týsdagur 8. juli 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 126 - 8. juli 2003
Føroyar-Saaremaa 3-2 (25-13, 15-25, 21-25, 25-23, 15-9):
Hat-trick til kvinnurnar
Aftur hesa ferð
skuldu fimm sett til,
og aftur hesa ferð
megnaðu føroysku
flogbóltskvinnurnar
at endurvinna gull-
merkið á oyggjaleik-
unum
FLOGBÓLTUR
Álvur/Jákup
Guernsey:
Føroysku
kvinnurnar eru drotning-
arnar innan flogbóltin á
oyggjaleikunum.
Hetta
varð enn einaferð staðfest,
tá finaludysturin móti Saar-
emma var á skránni fríggja-
dagin.
Sigurin hesa ferð kom tó
ikki heilt so lætt, sum hann
kom í hinum dystunum,
sum
Føroyar
leiktu
á
Guernsey, og kanska var
stóri trupulleikin hjá okk-
ara liði, at mótstøðan hevði
verið ov veik fram til fin-
aluna.
Mest sum ov
Ikki minst tóktist hetta
koma til sjóndar eftir fyrsta
settið fríggjadagin. Í hálv-
finaluni móti Álandi høvdu
okkara verið dekan ov sein-
ar úr startblokkunum, og
tær tóktust uppsettar uppá,
at hetta so ikki skuldi henda
aftur. Frá fyrsta bóltinum
riggaði nærum alt á før-
oyska liðnum, og við nøkr-
um dundrandi bóltum frá
Helen á Lakjuni var sjógv-
ur alt fyri eitt lagdur ímill-
um liðini.
Kanska var lætti sigurin
hetta fyrsta settið viðvirk-
andi til, at okkara nú settu
ferðina niður. Við eitt sindur
minni av trýsti fekk Saar-
emaa nú eisini sínar mót-
tøkur upp á pláss, og hetta
var sum at rætta einum ávís-
um
harra
lítlafingurin.
Snøgt sagt, so vildi einki
bera til hjá okkara nú, og tað
tóktist vera fullkomuliga
líka mikið, hvørjar variantar
okkara brúktu til álopið, so
stóð mótstøðublokkurin al-
tíð har, sum hann ikki skuldi
standa.
Reistust aftur
Saaremma tók bæði næsta
og triðja settið, og so stóð
av álvara á hjá okkum. Men
tað var so eisini júst her, at
drúgvu royndirnar á liðnum
komu til sjóndar. Tær nokt-
aðu fullkomuliga at geva
seg yvir, og miðskeiðis í
settinum kom so aftur
gongd á. Saaremma hevði
tá eina 12-6 leiðslu, og
kanska vóru nervar farnir at
gera um seg, men tað var so
ikki okkara megin netið.
Tina Jacobsen servaði átta
bóltar á rað, og tó at Saar-
emaa royndi at reisast aftur,
so var greitt, at sjálvsálit
teirra hevði fingið eitt ordi-
ligt knekk. Gudrid Nolsøe
fór nú eisini at sýna, hví
hon av mongum verður
mett sum vandamesti før-
oyski álopsleikarin. Saar-
emaa royndi at koma aftur,
men hóast Gudrid kiksaði
við fyrsta settbóltinum, so
var hetta ikki nóg mikið.
Og í fimta settinum stóð
greitt, at sjálvsálitið var
fokið. Fram til hálvt settið
gekk javnt á, men tá tað fór
at standa á, var eingin ivi.
Uttan nakað hóvasták tóku
okkara nú fleiri bóltar á rað,
og við støðuna 14-8 var nú
bert at bíða, til seinasti
bólturin varð vunnin. Tað
varð hann eisini, og so
kundi gullveitslan byrja.
Reint hat-trick til føroysku
kvinnurnar, sum enn eina-
ferð sýndu, at tær eru gyltar.
Fríggjadagin vóru tær
bundnu kappingar-
nar í fimleiki í lopi
um hest og á gólvi.
Menninir megnaðu
enn einaferð at hála
nøkur heiðursmerki
við til hús, meðan
kvinnurnar heldur
ikki hesuferð fingu
nakað, ið líktist ein-
um heiðursmerki, við
í kuffertið
FIMLEIKUR
Álvur/Ingrid
Guernsey:
Fríggjadagin
vóru tær seinastu kapping-
arnar sendar av bakka-
stokki, og millum tær
ítróttargreinirnar, ið endaði
tá var fimleikurin. Tá varð
kappast í bundnum upp-
gávum á gólvi og í lopi um
hest.
