Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sosialurin ) Nr. 158 — 23. AUGUST 1994 Síða5 Verkamannafylkingin ikki í samgongu: Vit fara ikki at føra andstødupolitikk - Verkamannafylkingin vil broyta politisku skipanina. Ti fara vit ikki at virka sum vanligur andstøduflokkur, men fara at taka stødu i hvørjum måli sær, sigur Oli Jacobsen, sum i vikuskiftinum valdi at fara burtur år samgongusamráðingunum Verkamannafylkingin er komin fyri at broyta polit- isku skipanina. Tað verður m.a. eisini sjónligt á tingi frameftir, hóast fylkingin ikki hevur tíkið av tilbodum at fara í samgongu. - Um tit vilja broyta poli- tisku skipanina, hví fara tit so ikki i samgongu? - Vit fáa ikki roknstykkið hjá fólkaflokkinum og sam- bandsflokkinum at hanga saman, og tí kunnu vit ikki taka undir við møguligari samgongu, sum er grundað á "trigv"heldur enn veru- leika, sigur Óli Jacobsen. Tað gongur ikki upp - Við uppskotinum um 12% lønarlækking, hava vit gjørt útrokningar sum prógva, at hetta ikki kostar lands- kassanum 184 mió. krónur, men 300 mió. krónur. Eftir hesum skulu 3000 nýggj arbeiðspláss til, fyri at fáa javnvág í og pening í kass- an. - Hetta er tað - og stórt sæð ikki annað - samgongan vil grunda sín politikk á, og tað meta vit verða ov lítið hald í. - Vit settu tí mótuppskot fram, sum er grundað á álit- ið "Karmar um Føroyska vinnu". Okkara uppskot kostar ikki landskassanum eitt oyrað, og kann setast í verk beinanvegin, sigur Óli Jacobsen. Uppskotið hjá verkamannafylkingini Uppskotið hjá Verka- mannafylkingini sigur m.a. Fyri øll nýggj ar- beiðspláss í fiskivinnuni á sjógvi og á landi, kann ar- beiðsgevarin fáa endurrind- að 28% av ti løn, sum við- komandi løntakari fær. Henda endurrindan minkar við 1/3 ella 1/4 hvørt árið. Alternativt verður endur- rindanin varðveitt í trý ár. Av praktiskum grundum verða tær skipanir, sum á- vikavist Verkamannafylk- ingin og sambands- og fólkaflokkurin hava havt salinum frammi, kallaðar studning- ur. Í báðum fórum er talan um "umfordeiling". Talan er um tiltøk, sum beinleiðis ella óbeinleiðis ávirka fíggjarlógina. Sambært útrokningum hjá landsbankanum, merkir uppskotið hjá sambands- og fólkaflokkinum - um fyrst 12% og síðan 8% lønar- lækking/lønarendurgjald, eina útreiðslu fyri lands- kassan uppá 300 mió. krón- ur. Aftrat hesum varð upp- lýst í Útvarpinum, at av- gjøld á vinnuni, sum svara til 8% skulu avtakast. Hetta gevur út ímóti 100 mió. krónur. Samlaða ávirkanin á fíggjarlógina verður uml. 400 mió. krónur árliga, verður sagt í uppskotinum hjá verkamannafylkingini. Edmund Joensen fekk ikki vermakannafylkingin at góðtaka samgongu, sum bert hevur løn- arlækking á skránni. Hinvegin, so vil fylkingin og Oli Jacobsen atkvøda fyri samgonguni, hvør hon so verður. Hann væntar at samgongan fær brúk stuðli frå øllum síðum í ting- Bert stuðul til nýggj arbeiðspláss - Verkamannafylkingin vil heldur hava eina differan- tierada skipan, sum bert skal verða galdandi fyri vinnugkið, við tí fyri eygað, bert at lata stuðul til nýggj arbeiðspláss, sigur Óli Jac- obsen. Hann sigur, at prinsipielt er úrslitið tað sama, nevni- liga at lækka kostnadarstød- ið, sum kann geva grundar- lag fyri nýggjum virksemi. - Tað ber saktans til at lata skipanina vera galdandi fyri aðrar nýggjar vinnur enn tær, sum hava