mikudagur 24. august 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 159 — 24. AUGUST 1994
Tordur Niclasen, formaður í miðflokinum:
Nýggj feroysk loysn
- Danir kunnu ikki annað enn taka væl móti okkum. Vit
fara at leggja ein nýggja fóroyska loysn fram, sum
mennir vinnulívið og skapar arbeiðspláss, sigur Tordur
Niclasen
— Góðtaka danir ikki sam-
gonguskjalið, so kunnu vit
eins væl snara lykilin um
beinanvegin, tí so fer alt í
sor kortini.
Hetta sigur ein avgjørdur
Tordur Niclasen, formaður
í Miðflokkinum, sum sein-
astu dagarnar av álvara hev-
ur gjørt av at fara í komandi
samgonguna.
Uppá fyrispurning, nær
samgonguskjalið verður
undirskrivað, sigur ein væl
hýrdur Tordur Niclasen, at
tað verður áðrenn tann
fyrsti nátin ella havhesta-
ungin verður tikin.
Hverjar treytir setir mið-
flokkurin, fyri at fara í kom-
andi samgongu?
- Enn eru vit ikki komnir
so langt í tingingunum, at
eg kann siga nakað um tað,
men“eiirtréyfin var, at vit
ikki vildu ganga-við til løn-
arlækking við lóg, sambært
uppskotinum hjá fólka-
flokkinum.
Spel at verkamanna-
fylkingin fór
- Eg havi virðing fyri
fólkaflokkinum, at hann tók
hetta til eftirtektar, sigur
Tordur Niclasen. Hann
harmast um at verkamanna-
fylkingin fór burturúr ting-
ingunum.
- Hetta vóru nýggj, men
kortini roynd fólk, og tú
hómaði ein nýggjan tóna í
teirra hátti at føra politikk,
so tað var spell, at teir fóru.
- Er nýggja uppskotið
ikki bert ein umskriving av
fyrra uppskotinum, sum í-
staðin fer at tyngia figgi-
arlógina enn meir. Hvat er
tá vunnið?
- Hetta hevur einki við
lønarlækking at gera. Ar-
beiðsgevarin fær bert end-
urgoldið 12% av sínum iøn-
arútreiðslum, og hervið
nerta vit ikki við peninga-
pungin hjá fólki.
- Er nøkur trygd fyri at
hesi 12 prosentini koma
|
|
Í samband við, at lands-
grannskoðarin og
danski staturin hava víst
á, at Almannastovan
hevur fingið ov nógv
endurrindað frá danska
statinum, krevja komm-
unurnar at fáa endur-
goldið stívliga 2,1 milli-
én. Hetta er upphæddin,
sum Kommunufelagið
heldur, at kommunurnar
hava goldið ov nógv.
Kommunufelagið
mælir til, atendurgjaldið
Stívliga tvær
milliónir aftur
til kommunur
Føroya Kommunufelag
hevur roknað út hvussu
nógu kommunurnar hava
goldid ov nógu til
almannahjålp, og vilja nú
hava pengarnar aftur
til kommunurnar verður
latið í mun til miðal-
fólkatal og miðalinn-
tóku í tíðarskeiðinum
1988 til 1993.
Kommunufelagið
sigur annars, at nú danir
einsíðis hava broytt
treytirnar fyri endur-
gjaldi til blokkstudul er
hóskandi, at spurning-
urin um kommunala
endurgjaldið til landið
verður endurskoðað.
tór.-
vinnuni - og hervið fólki- til
góðar?
- Eg veit væl, at fólk eru
ivasom um, hvat hesin pen-
ingur skal brúkast til.
- Við hesum uppskotinum
fyribyrgja vit, at fleiri fólk
fara út í arbeiðsloysi. Tað
gevur vinnuni møgulcikar
at mennast, og hervið gerast
kappingarfør, umframt at
tað gevur fiskivinnuni møg-
uleikaat keypa 3. lands fisk.
- Hevur tad ikki skerj-
ingar við sær aðrastaðni?
- Tað er givið, at tað fær
avleiðingar, men íkki í
sjálvum sær av 12% upp-
skotinum.