Fyrrapartin var kapp-
ingin fyri kvinnurnar, og
hon gekk ikki so væl. Sjálvt
um stigini vóru rættiliga
nógv, so gav hetta ongantíð
meira enn eitt sætta pláss.
Best hjá kvinnunum klár-
aði Anita Knudsen seg.
Stigini verða samantald aft-
aná báðar kappingarnar, og
endaði Anita har á einum
níggjunda plássi, sum tann
fremsta føroyska kvinnan.
Á gólvi endaði Anita é in-
um sætta plássi við 9,1 stig-
um, og var hon har fremst av
teimum føroysku. Anna
Hansen endaði á einum 12.
plássi við 9,35 í lopi um
hest, og var Anna tá tann
fremst av føroyingunum.
Menninir
Hjá monnunum gekk held-
ur betri. Teirra kapping var
seinnapartin fríggjadagin,
og var tað eisini eitt gott
punktum fyri føroyska fim-
leikin á oyggjaleikunum.
Á gólvi fekk Høgni R.
Øster silvur. Hann hevur
annars næstan ikki verið
við í kappingunum hesar
oyggjaleikirnar. Mikudagin
kappaðist hann í rekk, har
tað ikki gekk rættiliga eftir
vild. Fríggjadagin vildi tó
betri til, og hann fekk eitt
annaðpláss við stigunum
9,1. Hinir føroysku menn-
inir gjørdust nummar 4, 5,
9 og 10 á gólvi.
Í lopi um hest fekk Helgi
Winther Olsen eitt annað
pláss við 9,8 stigum.
Fyri alt samanlagt endaði
Høgni R. Øster á einum
triðja plássi og ognaði sær
sostatt bronsuna.
Helgi Winther Olsen
hevði annars trý gull at
verja í hesum kappingun-
um, men væntaði hann
longu áðrenn tær byrjaðu,
at tað fór hann ikki at klára.
Margit Joensen ivaðist
ikki í, at tað vóru
drúgvu royndirnar á
føroyska liðnum, sum
avgjørdu dystin
SAMRØÐA
Álvur/Jákup
Guernsey:
Tað
var
sjálvandi ein fegin Margit
Joensen, sum eftir finalu-
dystin kundi staðfesta, at
Føroyar nú triðju ferð á rað
høvdu tryggjað sær gull í
kvinnuflogbólti.
- Tíbetur gekk hatta hjá
okkum, men hann har sá
nóg so svart út eina løtu.
Vit blivu nakað nervøsar,
men tá vit so komu ígongd
aftur, so gekk tað.
- Tað vóru heilt víst
royndirnar hjá okkum, sum
komu til góðar, tá vit vóru
undir trýsti. Hjá mær hevði
tað í øllum førum nógv at
siga, at Marjun og eg hava
spælt so nógv saman. Eg
veit akkurát, hvar hon vil
hava bóltarnar, og so kundu
vit fáa gongd aftur á álops-
spælið. Og so telir tað sjálv-
andi við, at Gudrid so eisini
kom ígongd. Tað tók sína
tíð, men tá ferð kom á, so
var hon avgerandi fyri, at tað
eydnaðist okkum at vinna.
Og um liðið sjálvt, so
hevði Margit bara rósur at
bera.
- Vit hava eitt gott lið.
Har eru einar tvær, sum
resta í frá seinastu leikun-
um, men eitt nú hevur Tina
veruliga spælt seg upp. Og
tær ungu, sum nú eru
komnar, hava gjørt tað
fantastiska flott. Hetta er
bara deiligt, segði Margit
Joensen at enda.
