hósdagur 18. august 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Arlkiga kappsiglingin við
fýra- og fimm-mannafør-
um, ið Lions Club Eysturoy
skipar fyri, verður á Skála-
firði sunnudagin 21. august.
Siglt verður kl. 15.
Vanliga plaga umleið 30
bátar at sigla, nakrir fleiri
seinastu árini, í fjør heilir
38, so sigast kann, at åhugin
bara er vaksandi, Sum
mangan áður var í fjør
»Koltursbåturin« við Od-
mari Joensen år Kollafirdi
vid styrid, fyrstur um målid.
Eftirsum hetta er 25. sigl-
ingin hjå Lions Club Eyst-
uroy, verður nakað meira
gjørt burtur úr hesuferð.
Jógvan I. Olsen, løgtings-
formadur, kemur at handa
vinnarasteypini å samkom-
uni eftir siglingina og um-
framt ferdasteyp til vinn-
andi båtin, ognarsteyp til
triggjar teir fremstu, so fåa
allir luttakarar f siglingini
25-åra heiðursmerki til
minnis um henda stóra
Lions-dag á Skálafirði.
Kappsigla
fyri 25. ferð
á Skálafirði
Nr. 155 — 18. AUGUST 1994
Endalig stóða til sigling-
arleið verður ikki tíkin fyrr
enn sunnumorgunin, men
fast liggur, at málið verður
við Skipasmiðjuna á Skála.
Í samband við últakið
verður lutaseðil seldur.
Ágóðin fer til varðveitan av
Eysturoyar søgu. Liknandi
stuðul er áður latin til út-
gávu av »Siglingarsøgu fyri
Eysturoy< og bókin >Sam-
starv<, ið Kongshavnar
havnastýri gav út sum 75
ára minningarrit.
Sum vant hugna siglarar-
nir sær við drekkamunni og
pannukøkum í kantinuni á
Skipasmiðjuni, meðan
vinnararnir verða funnir og
siglingarúrslitið kunngjørt.
Alt veldst um veðrið, men
sum er eru veðurvánirnar
fyri sunnudagin góðar, og
halda tær, er einki at ivast i,
at bæði áskoðarar og siglar-
ar fáa eina góða løtu á
Skålafjørdinum seinnapart-
| Vit gera gamla
| gólvið sum nytt )
.
Gólvtænastan
Tórshavn
Vit pussa, slípa, reinsa, polera,
bona, lúta og leggja
ØLL SLØG AV GOLVUM
Skemmingsgøta 19 Tlf. 18875 - 88875
Okeypis tilbod og vegleiding verda
Nn.
Fax. 18809
Tíðindablaðið GSK
Jenis av Rana um uppskotið hjá fólkaflokkinum:
Veljarnir hava ikki
biðið um lønarlækking
— Miðflokkurin bindur seg ikki at lækka lønirnar við lóg, tí
fólkaflokkurin hevur ikki sannført okkum um, at tað gagnar
fólkinum, sigur Jenis av Rana
Valið hesaferð skuldi
geva fólki vónir um eina
góða framtíð. Nú skuldu vit
gera okkurt positivt, so vit
komu burturúr tí trong-
stóðu, sum landið hevur
verið í alt ov leingi, sigur
Jenis av Rana, tingmadur í
Miðflokkinum, við Sosial-
in. Hann kennir seg vón-
sviknan av, at tað tekur so
drúgva tíð at fáa skipað
samgongu.
- Góðtekur Miðflokkurin
lønarlækkingina hjá fólka-
flokkinum?
Miðflokkurin tekur
stóðu til broytingar í lønu-
num, tá tað verður aktuelt.
- Hetta er ikki mál, sum
fólkaflokkurin skal sleppa
at trysta okkum til, sigur
Jenis av Rana.
- Tað er eisini burturvid
av fólkaflokkinum at krev-
Ja, at hinir flokkaranir skulu
ganga inn fyri einum upp-
skoti, sum flokkurin førdi
fram í valstríðnum, og sum
veljarnir ikki góvu teimum
viðhald í.
- Valúrslitið vísti, at
fólkaflokkurin fekk aftur-
gongd, og hevur nú bert
16% av veljarunum aftan
fyri seg.
Fólkaflokkurin kann
ikki selja eina vøru, sum
lønarlækkingin er, og her-
við trýsta málið igjøgnum.
Vit vita ikki frammanundan
vita, hvørjar avleiðingar tað
fær.
- Hamæst virðir Mið-
flokkurin frælsi á arbeiðs-
marknaðinum. Vit førdu
júst fram í valstríðnum, at
vit vilja skapa nærri sam-
starv millum politikara,
fakfeløgini og vinnuna.
- Góðtóku vit uppskotið
um lønarlækking, hevði av-
leiðingin verið, at hetta
samstarv syndradist, sigur
Jenis av Rana.
- Sum formaður í felag-
num "Yngri læknar", ber
tað tær helst heldur ikki til
at ganga inn fyri lønar-
lækking, men kanst tú góð-
taka uppskotið hjá sam-
bandsflokkinum um real-
lønarhækking?
- Eg haldi, at tad ber til at
fremja eina ávísa lækking í
lónum, um tað verður gjørt
eftir uppskotinum hjá sam-
bandsflokkinum.
- Tað kann gerast við m.a.
at lækka skatt og avgjørli
Jenis av Rana, tingmaður: - Tað er eisini burturvið av fó
flokkarnir skulu ganga inn fyri einum uppskoti, sum flokkurin førdi fram í valstríðnum,
men sum veljarnir ikki góvu teimum viðhald í
soleiðis, at fólk hava meir ikki enn hava fingið eina
eftir av lønini, tå samanum
kemur.
- Spurningurin er bert,
hvat politisku flokkarnir
kunnu gera, fyri at fáa pen-
ing inn á annan hátt. Tá
noydisteg at viðganga, at eg
ikki eri sannførdur um, at
tað endar við reallønar-
hækking kortini.
- Hvat heldur tú um, at vit
JA!
samgongu?
- Tað er harmiligt, at tað
skal ganga so drúgv tíð at
skipasamgongu, sigur Jenis
av Rana og leggur aftrat.
- So mikið meira harmi-
ligt er tað, at fóikaflokkurin
hevur megnað at gjørt løn-
arlækking ella lækkan av
kostnadarstødinum til so
týdningarmikið mál.
Eg gerist haldari av Tidinda-
bladnum Sosialinum og fåid
blaðið 5 ferðir um vikuna.
fyri 225 kr./ársfj. (haldarar í Føroyum)
fyri 425 kr. /årstj. (haldarar í Danmark)
Ýmsir prísir fyri onnur lond.
Til ber altíð at gerast haldari og goldið
, verður bert fyri blødini, ið eftir eru av
) ársfjórðinginum.
inum at krevja, at hinir
-Tå veljarnir ikki tóku
dyggiliga undir við hesum,
er tað enn minni til at skilja.
Tí haldi eg, at fólkaflokk-
urin átti at slept málinum
um lønarlækking, so vit
koma nærri málinum at
skipa samgongu sigur Jenis
av Rana.
Dagny
Ókeypis
Sosialurin
rindar
postgjaldið
Tíðindablaðið
SOSIALURIN
Postboks 76,
FR-110 Tórshavn
Kannad postverkinum