Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. august 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

a —"<"" Tíðindablaðið [ sosialurin ] Nr. 156 — 19. AUGUST 1994 Síða5 Rúsdrekkamisnýtarar drekka húsarhaldsspritt: Deymur av kattaniss pestar okkum handilin Nú verður ikki bert heimabrenning roynd, fyri at fáa fatur í einum ódýrum slag av brennivíni, Seinast eru menn farnir at drekka húsarhaldsspritt. Urslitið er, at eingin kann verða í nánd av hesum monnum, tí teir lukta illa av cattapissi, og tí fáa vanlig fólk seg ikki til at koma til hand- ls, har hesir menn koma inn,sigur ein handilsmaður FUN ;Seru ikki all, ið hava hug ia sær ein lítlan upp i karið, sum hava pening at ara í Rúsuna at keypa. Nógv hevur verið nógv tosað um, at fólk eru farin at heimabrenna, ístaðin at keypa teir dýru droparnar í einkarsøluni. Nú er annar møguleiki at fáa sær kenning komin í ljósmála. Menn eru farnir at keypa húsarhaldssprit, sum fæst í handlunum og á Apotekinum fyri slakar 15 krónur fløskuna. Luktar og smakkar illa Okkurt evni er stoytt í hús- arhaldssprittið, sum lukt- ar/smakkar illa. Hetta er gjørt fyri at fólk ikki skulu nýta tað sum rúsdrekka. - Tað eru tó ikki øll, sum aftra seg við at drekka tað kortini, og tað er hetta, sum elvir til trupulleikar, sigur ein handilsmaður. - Tað er ein sonn plága at fáa hesar menn inn í handil- in, tí teir pesta alt inni. - Hetta er mikið harmilig- ari hjá okkum handilsfólk- um, tí fólk fáa seg ikki til at koma inn í handilin hjá okk- um, tí tað luktar so illa. Handilsmaðurin veit at siga, at m.a. Apotekið selur húsarhaldssprittið til fólk. Tað er bíligt, so tað er einki legið í, at tystir menn royna at fáa hendur á hesum, heldur handilsmaðurin. Bert spell at slík vøra verður latin um skivuna til tystar menn. Hann vil kortini gera vart við henda trupulleika, fyri at fáa steðgað søluni av hús- arhaldsspritti til misnýtar- Jonna Hansen, apotekari å Tjaldurs Apoteki, sigur vid Sosialin, at har vita tey av, at misnytarar drekka húsarhaldsspritt. Fáa onnur at keypa fyri seg - Hetta er ein sonn plága hjá okkum. Eftir at sprittið varð latið leyst í fríari sólu, hevur misbrúkið vundið upp á seg. - Kemur ein fullur maður inn á Apotekið, so nokta vit at útflýggja honum spritt. Trupulleikin er bert, at hes- in fer út aftur og biður onkr- an annan fara at keypa fyri seg. - Er tað ikki vandamikið at drekka? - Har verður koyrt eitt evni í, sum luktar illa og ger, at fólk fáa vaml og ilt í búkin - júst fyri at fólk ikki Skulu drekka tað. - Nú er tað soleiðis, at eis- ini vanlig fólk nýta húsar- haldsspritt til reingering 0.a., og tí kunnu vit ikki standa innan fyri skivuna og gera av, hvat hvor nýtir hesa voru til. - Tað er heldur eingin stuttleiki hjá starvsfólku- num at skula siga manni, at hann er fullur og tí ikki kann fáa vøru útflýggjaða. Slíkar keðiligar hendingar hava verið, og tað gongur út yvir ósek starvsfólkið. Aður skrivaðu fólk undir eina váttan Jonna Hansen sigur, at áður varð húsarhaldsspritt út- flýggjað móti at keyparin skrivaði undir, hvat hann skuldi nýta tað til. Tá var tað bert Apotekið, sum seldi spritt, og sostatt hevði eftir- litið. Tá nýggja Rúsdrekkalóg- in varð sett í gildi, var hús- arhaldsspritt | samstundis gjørt til eina vanliga handil- svøru. - I dag kunnu handlar selja húsarhaldsspritt eins og allar aðrar vanligar vør- ur, sigur Jonna Hansen. Heri Mørkøre, landsapo- tekari, sigur í viðmerking við Sosialin, at tað neyvan ber til at broyta reglurnar um søluna av húsarhalds- spritti: Einki lógargrundarlag - Gamla rúsdrekkalóg fevn- di eisini um sølua av dena- tureraðum spritti, men tá nýggja rúsdrekkalógin varð sett í gildi, fall henda lógin burtur. - Enn er tóein kunngerð til um sglu av spritti, men eftir mínari meinig ber ikki til at nýta eina kunngerð, sum ikki er grundað á eina lóg. - Tier bert eitt at gera. Tað er at gera lóg fyri húsar- haldsspritt, ella at leggja punktavgjald á hesa voru, og hervið hækka søluprisin so mikið, at tað ikki skal lóna seg at drekka húsar- haldsspritt í staðin fyri van- ligt rúsdrekka, sigur Heri Mørkøre. Dagny Misnytarar hava allra dagar drukkið sprit og annnað, sum kann geva eina kenning. Í Danmark lækkaðu teir søluprisin av akvavit, fyri at forða fólki í at drekka spritt. Tað er ikki júst galdandi í Féroyum DE DANSK: SPRII ARLBOR Seinasti møguleikin Seirapartin i går skuldi aftur vera samrådingarfundur millum Sambands- og Fólkaflokkin. Hesin verður hildin at vera seinasti møguleikin at semjast Sambært Dimmalætting, málgagni Sambandsflok- sins, er lítið útlit fyri eini samgongu millum Sam- bandsflokkin og Fólka- flokkin. Fólkaflokkurin vil ikki ganga frá kravinum um lønarnidurskurd við lóg, og tað vil Sambandsflokkurin ikki hoyra talan um, sigur blaðið. Men flokkarnir skuldu so hittast kortini. Dettur hesin samgongu- møguleikin burtur er nógv óvist. Sjålvur vil Edmund Joensen, formaður Sam- bandsfloksins, ikki siga hvat næsta stig skal vera. Talan hevur verið um at hitta Javnaðarflokkin, men ymiskt er hvussu fólk tulka úrslitið av tí eina fundinum, Sambands- og Javnaðar- flokkurin høvdu beint eftir valið. Ein møguleiki er, at Sambandsflokkurin letur samráðingarinitiativið frá sær. Tá verður tað Fólka- flokkurin, sum næst størsti flokkur, sum fer at leiða tingingarnar at skipa nýggja samgongu. tór.- Til BLADSØLURNAR sosialúrin aftur UTSELDUR? Boðið so beinanvegin frá á tlf. 11820. Uttanfyri vanl. arbeiðstíð upplýsir telefonsvararin hvar ringjast skal fyri ' at fáa fleiri blød. Tíðindablaðið SOSIALURIN