Seinastu heiðursmerkini í hús
Høgni R. Øster fekk
fríggjadagin eina silvur og
eina bronsu í fimleiki. Helgi
Winther Olsen fekk eina
silvur
Royndirnar
avgerandi
Margit Joen-
sen úr
Mjølni met-
ir, at
royndirnar
komu før-
oyska liðn-
um til góðar
Mynd: Álvur
Haraldsen
Føroysku kvinnurnar vóru
ovurfegnar eftir sigurin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24
Nr. 126 - 8. juli 2003
25
UTTAN ÚR HEIMI
Fyri einum ári síðani
sendi amerikanska
stjórnin ein fyrrver-
andi sendiharra til
afrikanska landið
Niger at kanna, um
Irak hevði fingið uran
haðani. Men tá upp-
lýsingarnar vórðu
nýttar, samsvaraðu
tær ikki við frágreið-
ingina hjá sendiharr-
anum
HÓPOYÐINGARVÁPN
Árni Joensen
Joseph C. Wilson var
amerikanskur sendiharri í
afrikanska landinum Ga-
bon frá 1992 til 1995, og
harafturat hevði hann ofta
verið í Afrika í sjeytiárun-
um
sum
amerikanskur
diplomatur. Hann var tí
tann rætti maðurin til upp-
gávuna, tá amerikanska
stjórnin fyri einum ári
síðani vildi hava at vita, um
hald var í tíðindunum um,
at stýrið hjá Saddam Hus-
sein hevði keypt uran úr
Niger, so irakski eina-
ræðisharrin kundi gera
kjarnorkuvápn.
Joseph C. Wilson fór til
Niger eftir boðum frá CIA,
men fann einki prógv fyri,
at Irak hevði fingið uran
haðani. Tvørturímóti vísti
hann í sínari frágreiðing á,
at eftirlitið við nigersku
námsvinnuni er sera gott. Í
fyrra lagi eru tað evropeisk
feløg, sum standa fyri
vinnuni, og í øðrum lagi
hevur altjóða kjarnorku-
stovnurin eftirlit við øllum
virkseminum.
Í einari grein í The New
York Times um vikuskiftið
skrivar fyrrverandi sendi-
harrin, at hann fekk ein
hvøkk, tá hann í september
í fjør hoyrdi bæði ameri-
kansku og bretsku stjórnina
siga, at Irak hevði fingið
uran úr Niger, og at Irak tí
var ein hóttan ímóti heims-
friðinum.
Í januar í ár endurtók
George W. Bush, forseti
skuldsetingina ímóti Irak
og Niger, og so seint sum í
mars segði Dick Cheney,
varaforseti, tað sama.
- Er tað so, at upplýsingar
mínar vórðu lagdar til viks,
tí tær samsvaraðu ikki við
mynd, sum summi framm-
anundan høvdu gjørt sær av
Irak, so er rímiligt at siga,
at vit byrjaðu hetta kríggj
undir følskum fyritreytum,
skrivar Joseph C. Wilson í
The New York Times.
Meksikanski forsetin, Vin-
cente Fox, brosaði, tá hann
sunnudagin
greiddi
at-
kvøðu á tjóðartingsvali-
num, men aftan á valið var
einki bros at síggja, tí
veljararnir góvu forsetan-
um ein frammaná.
Fox hevði vónað, at
flokkur hansara, PAN, fór
at fáa meiriluta til at reka
tann ætlaða politkkkin,
men flokkurin misti tvørt-
urímóti 44 tinglimir. Sam-
stundis fekk andstøðu-
flokkurin, PRI, størri undir-
tøku enn stjórnarflokkurin.
Sunnukvøldið tók
løgreglan í New Jersey
í USA tríggjar vápn-
aðar unglingar, sum
eftir øllum at døma
ætlaðu at leypa á ein
skúla
USA
Árni Joensen
Teir tríggir unglingarnir,
sum eru 14, 15 og 18 ára
gamlir, vórðu tiknir, tá teir
royndu at stjala ein bil.
Løgreglan sigur, at teir
tríggir høvdu latið seg í
síðan frakka, og at teir
hóttu ein bilførara við
vápnum, men at tað eydn-
aðist
bilføraranum
at
sleppa til rýmingar. Løtu
seinni kom løgreglan á
staðið og tók teir tríggjar.
Tilburðurin var beint
uttan fyri ein ungdóms-
skúla, og sambært tíðinda-
stovuni AP hava teir tríggir
greitt løgregluni frá, at teir
ætlaðu sær at drepa tríggjar
næmingar á skúlanum.
Síðani ætlaðu teir at skjóta
eftir fólki, sum av tilvild
komu fram við skúlanum.
Løgreglan sigur, at teir
tríggir unglingarnir høvdu
tvær riflur, eina høglbyrsu,
tvær skammbyrsur, knívar
og 2.000 patrónir.
Ætlaðu at skjóta næmingar
og tilvildarlig fólk
USA og Bretland snaraðu
kjarnorkufrágreiðing
Fox fekk
frammaná
Ferðafólk stjala alifisk
Nógvir norskir alarar hava trupulleikar av fremm-
andum ferðafólkum, sum fiska við tráðu í aliring-
unum. Í fjør vórðu tveir fremmandir ferðamenn tiknir
á bóli, meðan teir fiskaðu í einum aliringi í Halsa, og
trupulleikin er tann sami í ár.
