Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. august 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10. Nr. 153 — 16. AUGUST 1994 Tíðindablaðið CD 2. deild, menn: Royn-FS Vågar 0-0 Vågamenn eru ovast og å veg í 1. deild, meðan hvalbingar royna at halda seg í miðjuni. Fyri nøkrum árum síðani vóru teir onkuntíð tætt fram undir at flyta í bestu missurin hevur havt við sær, at teir nú heldur syrgja fyri at halda eyg- uni við niðurflytingar- meiri eftir, enn teir hugsa um at koma upp um hina strikuna. Undan hesum umfar- inum hevði FS Vágar vunnið hverja ferð á úti- velli, og teir høvdu vunn- ið hverja ferð á heima- velli, burtursæð frá í triðja leikumfarinum, tá teir taptu 3-2 — júst móti Royn. Tá høvdu vågamenn bóltin mest, meðan Royn skoraði upp á teir tríggjar møguleikarnar, teir fingu. Hesa ferð var tað á sama hátt, soleiðis at skilja, at vágamenn høvdu bóltin nógv mest. Teir fluttu hann millum sín og royndu at finna hol í heimaverjuni. Tað Royn oma á FS Vágum ferðir, men vágbingurin í Royn málinum, Lars Miiller, stóð sum ein brandur. Royn royndi við onkr- um skjótum álopum, men hesa ferð eydnaðist tað ikki. Partvís tí vága- verjan hesa ferð var nógv meiri åbyrgdarfull, enn hon var í dystinum í Vá- gum, og partvís tí styrkin hjá Royn nú neyvan er til at mynda álop, har nakað serligt sannlíki er fyri, at nakað kann spyrjast burt- urúr móti so góðum liði, sum FS Vágar er. Ein javnleikur á úti- vølli er at liva við hjá vágamonnum. Tað verð- ur í hvussu so er ikki has- in dysturin, sum tekur meguleikan frá teimum at flyta upp. At hvalbingar vóru nøgdir við eitt stig, sást á øllum brøgdum, tá dóm- arin bríkslaði fyri síðstu ferð! Og tað kunnu teir vera. Teir eru einasta lið, sum hevur tikið stig frå FS Vágar og ikki bara tað, men teir eru oman á, tá innanhýsis roknskap- urin verður gjørdur upp! (-nn-) - TB oyðilegði foð- ingardagin á Eiði Tvøroyrarmenn vístu onga náði, tá teir spældu móti EB / Streymi á skeru- vøllinum á Eiði sunnudagin. Teir løgdu líka lag í, um Eidis kommuna fylti 100 ár, tí teir vóru bara komnir eftir tveimum stigum — og tey fingu teir 1. deild, menn: EB/Streymur-TB0-5(0-2) Tad tykist nå endaliga ikki vera nøkur vón fyri saman- lagda liðið í Sundalagnum, ið hevur mist so nógv fólk, at illa gongur at fáa mannað bæði 1. og 3. deildarlið. Sunnudagin, tá TB kom á vitjan, var heldur einki, ið bendi á, at EB/Streymur fer at venda gongdini, ið peikar alt meira og meira móti vissari niðurflyting, longu áðrenn kappingarárið er far- ið at nærkast endanum. Gongur framá hjá TB Hinvegin gongur framá hjá TB, ið hevur hingið í vatnskorpuni frammanund- an. Liðið hevur styrkt um álopið við Birgiri Jørgen- sen, og Bogi Johannesen er við aftur, eftir skaðan, ið helt honum burturi móti endanum á fyrru kappingar- helvt. Samstundis eru eisini útisetar við á liðnum, sum í hvussu er styrkja um tað einar tveir dystir aftrat. Dysturin | sunnudagin varð spælur á Mølini, av tí at Eiðis kommuna fyllir 100 år, men lítil fødingardags- hýrur var yvir dystinum, ið annars sambært kappingar- skipanini skuldi verið spældur í Streymnesi. Longu frá byrjan kom til sjóndar, at tvøroyrarmenn vóru sundalagsmonnum ov sterkir, og burtur sæð frá einari løtu eftir fyrsta TB- málið, gjørdi EB/Streymur sera lii um seg. Birgir Jørgensen legði gestirnar á odda, eftir at hann hevði fingið eitt gott innlegg frá Peturi Olufi Jo- ensen úr vinstru síðu, og eftir hetta málið royndu sundalagsmenninir at gera eitt sindur um seg, og teim- um eydnaðist eisini at fáa einar tveir leysar kjansir ta løtuna, til TB fekk næsta målid. Bergur Magnussen var nær við tvær reisur, men inn fór bólturin ikki. Aftan á, at Bogi Johanne- sen sjálvur var farin igjøgn- um og hevði økt til 2-0, var ikki tað stóra at síggja í fyrra hálvleiki, og heldur ikkitvøroyrarmenninir vóru førir fyri at vísa tað stóra restina av hálvleikinum. Trý mál aftrat r stegðin Tá gekk betur í seinna hálvleiki, og TB fekk trý mál aftrat. Fyrst smekkaði Tórður Holm eitt fríspark beinleið- is í kassan úr 25 metrum til 3-0, og síðani fór Birgir Jørgensen allan vegin av midjuni og igjøgnum verj- una hjá vertunum og