortini runavíkingum at vinna. Hetta er kanska eyð- kennið fyri eitt oddalið, at tað megnar at hála sigrar í land, hóast liðið ikki hevur ein góðan dag. FS Vágar framum Tað var heimaliðið FS Vág- ar, sum legði seg framum við máli frá brasiliumann- inum Clayton Soares. Eitt heldur veikt útspark frá Jens Martini endaði við, at bólturin varð høvdaður retur yvir á NSÍ hálvuna, har Clayton gerst leysur. Hann meddaði eitt bil og langaði so til uttanfyri brotsteigin uttan møguleika hjá Jens Martini av bjarga. Stutt undan málinum varð Óli Hansen, sum í ár er blivin umskúlaður til verjuleikara, noyddur at fara av vøllinum, tí hann fekk trupulleikar við hond- ini. Óli hevur seinastu tvær vikurnar spælt við brotnari hond, men nú kundi hann ikki halda fram longur. NSÍ hevði bóltin meira, men lítið kom burturúr leikligu yvirvágini. NSÍ megnaði sjáldan at spæla seg fram til nakrar veru- ligar málmøguleikar. Ístað- in vóru tað vágamenn, sum vóru vandamiklari framm- an fyri málinum. NSÍ hevði eisini nakrar málmøguleikar fyri steðg- in, men lítið kom burturúr. Helgi L. Petersen, sum ikki hevur verið við tveir teir seinastu dystirnar, tí hann hevur verið uttanlands, sat á beinkinum, meðan yngri bróðirin og Christian Høgni Jacobsen vóru í álopinum. Hóast NSÍ hevði bóltin meira, so vóru vágamenn bjartskygdir undan seinna hálvleiki, tí tað hevði ging- ið væl í hond hjá teimum fyri steðgin. Teir skuldu tó missa alt á gólvið. Helgi á vøllin Tá ein tími var farin á urin- um hjá dómaranum, valdi venjarin hjá NSÍ Jógvan Martin Olsen at seta Helga L. Petersen á vøllin, og hetta skuldi vísa seg at vera ein fruktagóð útskifting. Eitt korter eftir at hann var komin á vøllin fekk hann bóltin nakað uttanfyri brotsteigin. Staddur langt frá málinum nakað til vinstru langaði hann til, og bólturin fór upp í hornið, og so var 1-1. Nakrar fáar minuttir seinnin fekk FS Vágar ein gyltan møguleika at leggja seg framum enn einaferð. Birgir Joensen var komin á vøllin fyri ein skaddan Ari Thomassen, og hann vann eitt brotsspark, tá hann bleiv koyrdur um koll í brotsteiginum hjá NSÍ. Brotssparkið skuldi leik- andi venjarin Jens Erik Rasmussen skjóta, men tann vanliga ósvitaliga tryggi brotssparksskjúttin misnýtti hesuferð. Jens Martin fór til røttu síðuna og bjargaði einum vána- ligum brotssparki frá Jens Eriki. NSÍ-ararnir vóru annars sera misnøgdir við brots- sparki, tí teir mettu, at bólturin hevði verið uttan fyri vøllin, og at teir áttu innkast, beint áðrenn Birgir fekk fatur á bóltinum og bleiv rendur um koll. Tá bert fimm minuttir vóru eftir at spæla fekk NSÍ avgerandi málið, og var tað heimvendi Christian Høgni Jacobsen, sum skoraði. NSÍ fekk fríspark í høgru, sum Brynjálvur Nielsen sendir flatt innfyri. Christian Høgni stakk fótin fram og fekk prikað bóltin í netið. Vejle-áleyparin hevði ann- ars verið ógvuliga friðar- ligur og vandaleysur hend- an dagin, men knappliga reiv hann seg leysan og skoraði sigursmálið. Sum dystargongdin var, so tóktust runavíkingar nøgdir við ein javnleik, men nú høvdu teir fingið í bæði posa og sekk. Munurin