Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Álit og skylda hjá politikarum HERFYRI varð skipað fyri eini stórari ráðstevnu um fiskvinnu og aðrar samfelagsspurningar í Havn. Stigtakararnir høvdu gjørt eitt sera gjølla og umfevnandi fyrireikandi arbeiði, og kend fakfólk úr útlondum eins og Før- oyum vórðu við fyri at leggja sjónarmið síni fram og sjálvandi fyri at lata øSrum fáa lut í stóru og áhugaverdu vitan teirra um hesi fyri okkum føroyingar stóru og álvarsligu mál - fyri ikki at siga sera viðkomandi mál. NÚ skal sigast, at hetta kanska ikki var besta árstíðin til at halda slíka ráðstevnu, men tað mátti kortini ikki verið nøkur forðing og enn minni nøkur grund til at koma vid nakrari sjófrágreiðing hjá teimum mongu - her hugsa vit serstakliga um okkara fólka- FRÆLSI-— JAVNAÐUR - BRØDRALAG valdu - politikararnar - fyri ikki at vera við. Ein sannroynd var tað, at bert heilt fáir politikarar nýttu høvi at luttaka á slikari ráðstevnu. Hetta er eftir okkara tykki einki minni enn stór skomm og stór vanvirðing av bæði sær sjálvum og sínum velj- arum. Fólk, sum vilja vera pol- itikarar og sum síðani fáa álit frå veljarunum og verða vald á ting, tey hava eina stóra skyldu til m.a. at súgva til sín vitan, at kunna seg um gll samfelagsmál og tað merkir tá eisini at vera við á ráðstevnum, sum verða hildnar her á landi. Júst tann vitan, sum her ber til at fáa til vega, tey ymsu sjónarmið, sum verða flutt fram og tað livandi orðaskifti, sum oftani er í kjalarvørrinum á slíkari ráðstevnu, er tann so avgerandi neyðuga og týdningar- mikla ballastin, sum politikarin skal hava við sær, tá hann fer inn um tinggátt, inn á nevndarfund osfr. at taka fyri Føroyar týðandi ter | | Ljósmyndari: Kalmar Lis avgerðir. TAÐ kom fram í útvarpinum nú um dagarnar, at bert heilt fáir politikarar høvdu verið á um- røddu ráðstevnu. Løgmaður og formaður javnaðarfloksins taldist millum hesi fáu fólk. Uttan mun til politiskan lit, so meta vit tað vera eina háðan og vanvirðing móti demokratiiinum, at fólk lata seg velja á ting uttan at tey harvið royna at vera við í øllum tí av samfelagsligum týdningi, sum nú fyriferst rundan um tey. At onnur fólk brúka nógva orku og tíð til at skipa fyri slíkum ráð- stevnum er alla æru vert, og tað er eisini at vanvirða teirra ar- beiði, tá politikarar ikki so frægt sum tíma at meta upp og um ikki annað leggja oyra til eina løtu. HENDA sannroynd fær ein at seta spurningin, um okkum í veruleikanum ikki tørvar meira professionellar politikarar her á landi, tvs. fólk, sum ikki bert hava vitan men so sanniliga eisini áhuga fyri at liva upp til tað, sum vanliga krevst av einum politikara. Tað kundi verið áhugavert í hesum sambandi at fingið eitt alment orðaskifti um, hvat eitt land sum Føroyar í framtíðini í veruleikanum átti at kravt av teimum, sum stilla upp í politikki, og sum síðani skulu taka avgerðirnar um framtíðar lagnu okkara. Hvørji minimuns- krøv enn eiga at setast til ein politikara, so kann neyvan vera nakar ivi um, at tað mest grund- leggjandi er vitan og at vera ein virkin partur í orðaskiftinum. Til tess er ein avgerandi fortreyt, at tú metir til ráðstevnur, fundir ol. sum tann ráðstevnan, ið júst hevur verið hildin. At biðja um álit frá fólki hevur so sanniliga eisini stórar skyldur við sær, eitt nú skylduna til at kunna seg og súgva til sín nýggja vitan. SOSIALURIN Bústaður: Argjavegi 26 | Postadr.: Postsmoga 76 ; Argjum 110 Tórshavn Tøleton: 11820 Taletax: 14720 Nyttuleysar samrådingar Nú tað tóktist at vera komið undir land við einari saman- renning millum fólkaflokk- in og sambandsflokkin um eina samgongu, og tað at fáa ein borgarligan meiriluta, tað er eingin forðing, tí teir smærru flokkarnir og hartil verkamannafylkingin, tey eru til reiðar at mynda stjórn á borgarligum grundarlag, og upp á borgarligar treytir. Tað er jú komið fram, at teir smærru flokkarnir og fylk- ingin, har eru ongar treytir, bert teir koma í