Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

| | Tidindabladid [ sostalurin ] Nr. 159 — 24. AUGUST 1994 Síða3 Nú gongur skjótt framå men Sjálvstýris- flokkurin er avskrivaður — hann fær onga trygd frå okkum siga formenn- Jú inir í Sambands- og Fólkaflokkinum pe Hvørki Fólkaflokkurin ella Sambandsflokkurin = vil, ella siga seg kunnu, lata Sjálvstýrisflokkinum nakra trygd fyri hvussu lønarlætt- in til arbeiðsgevarar verður nýttur. Tað ber heldur ikki til at veita nøkrum arbeiðs- gevarum lønarlætta og ikki ødrum, siga Anfinn Kalls- berg og Edmund Joensen, formenninir fyri Fólka- og Sambandsflokkin. Tað hevur Sjávstýris- flokkurin annars sett sum krav fyri at vera við, men hetta kravið verður teimum ikki eftirlíkað. Edmund Joensen sigur, at hann skilur stóðu Sjálvstýr- isfloksins soleiðis, at flokk- urin er ikki longur við í eini Nú Sjálvstýrisflokkurin setir tílík krøv, sum Fólkaflokkurin ikki vil góðtaka, kann ikki rokn- ast við Sjálvstýrisflokk- inum sum samgongu- partnara. Og tað ger, at formaður Fólkaflok- sins, Anfinn Kallsberg er ikki so bjartskygdur longur at fáa ta sam- gongu, sum samráðing- ar eru um í løtuni. Men hann hevur enn ikki slept vónini. Hann sigur, at nú kann so eingin flokkur aftrat taka seg út, tí so er hesin sam- gongumøguleikin fokin. Anfinn Kallsberg: Ikki so bjart- skygdur longur — men eg rokni framvegis við hesi samgonguni! møguligari samgongu mill- um Sambands-, Fólka-, Kristiliga Fólkaslokkin og Miðflokkin. Sambandsformaðurin sigur, at ætlanin er at gera eina generella broyting. Ikki soleiðis, at tað verður galdandi fyri nøkur og ikki fyri onnur. Allir borgarar skulu vera líka fyri lógini, sigur Edmund Joensen og leggur aftrat, at Sjálvstýris- flokkurin kann ikki fáa aðra trygd enn hana, sum polit- iskt liggur í málinum at lækka kostnadarstødid. Formaður Sambands- floksins sigur, at tað bar heldur ikki til at ganga ynskinum hjá Verka- mannafylkingini á meti við Formaður Fólkaflok- sins sigur, at tað ber ikki til at marka lønarlættan til ávísar fyritøkur ella tiltøk, og líka lítið bert at geva ein stuðul ella lætta til nýggj arbeiðspláss. Hetta av teirri orsøk, at betri rentabilitetur krevst bert fyri at vard- veita fleiri av verandi arbeidsplåssum. Anfinn Kallsberg sigur seg rokna við, at í hesi viku- ni fæst at vita, um hesin samgongumøguleikin vid teimum fyra flok- unum sum nú samrådast verdur egg ella ungi. tór.- atmarka lønarlættan bert til | nýggja arbeiðspláss. Gongur skjótt framá Enn arbeiða bólkarnir, sum samráðandi flokkarnir settu herfyri. Annar við sam- gonguskjalinum, og hin við fíggjarlógini. Edmund Jo- ensen vil ikki siga hvussu fíggjarlógin fer at síggja út, ella hvussu verður við almenna sektorinum. Tað má bíða til samgongan er skipad, og tad roknar Ed- mund Joensen við verður seinri í vikuni. Nú gongur skjótt framá, sigur sam- bandsformaðurin. tór.- Arbeiðsbólkar arbeiða við fíggjarlógini og samgonguskjalinum. Mynd: Kalmar Dúgliga verður runnið við pappírum á Gamla Apotekinum í hesum døgum. Her kemur John Petersen við onkrum uppleggi. Mynd: Kalmar Tingast verður langt út á kveldið, so sambandsmenn hava annað at hugsa um enn at sløkkja kaffimaskinuna, sum Vaktargarður kom framá. Mynd: Kalmar