týsdagur 8. juli 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 8. juli 2003
23
Føroyska manslands-
liðið í flogbólti fekk
heldur ikki gull
hesaferð. Men í
finaludystinum móti
Saaremaa vóru teir
partur av kanska
mest dramatiska
dystinum á leikunum
yvirhøvur
FLOGBÓLTUR
Álvur/Jákup
Guernsey: «Eg segði eftir
dystin í bólki A millum
Føroyar og Áland, at um vit
komu at síggja nakran betri
dyst á leikunum, so skuldi
eg eta mín Daniel the
Donkey maskot. So um
onkur vil vera so vinarligur
at geva mær saltið, so kann
eg fara ígongd«
Somikið bersøgin var
greinaskrivarin í 24 síðu
stóra Oyl-innlegginum hjá
Guernsey Press, tá hann
skuldi geva sína meting av
mansfinaluni í flogbólti,
sum varð leikt fríggjadagin
seinnapart.
Ein finala, sum varð
avgjørd á ringast hugsandi
hátt, tá ein serva frá Saare-
maa tóm netið áðrenn hon
datt niður í føroyska gólvið.
Men samstundis ein finala,
har áskoðararnir undan
hesum høvdu verið vitni til
ein dramatiskan fimm-
settara, har eydnan fleiri
ferðir tóktist skifta hendir,
og júst sum vit hildu hana
vera hjá okkum, leyp hon
yvir um aftur.
Fyrstu settini var tó ikki
tað heilt nógva, sum bendi
á, at talan skuldi gerast um
slíkan spenning. Saaremaa
hevði sýnt stórspæl allan
vegin til finaluna, og eitt nú
gav 3-0 bankurin av Álandi
í hálvfinaluni greiðar á-
bendingar um, at talan var
um eitt sera sterkt lið.
Fyrstu tvey settini tóktist
tað heilt greitt vera Saarem-
ma, sum var við yvirlutan.
Serliga fyrsta settið høvdu
okkara tungt við at koma
ígongd, og tó at munurin
bert var tvey stig, so var
eingin ivi um, at mótstøðu-
menninir áttu hetta uppi-
borið. Næsta settið omu
okkara betri við, og eitt
skifti var leiðslan 15-10,
men so setti Saaremaa
torbona á. Eftir stuttari løtu
høvdu teir vent hesum til
21-18, og so kundu teir
eisini taka hetta settið.
Og tað líktist á mangan
hátt endastøðini hjá før-
oyska liðnum, at teir so-
leiðis høvdu tveitt leiðsluna
burtur, men teir góvust tó
ikki á hondum. Við sama
ófatuliga stríðsvilja, sum
var borganin fyri sigurin á
Álandi stríddu teir seg aftur
í dystin. Hóast Saaremaa
framvegis
tóktist
hava
bestu orkuna, og hóast
teirra
spæl
var
meira
ágangandi, so hildu hvítu
menninir
fast.
Hvussu
fegnir hinir so vildu, so
sluppu teir ikki undan før-
oyingunum.
Liðini
fylgdust
allan
vegin upp, men tá Bartal
við einari sannari kanón av
einum blokki slerdi smash-
ið frá Ounpuu niður í
gólvið, gav hetta líka sum
eitt eyka lyft. Føroyska
áskoðarafjøldin kom í kók,
tá Føroyar við trimum
bóltum á rað nú tóku settið
heim, og í fjórða helt
gongdin fram. Føroying-
arnir tóktust hava vunnið
sálarliga yvirtakið. Blokk-
urin fekk alsamt fatur á
fleiri bóltum, og Rúni
Weihe gravaði djúpt í sær
sjálvum í royndunum at
finna avgerandi bóltarnar.
Sjálvt ikki ein matchbóltur
til Saaremaa við støðuni
24-23, var nóg mikið.
Undir trýstið frá kókandi
høllini servaðu Saaremaa
búgvarnir í netið, og so
tóku okkara yvir.
Hetta noyddi Saaremaa
út í eitt fimta sett, og sum
teir komu út við hangandi
høvdið, líktust teir nú
einum liði uttan sjálvsálit.
