hósdagur 18. august 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 155 — 18. AUGUST 1994 Sida 3
Kjartan Hoydal um piratveidu
i Barentshavinum:
Sjórænaravirksemi
ger okkum til teir
storu tapararnar
Um hetta verdur sligid fast um prinsipp kunnu
øll 200 ST-limalondini senda skip i Barents-
havið at fiska, og tå er grundarlagið fyri okkara
avtalum og fiskiskapi við verksmiðjutrolarunum
burur
Sum skilst fara nú eisini
norðmenn at gera sær dælt
at fiska í Barentshavinum
undir hentleikaflaggi. Tí-
líkur fiskiskpur er framm-
anundan ikki ókendur fyri
eitt nú føroyingar og is-
lendingar, men Kjartan
Hoydal, fískivinnustjóri
vónar tó ikki, at tílík pirat-
veiða verður góðtikin sum
fast prinsipp, sum hann
tekur til.
Verður tlík framferð
góðtikin er grundarlagið
fyri okkara avtalur burtur,
og somuleiðis okkara fiski-
skapur við eitt nú stóru
verksmiðjutrolarunum.
-Stødan hjá okkum er
hon, at vit sum einasta land
saman við Grønlandi og
Felagsmarknaðinum eiga
eitt partabræv í Barents-
havinum saman við
strandalondunum. Sostatt
hava vit ein serrætt fram um
øll onnur lond í heiminum.
Hesin semrrættur verður
undirgravaður av teimum,
sum fiska har undir hent-
leikaflaggi ella sum íslend-
ingar, uttan at hava søgu-
ligan rætt til fiskiskap har.
Hetta er tann stóri spurning-
urin. Um vit so velja at
varðveita hendan serrættin
ella virka sum sjórænarar,
er so aftur ein politiskur
spurningur, sigur Kjartan
Hoydal.
Kjartan Hoydal heldur, at
Loynikrókurin kanska ikki
er tann stóra katastrofan tí
hann sigur seg ikki rokna
við at hava ein varandi
fiskiskap har hóast fiski-
skapurin er góður í løtuni,
men verður Svalbardsøkid
latið upp, er einki eftir av
avmarkingunum. Og so er
okkara veiðurættur mót-
vegis norðmonnum og
russarum einki verdur.
Katastrofa
fyri norðmenn
Spurdur um hverjar av-
leiðingar tað kann fáa at
norðmenn nú sjálvir fara at
royna seg sum sjórænarar í
Barentshavinum sigur
fisakivinnustjórin, at norð-
menn fáa nú tann trupul-
leikan sum so mong onnur
lond hava.
-Føroyskir myndugleikar
kunnu seta reglur fyri
føroysk skip undir føroysk-
um flaggi, men vit kunnu
ikki seta reglur fyri før-
oyskar statsborgarar um teir
fara upp í búskaparlig
viðurskifti í øðrum londum.
Júst hendan trupulleika fáa
norðmenn, um teir byrja
tílíkan fiskiskap.
Kjartan Hoydal sigur, at
norðmenn hava møguleika
at gera sum canadiarar. Í
Canada gjørdu teir av at
lóggeva soleiðis, at teir
kundu taka skip undir
hentleikaflaggi. Teir kunnu
taka hesi skip uttan fyri 200
fjóðingar, sum ikki eru
limir í NAFO, og sum eg
skilji hava norðmenn hugsa
sama møguleikan, sigur
Kjartan Hoydal. Fiski-
vinnustjórin heldur, at tað
verður ein katastrofa, um
norðmenn missa ftýd-
ningarmesta fiskastovnin
til ein óreguleraðan altjóða
fiskiskap.
tór.-
Kjartan Hoydal heldur, at
tað verður einki minni enn
ein total katastrofa, um
teirra týdningarmesti
fiskastovnur knappliga
hvørvir til ein
óreguleraðan altjóða
fiskiskap, heldur Kjartan
Hoydal, sum sigur seg ikki
ivast í, at norðmenn fara
at gera alt fyri at forða
fyri tílíkari piratveiðu
Mynd: Kalmar
tif. 16788, lok. 32
Rektar- og umlættingarheimið
Ssgngardur
sekir eftir sjúkrasystur at avioysa í
barnsburðarfarloyvi.
Starvid er í kvøldvakt 56 tímar adru
hverja viku, til setan skjótast til ber og
fram til medio mars 1995.
Ynskist meira vitan um starvið, kann
ringjast til Kitty Wang, deildarleiðara,
Skrivlig umsókn við avriti av prógvi,
autorisatión og megulig viðmæli sklu
sendast leiðaranum á
Lágargarði
Stoffalág 84,
Box 1188 - 110 Tórshavn
Ford Escort 1.3
árg. 84, nýsýnaður og umvældur — til
”sølu.
Tlf. 10315
Hús við Gjógv
til sølu. Eldri handilsbygningur, egnað-
urtilymisk endamál, m.a. summarhús.
Krevur åbøtur.
Áhugað kunnu venda sær til:
Advokatfelagið
Leif Waagstein - Dánjal Magnussen
Tormóður Djurhuus - Jógvan P. Lassen
Petur Even Djurhuus - Jógvan Ellefsen
Bryggjubakki 22 - 100 Tórshavn
Tlf. 11260
AA fundir i Havn
Månadag: Uppistova, kl. 20.00
Tysdag: > Håskulin, kl. 20.00
Mikudag: Vaskarlið í Tórsgetu 5, ki. 20.00
(sporafundur)
Friggjadag: Vaskarlid í Tórsgetu 5, kl. 20.00
Uppistova, kl. 22.30
Leygardag: Uppistova, kl. 17.00 og kl. 22.30
Sunnudag: Uppistova, kl. 11.00 og kl. 17.00
(opin fundur)
Al-Anon fundir i Havn
Tysdag: — Vaskariid í Tórsgetu 5, kl. 21.00
Hósdag: Vaskarlið I Tórsgetu 5, kl. 21.09
Deyvafelag Føroya
Skrivstovan I Deyvahúsinum »Effata«, Íslands-
vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvønn dag kl. 9-11. |.
Teleion/telefax 17597 og telefax 41992, skrivitele-
fon tlf. 0123 og bið um 16929 ella 41792.
Limafundur hvønn mánadag kl. 20-23.