týsdagur 23. august 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 158 — 23. AUGUST 1994 Síða 17
ud
Statoll "sjarmu-
offensiv”
Statoil ætlar sær at gera
nógv burtur år føroysku
gestunum. Settur er av ein
dagur, har Statoil fer at
greida føroyingum frå
teirra royndum å øllum
oljugkinum og fer felagið
eisini at leggja uppskot
fram um, hvussu tað
heldur føroyingar at bera
seg at nú skjøtil skal setast
á eina komandi oljuvinnu
í Føroyum.
Tað er eingin loyna, at
Statoil er eitt av teimum
stóru altjóða oljufeløgu-
num, sum liggur framvið,
tá talan er um at fara undir
at bora eftir olju á før-
oyskum øki. Umboð fyri
felagið hava vitjað í
Føroyum og hava sagt
landsstýrinum frá, at tey
meta møguleikarnar at
finna olju í føroyskum øki
at vera stórar og at felagið
fegið vil vera við í víðari
kanningunum.
Sosialurin, sum hevur
umboð á rådstevnuni í
Noregi, fer í næstum at
greiða frá mongum av
teimum áhugaverdu spur-
ningunum, sum verða
vidgjørdir á rådstevnuni
umframt samrødur vid
fólk í oljuvinnuni um
nýggja og spennandi olju-
gkið millum Føroyar og
Hetland.
jan
Seismikkserfréðingurin
Turgei er við Sea Star í
hesum døgum. Hann
heldur m.a. at leiðirnar
við Sandoyarbanka eru
áhugaverdar, tá tosað
verður um at finna olju.
Mynd jan
ro 65? 2" x GR po :
Smyril økir túratalið:
Tvær ferðir um
vikuna til Aherdeen
Kanningar tær síðstu vik-
urnar vísa, at rætt er at sigla
tveir túrar um vikuna til
Aberdeen framyvir. Síðsta
vetur var dekkið á Smyrli
fult á nógvum túrum, og
tórvurin fyri flutningi av
farmi er so mikið nógv gkt-
ur í mun til síðsta vetur, at
neyðugt verður at sigla tvær
ferð um vikuna. Umframt
at kunna bjóða farmaflyt-
arum traditionellan flutn-
ingshátt, kann Smyril eisini
bjóða tlutning við trailarum,
sum er skjótasti møguleiki
fyri at fáa farmin fluttan til
móttakaran og verður
góðskan á vøruni tí tann
best møguliga. Flutnings-
håtturin vid Smyrli er blivin
…mu mr” mm wo
mb
væl umt6ktur, og må tf hes-
in flutningshåtturin vera
rættur. Viðskiftafólkini hava
altíð rætt.
Ein serligur fyrimunur við
broytingini — har seinri
vikutúrurin hevur fráferð
friggjadag — gevur fiskaút-
flytarum møguleika at ar-
beiða feskfiskin her í land-
inum ein dag meira enn hig-
artil og kortini fáa fiskin á
útlendska marknaðin mána-
morgun. Fyrri vikutúrurin
við fráferð tyskvøld gevur
føroysku virkjunum møgu-
leika at arbeida meira stød-
ugt. Tad er til fyrimuns hjå
arbeiðsfólkunum á virkjun-
um og gevur virkjunum
betri fíggjarligar arbeiðs-
umstøður.
Fyri ferðafólk verður tað
ein stórur bati at fáa dupult
so nógvar fráferðir at velja
ímillum, og metir SL at ser-
liga útlendsk ferðafólk, ið
vilja vitja Føroyar koma at
taka væl undir við hesum
betraðu møguleikunum, tí
vanligt er, at eitt nú bretum
dáma væl at gera stuttar
ferðingatúrar — kallað
„Short break“ — so nú kunnu
bretar gera snarferðir til
Føroya.
Fyri at tryggja tað fíggj-
arliga grundarlagið verða
Suðuroyar-leiðin og Aber-
deen-leidin samskipadar.
Hetta merkir, at Smyril
leggur at å Drelnesi bædi å
veg til og frå Aberdeen. A
veg av Havnini sudur å
Drelnes og å veg av Drel-
nesi norður til Havnar verða
túrarnir hjá Smyrli at rokna
sum innanlanda túrar — í
staðin fyri túrarnar hjá
Teistanum. Tað verður eing-
in orsøk hjá innanlanda
ferðafólki at stúra fyri um
pláss verður umborð á
Smyrli. Smyril hevur siti-
pláss til 350-400 fólk um-
framt komur. Á dekkinum
verður pláss fyri persón-
bilunum til og úr Suður-
oynni, tí fleiri trailarir til
Aberdeen koma umborð á
Drelnesi og skulu í land
aftur á Drelnesi á heimferð-
ini. Harumframt er pláss
fyri persónbilum á bilhyll-
unum. Skuldi borið so á, at
Smyril vegna veður verður
nógv seinkaður á heimferð-
ini, liggur Teistin klárur og
kann sendast til Havnar.
Sama er, tá serlig viðurskifti
gera seg galdandi, har tørv-
ur er á flutningi á heilt stór-
um tali av ferðafólki millum
Suðuroynna og Havnina.
Viðvíkjandi spurningin-
um um manningarviður-
skifti skal sigast, at í dag
hevur SL 2 1/4 manning
tilsamans knýttað at báðum
skipunum. Eftir nýggju ætl-
anini verða tilsamans 2 1/2
manningar. Men hóast hetta
verður lønarkostnadurin til-
samans tann sami. Spart
verður nakað av yvirtíð
sunnudag, so årslønin hjá
hverjum fólki verður eitt vet
minni — men hin vegin
koma fleiri fólk í arbeiði.
Fyri at manningarnar fram-
haldandi skulu fáa frívikur
og ikki vera til skips út í
eitt, verða manningarnar at
skifta millum skipini.
Fyrri túrur verður soleiðis:
fráferð Tórshavn týsdag kl.
17.30 og Drelnes kl. 20.30.
Komið verður til Aberdeen
mikudag kl. 16.30, og farið
verður úr Aberdeen kl.
09.00 hósdag. Komið verð-
ur á Drelnes friggjadag kl.
06.00 og Tórshavn kl.
09.15.
Seinni tårur verður so-
leiðis: fráferð Tórshavn
fríggjadag kl. 10.30 og
Drelnes kl. 13.30. Komið
verður til Aberdeen leyg-
ardag kl. 09.30, og fráferð
kl. 19.00. Komið verður til
Drelnes sunnudag kl. 16.00
og Tórshavn kl. 19.30.
Strandfaraskip Landsins
Tórshavn 17/8 1994