við fiski- vinnu at gera, sigur Óli Jacobsen. - Semjan millum fólka- flokkin og sambandsflokk- in gevur ikki møguleika fyri differantiering. Her verður latið tað sama til allar ar- beidsgevarar, um teir tørva taðella ikki. Samaer um teir hava produktiva vinnu ella - Hetta má sigast at vera skilaleyst, tí tað merkir, at tað er fullkomiliga tilvildar- ligt, um "lønarendurgjald- ið" fer at stuðla nýggjum virksemi ella nýggjum ar- beiðsplássum ella ikki, sig- ur Óli Jacobsen. Einki er givið - Ert tú vónsvikin at sam- ráðingarflokkarnir = ikki tóku undir við tínum upp- skoti? - Nei, tað eri eg ikki. Einki er givið í politikki, so tað taki eg ikki so tungt. Tað er eisini umráðandi at halda fram við arbeiðinum, tí tað er neyðugt við radikalari broyting í føroyskum poli- tikki, um vit skulu fáa land- ið á fótur afytur. Tað er júst tað, sum verkamanna- fylkingin hevur sett sær fyri. - Trupulleikin er tann, at politikarar og arbeiðsmark- naðurin tosa hvørt sítt mál, og teir skilja ikki hvør ann- an. Arbeiðsmarknaðurin skilir ikki tað. sum politik- arar siga, og politikararnir skilja ikki tað sum arbeiðs- marknaðurin tosar um. - Urslitið er, at teir "ganga hvør sína leið", sigur Oli Jacobsen. - Fekk uppskotið hjá verkamannafylkingini við- gerð á samgongufundi- num? - Hvørki hetta ella upp- skotið hjá sambands- og fólkaflokkinum hava fingið veruliga viðgerð á fundu- num. Tað hevur meira verið tosað um lenarlækking, sum partarnir mest hava grundað á, um teir trúgva upp á hetta hugskotið ella Rætta samgonguni hjálpandi hon - Hvér verður leiklutur tykkara í andstóðu? - Vit fara at atkvøda fyri komandi samgongunu, utt- an mun til, hvør hon verður. - Hetta fara vit at gera fyri at rætta samgonguni eina hjálpandi hond, og fyri at fáa núgaldandi umstødur broyttar. - Einhvør samgonga, sum verður vald, hevur brúk fyri samstarvi til allar síðir. Tí fara vit ikki í vanliga and- stóðu, har vit fara at mót- arbeiða tí, sum samgongan leggur fram. - Eg haldi persónliga, at tað snýr seg um at mýkja tey ymsu hugskotini, sum koma fram, men harfyri vænti eg ikki, at vit kunnu broyta politisku skipanina frá einum degi til annan. - Skulu vit gera okkum hugsanir um at tað, so skal tað ikki verða ein bardagi millum andstødu og sam- gongu. Vit skulu taka støðu út frá hvgrjum máli sær. - Hvussu hevur ar- beiðslagið verið á teimum fundum, sum tit hava luttikid í? - Tað hevur verið tosað nógv um at broyta arbeiðs- lag, og allir hava sagt seg skilja, at hetta er neyðugt. Hvussu tað verður fram- eftir, veit eg ikki. Mín leik- lutur verður at fáa arbeiðs- lagið broytt, og eg haldi eis- ini, at møguleiki er fyri ti, sigur Óli Jacobsen. Ræður um at vera til reiðar - Tað verður eisini neyðugt, tí eftir hesum uppskotinum hjá samgonguni vænti eg, at teir skjótt fara at renna seg fastar, og tí ræður um at verða ul reiðar, tá brúk verða fyri øðrum uppskot- um, m.a. uppskotið hjá verkamannafylkingini. - Heyði tú ikki vænald, at tað fór at spyrjast meir burturúr tínum uppskoti? - Nei, eg havi onga fasta mynd av, hvat eg hevði væntað mær, og tíeri eg ikki vónbrotin av, at eg noyddist at siga frá í samgongusam- ráðingunum, sigur Óli Jac- obsen. Dagny BILLUTIR útvegast til FLEST ALLAR BILAR Fa. BILLUTIR Tit. Fax. 21605 21666 Å GILJANESI FERDAMANNAHEIM Tlf. 32900/TIf. 87199