Men hetta vóru kanska bert
lótir. Framvegis hildu teir
trýstinum á okkara monn-
um, og nú vóru eisini fleiri
nervakend mistøk at síggja
frá okkara síðu. Báðir part-
ar skiftust um at sláa servur
í netið, men størsta dramaið
var enn ikki komið. Hetta
varð goymt til tað allar
seinasta, tá Saaremaa aftur
fekk dystarbólt. Ikki færri
enn tríggjar av slagnum
megnaðu føroyingarnir at
verja fyri, men vit fingu
ongan tíð møguleikan, at
standa við avgerðini sjálvir,
og so gjørdist net-servan
frá Lember avgerandi.
Føroysku
leikararnir
toygdu seg í hvørjari lykkju
eftir bóltinum, men tað
kundi gera tað sama, og
meðan grønu herurin dans-
aði runt á gólvinum í
sigursrúsi, lógu samfullir
føroyskir leikarar á gólv-
inum. Teir høvdu givið alt
tað, sum teir høvdu í sær,
men teir doyðu kortini ein
vakran deyða. Kanska er
tíðin langt síðani farin frá
tí, sum vit rópa heiðurligt
tap, men okkara eiga kort-
ini stóran heiður av dyst-
inum. Tað skulu tveir partar
til fyri at skapa ein góðan
dyst, og hetta var helst tann
besti, sum var á leikunum.
Føroyski liðskip-
arin helt eftir
finaludystin, at
føroyska liðið
spældi upp til sítt
allarbesta, og at tað
nokk ikki var so
nógv, sum teir
kundu gjørt øðrvísi
SAMRØÐA
Álvur/Jákup
Guernsey:
Føroyski
liðskiparin, Rúni Weihe,
segði undan finaludyst-
inum, at um føroyingar
góvu alt tað, sum teir
høvdu, so kundi liðið
ikki gera meira, og so
máttu vit bara síggja,
hvussu langt hetta rakk.
At leikararnir góvu alt
tað, sum teir høvdu,
mundi lítil ivi vera um
eftir finaluna, men tað
var mest sum ov nógv, at
talan so kortini skuldi
gerast um eitt somikið
tepurt tap.
- Ja, vit góvu alt. Hatta
er ein øgiliga heppin
endi hjá teimum, men
vit kundu neyvan gjørt
meira. Eins og móti
Álandi koma vit aftur,
eftir at teir hava vunnið
tvey sett. Munurin var
alla tíðina lítil, og tað
vóru kanska eitt ella
tvey mistøk, sum vóru
avgerandi, men tað var
so tað. Vit spældu tað,
sum vit kunnu spæla,
men tað var bara akkurát
ikki nóg mikið.
Og at enda, so hevði
liðskiparin eisini nøkur
rósandi orð at bera
áskoðarunum, sum fram
til tað seinasta royndu at
hjálpa liðnum fram til
sigurs.
- Tað er so absolutt
nakað, sum vit seta prís
uppá. Tú følir alla tíðina,
at tú hevur stuðul á
vøllinum, og tað hevur
nógv at siga, segði Rúni
Weihe at enda.
Sum fyrsti føroying-
urin nakran tíð
megnaði Heini
Joensen at vinna
heiðursmerki í
spjótkasti á oyggja-
leikunum
SPJÓTKAST
Jákup
Guernsey: Hann hevur í
nógv ár verið roknaður sum
ein hin vandamesti føroyski
hondbóltsleikarin, og kom-
andi árið skal hann royna
seg í bestu donsku deildini.
Men at Heini Joensen eisini
dugir at nýta vinstru hond-
ina til annað enn hond-
bóltin sýndi hann fríggja-
dagin.
Tá var finalan í spjótkasti
á skránni á oyggjaleik-
unum, og her eydnaðist
Heina at vinna sær bronsu.
Kastið, sum tryggjaði hon-
um hesa, var heilt úti á
54,28 metrum, og hetta er
ikki minni enn fýra metrar
betri enn føroyska metið
var undan leikunum. Í
Danmark
hevur
Heini
annars verið úti á góðum 52
metrum, men tá hetta ikki
hevur verið gjørt undir
eftirliti, hevur ikki borið til
at skrásett kastið sum
føroyskt met.
Nú er so eingin ivi um
metið, og spurningurin er
so, hvussu langt Heini kann
koma í hesi ítróttargreinini.
