Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 20. august 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SAMBANDS- og fólkaflokk- urin hava verið í gomlum skímaskotum og hava har leitað fram gkonomisku teori- irnar hjá Ricardo, eitt avdeytt úr 19. gld. UTTAN iva hin mest víða- gitni professarin í økonomi í USA í dag, skírir einhverja at- gerð, ið ber við sær lækkan av lønarlagnum, sum eina skøv- an útyvir gomulkendu tiltøk- ini frá gamlari tíð, um at út- súgva løntakarar! JOHN Kenneth Gailbrait er heiðursprofessari við størstu universitetini í USA: Prince- town, Harward, Cambridge og Oxford. Við Weekend avi- sen sigur hann m.a.; — EG TRÚGVI ikki tí, at man við at skarva av lønunum fremur nakað, ið fer at minka um arbeiðsloysi. Tvertur ímóti. Lækkar ein llønirnar, vil keypiorkan minka og tad vil leingja um arbeidsloysis- støduna i ævigheitir! Tey, id vilja lækka lønirnar, halda seg til eina økonomiska teori, sum stóð í blóma í 19. øld und- ir Ricardo. Hetta er ein teori, sum er vorðin slept sum ónýti- lig, fyri langari tíð síðani, segði altso Gailbrait. ROKNISTYKKIÐ hjá An- finni Kallsberg og Edmund Joensen hongur ikki saman. Tað teir siga er, at hetta sein- asta uppskotið fer at kosta landskassanum 182 milliónir krónur. Landskassin skal so- statt av við 182 milliónir krónur til arbeiðsgevararnar so ella so. Her er ikki talan um pappírspening men 182 kon- tantar milliónir til arbeiðs- gevararnar, av landskassans peningi. LANDSKASSIN má so ann- adhvørt taka 182 milliónir krónur meira inn í skatti, efla lóggáva má gerast, ið legali- serar ognartøku av løntak- arágóða so stóran, at hesin svarar til 182 milliónir krón- ur í skatti til landskassan, sum landskassin á henda hátt ikki fær. ALTERNATIVA loysnin hjá Kallsberg & Joensen miðar sostatt ímóti at vit nú við lóg fáa tveir skattamyndugleik- ar. Fyrst verður lønin skatta av arbeiðsgevaranum, og tá teir hava tikið sítt, skattar Toll- og Skattstova Føroya tad, sum er til avlops, aftan å skatt til arbeidsgevaran. FÍGGINGINI (yvir fíggjarlóg- ina), segði Edmund Joensen í SvF í fyrrakvøldid, henni hyggja vit eftir seinni. Eitt er vist: tað fer at svíða út í hvønn avkrók í Føroya landi. Hetta seinasta er citat eftir Anfinn Kallsberg, tá hann seinast (í '89) tók sæti í Tinganesi, til frama fyri føroyskt vinnulív. SOSIALURIN Marita Petersen, løgmadur: Fyri at seta fleiri pengar av til upplys- ing og fyribyrging -men tað skeivt at klikkja niður á landsstýrið fyri ikki at hava játtað meiryvirskotið hjá Rúsdrekkasóluni til hesi endamál, tí tann peningurin kom í landskassan í farna fíggjarári. Skal meira játtast nú, so má ein eykajáttan til, og tað er eitt annað mál sigur løgmadur við Sosialin. Hesa seinastu tíðina hevur verið nógv tosað um yvir- skotið hjá Rúsdrekkasgl- uni og fram er komið, at landsstýrið skal hava verið ímóti at lata pengar av meiriyvirskotinum til ar- beiðið hjá eitt nú Blá- kross. Marita Petersen, løg- madur sigur, at hetta málið als ikki hevur verið tí tað meiryvirskot talan er um er fyri árið 1993, og teir pengarnar kann lands- stýrið ikki uttan víðari lata út til ávís endamál mitt í hesum árinum. Hon ásannar, at tað hevur verið budgerterað við einum yvirskoti upp á 11,6 mill. kr.. og at hetta yvirskotið í 1993 er vorðið til einar 3 mill. kr. meira. Síðani