mikudagur 17. august 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 154 — 17. AUGUST 1994 Sida3
Helst norskur åhugi i
loynikrókinum undir
útlendskum flaggi
Upplýsingarnar, vit hava fingið um skipini, Kull
og Pistrik, sum hava ligið á Havnini, eru sera
mótstríðandi, men mangt bendir á, at norðmenn '
hava munandi meira við skipini at gera enn teir '
sjálvir vilja vera við
Sunnudagin komu tvey nøvnini Kull og Pistric, Við skipunum vóru 19 og =
fremmand skip á Havnina. skrásett í Kingstown. 20 mans. Ein føroyingur á
Skipini sigldu undir SL Skipini komu á Havnini hvørjum skipi. Teir standi
Vinsent flaggi og bóru attakasaltogaðraútgerð. fyri tilvirkingini umborð.
i
Likt er annars til, at
nógvir åhugapartar eru uppi
í hesum skipum, sum eftir
øllum at dóma fara í
loynikrókin at fiska. Men
hesir partar eru sera fáorð-
aðir, og tað teir siga, passar
illa saman.
Skipið hevur sjálvt boðað
frá, at reiðarin eitur Jesper
Dam. Hann rekur fyritøk-
una Fish Partners á Born-
holm, og er staddur í Føroy-
um.
Vit hittu hann, men sjálv-
ur segði hann seg ikki hava
annað við skipini at gera
enn at hann var komin higar
fyri at umvæla onkra
maskinu. Hvar skipini fóru
at fiska, segði Jesper Dam
seg als einki at vita um.
Rokningarnar
til Noregs
Rokningamar fyri megin-
partin av tí, skipið hava
fingið i Føroyum, eru nær-
um allar, fyri ikki at siga
allar, sendar til eitt felag i
Noregi. Tad er felagid Dag
Trawl Limited. Nordica
Food A/S i Ålesund.
Talsmaður fyri hetta
norska felagið segði seg
ikki hava nógv vid skipini at
gera uttan tað, at felag
hansara — marknadarførdi
veiðuna. Hvar skipini fóru
at fiska, segði hann seg
einki vita um. Talsmaðurin
upplýst annars, at skipini
hoyrdu heima í Estlandi, og
at St. Vinsent flaggi bert var
fyribils. Hetta norska felag-
ið marknadarførir fyri fleiri
Kull og Pistrik komu á
Havnina sunnudagin at
taka salt og aðra útgerð.
Teir eru um 830 BRT.
Eingin vil síga hvar teir
fara at fiska, og ivasamt
er hvør reiðari er.
Mynd: Kalmar
Trolararnir sigla undir St.
Vinsent flaggi, men hetta
er bert fyribils, verður
sagt.
Mynd: Kalmar
onnur estlendsk skip og
nøkur islendsk við.
Keldur, vit tosaðu við
hildu, at mangt bendir á, at
norski áhugin í hesum
skipum er ikki so heilt lítil,
og at eisini norðmenn fara
at gera sær dælt í loynikrók-
inum undir fremmandum
flaggi. Júst tað, sum teir eru
alt annað enn fegnir um at
aðrir gera.
tór.-