Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-08, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 8. juli 2003 21 Í sera einum tøttum dysti megnaði EB/ Streymur at basa skálamonnum, sum enn er rótfest í botninum. Skála trýsti heimaliðið í seinna hálvleiki, men ístaðin var tað EB/ Streymur, sum fekk avgerandi málið stutt fyri leiklok 1. DEILD Stefan í Skorini Síðsta mikukvøld fekk Skála sín fyrsta sigur í landskappingini ímóti FS Vágum, men ímóti EB/ Streymi á Mølini sunnu- dagin gjørdist tað aftur til eitt tap. Hetta var ein dyst- ur, sum hevði ómetaliga stóran týdning fyri, hvussu stigatalvan í niðaru hálvu lagar seg. EB/Streymur hevur við sigrinum bitið seg fast í miðjuna av stigatalvuni, men við einum tapi hevði EB/Streymur verið drigið við í niðurflytingarstríðið. Skála kundi við einum sigri fingið samband við eitt nú EB/Streym. Gert fyri aðru ferð Gert Hansen er nýggjur á liðnum hjá EB/Streymi. Hann spælir í verjuni, og mikukvøldið fekk hann sítt fyrsta mál í 1. deild, tá hann skoraði útjavnandi málið móti VB. Sunnudagin endurtók hann bragdið, tá hann legði EB/Streym framum, tá góður hálvur tími varð spældur. Tað var Sorin Anghel, sum sendi eitt fríspark inn fyri úr høgra borði, og staddur heilt inni í mál- teiginum leyp Gert Hansen upp ímillum tvey verjuleik- arar. Hann fekk stýrt bóltin í netið til 1-0. Tað gekk annars javnt á fyri steðgin, og hvørki av liðunum høvdu greiða yvirvág. Tó skapti EB/ Streymur fleiri málmøgu- leikar. Skála tekur yvir Skála hevði nú ryggin móti múrinum, men skálamenn fingu yvirvág eftir steðgin og skaptu fleiri málmøgu- leikar. Landsliðsframherjin Jón- hard Frederiksberg hevði tann størsta møguleikan, tá hann stutt inn í seinna hálvleik skallaði á tvør- stongina. Hann kundi ótarnaður leypa upp og seta høvdið á eitt innlegg frá Alexandar Jovevic tætt undir málinum. Hann skuldi havt skorað, men hepnið var ikki við útilið- num. Skála vísti seg serliga at vera vandamikið í luft- spælinum, og fleiri ferðir vóru teir nær við. Útiliðið sendi nógv fólk fram á hina hálvuna, og hetta gav EB/Streymi møguleikan í skjótálopum. Ta einu ferðina var Ronnie Samuelsen nær við at skora. Hann gjørdist leysur, men skotið fór á stongina. Marek fær seinasta orðið Tá ein minuttur var eftir á klokkuni, fekk heimaliðið málið, sum avgjørdi dystin. Dómarin metti, at skála- málverjin Eugen Voda hevði verið uttanfyri brots- teigin við bóltinum, og hann dømdi fríspark. Hetta vóru skálamenn sera misnøgdir við, og tað vísti seg eisini at vera banahøggið hjá Skála. Marek Viersbicki hevur eitt gott skot, og hann sendi bóltin beinleiðis í netið. Skála fer nú í summarfrí á aftasta plássi, men EB/Streymur hevur fram- vegis ein dyst eftir, sum verður mikukvøldið ímóti B68 á útivølli. EB/Streymur-Skála 2-0 (1-0) 1-0: Gert Hansen 2-0: Marek Viersbicki EB/Streymur: Gunnar á Steig - Hallur Jacobsen, Egil á Bø, Gert Hansen, Eyðfinnur Joensen - Bárður Olsen (Esmar Eiðis- garð), Marek Viersbicki, Ronnie Samuelsen, Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen (Teitur Joensen) - Sorin Anghel (Jákup Martin Joensen) Skála: Eugen Voda - Dusan Jaic, Arnhold Berg (Janus Trúgvason), Agnar Høj- gaard, Marius Joensen - Hanus Thorleifsson, Pauli G. Hansen, Alexandar Jovevic, Iulian Florescu - Bogi Gregersen (Aleks- andur Johansen, Jónhard Frederiksberg (Jógvan Martin Hansen) Hjá fuglfirðingum er eingin slingur í valsinum. Teir ar- beiða seg stútt og støðugt nærri mál- inum, sum teir hava sett sær. Málið er, at Fuglafjørður næsta ár aftur skal eiga lið í bestu deildini. Higartil hevur ÍF spælt átta ferðir, og tað er bara í útidyst- inum á Argjum næstsíðsta vikuskifti, at teir ikki hava fingið fult 2. DEILD Jóannes Hansen Varmakeldudystin vunnu teir 3-1 á grannunum úr Leirvík. Talan var um rættuliga grannauppgerð, og tað var ikki fyrrenn í síðstu løtu, at tað gjørdist greitt, at ÍF fór at fáa øll trý stigini. Men framman undan hevði verið rættuliga nógvur turbolensur, og adreanalinið hevði pumpað øgiligt. Leirvíkingar, sum undan vitjanini í Fuglafirði høvdu tapt og vunnið tríggjar ferðir og eina ferð spælt javnt, komu á odda, tá ið lítið korter var farið. Veteranurin Kaj Eli Olsen skoraði. Undan steðginum javnaði ÍF. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og veteranurin Ken Bærentsen var púra tryggur og setti fram við Allani Joensen í LÍF mál- inum. Gestirnir vóru alt annað enn samdir við dóm- aranum í brotssparks-dóm- inum, sum teir mettu at hava verið sera tunnan. Teir hildu snøgt sagt ikki, at mótstøðumaðurin varð feldur. Miðskeiðis í 2. hálvleiki legði heimaliðið seg á odda. Hesa ferð var vete- ranurin Heini Heinason málskjútti, eftir at Hanus Eliasen við høvdinum hevði longt hornasparks- innlegg.. Tá ið støðan var 2-1, varð ÍF málverjin, Fróði Poul- sen, rikin av vøllinum. Talan var um støðu, sum hevði verið gott dømi til umrøðu á dómaraskeiðum. Fuglfirðingar royndu at seta rangstøðufellu. Tað tóktist eydnast, men linju- verjin var ikki við upp á tað, og so vóru tríggir LÍF spælarar leysir við ÍF málverjanum. Fróði Poul- sen megnaði at hálvbjargað við kroppi, ørmum og kanska eisini hondunum, bólturin støkk út til mót- støðumann, sum lyfti í tóma málið. Men dómarin hevði verið ov skjótur at bríksla. Í staðin fyri máli til LÍF bríkslaði hann fyri frísparki og vísti málverj- anum reyða kortið. Ken Bærentsen fór í mál- verjubúnan, og hann helt tætt. LÍF flutti nógv fólk fram á vøllin og royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið og harvið eitt stig við sær um Varmakeldueið. Og so gekk, sum tað so ofta ger í fótbólti. Annað liðið trýstir, og hitt liðið fær mál. Í skjótum álopi eydnaðist tað Fritleif í Lambanum at gerast leysur og at staðfesta týdningarmikla heimasig- urin, sum ber við sær, at fuglfirðingar kunnu halda summarfrí fimm stig frammanfyri næstu kapp- ingarneytarnar, sum eru úr Sumba. Níggjunda umfarið verð- ur á skránni leygardagin 2. august. Tá skulu fuglfirð- ingar spæla á Krossinum í Sumba. Í átjanda og síðsta umfarinum, sum sambært skipanini skal spælast 4. oktober, skal ÍF spæla á heimavølli ímóti Sumba. Sum støðutalvan sær út í løtuni, so fara fyrst og fremst hesar báðar upp- gerðirnar at vera lykladystir í kappingini um at sleppa upp í bestu deildina. Men í tí kappingini er ÍF fram- vegis best fyri, og teir hava eitt sindur at geva av. 2. deild ÍF-LÍF 3-1 (1-1) 0-1: Kaj Eli Olsen 1-1: Ken Bærentsen 2-1: Heini Heinason 3-1: Fritleif í Lambanum Besta liðið hjá TB var leygardagin í Klaksvík. Men teir fingu einki til hús aftur við sær. Næstbestu klaksvíkingarni vóru í 2. hálvleiki undir stórum trýsti, men teir megnaðu kortini at vinna. 