týsdagur 16. august 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EET
su
TEE
Nr. 153 — 16. AUGUST 1994
Sida 9
Tidindabladid (571);
B71 greitt yvirtak
og greiddi setningin
Toftamenn vóru ikki sinnadir fyri
endurtøku av stórtapinum á heima-
vølli næstseinasta leygardag
1. deild, menn:
B71-B68 2-0 (0-0)
Tad gekk soleidis, sum tad
var væntad: sandoyingar
vunnu tryggan sigur móti
toftamonnum, sum vóru so
verjukendir, sum roknast
kundi við. Í bakhøvdinum
høvdu teir 7-0 tapið móti
GI, og tað var týðuligt, at
teir fyri ein hvønn pris
ynsktu at sleppa undan ein-
ari endurtøku.
Tað sást m.a. í, at B68 var
ikki serliga sinnað at fara
nógv longur fram á vøllin,
hóast B71 kom fram um, og
tað tískil var neyðugt at
leggja meiri í fram eftir, um
nakað skuldi fáast við til
hús aftur. Í staðin fyri at
flyta fólkið fram, soleiðis
sum tað hevði verið nátúr-
ligt, um tað av álvara varð
dyrgt eftir javnleiki, so
hildu teir á at binda um í
verjuni, fyri at tað ikki
skuldi skrædna.
Nógvar broytingar
Sandoyingar høvdu ikki
vunnið síðani summar-
steðgin. Teir hava ikki ser-
liga breiðan hóp at skifta út
við, og tí var tað einki at siga
til, at teir hesa ferð høvdu
blandað kortini væl ødrvisi,
enn teir hava gjørt fyrr i år
og eisini árini framman
undan: Niclas Joensen og Ib
Mohr Olsen vóru fluttir úr
miðverjuni og á midvøllin,
har teir leiktu hver síni
megin Piotr Krakowski,
John Sørensen var forstopp-
ari saman við Bjarka Mohr,
og Sofus Clementsen var
nýggjur á aftasta manni.
Enn eina ferð byrjaðu teir
við Eli Hentze sum vong-
verja í vinstru, og enn eina
ferð broyttu teir, soleiðis at
hann nakað inn í 2. hálvleik
fór í álopið fyri Jóan Petur
Clementsen, meðan Jógvan
Jón varð skiftur inn og fór á
vongverjan.
Ogvuliga
verjukendir
B68 var ikki komid i
Sandoynna at kenna åbyrgd
fyri undirhaldinum. Teir
høvdu mesta fólkið í og
kring brotsteigin. Í útgangs-
støduni var Súni Fríði Jo-
hannesen í álopinum saman
við Akseli Højgaard, men
hann fór aftur á midvøllin,
og so fór Bjarki Mohr, sum
ansaði honum, eisini á mið-
vøllin.
Toftamenn diivadu upp å
onkran snarålopsmøguleik-
an, og eina ferðina i hvøri-
um hålvleikinum var um at
eydnast. Fyrru ferdina var
tå Aksel royndi við góðum
skoti úr 15 metra fjarstødu,
og seinna ferðin var, tá
vongverjin Páll Didriksen
breyt igjøgnum og kom ein-
samallur við Waldemari
Nowisci, men royndin fór
við síðuna av málinum.
Nógvir møguleikar
Sandoyingar høvdu eina
rúgvu av møguleikum. At
teir ikki fingu hol á undan
steðginum, kunnu teir part-
vís takka sær sjálvum fyri.
Tí ofta vóru royndirnar ikki
nóg neyvar.
Men tað taldi eisini við, at
veteranurin Kjartan Høj-
gaard stóð seg væl í B68
målinum, og at verjuleik-
ararnir ikki vóru bangnir at
ofra seg og tveita seg í skot-
royndimar.
Tvær ferðirnar raktu
sandoyingar stólparnar,
B68 bjargaði fleiri ferðir á
strikuni (tvær ferðir við
arminum, søgdu sandoy-
ingar, men tað helt dómarin
ikki), men eftir steðgin bar
til tvær ferðir.
Stívliga korter var leikt, tå
Piotr Krakowski eftir inn-
kast í høgru dróg til baklinj-
una, sendi høgt inn fyri til Ib
Mohr Olsen, sum við hand-
ara stólpan stútaði í málið.
10 minuttir seinni økti Eli
Hentze við kanónskoti í
brotsteiginum eftir gott
uppspæl í vinstru, har Tor-
bjørn Jensen og Ib Mohr Ol-
sen vóru fadrar.
Leikferðin hjá sandoy-
ingum var høg til málini
komu, so dovnaði hon. Tað
tóktist sum teir longu høvdu
hugsanirnar hjá teimum
. Stóru uppgávunum, sum eru
fyri framman. Hin fyrsta er
longu leygardagin, tá teir
skulu í toppdyst í Gundadali
móti HB!
