Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. august 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Síða 10 Nr. 155 — 18. AUGUST 1994 SEAMNAYS Ólavur Hóvsgarð, skipari á Norrónu illveðurstúrin: Ein tann ringasti turur øll 11 árini Tá Norrøna kom á Havnina mánakvóldið úr Esbjerg var hon ikki minni enn átta tímar seinkað. Hetta er stórsta seinking nakrantíð, og orsøkin var ódnarverður í Norðsjónum. Sosialurin var vid og hava vit m.a. hitt skiparan, Ólav Hóvs garð á máli, sum sigur, at hetta man vera ringasti túrur hjá Norrønu, síðani hon byrjaði Føroyasiglingina fyri 11 árum síðani. Tað var lítið um tey meira enn 800 ferðafólkini, sum komu á Havnina við Nor- rønu mánakveldið aftaná sera baldruta túrin úr Es- bjerg. Og tað høvdu tey so sanniliga eisini góða grund til. Hetta stásiliga hvítmálaða flaggskipið í flotanum kom ikki minni enn 8 tímar ov seint á Havnina eftir ein tann ringasta túrin skipið hevur gjørt øll hesi 11 árini tað hevur siglt við ferðafólki millum Føroyar og út- landið. Norrgna skuldi koma á Havnina klokkan 10 mánamorgunin, men klokkan var seks á kvøld- ið, áðrenn skipið hjá Smyril Line legði at bryggju. Norrgna varð annars longu seinkað, tá hon kom til Esbjerg leyg- arkvøldid. Skipið skuldi vera í Esbjerg klokkan 19, men kom ikki til bryggju fyrr enn eftir klokkan 21. Veðurtíðindini lítið hugalig Lítið tespiligt var hjá teimum mongu ferða- fólkunum, sum skuldi við skipinum heimaftur at hoyra veðurtíðindini end- urttikin aftur og aftur í danska útvarpinum um "stiv kuling og storm” í Norðsjónum. Meðan bíðað varð til fráferðina úr Esbjerg bara øtladi hann veðrið, men fáur, neyvan heldur teir á brúnni, mundi tá hava givið sær fær um, hvat var í væntu nakrar tímar seinni - úti í tí svertu náttini midskeidis á Norðsjónum. Sohvørt Norrøna kom longur úr landi vaks vind- urin. Hann vað beint ímóti. Norrøna, sum er meira og minni flatbotnað skip, fór tí upp at høgga og lítið tespiligt var hjá ferðafólkunum, sum hildu til har frammi í skipinum. Og uppaftur minni høgligt mundi vera uppi á brúnni, har yvirmenninir høvdu ilt við at fóta sær, tá aldur so stórar sum hús brustu móti framdekkinum og brúnni. Serliga ringt gjørdist veðrið út á náttina og helt tað ringa veðrið fram allan sunnudagin við. Ikki fyrr enn út á kveldið sunnu- dagin , tå Norrøna nærk- aðist Hetlandi, batnaði veðrið. Og higani var sum á gólvinum til Havnar. Lítil skaði stóðst av tí ringa verðrinum. Nakrir bilar fingu onkra skøvuna og plastskeltið við Nor- rønamerkinum brotnaði. Fólkaskaði var eingin. Flestu ferðafólkini vóru í koyggjuni meginpartin av túrinum, og mong vóru ring í sjóverki. Men hvussu kendist tað at vera skipari henda ringa túrin! Ringasti túrur Skiparin henda túrin var Ólavur Hóvsgarð. Hann hevur siglt við Norrønu, síðani Smyril Line keypti Norréna og eitt av flaggskipunum hjá DFDS við bryggju í Esbjerg. Mynd jan Tvey av teimum yngru ferðafólkunum illveðurstúrin úr Esbjerg, Durita og Eyðun, fingu loyvi at síggja, hvar stýrimaður og skipari hildu tørn í ódnarveðrinum og við regulatorinum tóku ferðina av skipinum, sohvørt stóru brotini nærkaðust. Her eru tey saman við skiparanum. Mynd jan skipið í 1983. Tí hevur hann allar møguleika at úttala seg. Hann greiðir soleiðis frá hesi minniligu ferð: -Hetta man vera ein tann ringasti túrurin við Norrønu, meðan eg havi verið við. Tá vit sigldu millum Bretland og Írland nøkur ár herfyri, tå var eisini onkur heilt ringur túrur, men har varð stutt at sigla, einar fýra tímar. Tann eina túrin vóru vit fýra tímar seinkaðir. Ólavur Hóvsgarð held- ur fram: -Hesin túrurin man vera ein hin ringasti, ikki minst tá hugsað verð- ur um, hvussu nógv vit vórðu seinkað. Hann var útnyrðingur í ættini og tí beint framman, og júst tað er tað ringasta við Norrønu, tí hon er so flatbotnað. Vit máttu slækka av alla tíðina. Stýrimenninir máttu áhaldandi standa við