á einum odda- liði og einum botnliði kom týðuliga til sjóndar í hesum dystinum. FS Vágar, sum stríðist í botninum, hevði allar møguleikar til at vinna sær trý kærkomin stig, men tveitti alt burtur í tí seinasta partinum av dystinum, tá NSÍ fekk tvey mál og FS Vágar brendi eitt brots- spark. NSÍ megnaði hinvegin at vinna sær trý stig í einum dysti, har liðið ikki spældi upp til sítt besta. Nú fer NSÍ at fyrireika seg til UEFA Cup dystirnar ímóti norska liðnum Lyn, meðan FS Vágar má royna at koma úr vandabólkinum í botninum. FS Vágar - NSÍ 1-2 (1- 0) 1-0: Clayton Soares 1-1: Helgi L. Petersen 1-2: Christian Høgni Jacobsen FS Vágar: Jákup Joensen - Sjúrður Ellefsen, Ari Thomassen (Hannus Olsen, 81.), Jóhannis Joensen, Vlad Osipovs - Elfinn Ørvarodd, Jens Erik Ras- mussen, Ruslan Screlea, Jógvan Hendrik Samuelsen (Kim Poulsen, 88.) - Clayton Soares, Bjarni Prior (Birgir Joensen, 70.) NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen (Rúni Rasmussen, 30.), Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard, Ian Højgaard (Helgi L. Petersen, 60.), Kári Hansen, Jónstein Pet- ersen – Sonni L. Petersen (Jústines R. Hansen, 84.), Christian Høgni Jacobsen Gul kort: FS Vágar: Elfinn Ørvar- odd NSÍ: Sjúrður Jacobsen, Jónstein Petersen B71 vann sín næsta sigur í ár, tá B68 varð sent heim aftur við einum 9-0 tapi í viðførinum. Símun Hansen og nýggi gambiski framherjin, Mustapha Kamal Ndaw, gjørdu hvør sítt hat-trick 2. DEILD Stefan í Skorini Tað var við einum nýggjum manni við róðri, at B71 fór á vøllin ímóti B68 leygardagin. Fyrrverandi venjarin Tom Saintfiet úr Belgia varð sagdur úr starvi eftir dystin móti KÍ, og málverjin Valdemar Nowicki hevði tikið yvir við hjálp frá Pálli á Reynatúgvu. Og umsíðir kom gongd á málskjótingina hjá B71. Eftir at teir í sjey dystum bert høvdu skotið trý mál, eydnaðist tað hesuferð at skora níggju mál í einum dysti. Mótstøðuliðið var B68, sum bert hevur fingið eitt stig í lands- kappingini í ár. Støðan var 3-0 við steðgin, og tá var dyst- urin í roynd og veru av- gjørdur, men B71 gavst ikki so, tí menn vóru eftir øllum at døma svangir eftir fleiri mál- um. Nýggi framherjin úr Gambia, Mustapha Ka- mal Ndaw, vanligar róptur Kamal, fekk síni fyrstu mál í B71 troyggjuni, og Símun Hansen skeyt somu- leiðis trý mál. Hini málini skutu Tummas Pauli Olsen, Jónsvein Thomsen og Magnus Olsen. Ikki er nógv at siga um dystar- gongdina, tí úrslitið talar fyri seg. Bergleif aftur til B71 Eftir summarsteðgin fær B71 styrk í verjuni, og tað er Bergleif Sólsker, sum vendir aftur til fe- lagið. Hann hevur higar- til í ár roynt seg í HB, men hann hevur ikki verið nógv nýttur av venjaranum Frank Skytte, og tí hevur hann gjørt av at fara aftur til barndómsfelagið. Nú tá Hans á Lag kom aftur til HB, er Bergleif farin enn longur aftur í røðina av verjuleikarum, sum bíða eftir sleppa á vøllin. Bergleif verður óivað ein kærkomin styrkur at fáa til seinnu hálvu, tá B71 skal royna at toga seg uppeftir stigatalvuni. Enn er ikki komið uppá pláss, hvør skal vera venjari hjá B71 eftir summarsteðgin, men