týsdagur 23. august 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 158 — 23. AUGUST 1994
Síða 9
Allan hevur valt
Landsliðið skal dystast móti Vejle mikukvøldid í komandi viku
So hevur Allan Simonsen
av álvara givið ábendingar
um, hverjar leikarar hann
ætlar at gera nýtslu av, tá
landsliðið skal í eldin í HM
kappingini. Fyrsti dysturin
verður á Svangaskarði móti
Grikkalandi um 15 dagar,
og seinasta hondin í fyri-
reikingararbeiðnum hjá
Allani Simonsen verður
løgd í venjingardysti miku-
kveldið í komandi viku.
Mótstóðuliðið = verður
Vejle, sum kemur til Føroy-
ar komandi týsdag. Dystur-
in verður mikukveldið
klokkan 18, og Vejle fer av-
stað aftur hósdagin.
Atlantsflog tekur Vejle
hópin í Billund týsdagin og
setur teir av aftur hósdagin.
Nógvir útlendingar
Við postinum í morgun fáa
sekstan leikarar boð um at
meta á Svangaskarði. Teir
eru Jens Martin Knudsen,
Jákup Mikkelsen, Óli Jo-
hannesen, Jan Andreassen,
Tummas Eli Hansen, Jens
Kristian Hansen, Allan
Mørkøre, Henning Jarn-
skor, Øssur Hansen, Jan
Dam, Abraham Hansen,
Magni Jarnskor, Djóni N.
Joensen, Todi Jónsson, Jens
Erik Rasmussen og Jan All-
an Miiller.
Vit staðfesta, at seks leik-
arar eru við í flogfarinum
saman við Allan Simonsen,
tá hann kemur til Føroya.
Teir eru Jens Erik Rasmus-
sen og Jan Allan Miller úr
Horsens, Jens Kristian Han-
sen úr Randers Freja, Øssur
Hansen úr Vejle, Todi Jóns-
son år Lyngby og Jåkup
Mikkelsen úr Herfølge.
Jåkup i Herfølge
Fyrrverandi Kl målverjin,
Jåkup Mikkelsen, vandi
fyrstu dagarnar eftir at hann
var komin til Danmarkar í
Haslev, men nú er hann far-
in at venja við Herfølge.
Teirra besta lid er í næst-
bestu donsku deildini.
Venjari er Ole Mørch,
sum áður hevur verið knýtt-
ur at Frem í Keypmanna-
havn, fyrst sum leikari og
seinnu árini sum venjari.
Frem fór av knóranum í
fjør, tá flutti nógv avhildni
venjarin til Herfølge. Vit
skilja å lagnum, at Allan
Simonsen hevur verid mill-
ummaður og hevur syrgt
fyri, at Jákup Mikkelsen
kemur til eitt høgligt felag í
mun til Haslev, har hann
býr.
Tvey lið kappast
nú um FM heitið
Sandoyingar sleptu í oddastríðnum, og ÍF fær
sunnudagin møguleika at draga TB niður í
stríðið um niðurflytingina
Trettanda umfarið í lands-
kappingini fer ikki í søguna
sum tað, har besta fótbólts-
spælið varð víst. Men tað er
framvegis spenningur í,
bæði í toppinum og í botni-
num, og tað ger tað hugaligt
hjá áskoðarunum at meta
kring leikvøllimar eisini
komandi vikuskifti.
Fleiri av liðunum hava úr
at gera. Longu í kvøld fara
gøtumenn og HB í eldin.
HB móti Motherwell á
Svangaskarði og GÍ móti
Trelleborg í Svøriki.
At leikararnir eru eitt
sindur slitnir av nógvastríð-
num, kom týðuliga til
sjóndar í Gundadali, har
B71 vitjaði HB leygardag-
in. Toppdysturin var leik-
ligur fusari, og serliga sand-
oyingar vóru langt frá tí
stødi, vit hava sæð teir á fyri
ikki so langt síðani. Hópur-
in er tunnur, og tá ein av
stuðulsleikarunum, Niclas
Joensen, noyddist út við
fótskaða í 33. minutti, kom
tað illa við.
