Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. august 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 158 — 23. AUGUST 1994 Stríðið setir síni spor Einki at reypa av, tá sandoyingar spældu oddadyst móti HB í Gundadali 1. deild menn, HB-B71 1-0 (0-0) Tad var litid av saman- hangandi fótbóltsspæli, tå B71 og HB leygardagin í Gundadali striddust um, hvat teirra næstu vikuna skal einga plássið undir gøtumonnum. Í staðin fyri flótandi spæl, sum bæði lið- ini so ofta hava víst, at tað megna, so var heldur í stór- an mun talan um long spørk, sum ofta vóru skeiv, mest tí nógvir leikarar tóktust illa fyri. Mødin av at ferðast, venja og spæla fótbólt, sam- stundis sum dagsins skyldur skulu rgkjast, kundi ikki goymast. HB vann, og tað var uppi- borið. Teir høvdu bóltin meiri, og teir høvdu fleiri målmøgulcikar. At tað ikki eydnaðist teimum at fáa fleiri mál kunnu teir fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri. Tí royndirnar móti málinum vóru alt ov ofta so sera óneyvar. Teir royndu við langskot- um, sum oftast onga kraft høvdu og vóru skeiv. Bara Grímur Vang á høgra vong- verja hevði kraft og kós í tveimum skotum. Annað varð blokerað, og hitt fór dygst omanfyri. Tað var sjálvdan, at ein tungur midvøllur — Julian Johnsson var bara í løtum vid i spælinum, ti John Sørensen var ein metur frå honum fyrstu 65 minuttirar — megnaði at skræða B71 verjuna sundur, og eydnad- ist tað, so stóð Waldemar Novisci væl. Tveir minuttir undan steðginum noyddist hann í stórum stíli at hálv- bjarga, tá skot frá Sigfríði Clementsen rakti í Sofus Clementsen og broytti kós. Ætlaðu javnleik Hjá B71 eru tað nógvir leik- arar, sum í løtuni tykjast mettaðir av fótbólti. Teir spruttaðu fyrstu løtuna, men tað var skjótt, at ferð og álopshugur minkaði, og so ráddi um at verja, m.a. við alla tíðina at draga leikferð- ina niður. Ib Mohr Olsen og Niclas Joensen vóru í mun til B68 dystin farnir av midvølli- num og í miðverjuna. Tað vóru bara 33 minuttir, tá Niclas Joensen noyddist út við fótskaða, og tað kom illa við, hóast Sofus Clement- sen megnaði uppgávuna á aftasta manni hampuliga væl. Málið fekk HB, tá 72 minuttir vóru leikur: B71 ger óneyðugt fríspark 22 metrar frá málinum. Sig- fríður Clementsen, sum við fleiri hornaspórkum hevði víst síu frálíka hegni at sparka, og sum eina ferð fyrr eftir steðgin hevði sent frispark í manngarðin, sparkaði flatt, bólturin rakti so mikið í Andreas F. Han- sen, at málverjin fór skeiv- ur, og so var hasin dysturin avgjørdur. Framtíðin HB var eftir hetta meiri áhuga at verja, og B71 flutti fólkið longri fram. Tað stóðust nakrar vandamiklar støður av, serliga tí Kaj Leo Johannesen var alt ov skjót ur at leypa út eftir innlegg - um, og einar fimm ferðir var um ein háls. Men nærri enn nær við og næstan komu sandoyingar ikki. Tá dómarin bríkslaði, hingu sandoyingar við høvdinum. Tað er væl skilj- andi, tí úrslitið gjørdi sann- líkið væl minni fyri, at teir vinna FM. Um teimum yvir- hevur eydnast at vinna heið- ursmerki, fáa vit fyrstu ábendingina um longu sunnudagin, tá GÍ kemur á vitjan. HB hevur meiri fólk og liðið nýtist ikki at vikna nakað serligt, um einum ella tveimum berst frá. Mótsatt B71 skulu teir ikki á lang- ferð í vikuni, og tá teir fara í Sundalagið sunnudagin, eru teir