Hallið minkar við tíðini
Eg vænti, at tann positivi
ringvirkningurin fær ávirk-
an á samfelagið, og at vit
fara at síggja tað aftur bein-
anvegin. Tí verður hallið
ikki so stórt í longdini.
- Nú er íloguorkan ikki
tann stóra í samfelagnum.
Hvat hendir td. á al-
mannagkinum?
- Tað er greitt, at fíggjar-
lógin verður skerd, men vit
royna at avmarkað tað, so
væl, sum tað nú einaferð ber
til.
- Trupulleikin í føroysk-
um politikki í longri tíð hev-
ur verið, at vit hava spart í
einum stað, men ikki hava
kannað frammanundan,
hvørjar avleiðingar spar-
ingin høvdu vid sær.
- Tann sparingin, sum vit
fara at fremja, verdur nå-
greiniliga kannad áðrenn vit
seta hana í verk, so vit vita,
hverjar avleiðingar hon fær.
- Nógvir almennir stovnar
hava spart og effektiviserað
nógv, uttan tó at tað hevur
verið neyðugt at siga fólki
upp. Tað er eisini ein spurn-
ingur um effektivisering,
sigur Tordur Niclasen.
Hann veit um nógvar
upphæddir á fíggjarlógini,
sum eru púra óneyðugar.
Ikki misbrúka steðuna
- Hverjar avleiðingar fær
tað í møguligari sam-
gongu, at tit ert tungan á
vágskálini?
- Vit fara ikki at misbrúka
okkara stóðu í samgonguni.
Samráðingarnar hava verið
góðar, og okkara sjónarmið
hava verið hoyrd í samráð-
ingunum.
- Hvussu hevur sam-
starvið við Kr.F verið?
Tordur Niclasen: -
Samgongan verður, ið
hvussu so er skipað,
áðrenn tann fyrsti
havhestaungin verður
tíkin
- Samskiftið hevur verið
gott millum allar partar.
- Verður tað betur at liva
í Føroyum, um tit koma til?
- Tað ivist eg onga løtu í
Tað verður lættari, av tí at
nakað av tí,sum vit vilja set í
verk, fær ávirkan á sam-
felagið beinavegin, og fer at
merkjast út millum fólk.
Kortini verður tað ein
strævin tíð fyri okkum, sum
nú hava eftir at fáa avtaluna
við danir upp á pláss.
Tann føroyska loysnin
- Heldur tú, at danir fara at
góðtaka komandi fíggjar-
lóg?
- Vit fara at leggja eina
føroyska loysn fyri danir,
sum er ein nyggur politikk-
ur, og sum skapar grundar-
lag fyri vinnulivinum, har
nógv nýggj arbeiðspláss
verða stovnað, umframt at
vit varðveita tey gomlu. Tað
kann ikki hava aðrar av-
leiðingar enn at danir verða
positivir mótvegis okkum.
- Danir hava sjálvir 40
mill. krónur í undirskot á
teirra fíggjarlóg, og hóast
vit ikki kunnu samanbera
tølini, so er tað neyðugt at
hava eitt ávist undirskot.
- Um vit hava javnvág á
okkara fíggjarlóg, so kunnu
viteins væl snara lykilin um
beinanvegin, tí so fer sam-
felagið í sor.
- Vit skulu arbeiða okum
fram ímóti at minka undir-
skotið á fíggjarlógini, og tað
gera vit bert, um vit arbeiða
okkum burturúr kreppuni,
sigur Tordur Niclasen.
Dagny
Tíðindablaðið
T
Hervið verður kunngjørt fyri ætt og
vinum, at kæra mamma mín
ELISA DAL-CHRISTIANSEN
Tórshavn
fór heim til Harran, 22. august.
Kistan fer úr kapellinum á Lands-
sjúkrahúsinum mikudagin 24. au-
gust kl. 16. Jarðarferðin verður úr
Ebenezer hósdagin 25. august kl. 13.
Eyðun
Ístaðin fyri blómur og kransar kann ein peninga-
gáva latast á konto í Feroya Sparikassa.