leygardagur 20. august 1994síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 157 — 20. AUGUST 1994
Síða 3
Tíðindablaðið
Seks flokkar um
samrådingarbordid
Formaður Sambandsfloksins hevur nú góðar
samgongu. Viðvíkjandi kostnadarstødinum eru
tað ringasta, sigur Edmund Joensen
Stóra málið sum hevur ligið
sum ein forðing fyri fram-
haldandi samráðingum
millum Sambands- og
Fólkaflokkin hevur verið
tvidråtturin um hitt nógv
umtalaða kostnadarstødi.
Men hesin trupulleikin er
sum skilst ikki so stórur
longur.
-Vit eru komnir um tað
ringasta nú, sigur Edmund
Joensen.
Ætlanin er millum annað
at lækka allar lønir við 12
prosentum og skattin sam-
svarandi. Hetta kostar
landskassanum 182 millió-
nir. Men hvussu ætlar
Sambandsflokkurin at fáa
tað fíggjað?
-Hetta kostar her og nú
182 milliónir um árið, men
tá er positivi virkningurin
ikki tíkin við. Fleiri arbeiðs-
pláss og stórri virksemi,
sigur Edmund Joensen,
men hann sigur seg rokna
við, at ein partur av positiva
virkninginum kemur til
sjóndar longu fyrsta árið.
Júst hvussu hetta eyka
hallið skal fíggjast í fyrstu
atløgu er enn ikki greitt.
Formaður Sambandsflok-
sins sigur, at nú koma allir
vónir um eina
teir komnir um
teir smærru flokkarnir upp í
samráðingarnar, og semja
skal fáast um eina fíggjar-
lóg.
-Talan verður um ratio-
naliseringar, sparingar og
privatiseringar, sigur sam-
bandsformaðurin, men
hann vil ikki siga á hvørjum
økjum tær stóru broyting-
arnar fara fram.
Edmund Joensen sigur, at
nú leggur Sambandsflokk-
urin upp til eina breiða sam-
gongu við gllum teimum
flokkum, sum hava víst
áhuga at vera við. Tað vil
Í gjár hitti Sambands- og
Fólkaflokkurin teir fýra
smærru flokkarnar. Niels
Pauli Danielsen, Tordur
Niclasen, Helena Dam á
Neystabø og Óli
Jacobsen.
Mynd: Kalmar
Edmund Joensen roynir
seg nú við eini seks-
flokkasamgongu
siga allir flokkar á tingi
uttan Tjóðveldis- og Jav-
naðarflokkurin. Formaður
Sambandsflokksins heldur,
at nakrir dagar fara enn at
ganga til nýggja samgonga
rættiliga er komin undir
land.
tór.-
Vilhelm Johannesen, figgjarnevndarformadur:
Nú geva teir
vinnuni ein
nýggjan kodda
- Råfiskagrunnurin gjørdist ein koddi hjá
vinnulívinum. Grunnurin varð tí
Lønarskerjingin er einki annað enn ein nýggjur
koddi
-Tað var breið semja í ting-
inum at Ráfiskagrunnurin
skuldi avtakast. Tingmenn
vóru eisini samdir um, at
hetta átti at verið gjørt langa
tíð frammanundan, tí tað
avtikin.
visti seg, at grunnurin var
ein koddi hjá vinnulívinum.
Ein koddi, sum t6k åbyrgd-
ina frå vinnuni, sigur Vil-
helm Johannesen, figgjar-
nevndarformadur. | Hann
heldur, at umtalaða lønar-
skerjingin bert verður ein
nýggjur koddi, og tað held-
ur Vilhelm Johannesen ikki
vera rættur vegur at menna
vinnuna.
Stovnar burtur
ella sterri hall
Vilhelm Johannesen hevur
ur, tingmaður og ikki minst
sum formaður í Fíggjar-
nevndini í mong ár havt ein
stóran leiklut í at leggja
fíggjarætlanina. Hann sigur
seg vera sannførdan um, at
nú er skert so nógv á al-
menna gkinum, at tað ber
ikki til at skerja enn meira. Í
hvussu er ikki á sama hátt
sum higartil. Skal meira
skerjast, má tað gerast við at
kuta heilar stovnar burtur.
Tað gerst ikki ødrvisi, sigur
Vilhelm Johannesen.
Fíggjarnevndarformaður
in sigur, at tá fíggjarlógin
fyri 1994 varð gjørd, varð
roknað við 263 milliónum í
halli. Framrokningar vísa
nú, at hallið fer at verða
nakað minni, kanska 256
milliónir. Varisligar met-
ingar fyri næsta ár vísa, at
hallið tá kemur niður á
umleið 170 milliónir. Men
skulu tær 182 milliónirnar,
lønarnidurskurdurin kostar
tí almenna ikki sparast á
fíggjarlógini, má tað leggj-
ast oman á hallið. Og tað
skal fíggjast. Hvussu skal
tað figgjast og hver skal
fíggja tað, spyr Vilhelm
Johannesen. Hann sigur, at
hetta landsstýrið helt seg
kunna liva við einum
umleið 200 millióna stórum
halli í nøkur år, men at økja
tað, heldur hann ikki vera
ráðiligt.
tór.-
Vilhelm Johannesen,
figgjarnevndarformadur
heldur, at
lønarnidurskurdurin
verður ein nýggjur koddi
hjå vinnuni.
Mynd: Kalmar