GÍ skal suður í Sand-
oynna sunnudagin, og teir
mugu finna seg í at vera fa-
vorittar. Sandoyingum
dåma best, um måtstødulid-
ið leypur nógv á, so tann
dysturin er nakað at gleða
seg til. Å
Í hvussu so er gjørdi GÍ
góða reklamu fyri sær sjålv-
um, tá teir varðveittu odda-
sessin í lívligum dysti í
Sarpigerði móti grannu-
num úr NSÍ. Teir í Runavík
spældu kanska sín besta
dyst í ár.
HB skal í Sundalagið
sunnudagin at hitta EB/-
Streym, sum hevur givið
skarvin yvir. Teir hava sæð í
eyguni, at hesa ferð verða
teir bara eitt ár í bestu deild-
ini. Fótbóltsevnunum bila
einki, men tað ber ikki til at
standa seg millum teir
bestu, tá einir átta leikarar,
sum hava verið við á besta
liðnum, eru farnir av landi-
num í arbeidsørindum og
útbúgvingargrindum.
Spennandi
i Fugalfirdi
Stóri spurningurin er, hvør
skal flyta nidur saman vid
EB/Streymi. IF er besta
boðið, og á talvuni eru teir í
mun til lægst stadda liðið
oman fyri strikuna eitt stig
verri fyri nú, enn teir vóru
undan vikuskiftinum.
Sm vit roknaðu við, so
taptu teir í Klaksvík. Tað
mundi vera kærkomið hjá
fuglfirðingum, at B36
gjørdi teimum ta tænastuna
púra óvæntað at vinna móti
TB. B36 hevði ikki vunnið
síðani TB vitjaði í Gunda-
dali 15. maí, og TB hevði
vunnið báðar dystirnar síð-
ani summarsteðgin.
TB tapið ber við sær, at
talan verður um sannan nið-
urflytingargysara, tá tvørå-
menn vitja í Fuglafirði
komandi leikumfar. Vinnur
IF eru teir bara eitt stig aftan
fyri TB, og teir kunnu fáa
stig á heimavelli móti B71
seinasta leikdag og á Toft-
um annan sunnudag.
TB hevur framvegis lagn-
una í egnum hondum. Teir
taka annan sunnudag móti
klaksvíkingum, men tað
verður neyvan nøkur løtt
uppgáva.
Skulu vit meta út frá úr-
slitunum síðani summar-
stedgin, so verður tað ikki
nøkur løtt uppgáva. KI
troðkar seg alt longur upp,
Møguligar
broytingar
Tað verður ikki roknað við,
at stórvegis broytingar
verða framdar í hópinum
upp undir dystin móti grikk-
um. Kanska verður onkur
einstakur leikari skiftur út,
um tað vísir seg, at onkur
verður skaddur, ella at leik-
ari ikki megnar uppgávuna
nóg væl móti Vejle.
Sammeta vit við leikara-
skaran, sum var við á venj-
ingarleguni í Eysturríki, so
eru fimm leikarar sílaðir frá.
Teireru Arnhold Joensen og
Jan Joensen úr KÍ, Jóan
Petur Olsen úr GI, Julian
Johnsson úr HB og Torbjørn
Jensen år B71.
-»-nn-
TB er enn í niðurflytingarvanda og má ansa sær .B36 er eitt sindur betri fyri eftir sigurin
Tvøroyri
og nú hava teir fingið um
SE
liðunum, men vitrokna ikki
Mynd: Rógvi Johansen
ur, sum varð søplad burtur
rongina á B71. KÍ eigur KÍsumFM møguleika. Tað | undan summarsteðginum.
er ov nógv at vinna inn aft-
dystir á móti báðum odda-