2. deildarliðið hjá KÍ hevði góða ella í hvussu so er roynda manning leygar- dagin. Jan Andrreasen, Sámal Eyðfinn Akursmørk og Fríðin Ziskason, sum hava spælt nógv í 1. deild í ár, vóru millum spælarar- nar, og so høvdu teir grivið málsóknan mann, sum hevur verið burturfrá leingi, framaftur, og tað hevði stóran týdning fyri óvæntaða úrslitið. Talan var um Helmar Lassen, sum hevur verið til skips. Jákup B skiftir brúgv, og tað kemur 2. deildar- liðnum hjá KÍ til góða. Helmar venur við 2. deild, og hann vísti leygardagin, at tað framvegis er soleiðis, at máltevinum ikki bilar nakað. Helmar Lassen skoraði til 1-0, tá ið eitt korter var farið, og hann økti til 2-0, tá ið tað restaðu tveir minuttir av fyrra umfarin- um. Í báðum førunum átti Marius Nystrøm Hansen næstsíðsta fótin á, og í báðum førunum var aftasti verjumaðurin hjá TB, Óli Johannesen, ikki so sann- førandi. Beinanvegin eftir steðgin hevði Erling Fles hundrað prosent møguleika at avgera, men málverjin vann tvídystin. Í 56. minutti minkaði besti TB spælarin, Dan Mortensen, um munin eftir uppspæl í høgru og framúr góða skotroynd í handara síðunetið. Síðani trýsti TB fyri at fáa út- javnandi málið, og teir spældu seg til fleiri innlegg úr vinstru, men tað eydnaðist ikki at skora. Størstu málmøguleikar- nar seinna partin av 2. hálv- leiki fekk Helmar Lassen. Tá ið Óli Johannesen var farin fram at hjálpa tilvar Helmar tvær ferðir púra einsamallur við málverjan- um. Aðru ferðina royndi hann at seta framvið mál- verjanum, sum bjargaði væl, og í hinum førinum smekkaði hann til, men tá var kanónin ikki nóg væl stillað. 2. deild KÍ-TB 2-1 (2-0) 1-0: Helmar Lassen 16. 2-0: Helmar Lassen 43. 2-1: Dan Mortensen 56. ÍF-LÍF 3-1 (1-1) ÍF rennur undan EB/Streymur-Skála 2-0 (1-0): EB/Streymur bitið seg fast í miðjuna TB fekk einki í Klaksvík Klaksvíkingar eru stinnir á heimavølli í 2. deild, og leygardagin vunnu teir á TB. Her er tað tvífaldi málskjúttin Helmar Lassen í atsókn. Óli Johannesen sæst aftanfyri Mynd: Símun á Høvdanum 21 20 Nr. 126 - 8. juli 2003 Bara lítlu løtuna, tá ið Kuljic var á VB mið- vøllinum megnaðu lítið nærgangandi gestirnir at trýsta eitt evarska lítið sindur, men heimasigurin var ongantíð í vanda B68-VB Jóannes Hansen Eitt stórt korter. So var meiri ella minni avgjørt, at gestirnir, sum vóru komnir longu leiðina úr Vági og norður á Toftir at spæla fótbólt, einki skuldu hava við sær suðuraftur. B68 var leikliga omaná størsta partin av tíðini, og tað vóru teir á heimaliðnum, sum høvdu nógv teir flestu mál- møguleikarnar. Dánial Hansen er ein rættuliga fjøltáttaður fót- bóltsspælari. Síðani hann tíðliga á árinum kom á Toftir, hevur hann fyri tað mesta verið í verjuni. Áður hevur hann víst, at hann eisini hevur evni sum miðvallari og álopsspælari. Tað hava teir eftir øllum at døma lagt sær í geyma á Svangaskarði. Men fyrsta partin av kappinarárinum hevur tað fyrst og fremst verið í verjupartinum, at brúk hevur verið evnunum hjá