fyribils eru tað Valdemar Novicki og Páll á Reynatúgvu, sum taka sær av venjingini. B71-B68 9-0 (3-0): Málskjúttar: Símun Hansen 3, Mustapha Kamal Ndaw 3, Tummas Pauli Olsen, Jónsvein Thomsen, Magnus Olsen B71-B68 9-0 (3-0): Sandoyingar gjørdu bart FS Vágar - NSÍ 1-2 (1-0): Runavíkingar halda fast í oddinum NSÍ vann tepurt á FS Vágum í Miðvági sunnudagin og hevur framvegis eins nógv stig sum B36 í oddinum. Vágamenn iðra seg stórliga um tapið, tí tað kundi lættliga verið ein sigur til teir ístaðin. Myndin er frá dystinum í steypakappingini í fjør, tá NSÍ vann á FS Vágum við brotsspørkum. Tað var aftur eitt brent brotsspark, sum feldi FS Vágar hesuferð Savnsmynd 19 18 Nr. 126 - 8. juli 2003 B36 var í einum flokki fyri seg, tá oddaliðið við einum greiðum sigri sendi eitt heldur veingja- skert GÍ-lið heim aftur við ongum. Boðskapurin frá B36 er nú greiður, at teir ætla sær at vinna meistaraheitið 1. DEILD Stefan í Skorini Sætti sigurin á rað kom í hús hjá B36 sunnudagin. GÍ hevði ógvuliga lítið at bjóða uppá, men B36 gjørdi uppgávuna torførari enn neyðugt var, tí leingi var tað bert 2-0, og tá kundi GÍ allatíðina onkursvegna ota seg innaftur í dystin. Tey flestu minnast nevni- liga, tá GÍ spældi ímóti HB í Gundadali. HB var frammanfyri 2-0, hevði alt spælið og stórar málmøgu- leikar, men GÍ megnaði tó at javna til 2-2 móti endan- um. B36 legði út sum eitt óløgi, og tá stadionurið vísti trettan minuttir vóru vertirnir frammanfyri 2-0. Bæði málini sett í kassan av tí nýgifta Heðini á Lakjuni, sum ikki tóktist nervaður av brúdleypinum kvøldið fyri. Fyrra málið kom eftir bert fimm minuttir. Tað var John Petersen, sum legði innfyri til Heðin, ið var hægstur og fekk skallað í netið. Hetta var tann triðja vandamikla royndin hjá B36, ið setti hart trýst á GÍ- málið frá byrjan. Seinna málið legði Heini í Skorini upp til. Tað var Heðin á Lakjuni, sum sendi Heina avstað í høgru, og rann so sjálvur inn í brots- teigin. Innleggið frá Heina fór uppum málverjan Ja- cek, og har stóð Heðin inni í málteiginum og hevði lætt við at økja um leiðsluna. Saknur í Bartali Tað sást týðuliga, at stórur saknur var í Bartali Eliasen, ið sat á beinkinum, eftir at hann júst var heimkomin av oyggjaleikunum, har hann hevði spælt flogbólt. Eisini sótu teir vanligu miðvallar- leikararnir Súni Olsen og Zdzislaw Janik uttanfyri. GÍ hevur ikki serliga breið- an hóp við nógvum ungum leikarum, og tí er torført at klára seg uttan teir royndu leikararnar. Bartal varð tó settur inn longu eftir 24 minuttir. Ikki í verjuna har hann er vanur at spæla, men í álopið. Tróndur Vatnhamar í B36-málinum hevði als einki at gera fyri steðgin, og hann mundi kenna seg kaldan og einsamallan í niðara málinum. B36 kundi væl havt økt um leiðsluna høvdu teir verið meira nærlagdir frammanfyri málinum. Eitt nú hevði John Petersen ein risastóran málmøguleika, har hann bert skuldi seta fótin á bóltin inni í málteig- inum, men rakti onkurs- vegna ikki bóltin. Brent brotsspark Stutt inn í seinna hálvleik fekk heimaliðið brotsspark, og áskoðararnir kravdu, at Heðin