(-nn-)
2. deild, menn:
VB-NSI 10-0 (6-0)
Tað var ikki eiti á byrjan
hjá vágbingum, tá teir
leygardagin tóku móti
NSI. Ein rimmar mål-
veitsla, har teir ikki bjóð-
aðu NSÍ við, hóast teir
vóru staddir í Vági leygar-
dagin. Vágbingar borð-
reiddu við einum málrík-
um dýsti, har teir fingu
sær øll málini í sin part.
Tiggju mål — og harav
tey seks f fyrsta korter-
Málveitsla
upp á mettid
Livligur
dystur
í Klaksvík
2. deild, menn:
KI-LIF 2-3 (0-3)
Teir klaksvikingamir,
sum fóru til hús leyg-
ardagin, tá John Olsen
økti um LÍF leiðsluna til
3-0, mistu ein livligan 2.
hålvleik, har Kf av ålvara
royndi at vinna tað mista
innaftur. Tað eydnaðist
ikki, men tað restaði
ógvuliga lítið í.
LÍF eigur at veita ein-
um leikara mesta partin
av tøkkini fyri, at teir
fóru um fjørdin við báð-
um stigunum. Tað er
Gert Langgaard. Hann
hevur góð fótbóltseynir
ogerkvikur, og nú tykist
hann fullkomuliga at
vera komin fyri seg aftur
eftir snuddin í økslini,
sum hann fekk í fjør, og
sum hevur plágað hann
langt út á vári í ár.
Tátíggju minuttir vóru
leiktir hevði Gert mest
sum einsamallur syrgt
fyri 2-0 leiðslu til gest-
imar. Fyrst fór hann av
egnari hålvu, sneiddi
fleiri av og lyfti upp i
hornid år 15 metrum, og
so endurtók hann »show-
ið<, hevði tveir vidleik-
arar saman við sær, men
hevði nóg stórt sjálvsálit
ul at fara sjálvur og
skora.
inum av dystinum — tað
var ein rimmar dystur.
Tað er ikki langt av leið,
at tað er met í føroyskum
fótbólti í fremstu deildun-
um, at eitt lið fær seks mål
Í átta minuttir.
Magni Magnussen fekk
tey bæði fyrstu í 6. og 7.
minutti, síðani gjørdi John
Eystberg tað til 3-0 og 4-0
í 10. og 12. minutti. Per
Joensen og Magni Jacob-
sen gjørdu tað til 5-0 og 6-
O í åvikavist 14. og 15.
minutti.
At LÍF so tíðliga kom
avgerandi fram um,
merkti lítið dystin. Liðini
vóru bæði álopshugað,
miðvallararnir = høvdu
meiri hug at flyta seg
frameftir enn hin vegin,
og tí vóru målmøguleik-
arnir nógvir, serliga eftir
snarálop.
3-0 málið hjá John Ol-
sen eftir 26 minuttir var
vælspælt, men skotið var
so lurvut, at tað skuldi
góður vilji til hjá mål-
verjanum at lata bóltin
fara um strikuna.
KÍ trýsti LÍF í botn eft-
ir steðgin. Teir minkaðu
beinanvegin um munin,
og tákorter var farið stóð
3-2. Sami leikari skoraði
báðu ferðirnar. Tað var
framrættaði miðvallarin
Høgni Kastalag, sum
tvær ferðir gjørdi sær
dæltav møguleikum eftir
snarålop.
Tríggir ferðir vóru
klaksvíkingar leysir við
Torfinni Hansen, men
veteranurin í LÍF mál-
inum vardi væl. LÍF
hevði onkran snarálops-
møguleika, sum teir mis-
nýttu, men tað mundu
teir halda var at liva við,
tí teir fóru lættir og glaðir
til hús við báðum stigun-
um.
(-nn-)
Síðani hildu vágbingar
hvíld til seinna hålvleik, tá
Per Joensen í 54. minutti
skoraði ti! 7-0, og Pó! Thor-
steinsson minuttin eftir
skoraði til 8-0 og fimm
minuttir seinni til 9-0. At
enda slóg innkomni
Alfred Wøldike sigurin
fastan við tíggjunda
málinum í 70. minutti.
VB legði hart út í byrj-
anini, sum úrslitið eisini
ber boð um, men teir vóru
eisini hepnir við skotum
sínum. Stutt sagt: Alt rigg-
aði í byrjanini,
VB hevði allan dystin
stýr á spælinum, men NSÍ
royndi seg kortini, uttan tó
at blíva vandamiklir. Var
onkur næsk roynd, var
Bjarni Johansen í málin-
um á rætta stað. áh