týsdagur 16. august 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið KSF)
Nr. 153— 16. AUGUST 1994 Síða 11
I
Símun Danielsen — her í dysti við ÍF-málskjúttan Jón Magnussen og Torkil Hansen — skjeyt tvey av málunum hjá NSÍ móti
ÍF sunnudagin, og Djóni N.
Joensen skjeyt eitt
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Tridju ferð fekst brotsspark
NSÍ hevði ikki stórvegis trupulleikar av at vinna dystin móti ÍF í Runavík
1. deild, menn:
NSI-IF 3-1 (1-1)
Fuglfirðingar fingu ikki rist
niðurflytingarmarruna av
sær í dystinum í Runavík
sunnudagin móti einum væl
uppløgdum NSI-lidi, ið at
kalla allan dystin hevði fult
tamarhald á tí, ið fór fram.
Tad sá út til at gerast ein
endurtøka av fyrra hálvleiki
móti EB/Streymi, ið endaði
4-0, tá NSÍ longu í fimta
minutti kom á odda: Fyrst
royndi Amfinn Langgaard
seg við skoti, ið Andre
Magnussen bjargaði á strik-
uni. Bólturin stakk út til Jón-
stein Petersen, ið smekkaði
til, men rakti yvirliggjaran.
Tá kom bólturin út til Sím-
un Danielsen, ið púra fríur
bert skuldi seta høvdid á, og
so var 1-0 til heimaliðið.
Tey allarflestu álopini í
fyrra hálvleiki vóru á ÍF-
málið, men NSÍ-ararnir
gjørdu sær ikki ómak. Tí var
tað kanska ikki so heilt løg-
ið, at ÍF fekk mál, té bólt-
urin móti endanum á fyrra
hálvleiki varð sendur inn
fyri NSI-málið, har Jón
Magnussen setti fótin á til
hålvleiksstøduna 1-1.
Eisini í seinna hálvleiki
hevði NSÍ yvirvág, og fekk
tá tvey mál aftrat. ;
Sterkasta vápnið hjá NSÍ
var at seta Abraham Hansen
út av spælinum við sterkari
mansuppdekking av skifti-
vis Elian Hansen og Am-
finni Langgaard. Kortini
royndu fuglfirdingar at lata
spælid fara igjøgnum hann,
við tí úrslitið, at teir mistu
nógv uppspæl, tí hann varð
so tætt dekkaður.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki legði Djóni N. Joensen
NSÍ á odda 2-1, tá hann við
einum skjótum rykki risti
tveir ÍF-arar av sær og skjeyt
úr 20 metra fråstødu. Løtu
seinni noyddist hann skadd-
ur av vøllinum.
Tá fimm minuttir vóru
eftir, fekk NSÍ brotsspark,
ið dómarin helt verða gjørt
móti Símuni Danielsen. Tað
líktist tó mest sjónleiki, men
frammanundan hildu NSÍ-
aramir seg eiga minst tvey
onnur brotsspørk, ið teir
ikki fingu. Símun tók sjålv-
ur og setti brotssparkið í net-
ið til endaliga úrslitið 3-1.
Ein fult uppiborin sigur
var harvið staðfestur.
hj.
FSF á fundi i Finlandi
Friggjadagin véru Torleif
Sigurðsson og Ísak Mikla-
dal á norðurlendskum fót-
bóltsfundi í Helsingfors.
Fundurin, sum verður hild-
in á hverjum ári, skiftir
millum høvudsstadirnar.
Vit frætta, at hesa ferð var
skráin serliga merkt av eft-
irmeting av aðalfundunum í
UEFA og FIFA, sum vóru
ávikavíst í Wien 28. apríl og
í Chicago 16. juni.
Stutt undan norður-
lendska fundinum hevði
høvudsnevndin í UEFA
býtt neyndarsessirnar, og
tað var eitt av málunum,
sum var vidgjørt. Røddir
vóru frammi um, at tað
hevði verið upp á sítt pláss,
at fótbóltssambondini und-
an nevndarvalunum høvdu
møguleika at geva til kenn-
ar, hvørjar sessir, tey vóru
áhugað í, og hvgrjar persón-
ar, tey ynsktu at umboða
seg.
Htrótturin
longri upp
Eitt annað evni, sum var
havt á lofti, var HM kapp-
ingin í USA. Noreg og Svg-
ríki vóru umboðað á vøllun-
um, og umboð fyri fótbólts-
sambondini í onkrum av
hinum løndunum høvdu
fyrisitingarligar leiklutir.
Amerikumenninir vóru
róstir fyri teirra máta at
leggja til rættis uppá og at
fáa pengar burturúr, men
tað var samstundis ásannað,
at umstødurnar á stadion
kring amerikanska sam-
veldið eru ikki á hædd við
tað, europearar eru vanir
Í sambandi við HM kapp-
ingini var fundurin samdur
í, at tað er av alstórum týdn-
ingi at arbeiða fyri at menna
ítróttarliga partin. Í hesum
sambandi varð hugsað um
tað óhepna í, at dystirnir
vórðu leiktir mitt á degi í so
nógvum hita, at tað týðuliga
plágaði leikararnar.