skor- aði til 4-0. Síðsta málið skjeyt Tórður Holm, tá hann royndi seg við einum skoti inni í brotsteiginum hjá EB/Streymi eftir trunka- spæl. Millum fjórða og fimta málið hjá TB hevði Trúgvi Joensen hjá EB/Streymi ein kjans at minka um munin, men hóast staddur nærmast inni á målstrikuni, megnaði hann ikki at geva sær og sín- um lidfeløgum nakra troyst við einum máli. Samanumtikið var talan ikki um ein serliga væl spældan dyst, men kortini var ongantíð nakar sum helst ivi um, hvat var tað betra liðið. Við eitt sindur stórri hepni kundi TB fingið fleiri mál, men tað bleiv við tey fimm, og tað bøtti eisini væl um målinøkuna, ið ikki sá so vekur út eftir eina heldur vånaliga fyrru hålvu í kappingini. Plástur á sárið varð tað kortini hjá EB/Streymi, at 3. deildarliðið megnadi at vinna á TB ið sifrunum 4-2. Har eru eisini trupulleikar við fólki, men tann sigurin kom eisini væl við, og næst- besta manningin í Sunda- lagnum er so ikki í sama vanda sum tann besta. (hj.) KÍ var i uppvísningshýri Kl heldur fram vid uppvisningsspælid i Gundadali — hesaferð móti tí unga og moyra B36-liðnum. Fyrsti partur var at hava Kurt Mørkøre á bonkinum 1. deild, menn: B36-KI 0-4 (0-2) KÍ er væl fyri í løtuni. Spælið gongur upp á tað besta, og Sverri Jacobsen hevur nógvar møguleikar at blanda kortini. Tá Kurt Mørkøre situr á bonkinum, má liðið vera sterkt. KÍ helt fram við uppvísn- ingsfótbóltinum, teir hava funnið eftir steypafinaluna. Teir settu seg á dystin frá fyrsta bríksli, og serliga í byrjanini var KÍ fleiri ferðir tætt við at fáa mál. Tað eydnaðist so eftir einum korteri. Eftir fyrsta málið kom B36 betur við, og fekk onkran målmøguleika, tó uttan at fáa yvirvág í spæli. KÍ økti stutt fyri hålvleik til 2-0. Klaksvíkingar vóru hepnir, at John William Jo- ensen slapp undn at verða rikin av velli, tá hálvur tími var leiktur. Hann feldi B36- áleypara, sum var sloppin leysur úti í vinstra borði langt uttan fyri brotsteigin. Møguliga at dómarin helt støðuna ikki vera til stolnan målmøguleika, men so átti gula kortið at verið frammi. Tað løgnasta var, at einki Í seinna hálvleiki var heldur javnari. Men B36- aramir vóru ov lættir hjá KÍ-verjuni at sópa burtur. Tó var onkur roynd frá Edvard Apalkov tætt við. Hjá KÍ vóru tað áleypar- arnir, Eyðun Klakkstein og Amhold Joensen, sum vístu gott samanspæl og so vóru John Hansen og Allan Mørkøre góðir stuðlar hjá álopinum. Verjan var somuleiðis trygg. Tað var Allan Mørkøre, sum spældi sum hálvur áleypari í seinna hálvleiki, ið gjørdi tey seinnu málini. Tað gjørdi ónáðir hjá B36, at Rógvi Thorsteins- son mátti út skaddur í hond- ini. Dánjal Petur Johansen varð fluttur í verjuna, og Zacharias Bech úr álop- inum aftur á miðvgllin. Tað vóru annars Zacharias og Edvard Apalkov, ið stóðu fyri besta samanspælinum, tá B36 var í álopi. Málini 0-1 (16. min): Allan Jo- ensen rekur við bóltinum av egnari hálvu og spælir síð- ani Amhold Joensen á høgra vongi, ið skjytur úr spískum vinkli. Eyðun Klakkstein fær við fótinum á mállinjuni, í hørðum dysti við B36-verjuleikara, givið bóltinum eitt skump í mál- ið. 0-2 (40. min.): Jan Joen- sen spælir úti í høgra horni útfrá til John Hansen, sum spælir vidari til ein frian Amhold Joensen mitt uttan fyri brotsteigin. Hann royn- ir seg við einum skoti, ið rakar stongina. Tá er Eyðun Klakkstein kvikur og prikar returbóltin í netið. Eyðun så út til at vera staddur rættiliga innarlaga, tá hann fekk bóltin, men tað er løt- an, tá Arnhold skjýtur, ið er avgerandi fyri, um hann er rangstaddur ella ikki. 0-3 (56. min.): Staddur beint uttan fyri brotsteigin úti í høgru síðu spælir John Hansen til Amhold Jæn- sen, sum stingur inn í brots- eigin til Allan Mørkøre, ið vendir sær vid og sendir båltin fram vid Sigmundi av Teigum i B36-målinum. 0-4 (74. min.): Kurt Mør- køre, sum just hevur avloyst Eydun Klakkstein i ålop- inum, verður sendur avstað Allan Mørkøre skjeyt tvey av málunum hjá KÍ móti B36 í vinstru síðu. B36-verju- leikarin, sum hevur dekkað Allan, fer eftir Kurt og tá spælir hegnisliga tvørtur um vøllin til bróðurin All- an, sumnú er púra leysur og við einum hørðum skoti slær sigurin fastan. áh