Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 155 — 18. AUGUST 1994 Sida9 Hjarnar — millum venjingarnar síðsta vikuskiftid á Signabø tóku teir sær stundir at stilla upp til hesa myndina, id er tann nýggjasta av bólkinum, sum hevur 20 ár á baki í ár Hjarnar friggjakvøldid í Norðurlandahúsinum Klaksvíksbólkurin, sum í ár hevur 20 ár á baki, hevur konsert í Norður- landahúsinum friggjakvøldid kl. 19.30 í sambandi vid Térshavnar Blues Fólka og Jazz Festival. Har verður bæði kendur og nýggjur og ókendur tón- leikur at hoyra — millum annað nýtt tilfar til nýggja útgávu í næstum Konsertin fríggjakveldið kl. 19.30 á Tórhavnar Blues Fólka og Jazz Festival verð- ur við einum av bestu tón- leikabólkunum í Føroyum gjøgnum tíðirnar — Hjarn- um. Hjarnar hava í ár 20 ár á baki, og í løtuni verður grundin løgd undir eina komandi útgávu. Jóhannus á Rógvu Joensen skal taka upp, og onkrar demo-upp- tøkur eru longu fingnar frå hondini. Tey, ið fara á konsertina í konsertsalinum í Norður- landahúsinum fríggja- kveldið, verða tí millum tey fyrstu at hoyra ein part av ti, ið Hjarnar fara at geva út í næstum. Talan verður fyri tað mestaum sovorðið, teir í Hjarnum sjålvir hava gjørt — bædi ord og løg. Men tað er kortini ikki bara nýtt og heimagjørt, ið er á skránni á konsertini, ið varir ein tíma. Eisini kend løg, ið Hjarnar eitt nú hava spælt ul dans, verða at hoyra. Umframt teir fimm føstu í manningini, eru eis- ini triggir blásarar við, so ti verða eisini løg sum »Mid- night Hour< at hoyra. Rockur og balladur Hendan tíman, ið verður rættiliga konsentreraður, fara Hjarnar at spæla eini 15-17 løg, og stílurin er — sum vanligt — fyri tað allar- mesta rockur. Men tó verða eisini onkrar stillar balladur at hoyra inn ímillum. Hjarnar venja vanliga einaella tvær ferðir um vik- una, men tað er lættari sagt enn gjørt, tí onkur býr í Klaksvík, onkur í Havn, og so onkur á Signabø og í Vestmanna. Vidhvørt fer ein venjing burtur imillum, serliga tey vikuskiftini, tå teir kortini spæla til dans onkunstadni. Men gjøgnumgangandi hittast teir javnan til venjing á Signabø hjá Olavi H. Øster, ið hevur innrættað sær høli til tað sama. Har verða teir so eisini uppvart- aðir av konu Ólavs, Odd- ver, ið við stórum toli roynir at hjúkla um teir við einum kaffimunni av og á. Hesi 20 árini, Hjarnar hava verið til, hevur onkur steðgur verið av og á, eitt nú frá 1984 úl 1989, men kort- ini hava teir roynt at hingið í hver í sínum lagi alla tíðina. Skiftandi manning Skiftandi manningar hava eisini verið gjøgnum árini, men kortini er »Stamman« enn tann sama: Karl Martin Samuelsen (sang), Jógvan Olsen (tan- gentar), Eyðun Nolsøe (bass) og Hans Black (trummur). I fyrstuni var eisini Hildi- bjartur Hansen vid, og eis- ini eru nøvn sum Jørgin Dahl og Graham Stewart kend frå Hjamum. I dag hava Hjarnar so eisini Olav H. Øster (guitar) vid sær, tå teir spæla, og tå blásararnir eru á skránni, eru teir Hans Petur í Brekkunum (saxo- fon), Atli Petersen (trom- bone) og Heri Jakobsen (trompet). Umframt alt tað, Hjarnar hava spælt, hava teir eisini saman og hver sær verið rættiliga virknir sum studio- tónleikarar, eitt nú saman við Anfinni á Co, JoKa og ødrum. Tá lagið hjá Hera Nolsøe, ið eitur >Turrelv- andi drøgg«, herfyri vann tónleikakappingina hjá Rúsdrekka- og Narkotika- ráðnum, vóru tað Hjarnar, ið spældu. Hetta lag er annars eisini klárt til útgávu. Á timalongu konsertini fríggjakveldið kl. 19.30, ið verður í stóra konsertsal- inum í Norðurlandahús- inum, verða Hjarnar full- mannaðir, so tey, ið dáma góðan føroyskan rocktón- leik, vita hvar tey hetta kveldið skulu fara... hj. Tinghus- kabarett Leygarnåttina høvdu gav- strikkar stuttleikað sær í miðbýnum, har teir høvdu hongt eitt skelti á veggin uttan á Tinghúsinum. Fólk, sum var í býnum leygarnáttina, fekk miklan stuttleika av at hyggja at nýggja visit-kortinum hjá okkara høga parlamenti, ið eisini leygardagin var at síggja, áðrenn tað umsíður varð tikið niður. Blaðmaðurin varð leyg- amåttina uppringdur av ein- um ónavngivnum persóni, ið presenteraði seg sum ein ella annar »Mads«. — Tú mást fara oman til Tinghúsið, tí har hongur eitt sera stuttligt skelti á vegg- inum, segði >Mads<, áðr- enn hann legði hornið á. Blaðmaðurin fór avstað í náttarmyrkrinum, og kom tá á tal við onkran av >ger- ningsmonnunum«, ið hevdi verid vid til at hanga skeltid upp. Av politistødini í Havn verður sagt, at hendingin ikki varð meldað, men at teir bert fingu eina fráboðan um, at skeltið hekk har. Tí fær málið neyvan fylgjur fyri nakran. Á myndini, Kalmar tók leygardagin, sæst ein av teimum, ið hevur atgongd til »kabarettina«. hj. -