Arve Slettvåg í fiskimálastýrinum sigur við NRK,
at feløg, sum leiga fremmandafólki bátar, eiga at
kunna gestirnar um, at tað er ólógligt at fiska í
aliringum. Í Magellan Camping, sum er eitt tað best
umtókta tjaldingarstaðið í Noregi, siga tey, at har
kunna tey øll ferðafólkini um, at tað er ólógligt at
fiska í og tætt við aliringarnar.
Leiðslan á Magellan Camping hevur fingið gott
samstarv við alifeløgini har á leiðini, og hetta hevur
víst seg at rigga væl, siga tey. Men tílíkt samstarv er
ikki allastaðni, og nógvir fremmandir ferðamenn hava
tí javnan alifisk á tjaldborðinum. Onnur ár hevur tað
eisini víst seg, at nógvir ferðamenn hava fitt av
alifiski við sær, tá teir fara heimaftur aftan á at hava
hildið summarfrí í Noregi.
Keða seg í sjóverjuni
Nógvir av teimum ungu monnunum, sum arbeiða í
donsku sjóverjuni, hava so lítið at gera, at teir keða
seg.
Á flotastøðini í Korsør er trupulleikin so stórur, at
leiðslan kennir seg noydda at lata menninar fara til
hús í upp til tríggjar mánaðir við fullari løn, tí har er
einki at gera. Á støðini í Frederikshavn er sama skilið.
Leiðslan har nevnir sum dømi, at teir, sum komu
umborð á minusveiparan "Møn" í januar, hava bara
verið tveir dagar í sjónum síðani. Hinar dagarnar hava
teir annaðhvørt hildið heima frí ella gingið og malið
á flotastøðini.
Men tað er ikki bara sjóverjan, sum hevur hendan
trupulleikan. Í herinum hava menn heldur ikki nóg
mikið at gera, og ein frágreiðing er sambært Jyllands-
postinum umfatandi sparingar, sum hava havt við sær,
at hermenninir venja munandi minni nú enn fyrr.
Svend Aage Jensby, verjumálaráðharri, hevur nú
biðið herleiðsluna um eina frágreiðing um viður-
skiftini.
Eiga at gevast við stuðlinum
Fíggjarnevndin hjá grønlendska Landstinginum
mælir nú til at steðga stuðlinum til fiskivinnumál,
sum ikki bera seg.
Nevndin hevur júst góðkent eitt uppskot frá lands-
stýrinum um at veita rækjumonnum avreiðingar-
stuðul, og at oljustuðul eisini skal gjaldast hetta til 30.
september. Men nevndin heldur seg ikki hava fingið
nóg góða grundgeving fyri, at stuðulin yvirhøvur
eigur at verða latin. Niðurstøðan hjá fíggjarnevndini
er, at stuðulin eigur at steðga nú, tí tað er ikki
samfelagsbúskaparliga ráðiligt at lata landskassan
stuðla fiskiskapi, sum ikki ber seg.
Tí hevur nevndin nú mælt landsstýrinum til at
leggja fram eitt uppskot um eina rationella fiskivinnu,
sum ikki skal hava tørv á almennum stuðuli.
NASA vil hava Svalbard
Amerikanska rúmdarumsitingin heldur ymisk viður-
skifti á Svalbard vera so lík viðurskiftunum á gongu-
stjørnuni Mars, at hon umhugsar nú at royna sína út
gerð har og at nýta Svalbard sum venjingarstøð hjá
komandi rúmdarmonnum.
Herfyri var ovastin í NASA, Sean OKeefe, á Sval-
bard og hugdi at umstøðunum, og í summar skulu
fjúrtan amerikanskir og norskir granskarar kanna
yvisk viðurskifti og royna ymsa útgerð á Svalbard.
Ein av teimum norsku granskarunum, Hans Amund-
sen, sigur við Aftenposten, at á Svalbard eru gosfjøll,
heitar keldur og ísur, og hetta minnir nógv um
viðurskiftini á Mars, sigur hann.
Amerikanarar hava gjørt av ar senda eitt rúmdarfar
til Mars við nøkrum sera framkomnum tólum, sum
skulu kanna gongustjørnuna, men ætlandi verður
farið ikki sent avstað fyrr enn í 2009
25