á Lakjuni skuldi skjóta. Tey skuldu kanska heldur latið John Petersen tikið sær av tí, tí Heðin sendi við síðuna av málin- um. Eftir hetta ressaðist GÍ- liðið nakað, og B36 dovn- aði burtur. GÍ fekk nógv hornaspørk, sum vórðu send í høvdið á Bartali Eliasen, men inn vildi bólt- urin ikki. Tað lá í luftini, at GÍ møguliga fór at geva B36 skarpan gang, hóast heimaliðið hevði verið í einum flokki fyri seg allan dystin. Bartal Eliasen fekk eisini tann møguleikan, sum gøtumenn bíðaðu eftir, tá tíggju minuttir vóru eftir. Magnus Skoralíð sendi innfyri úr vinstru, og Bartal Eliasen gjørdist blankur við Tróndi Vatnhamar. Bartal skeyt tó beint í beinini á Tróndi, sum var komin út ímóti. Um Bartal hevði minkað um munin, sum hann burdi, hevði GÍ óivað lagt trýst á B36 seinastu løtuna, og hvør veit, um ikki GÍ-arar- nir høvdu kunnað bjargað sær tað eina stigið frá hes- um dystinum, eins og teir gjørdu ímóti HB. Stutt frammanundan hevði Pól Thorsteinsson eisini ruddað burtur á strikuni eftir hornaspark, so tað brendi eitt sindur á B36-málið ta einu løtuna. Jákup leggur lok á Men B36 reið stormin av, og fimm minuttir fyri leik- lok beindi Jákup á Borg allan iva til viks. Hann fekk eina sending frá Heðini á Lakjuni, tamdi bóltin og staddur nakað til vinstru í brotsteiginum langaði hann so til við vinstra beinið til 3-0. John Petersen slapp eisini á máltalvuna tríggjar minuttir seinni. Jákup á Borg og Allan Mørkøre spældu 1-2 kombinatión í høgru, og Allan slapp aftur til baklinjuna og sendi innfyri. Bólturin fór fram- við øllum, men John Peter- sen stóð við handaru stong og smekkaði til úr spískum til 4-0. Ein fult uppiborin sigur til B36, men tað kundi lættliga verið øðrvísi, og gøtumenn iðra seg óivað um tann brenda málmøgu- leikan hjá Bartali Eliasen. B36-sigursrøðin heldur fram, og mikukvøldið er tað VB, sum kemur á vitj- an, og havnarliðið er stór- favorittur at vinna sín sjeynda sigur á rað ímóti botnliðnum úr Vági. B36-GÍ 4-0 (2-0) 1-0: Heðin á Lakjuni, 5. 2-0: Heðin á Lakjuni, 13. 3-0: Jákup á Borg, 85. 4-0: John Petersen, 88. B36: Tróndur Vatnhamar - Allan Mørkøre, Rúni Elt- tør, Pól Thorsteinsson, Kenneth Jacobsen - Heini í Skorini (Fróði Clementsen, 81.), Klæmint Matras, Jens Kr. Hansen (Bergur Mid- jord, 89.), Jákup á Borg - Heðin á Lakjuni (Sverrir Kjærbo, 86.), John Petersen GÍ: Jacek Przybylski - Poul Ennigarð, Áslakkur Peter- sen, Leivur Hansen, Jón- reid Dalheim - Hans Pauli Petersen (Páll Rói Poulsen, 59.), Høgni Madsen, Símun Louis Jacobsen (Magnus Skoralíð, 31.), Bárður á Lakjuni - Símun Samuel- sen (Bartal Eliasen, 24.) Krzystof Popczynski B36-GÍ 4-0 (2-0): Sigursrøðin hjá B36 heldur fram Klæmint Matras og Krzystof Popczynski dystast um bóltin, meðan dómarin Petur Skarðenni, sum einki kort gav hesuferð, spentur fylgir við. B36 vann ein uppibornan 4-0 sigur Mynd: Álvur Haraldsen Áslakkur Petersen takklar John Petersen, sum fekk eitt mál ímóti sínum gamla felagi. Hóast B36 var betra liðið, bleiv dysturin ikki avgjørdur fyrr enn móti endanum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18