Vinnandi kastið var einar
seks metrar longri enn tað
hjá Heina, men við støðug-
ari venjing átti at borið til
hjá kollfirðinginum at betra
seg munandi í greinini,
soleiðis at metallið kanska
kann gerast enn fínari í
Hetlandi um tvey ár.
Góvu alt
Liðformaðurin Rúni Weihe var sum vera man sera
vónbrotin eftir finaluna
Mynd: Álvur Haralsen
Bronsa til Heina
Føroyar-Saaremmaa 2-3 (23-25, 22-25, 25-21, 27-25, 16-18):
Ein vakur deyði
Rúni Weihe í atsókn í finaluni ímóti Saaremaa, sum Føroyar taptu sera tepur
Mynd: Álvur Haraldsen
23
22
Nr. 126 - 8. juli 2003
Halltóra Joensen hev-
ur hesa ferð marker-
að seg sum kanska
vandamesti álopsleik-
arin í kappingini, og
hetta máttu eisini tær
av Gotlandi ásanna
SAMRØÐA
Álvur/Jákup
Guernsey: Hóast føroyskt
gull á oyggjaleikunum fyri
tveimum árum síðani, so
gjørdist tann kappingin ikki
tann stóra upplivingin, sum
Halltóra Joensen hevði vón-
að. At hon telist millum
vandamestu føroysku álops-
leikararnar man lítil ivi vera
um, men tað ferðina fyri
tveimum árum síðani fann
hon ongan tíð veg til mesk-
arnar.
Hesa ferð var tó øðrvísi.
Saman við Malenu Joseph-
sen var hon fastur partur av
føroyska álopinum, og ferð
eftir ferð máttu málverjar-
nir hjá hinum ásanna, at har
var ov nógv krút í gaggum
hennara, til at skotini
kundu takast.
Og soleiðis var eisini í
finaludystinum fríggjadag-
in, har Halltóra stóð fyri
teimum báðum fyrstu før-
oysku málunum, og tað var
sjálvandi eisini ein fegin
Halltóra, sum vit fingu orð-
ið á eftir dystin.
- Hatta var gott. Vit koma
út til seinna hálvleik við
tveimum málum á odda,
men eftir lítlari løtu hava tær
javna. Tað gav okkum nerv-
ar, og vit høvdu sera ilt við
at fáa gongd á spælið, men
vit komu aftur. Vit hava alla
tíðina trúð uppá, at tað
skuldi bera til at endurvinna
gullið, og tíbetur fóru vit
ikki niður við høvdinum,
fyri tí at tað nú gekk nakað
ímóti. Tað var næstan tað
besta, at vit kortini megnaðu
at koma so væl afturíaftur,
segði Halltóra at enda.
Eftir at hava tveitt
tvey mál stóra leiðslu
burtur, reistust før-
oysku fótbóltskvinn-
urnar, so tær kortini
vunnu ein sannfør-
andi finalusigur
FÓTBÓLTUR
Álvur/Jákup
Guernsey: Fótbóltskvinn-
urnar endurvunnu gullið,
sum tær ognaðu sær á Man
fyri tveimum árum síðani.
Hóast stór skifti á liðnum,
so var sjáldan nakar ivi um,
at okkara áttu besta liðið á
leikunum
hesaferð,
og
heldur ikki í finaluni var
líkt til, at liðið skuldi hava
nakrar trupulleikar.
Fyrra umfarið høvdu
okkara fyri tað mesta tam-
arhald á øllum. Halltóra
Joensen kundi tíðliga í
dystinum leggja Føroyar
framum, og tá hon so við
einari sannari perlu økti
nakað undan steðginum,
tóktist einki kunna steðga
føroyska liðnum.