Dániali, sum kortini frammanundan hevur skorað uppá brotsspark. Síðani fyrst Arnbjørn Danielsen og síðani Jákup Eli Olsen eru komnir afturíaftur á Toftum, hevur borið til at arbeitt við hugs- anini um at flyta Dánial Hansen longri fram á vøllin. Teir royndu hetta í Gøtu mikukvøldið, og sunnudagin var Dánial allar 90 miuttirnar í álopinum, og tað loysti seg væl. Fimm minuttir vóru farnir, tá ið nýggi álops- maðurin fyrstu ferð vísti, at hann hevur nøs fyri at vera á rætta staðnum í røttu løtuni. Eftir horna var tætt við, at hann skoraði, men Bjarni Johansen vardi væl fyri. Tá ið Dánial Hansen í 13. minutti setti hol á, átti annars tryggi VB málverjin sín lut í málinum. B68 álopsmaðurin fekk fatur á kiksaðum útsparki frá VB málverjanum, og úr 35 metrum smekkaði hann til. Bólturin sigldi omanfyri málverjan og fór í málið dygst undir samankom- ingini. B68 og viðhaldsfólkini fegnaðust um annað langskotsmálið á heima- vølli í eina viku, og bara fýra minuttir seinni fingu tey meiri at fegnast um. Eftir horna royndi Fróði Benjaminsen at draga seg leysan í brotsteiginum, Birgir Jørgensen royndi at verja fyri, landsliðsmaðurin fór um koll, og linjuverjin, Andreas Petur Hansen, gjørdi vart við, at talan var um brotsspark. Eiler Ras- mussen bríkslaði, og Dán- ial Hansen økti úr ellivu metrum til 2-0. Fleiri mál komu ikki, men heimaliðið hevði aðrar møguleikar. Næst við at fáa mál var Fróði Benjamin- sen, tá ið hann eitt korter undan leikloki sendi bóltin í tvørtræið. Ov tunnir Vágbingar eru í aldudali. Hesa ferð høvdu teir nýggja danska álopsspæl- aran, Brian Andersen, undir liðini á Birgiri Jørgensen. Hann gjørdi ikki serligar skreytir. Tað var týðuligt, at hann ikki er spældur inn á liðið enn. Eina ferð royndi hann við saksisparki, men tað var eingin hóttan ímóti málinum hjá Alberti Sævarssyni. Hjá VB kom tað illa við, at Predrag Zivkovic ikki var í verjuni, tí hann var leikbannaður. Og tað kom uppaftur verri við, at Milan Kuljic var so mikið skadd- ur, at hann ikki var førur fyri at vera ímillum teir fyrstu ellivu. Tá ið einki var komið burturúr, og tað restaðu tíggju minuttir, varð skaddi miðvallarin settur á vøllin. Eingin ivast í fótbóltsevnunum hjá hon- um, og ta lítlu løtuna, sum Milan var á vøllinum, vísti VB meiri, enn teir høvdu gjørt teir 80 minuttirnar frammanundan. Men VB megnaði ikki at hótta stinnu toftaverjuna, har Hans Fróði Hansen og hansara menn ikki høvdu so ógvuliga nógv at gera. Vágbingar fóru suður aftur við ongum og við vitanini um, at tað verður ikki minni strevið, tá ið teir mikudagin aftur skulu um Suðuroyarfjørð at spæla ímóti B36. Hjá B68 var tað hugaligt, at teir fyri fyrstu ferð síðani í fyrsta umfarin- um megnaðu at fáa fleiri enn eitt mál. Teir skoraðu tvær ferðir í fyrsta um- farinum, tá ið teir á útivølli spældu ímóti EB/Streymi. Í morgin fáa teir á heimavølli nýggjan møguleika ímóti teimum úr Sundalagnum. B68-VB 2-0 (2-0) 1-0: Dánial Hansen 13. 