Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. august 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 154 — 17. AUGUST 1994 Hans Mortensen, stjóri í P/f SMS: - Eg eri ikki tíkin av ræði Orsøkin til at Hans Mortensen ikki varð koyrdur frá, heldur hann sjálvur vera, at fíggingarfelagið ikki helt, at nakar nakar kundi reka fyritøkuna betur enn hann, sig- ur stjórin, sum herfyri fekk avskrivad 200 mió. krónur av skuldini i fyritøku síni Hans Mortensen, stjóri í p/f SMS, nýtist ikki at gera sær tankar um, hvat hann skal gera komandi fimm - 10 árini. Hann hevur gjørt av at leggja alla orku í at fáa SMS aftur á føtur. Tað hevur hann eisini fingið kreditor- arnar at ganga við til. Hans Mortensen er ikki sørt skelkadur av greina- skrivingini í Sosialinum, har handilsfólk greiddu frå umstødum sinum i SMS. Hann heldur, at tað er heilt burturvið, sum hand- ilsfólkini hava sagt, og vís- ur í samrøduni øllum aftur - ja, hann sigur seg íkki kennast við tey viðurskifti, sum handilsfólkini sipa til, men góðtekur kortini at tosa við Sosialin um hetta. Projekteringstellur Uppå fyrispurningin, hvussu ber tað til, at eini handilshús kosta fleiri hundrað mió. krónur at byggja, sigur Hans Morten- sen, at hetta kemst av einum projekteringsfeili. - Tá parkeringsplássið skuldi gerast, fingu vit byggiloyvi eftir einum pro- jekti, sum eitt byggifelag gjørdi. Tá projektið seinni varð detailprojekterað, vísti tað seg, at dekkið í park- eringshúsinum undir vegn- um var so veikt dimensio- nerað, at tað ikki kundi bera stóru ferðsluna við handils- húsið. - Tá tað kom fram, at út- rokningarnar vóru skeivar, var longu gravað omanav, og túnið var bert eitt stórt hol. Vit noydddust at halda fram. - Eg ásanni, at vit ikki um- hugsaðu málið nóg gjølla. Vit skuldu havt steðgað byggingini. Tað kostaði okkum eini 50 - 60 mið. krónur eyka. Handilshúsið er 12.000 fermetrar til støddar, og kostaði umleið 250 mió. krónur. Hans Mortensen veit ikki, hvussu neyvt hetta talið er, tí hann hevur ong- antíð roknað tað nágreini- liga út. Avskrivað skuld í 1991 - Tað var ongantíð ætlanin, attað skuldi kosta so nógv, men tá vit stóðu við út- reiðslunum, noyddust vit at forrenta upphæddina. Tað megnaðu vit eisini fram til 1991, sigur Hans Morten- A BFI LA 16322 LA sen. Hans Mortensen vil ikki síga, hvussu nógv partafel- agið fekk eftirgivið í 1991, men greitt er, at Føroya Banki avskrivadi einar 50 mió. krónur „og at hini bæði figgjarfeløgini, sum høvdu gjørt ílegur í projektid, hava kanska eisini avskrivað tá. Hetta er avtala sum bert figgjarfeløgini og Hans Mortensen vita um. - Handilshúsini kosta lika so nógv sum fleiri trol- arar at byggja. Hvat er munurin á hesum báðum í- løgum? - Eg dugi ikki at síggja samanberingina, men vit høvdu kortini megnað at svara okkara skyldur, um tíðirnar ikki broyttust. Lat meg svara við at siga: trolarin hevði klárað seg, um fiskurin ikki hvarv. - SMS er kortini stórt ar- beiðspláss. Her arbeiða eini 200 fólk, og av hesum eru 150 beinleiðis í arbeiði hjá P/f SMS. Vit rindaðu 18 mió. krónur í lónum í fjør. Eigur Ikki í gðrum handlum P/f SMS eigur Miklagarð, Hornið, Íshúsið, Rumbul og deildimar í Klaksvík og Runavík og matstovuna Tidindabladid GSK) Hans Mortensen, stjøri: - Í einstókum førum hava vit yvirtikid ein handil , sum kom í trupulleikar í SMS, men hetta var bert fyri eitt tíðarskeið, til handilin aftur kundi svara sínar skyldur Perluna í SMS. Tað hevur verið ført fram, at partafelagið eigur í fleiri ødrum fyritøkum í SMS, men hesum visur Hans Mortensen aftur. - Í einstøkum fórum hava vit yvirtikið ein handil, sum kom í trupulleikar, men hetta var bert fyri eitt tíðarskeið, til handilin aftur kundi svara sínar skyldur, sigur Hans Mortensen. - Hvussu ber tað til, at tú kanst leggja 1.25 mió. krónur á borðið, tá fíggjar- stovnarnir samstundis av- skriva 200 mió. krónur í tínari fyritóku? - Eg havi góðar vinir og familju, sum hava stuðlað meg, sigur Hans Mortensen og vil ikki útgreina svarið meira någreiniliga. - Hvussu ber tað til, at tå framvegis er stjóri, og hev- ur avgerðarrættin í fyri- tøkuni, hóast partafelagið hevur fingið ein eigara aftrat? - Tað kemst av, at vit eiga líka nógv í felagnum. Vit hava hver sær sett 3.75 mió. krónur í SMS. Gamli parta- peningurin var 2.5 mió. krónur. Tað var partur í av- taluni við figgjarfeløgini, at partapeningurin ikki skuldi niðurskrivast. - Nýggi parteigarin P/f Havnar Timburhandil og eg hava gjørt ein sáttmála, og eg eri stjóri í P/f SMS og havi dagliga raksturin um hendi. Seinast í august mánaða er aðalfundur og tá verður nevndin umskipað. Eingin annar stjóri til at taka - Er tað ikki serstóða, at ein stjóri verður sitandi, tå figgjarstovnar noydast at avskriva fleiri hundrað mið. í skuld? - Orsøkin til at fíggjar- stovnurin ikki hevur kravt meg frå, er helst tann, at teir ikki hava annan mann at seta ístaðin, sum kann reka fyritøkuna betur enn eg, sigur Hans Mortensen. Hann vísur aftur, at hann hevur verið tíkin av ræði og at kreditorarnir kravdu at fáa síni fólk í nevndina, seinastu árini. - Tað hevur kortini verið avmarkað, hvat eg havi havt møguleikar at gera, so sum stødan var í felagnum. Tí