Men Rebecca Martis
vildi tað tó øðrvísi. Hon var
kanska leikarin, sum okk-
ara óttaðust fram um aðrar,
og efitr lítlari løtu hevði
hon eisini sýnt hví. Við
tveimum málum beint eftir
steðgin hevði hon fingið
javnvág í dystin aftur, og so
var alt opið aftur. Báðir
partar royndu nú at trýsta,
og serliga á miðvøllinum
gekk nógv fyri seg, og tað
var eisini higanni, at avger-
andi málini komu. Eyðvør
úr Dímun bæði byrjaði og
endaði álopið, sum førdi 3-
2 málið við sær, og tá hon
eftir hornaspark økti til 4-2,
var Gotland liðugt. Í eini
seinastu roynd tveittu tær
nógv fólk fram á vøllin,
men hetta gav bara rúm fyri
føroyskum kontra, og undir
einum av hesum slapp
Rannvá sær av við alla mót-
støðuverjuna, áðrenn hon
ísakal sendi bóltin í netið til
endaliga úrslitið.
Føroyar-Gotland 5-2
(2-0)
1-0: Halltóra Joensen
2-0: Halltóra Joensen
2-1: Rebecca Martis
2-2: Rebecca Martis
3-2: Eyðvør úr Dímun
4-2: Eyðvør úr Dímun
5-2: Rannvá Andreasen
Føroyar: Randi Wardum -
Sólva
Joensen,
Ragna
Andreasen, Bára Skaale
Klakstein, Anne Lisa Juste-
sen - Ása á Neystabø, Eyð-
vør úr Dímun, Rannvá
Andreasen, Vivian Bjarta-
líð - Halltóra Joensen, Mal-
ena Josephsen
Føroyar-Gotland 5-2 (2-0):
Vunnu á skelkinum
Ongin finala til Kjartan Eli
Kjartan Eli Hentze tapti fríggjadagin hálvfinaluna
ímóti Michael Svensson. Sostatt fekk Kjartan Eli eitt
triðja pláss, og slapp ikki víðari í finaluna. Mett varð
annars frammanundan, at Kjartan Eli hevði ein hampu-
ligan møguleika, tí hann hevði vunnið ímóti hesum
sama manni í liðkappingini. Men úrslitið gjørdist 2-4
til Michael Svensson.
-ib
Málslúkurin
Støðan, 1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 B36
9
6
-
1
-
2
21
7
14
19
2 NSÍ
10
5
-
4
-
1
20
9
11
19
3 HB
9
5
-
3
-
1
22
11
11
18
4 B68
9
3
-
5
-
1
8
5
3
14
5 KÍ
9
4
-
2
-
3
10
15
-5
14
6 EB/Streymur
9
3
-
4
-
2
14
14
0
13
7 GÍ
9
3
-
3
-
3
12
14
-2
12
8 FS V
9
2
-
1
-
6
10
20
-10
7
9 VB
9
1
-
3
-
5
9
18
-9
6
10 Skála
10
1
-
0
-
9
6
19
-13
3
Støðan, 2. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 ÍF
8
7
-
1
-
0
19
6
13
22
2 Sumba
8
5
-
2
-
1
21
5
16
17
3 VB
8
4
-
1
-
3
15
10
5
13
4 TB
8
4
-
1
-
3
17
13
4
13
5 AB
8
3
-
3
-
2
15
10
5
12
6 KÍ
8
4
-
0
-
4
14
24
-10
12
7 LÍF
8
3
-
1
-
4
9
17
-8
10
8 B71
8
2
-
1
-
5
12
10
2
7
9 B36
8
1
-
3
-
4
10
13
-3
6
10 B68
8
0
-
1
-
7
4
28
-24
1
Máltindurin 1. deild menn
Heðin á Lakjuni
B36
6
John Petersen
B36
6
Andrew av Fløtum
HB
6
Sonni L. Petersen
NSÍ
6
Krzystof Popczynski
GÍ
5
Hjalgrím Elttør
KÍ
5
Helgi L. Petersen
NSÍ
5
Birgir Jørgensen
VB
5
Karsten From
HB
4
Rúni Nolsøe
HB
4
Jákup á Borg
B36
3
Dánjal Hansen
B68
3
Hans Pauli Samuelsen
EB/S
3
Christian Høgni Jacobsen
NSÍ
3
Milan Kulic
VB
3
Halltóra Joensen, sum fekk tvey tey fyrstu málini, hevur víst
seg sum ein vandamikil álopsleikari á leikunum
Halltóra Joensen, sum fekk tvey tey fyrstu málini, hevur víst seg sum ein vandamikil álopsleikari á leikunum
C
M
Y
K
22