favorittar. -nn- Tíðindablaðið CH. Eina løtu vóru tveir bóltar í vøllinum, men um tað hjálpti B36, hava vit onki frætt um Mynd: Rågvi Johansen B36 legði sjogv til botnin Tvøråmenn kunnu takka sær sjålvum fyri, at teir einki fingu burturúr 1. deild menn, TB-B36 1-2 (0-0) Tá teir fóru suður vóru havnamenn nøgdir við at fáa annað stigið við til hús. Tí er einki at siga til, at teir vóru fegnir, tá teir fóru av aftur Sevmýri við báðum stigunum. Tvøråmenn hava fyrst og fremst eitt stad at leita eftir orsøkini til, at tað gekk verri enn væntað. Teir mugu taka í egnan barm og iðra seg um, at einki kom burtur úr, tá møguleikarnir fyri at fáa mál og stig vóru til staðar. TB legði fyri sum satt ódnarveður. Teir vóru ágangandi, og serliga í høgru síðu lå væl fyri at koma igjøgnum. Innleggini vóru nógv, og einar fýra ferðir var um reppið, at bólt- urin varð stýrdur í kassan. Eina ferð sneiddi Herman Mortensen dygst uttan fyri stólparótina, og eina ferð bjargaði Jákup Mørk á strikuni. Tå B36 var komid å odda i 2. hålvleiki fekk TB aftur møgulcika at koma fyri seg, men størst møgulcikin, sum kann fåast i fótbólts- dysti, varð misnýttur. Her- man Mortensen varð feldur í gjøgnumbroti í vinstru, Niklas á Líðarenda dømdi brotsspark, og Magni Peter- sen, sum annars plagar at vera trygdin sjálv í slíkari stóðu, var óheppin, sendi båltin í stólparótina, og so var tað liðugt. Eftir at TB hevði minkað til 2-1 royndu teir at trysta fyri at javna, men tá var tíð- in farin. Teir høvdu eitt fri- spark dygst uttan fyri brots- teigin, men tað gav einki. B36 umskipað Teir báðir B36 venjararnir høvdu umskipað liðið, og tað hevði stóran tydning. Ikki minst at Egin Høgne- sen, sum undan summar- steðginum stóð í B68 máli- num og sum áður hevur vart B36 málið, var komin mill- um stólparnar. Hann stóð stak væl, var góður í luftini og bjargaði mann móti manni. Fyri at styrkja um fót- bóltsspælið á midvøllinum var Jóhan Sivertsen fluttur úr miðverjuni og á midvøll- in, og unglingaleikarin Bogi Vang, sum í fjør onk- untíð var á besta liðnum, spældi hesa ferð aftastur eins væl og leikari við drúgvum royndum. Og so vísti tað seg fyri úr- slitið at vera týdningarmik- ið, at Heri Olsen var tøkur aftur og kom á vøllin síðstu løtuna. Fótaðu sær Undan steðginum var lítið, sum bendi á, at B36 skuldi vinna. Teir vóru fyri tað mesta trýstir í botn, og ung- lingurin Gunar Nielsen, sum var einsamallur á toppinum, fekk lítið at ar- beiða við. Og fekk hann langan bólt sendandi, so var eingin miðvallari at hjálpa. Eftir steðgin royndu teir á midvøllinum at saman- spæla meiri, og eftir leiðslu- málið gjørdist tað meiri rúmligt, tí TB flutti fólkið longur fram Málini B36 fekk hol á í 51. minutti. Edvard Apalkov, sum var mest framrættaði miðvall- arin, varð óneyðuga feldur, og Bogi Vang tók uppgáv- una á seg at umseta brots- sparkið til 1-0 leiðslu. 177. minutti økti Heri Ol- sen til 2-0. Hann var fimm minuttir framman undan komin á vøllin, og tók av, tå tað var spælt út frá eftir upp- spæl í vinstru. TB minkaði í yvirtíðini. Homaspark varð úr høgru sent tvørtur um, og Magni Petersen smekkaði flau móti málinum. Bólturin smoygdi sær millum øll beinini og inn í handara horn. Magni Petersen hevði býtt um skaðan av brenda brotssparkinum, men tá var OV Seint. (-nn-)