týsdagur 23. august 1994síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í CD
Síða 16 Nr. 158 — 23. AUGUST 1994 Tíðindablaðið
Førovingar á altjóða
Tíðindablaðið Sosialurin er við:
Seismiskar kanningar á
Lopransfirði. Mynda-
maðurin hjá Tíðinda-
blaðnum Sosialinum í
Suðuroy, Rógvi Johan-
sen, var umborð á Sea
Star, tá tað herfyri
gjørdi seismiskar kann-
ingar á Lopransfirði.
oljurådstevnu í Noregi
Flestu av heimsins størstu oljufeløgum og annars feløg við tilknýti til oljuvinnuna hava eyguni vend
móti Hetlandsrennuni i løtuni. Tað at bretar nú eru farnir at taka upp fyrstu oljuna úr
Hetlandsrennuni hevur fingið oljufeløg at vísa økinum stórri ans enn nakrantíð. Tað, sum áður var
gitingar og metingar, er nú veruleiki.
Í næstu viku verður altjóða oljuráðstevna í Noregi, og eingin ivi er um, at ókið millum Føroyar
og Hetland fer at verða nógy umrøtt sum eitt møguligt framtíðar oljuøki. Fyri framhaldandi at
kunna upplýsa fóroyingar um, hvat hendir í hesum spennandi máli sendir Tíðindablaðið Sosialurin
eitt blaðfólk til Noregs.
Mánadagin fer eitt før-
oyskt ferðalag á stóra al-
tjóða oljuráðstevnu í Nor-
egi. Í ferðalagnum eru
umboð fyri oljuráðlegg-
ingarnevndina, oljufyrisit-
ingina, Tórshavnar Skipa-
smiðju, Skipasmiðjuni
Føroyar, Skipafelagnum
og Statoil. Haraftrat eru
umboð fyri tveir av
fjølmidlunum, nevniliga
sjónvarpið og Tíðinda-
blaðið Sosialin.
Á framsýningini, sum
byrjar týsdagin og endar
fríggjadagin, eru feløg og
stovnar, sum hava tilknýti
til oljuvinna kring allan
heim. Umframt sjálva
framsýningina við vørum
og tænastum verða eisini
nógvir fyrilestrar og orða-
skifti um oljuspurningar.
Nógv kend olju- og
orkufólk úr ymsum lond-
um verða við á hesi
rådstevnuni. Sjålvur Har-
aldur kongur fer at seta
stevnuna. Annars fara
norski forsætisráðharrin
Gro Harlem Brundland og
norski orkumálaráðharrin
Jens Stoltenberg at vera
millum fyrilestrar-hald-
arnar. Eisini Tim Eggard,
sum er bretskur orku-
málaráðharri fer at halda
fyrilestur umframt fleiri
týðandi perónar innan
oljuvinnu, eitt nú umboð
fyri nógv av heimsins
størstu oljufeløgum.
M.a. verða umboð fyri
fleiri av feløgunum, sum
bora eftir olju millum Før-
oyar og Hetland millum
fyrilestrarhaldararnar. Eitt
nú umboð fyri bæði BP,
Amerada Hess, Texaco,
Conoco, Statoil oma.
$“