hósdagur 18. august 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin ] Nr. 155 — 18. AUGUST 1994 Síða 11
regulatorin, soleiðis at
ferðin í meðal ongantíð
fór upp um 8 til 10
fjórðingar ímóti teimum
18, sum vanliga verður
siglt.
-Eg hevði annars ikki
roknað við, at veðrið fór
at vera so áhaldandi. Tað
vísti seg, at lágtrýstið
gekk so spakuliga norður-
eystur yvir, og vindurin
gjørdist sera áhaldandi. Tá
mesti vindur var talan um
einar 25 m/sek.
-Var tað forsvarligt at
fara um Norðsjógvin, tá
veðurtíðindini vóru so
ring?
-Tá tú siglur við
hampuligari ferð og kenn-
ir bæði skip og farvatn, tá
er einki til hindurs fyri tí.
-Men hendir tað, at
veðrið er so mikið vána-
ligt, at tit umhugsa ikki at
sigla?
-Tað er ikki komið fyri
ta tíð eg havi verið við.
Hartil er eisini at siga, at
tíðarætlanin er sera strang.
Lítið ella einki er at geva
út av. Men sjálvsagt
hevði ikki verið siglt, um
hetta hevði verið mett at
vera óforsvarligt.
Lágtrýstið steðgaði up;
Ólavur Hóvsgarð sigur
víðari, at av tíð av lág-
trýstið gekk rættiliga
skjótt norðuryvir, so rokn-
aði hann við, at veðrið fór
at batna nokk so skjótt
sunnumorgun. Men tað
vísti seg sum lágtrýstið
steðgaði upp og veðrið
ikki batnaði.
-Rvynt var tí bara at
halda upp ímóti og regu-
lera ferðina sohvørt. Vit
fingu nakrar stórar sjógv-
ar, har tað fylltist frammi
á bakkanum, men hetta er
vanligt. Eg má tó siga, at
vandi var ongantíð á ferð,
tí vit sigldu bert við hálv-
ari ferð og ein stýrimaður
stóð alla tíðina við regula-
torin klárur til at taka
ferðina av, hvgrja ferð
brotini nærkaðust.
Meðan harðast leikaði
á vóru alla tíðina fleiri
mans á brúnni, ein
stýrimaður, tveir dekkarar
og so skiparin ein stóran
part av tíðini.
Norrøna sjógott skip
Upp á fyrispurning um
Norrøna er forsvarliga
bygd at sigla i slikum lik-
indum sigur Ólavur Hóvs-
garð, at tað er hon. Hann
heldur tað verður ringt at
finna eina slíka ferju, sum
heldur seg so væl í slíkum
veðri sum júst Norrøna.
-Tað søgdu teir, ið
sigldu við okkum í frlandi,
at Norrøna var nógv betri
skip enn tey skipini, teir
høvdu at sigla við ferða-
fólki millum Bretland og
írlandi.
Ólavur leggur annars
aftrat, at stabiliteturin hjá
Norrønu er sera góður.
Brúk fyri sterri skipi
Nú Ólavur hevur siglt við
Norrønu øll árini spurdu
vit hann, um tað ikki er
upp á tíðina at skifta skip-
ið út við eitt stórri og
kanska meira tíðarhósk-
andi skip og kanska eisini
meira sjógott skip!
-Ég trúgvi ikki, at vit
fáa eitt meira sjógott skip
enn Norrøna, men skulu
vit sigla við so nógvum
ferðafólki og bilum, sum
talan er um nú - og hetta
tal fer at økjast enn meira
-so verður helst neyðugt
við einum stórri skipi.
Norrgna er eisini rættiliga
gomul, 22 ár, so ein kann
rokna við, at tað verður
ymiskt, sum skal broytast
sohvørt hon eldist. Har -
aftrat kemur, at ferðafólk
seta eisini stórri krøv til
comfort og hentleikar av
ymsum slag.
jan
Teir báðir, Ólavur Hóvsgarð, skipari og Sámal Arnholdsen,
gera á brúnni sum henda túrin.Mynd jan
Lat okkum
geva tær eitt
Óbindandi
tilboð, so sær
tú, at vit eru
teir rottu, til at
loysa
uppgåvuna!
N 7) ADC: leilsølan
y IK r ,
y / Láarvegur 14 - Tórshavn - 11f. I 8 - Fax 15893
i
ARBEIDSHANDSKAR
til øll endamál — bæði á sjógvi og landi
Blindastovnur Foroya
hevur opið måndag-friggjadag kl. 9-16.
Telefonir: 18222 og 19238.
yvirstyrsmadur, sum sjáldan hava havt so nógv at
—-00 00ewiidoe>