hevur spurn- ingurin tikid seg upp um, hvat hetta meiryvirskotid skuldi fara til. M.a. hava fólk frå fråhaldsrørsluni og teimum stovnum, sum taka sær av fólki við trupulleikum av rús- drekkanýtslu víst á, at hetta meiryvirskotið átti at farið til arbeiði teirra heldur enn bara í lands- kassan. Tað er so komið fram í fjølmidlunum, at lands- stýrið hevur ikki viljað gingið ynskinum hjá um- røddu stovnum á meti um at hækka teirra játtan í hesum árinum. Marita Petersen, løgmaður sigur við Sosialin, at málið er ikki lýst nóg væl og sigur, at tað, sum er fram komið, er ikki heilt beint, tí málið er sum longu sagt ikki Hon viðgongur, at talan er um eitt stórri yvirskot enn budgeterað við men ger samtíðis vart við, at her er talan um árið 1993. Tað ber ikki til nú at av- gera, at pengar, sum eru „farnir inn í landskassan í 1993, skulu brúkast til eitt ávíst endamál í 1994. Tað stendur í lógini, at landsstýrið kann avgera í samráð við Rúsdrekka- og Narkotikkaráðið, at rakstr- aryvirskotið lutvíst ella heilt kann fara til fyri- byrging, upplýsing og viðgerð. Tað ber ikki til at taka ta avgerðina, tá tú stað- festir, at talan er um eitt yvirskot ella undirskot. Skal tú tí fara út og brúka pengar á umrødda øki, so má landsstýrið samtykkja at heita á figgjarnevndina fyri at fáa eina eykajáttan. Og tað hevur ikki verið Marita Petersen sigur, at hetta málið heldur snýr seg um, hvat vit á kom- andi fíggjarlóg vilja seta av til umrøddu stovnar og | arbeiði. av til upplýsing ol. -Hvat heldur tú tá sjálv um tað? -Eg haldi, at skal talan vera um at lata fleiri peng- ar til umrøddu endamál, so eigur hetta at verða gjørt í samráð við Rús- drekka- og Narkotikka- ráðið, og hetta er sum eg havi sagt ein spurningur um, hvat skal setast av á fíggjarlógini. ' Fram er annars komið, at ein persónur, sum ar- beiddi sum ráðgevi hjá fråhaldsrørsluni fór, og tað hevði við sær, at frá- haldsrørslan hevur fingið nakað minni av peningi. Roknað hevur verið við, at ein slíkur ráðgevi kundi verða settur undir Rús- drekka- og Narkotikka- ráðið, og tað er eisini langt síðani, at landsstýrið samtykti at søkja figgjar- nevndina um seta av pengar til eitt slíkt fólk, men málið er enn ikki avgreitt í figgjamevndini. enduskoðast í 95 Løgmadur heldur annars, at tað er av 'stórum týdningi, at tað verða brúktir fleiri pengar til upplýsing og fyribyrging í sambandið við rúsdrekka- misnýtslu, og soleiðis sum stødan er í dag, er tað ein spurningur, um vit íkki eiga at brúka Rúsdrekka- og Narkotikkaráðið meira til hesa uppgávuna. -Tað er annars breið semja í landsstýrinum um at styrkja upplýsandi og fyribyrgjandi arbeiðið. -Men tá nú sélan hjá Risdrekkasøluni gevur so stórt yvirskot, átti lands- Marita Petersen. stýrið so ikki at lækkað prísirnar aftur, soleiðis at prísirnir aftur gjørdust meira rímuligir? -Tað má so koma sum eitt uppskot frá lands- stýrinum men til tað verð- ur so eisini neyðugt við einum úttalilsi frá Rús- drekka- og Narkotikka- ráðnum. Sjálv haldi eg eisini, at tað hevði verið eitt gott hugskot, at landsstýrið tók tann spurningin upp eins og spurningin at játta fleiri pengar til bæði upplýsing og fyribyrging. Løgmadurin sigur ann- ars, at øll rúsdrekkalógin skal endurskodast í 1995, so tað ber til at taka allar hesar spurningar upp til nýggja viðgerð til ta tíð. jan