samgongu, tí varð hildið, at ein rein borgarlig samgonga var ein veruleiki, og tað hevði verið gott fyri okkara fólk, at roynt hetta mynstrið, og so lundu tey, tá nakað var frá- liðið, sammett munin. Tað er greitt, at best hevði verið at roynt hetta, men kuriler nú komin í samráðingarnar. Tað er sjálvstýrisflokkurin sum krevur, og tað við rgtt- um, at tað koma tel á borð- ið. Fyri kristiliga fólka- flokkin og miðflokkin hev- ur tað ikki tann stóra týdn- ingin, tað siga teir kann koma seinni. Tað, sum skilir hesar flokkar, er tann kaldi veru- leiki, at tann flokkurin, sum hevði loysnirnar, hann hev- ur í veruleikanum ongar loysnir og eingi tel at vísa á. Edmund Joensen segði, at teir høvdu stórar ætlanir um sparingar og privatisering- ar. Alt gott um tað, men hvørjar privatiseringar og hvørjar sparingar? Eg vil halda, at Føroya fólk hevur krav upp á at fáa at vita, hverjar ætlanirnar eru, tí sambært valsend- ingunum hjá teimum flokk- um, sum eru í samráðing- um, so var einki av hesum upp á tal, heldur tvørtur- ímóti. Veruleikin er tann. at einasti borgarligi flokkurin, sum hevur ein politikk, og sum hevur ført sin valkamp upp á hann, har týðiliga og greitt varð sagt frá, at teir gingu inn fyri einum gene- rellum lønarnidurskurdi, tað er fólkaflokkurin, sum teir meta sum einasta bjarg- ingin fyri okkara sera illa kroysta samfelag. Tað er so teirra stóða, og eitt mugu vit sanna. at fólkaflokkurin í hesum føri hevur eina greiða stóðu, so er upp til teir og tey, sum ætlað í sam- gongu og ætla at hava fólka- flokkin við. Tey kenna støduna, og tað skulu vit hava virðing fyri. Tað at krevja ein lønamnidurskurd uttan samstundis at gera nakað álvarsligt við aðra vanliga skuld hjá okkara borgarum. Tað er eingin loyna, at húsaskuldin er sera tyngjandi, og her má um lønarniðurskurður verður framdur, eisini ger- ast nakað við hetta, tí tað at fólkaflokkurin sigur at eftir teirra ætlan vil borgarin hava tað sama eftir, sum hann hevur í dag. Men tað er bara ikki gott nokk at hava tað sama eftir, tí tað er alt ov lítið, við teimum avgjøldum sum nú av okkara ávum eru løgd á hvønn einstakan løn- takara, eru viðurskiftini blivin soleiðis, at tað er ikki nokk til lívsins uppihald. Tí må ein lønarnidurskurdur undir einum ella ødrum formi eisini merkja eina skuldarsanering av vanligu skuldini hjå hvørjum ein- asta hisarhaldi. Um so verður, so eiga vit at fara til veruligar samráðingar um at loysa trupulleikarnar hjá okkara fólki. Tað stóð ikki á at avskriva skuldina hjá handilsbygningum í Tórs- havn. So nú má tíðin vera komin at gera nakað fyri tann vanliga borgaran. Verður tað tikið við sum ein samráðingartreyt, so eigur okkara flokkur at fara til verka, tí tað verður spurn- ingurin um legtingslimir tora og vilja gera nakað fyri tann vanliga løntakaran. Tað at fremja ein lønar- niðurskurð við lóg, tað kann sambandsflokkurin íkki gera, tí teirra valupplegg var at teir ikki fóru at fremja lønarniðurskurð við lóg. Tað var og er ein fakfelags- spurningur, men tað tykist, at fyri at tekkjast fólka- flokkinum og teim smærru fylkingunum og flokkum, við undantak av sjálvstýris- flokkinum, so er sambands- flokkurin farin frá givnum lyftum, og um so verður, so hevur verandi sambands- manningin, sum tó er eitt sindur fløkt, men tó so hava tey gjørt tann annars reiði- liga sambandsflokkin til ordloysing. Tí tað á prent setta orðið, tað slepst íki undan. Av teimum flokkum, sum samráðast um eina borgar- liga samgongu, er tað bert fólkaflokkurin sum veru- liga hevur ein politikk at visa til, so kann ein vera nøgdur ella misnøgdur vid tað, tí veruleikin er tann, at hjá øllum hinum sum sam- ráðast, har eru tað bert leysir endar. Aftan á 6 vikur í stjórnar- loysi og nyttuleysar sam- ráðingar mugu vit sanna, at loysnin hjá sambands- flokkinum er kaos. Sverre Midjord Føroyinga- : felagið í London . Nærri upplýsingar frá: Birgit Sólstein, ti. 00944816815730 Helgi Joensen, tí. 00944932829027