2-0: Dánial Hansen br 17. Dómari: Eiler Rasmussen B68: Albert Sævarsson - Bogi Petersen (Øssur Ja- cobsen, 76.), Arnbjørn Danielsen, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen - Jann Ingi Petersen, Fróði Benjaminsen, Øssur Han- sen, John Heri Dam (Jóhan Petur Poulsen, 50.) - Súni Fríði Johannesen (Kristian Anton Andreasen, 87.), Dánial Hansen Gult kort: einki VB: Bjarni Johansen - Jón Pauli Olsen, Dejan Nikolic, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo - Palli Augustinus- sen, Mikael í Lágabø (Kári í Lágabø, 66.), Dan Djur- huus (Milan Kuljic, 81.), Slobodan Madzar - Birgir Jørgensen, Brian Andersen Gult kort: Dan Djurhuus Sumba hevur fram- vegis ÍF í eygsjón eftir ein tepran sigur á botnliðnum B36. Nýggi pólski málverjin bjargaði sumbingum við tveimum stórbjarg- ingum í teimum seinastu minutt- unum 2. DEILD Jákup Mørk Sumba er framvegis við í oddastríðnum í 2. deild, og teir anda ÍF í nakkan eftir sigur á B36 í síðsta dystinum undan summarsteðginum. Fimm stig eru upp til ÍF, og sumbingar hyggja nú fram til heimadystin ímóti ÍF í fyrsta dystin- um eftir summarsteðgin. Vinnur Sumba hendan dystin eru bert tvey stig upp til fuglfirðingar og so er alt brádliga opið aftur. Sumba var klárt betra liðið fyri steðgin, og tað eydnaðist teimum eisini at skora tvey mál. Fyrra málið fekk Dánjal Johan Joensen við einum langskoti. Skotið bar við ein verjuleikara og snýtti málverjan, sum ikki hevði nakran møguleika at bjarga. Stutt eftir fekk Sumba sítt seinna mál. Innlegg kemur úr høgru, og mál- verjin hjá B36 kemur út úr málinum og fær hendurnar á bóltin, men beint í føturnar á Eiriki Joensen og í málið. Ilt er at siga hvør hevði sein- asta fótin á bóltinum, men toppskjúttin í 2. deild, Eirik Joensen, bleiv í øllum førum noteraður fyri málið á dómaraseðlinum. Dánjal Petur aftur í B36 B36 megnaði at minka um munin fyri steðgin, tá Dánjal Petur Johansen setti bóltin í netið við einum góðum langskoti. Hann var staddur nakrar metrar uttanfyri brots- teigin, tá hann langaði til, og nýggi pólski mál- verjin, Marcin David, hevði ongan møguleika at bjarga. Eftir steðgin royndi B36 at leggja trýst á sumbingar, men tað eydnaðist ikki at spæla seg fram til upplagdar málmøguleikar. Sumba var hinvegin vandamikið í skjótálopunum, men heldur ikki teir megnaðu at skora. Tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, fekk málskjúttin Dánjal Johan Joensen tað reyða kortið. Hann takklaði Dánjal Petur Johansen aftanifrá, og dómarin gav honum beinleiðis tað reyða kortið til mikla øsing hjá sumbingum. Sumba megnaði tó at halda fast um leiðsluna og trý sera týdningar- mikil stig. Men var tað ikki fyri tvær framúr- skarandi bjargingar frá Marcin David í teimum seinastu minuttunum kundi B36 væl havt javnað. Báðu ferð var tað eftir deyðbóltar úti í síðun- um, at B36-arar fingu høvdið á bóltin, men Marcin var kvikur sum eitt snarljós inni í strik- uni og fekk vart fyri. Heimaliðið iðraði seg stórliga um hetta, men toppliðið fekk øll stigini ímóti B36, sum nú datt eitt pláss niðureftir á stigatalvuni. Fyrsti dyst- urin hjá B36 eftir summarsteðgin verður ímóti B68, sum liggur á aftasta plássi. B36-Sumba 1-2(1-2) 0-1: Dánjal Johan Joensen 0-2: Eirik Joensen 1-2: Dánjal Petur Johansen B36-Sumba 1-2 (1-2): Sumba berjist fyri upp- flytingini B68 avgjørdi beinanvegin John Heri Dam úr B68 og Palli Augustinussen úr VB í nærdysti. B68 sendi gestirnar heimaftur við 2-0 tapi Savnsmynd C M Y K 20