Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 156 — 19. AUGUST 1994 Danir gera seg út til fólkatingsval: Tíðindablaðið (EST) avgera danska stjórn Tað er ikki greitt, nær fólkatingsval verður, men seinastu kanningarnar vísa, at báðir vongirnir í donskum politikki eru sera javnir. Danska blaðið Berlingske Tidende metir tí longu nú, at umboðan í Norðuratlantshavi kann koma at verða avgerandi. “Det endelige udslag kunne se ud til at blive afgjort med placeringen af de fire nordatlantiske mandater” skrivar blaðið í oddagrein nú um dagarnar. Nú meðan valrúsurin í Føroyum hevur lagt seg eru danir haraftuímóti við at brynja seg út til kom- andi fólkatingsval. Tað eigur at verða í seinasta lagi fyrst í desember, men flestu eygleiðarar halda, at Poul Nyrup Rasmussen, forsætismálaráðharri fer at útskriva valið nógv fyrr, kanska longu til í oktober. Danir eru sera spentir upp á úrslitið av einum komandi fólkatingsvali, og her er tað serstakliga spurningurin, um unga stjórnin undir leiðslu av javnaðarmanninum Poul Nyrup Rasmussen fer at megna at vinna valið, ella at tann millum nógvar danir vælumtókti Uffe Ellemann-Jensen fer at at gerast komandi for- sætisráðharri. Valið tykist at fara at vera millum tveir bólkar í donskum politikki, nevni- liga teir borgarligu við vinstra, teimum kon- servativu og framburðsflokkinum ødrumegin og javn- aðarflokkinum, teimum radikalu og SF hinumegin. Fer annar av hesum bólkunum av vinna valið, so verður undir gllum umstødum talan um minnilutastjórnir. Hegravongurin Framburðsflokkurin, sum higartil ikki hevur verið tikið fyri fult í donskum politikki, er nú bráddliga inni í hitanum hjá teimum stóru borgarligu flokku- num, sum hava sagt seg vilja góðtaka at brúka frasmbursdflokkinum sum part av einum parlamen- tariskum meiriluta undir eini borgarligar minniluta- stjórn. Í tí stjórnini verða so bert vinstraflokkurin og teir konservativu. Vinstravongurin Verða tað vinstravong- urin, sum vinnur valið, so verða tað helst javnaðar- flokkurin og teir radikalu, sum fara at mynda eina minnilutastjórn við SF sum parti av tí parla- A mentariska meirilutanum. Hetta er tó enn eitt sindur óvist, tí meðan SF hevur gjørt greitt, at teir fegnir síggja eina slíka stjórn, so vilja hvørki teir radikalu ella javnadarflokkurin nå undan valinum viður- Javnaðarflokkurin hevur verið umboðaður á fólkatingi seinastu setuna av Atla Dam. Her hittir hann Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra og formann í danska javnaðarflokkinum á Christiansborg. Mynd jan kenna SF sum komandi partnara. Tridi møguleikin er so, at núverandi stjórnin heldur fram, men tað roknar fáir eygleiðarar við, ti bædi sentrumsdemokratarnir og teir kristiligu eru í vanda fyri at rúka út úr fólkatinginum. Hendir tað verður tað helst annar av møguleikunum omanfyri. Uppaftur ein møguleiki er, at javnadarflokkurin einsamallur skipar stjórn við stuðuli í fólkatinginum frá teimum radikalu, cen- trumsdemokratunum og teimum kristiligu og møguliga SF. Alt óvist Alt hetta er so Gvist eins og valdagurin er tað. Men valorrustan er so smátt í gongd. Seinastu veljara- kanningarnar vísa, at vinstravongurin fer at fáa 90 umboð og teir borg- arligu 85. Hetta vísti ein galluppkanning, sum varð almannakunngjørd í Ber- lingske Tidende 9. august. í sama blað stóð í leiðaranum, at møguleiki er fyri, at umboðini, sum skulu veljast í Føroyum og í Grønlandi koma at vera avgerandi fyri, hvussu ein stjórn fer at síggja út. Berlingske Tidende skrivar m.a. í oddagrein- inini: “De to konkurrende flgje í Folketinget er fremdeles ude í et tæt opløb med et minimalt forspring til statsminis- ternes hold. Men fortsat er der tale om et margina- lernes valg, hvor det endelige udslag kunne se ud til at blive afgjort med placeringen af de fire nordatlantiske mandater”. jan Tvangsauktion På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, afholdes torsdag den 15. september 1994 kl. 09.10 tvangsauktion, (AS 210/94) over matr. nr.131 b, Sumba beliggende Sumba. Auktionen er begæret af Advokat- felagið, Bryggjubakki 22, Tórshavn, tif. 11260 (j. nr. 37270) på vegne en pant- og udlægshaver. Ejendommen er et beboelseshus på en 654 m* stor grund. Det bebyggede areal udgør 130 m i 3 etager. Ejendommen kan beses efter aftale med ovennævnte advokat. Auktionsdokumenterne ligger til gen- nemsyn på dommerkontoret. Færøernes fogedret, den 15.08.94 Henrik Engell Rhod dím. Va vær