Ásannað varð, at tað held-
ur enn umstødurnar hjá
leikarunum var peningaliga
síðan, m.a. krøv frá europe-
sku sjónvarpsrásunum,
sum gjalda nógv fyri at
varpa út, ið avgjørdu spæli-
tíðirnar. Teirra ynski skulu
nøktast, men hin parturin
må ikki gloymast. Kanska
verður hetta ikki so stórur
trupulleiki um fýra ár, tí tá
verður kappingin í Frak-
landi. Spurningurin verður
tá, um amerikonsku sjón-
varpsrásirnar vilja varpa út,
og hvørji krøv tær fara at
seta til tíðirnar.
Dómarar
og prísir
Í altjóða fótbóltshopi hev-
ur seinastu tíðina verið
nógv prátað um løntar dóm-
HB burtur
frá strikuni
2. deild, menn:
B68-HB 0-4 (0-0)
Tey feløgini, sum bædi
havalid í ovastu og næst-
ovastu deildini, hava
sum fyrsta mál við næst-
besta liðnum, at tað skal
halda sær oman fyri nið-
urflytingarstrikuna, so
eykamenninir hjå besta
liðnum eisini komandi ár
fáa frægastu dystarvenj-
ingina, sum er møgulig.
Tá HB vitjaði á
Svangaskarði var úrslít-
ið soleiðis, at tað er rætti-
liga sannlíkt, at næst-
bestu havnamenninir
eisini komandi ár verða í
2. deild. B68 er framveg-
is oman fyri strikuna,
men teir eru langt frá vís-
ir í at vera har, tá tað
verður endaliga gjørt
upp.
Munurin áliðunum var
eingin fyrsta tíman.
Ferðin var rímuliga høg
mesta av fyrra umfar-
inum, og dygst undan og
fyrstu minuttirnar eftir
steðgin heyði heimaliðið
tveir stórar møguleikar at
koma á odda, men Petur
Gaardlykke sendi við
síðuna av málinum, og
Martin Petersen í HB
málinum fór út og gjørdi
arar. Norðurlendsku fót-
bóltsleiðararnir høvdu
hetta á lofti, men fundurin
helt, at tað eru nógvir spurn-
ingar, sum skulu svarast,
áðrenn talan verður um pro-
fessionellar dómarar, eitt nú
hvørjum teir skulu arbeiða
hjá, hvør skal lóna teimum,
og hvussu fíggingin skal fá-
ast til tað.
Við jøvnum millumbili
verður tosað um prísin fyri
at síggja fótbólt. Tað hevur
verið eitt ynski frá fleiri, at
sama atgongugjald verður
kravt til altjóða dystir í
grannalondunum. Her varð
staðfest, at munurin er stór-
ur. Føroyar liggja í lægra
endanum saman við Fin-
landi, meðan tað er væl dýr-
ari at fara til dystir í Ld. Dan-
mark.
Í Føroyum hevur tað kost-
að 80 krónur at síggja Euro-
pa Cup fótbólt og 100 krón-
ur at síggja landsdystir. Í
Danmark kostar Europa
Cup dystur 130 krónur,
meðan prísirnir á atgongu-
merkjum til landsdystir t.d.
eru tengdir at, hvar tú situr.
Tað er ikki óvanligt við
prísum frá 150 til 250 krón-
málið lítið, so Ossur Jac-
obsen sendi við síðuna
av, tá hann hevði sneitt
seg inn um allar verju-
leikararnar.
HBamir vóru fingu
meiri burtur úr framman
fyri málinum, og tá Hart-
vig Joensen 17 minuttir
eftir steðgin úr 16 metra
fjarstødu — eftir frálíka
40 metra sending úr
høgru — stútaði upp um
Olaf Magnussen, sum
vardi B68 málið hesa
ferð, og legði HB fram
um, fingu gestimir alt
stórri tak á dystinum.
Toftamenninir linkaðu
og megnaðu í alt minni
mun at fáa bóltin av alt
betur samanspælandi
HB, sum fekk trý mál aft-
urat. ;
Ivan Weihe økti eftir
stórt verjumistak framm-
arlaga í vinstru hjá B68,
Eyðun Jensen sneiddi
seg leysan og sendi úr 15
metrum flatt skot um-
vegis stólparótina og í
kassan, og sami leikari
staðfesti stórsigurin í all-
arsíðstu létu. Tá var B68
verjan givin, og triggir
høvudsstabarmenn vóru
klárir at taka sær av inn-
legginum úr høgru.
-Dn-
ur. Men tå skal eisini havast
íhuga, hvat taðeru fyri leik-
arar, sum spæla, og hvussu
umstødurnar eru hjá áskoð-
arunum.
Sita við
hega borðið
Norðurlendsku fótbólts-
leiðararnir hava ikki heim-
ildir at taka avgerðir, sum
binda tey ymisku sambond-
ini. Men tað verður mett
vera gagnligt at tosa um
viðurskiftini og hoyra ym-
isk sjónarmið.
Tátað ræður um áskoðan-
ir á UEFA mál, er einki at
ivast í, at sjónarmiðini
koma fyri oyruni á hægstu
europeisku leiðarunum. Tí
svenski fótbóltsformaður-
in, Lennart Johansson, er
formaður í UEFA, og
norski formaðurin, Per Om-
dal, er ein av næstformonn-
unum í UEFA.
At í hvussu so er Lennart
Johansson vidhvørt hevur
høvi at hitta altvaldandi
FIFA formannin, José Ha-
velange, vita øll við bara
einum veti av innliti í al-
tjóða fótbóltspolitikk.
-nn-