mikudagur 24. august 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ søsialurin | Nr. 159 — 24. AUGUST 1994 Síða5
Helena Dam å Neystabø, um samrådingaruppleggid:
Alvarsligt inntriv í
føroyska buskapin
- Tað er sum at rykkja alt upp við rót, sig-
ur Helena Dam á Neystabø
-Sjálvstýrisflokkurin hevur
ráðingunum. Vit vildu bert
hava trygd fyri, at lønar-
afturberingin til arbeiðs-
gevarar fór at skapa øll hesi
túsund nýggju arbeiðs-
plássini. Tað kundu vit ikki
fáa, og áður enn tøl koma á
borðið, eru vit ikki við í
samráðingunum, sigur He-
lena Dam á Neystabø.
- Er uppskotið ein sápu-
blødra, sum ikki fæst at
virka?
- Tað dugi eg ikki at siga,
men uppskotið er so radi-
kalt og álvarsligt inntriv í
føroyska búskapin, at eing-
in veit, hverjar avleiðingar
tað fær.
1/4 av skattalnntøkum
landskassans
talan er um upphæddir, sum
kosta umleið 1/4 av ska
inntøkunum hjá lands-
kassanum, sum at vit treyta-
leyst bera arbeiðsgevaru-
num, so haldi eg tað vera
skilaleyst.
- Eg beri Ótta fyri, at hetta
kann leggja lunnar undir
eina nýggja búskaparliga
kreppu, sigur Helena Dam á
Neystabø.
- Månadagin fingu vit at
vita, at eingin politiskur
vilji var til staðar at seta
vinnulfvinum treytir. Hetta
merkir, at allir arbeiðsgev-
arar skulu fáa 12% aftur-
goldið av lønanitrei&slu-
num. Talan er ikki bert um
produktivar vinnur, men
um øll virkir, eisini bankar,
tryggingarfeløg, løgfrød-
ingar og handlar. Hetta eru
virkir, sum ikki beinleiðis
skapa virdisøkingar í sam-
felagsbúskapinum.
Helena Dam á Neystabø
noyðist at viðganga, at før-
oyskur politikkur ikki er
grundaður á tøl, men hon
heldur tó, at tað er ov nógv
atkrevja í hesum vánaligum
tíðum, at hvort einasta ar-
beiðspláss í landinum, skal
gjøgnum landskassan.
Tíðin er Ikki
til kollveltingar
- Eg haldi ikki, at tíðin er til
at gera kollveltandi broyt-
ingar í samfelagsskipanini,
og soleiðis atrykkja alt upp
við rót. Tað er nakað sum
sígur mær, at tað júst er tað,
sum teir flokkar, ið nú sam-
ráðast um samgongu, ætla
sær at gera, hóast teir ikki
hava nakra trygd fyri, at tað
kemur samfelagnum til
góðar.
- Tað er eisini nakað sum
sígur mær, at slíkar ógvus-
I | ll
ligar broytingar ikki kunnu
gerast uttan so at tú hevur
breiða politiska semju aftan
fyri teg.
- Vit vita ikki hvørjar av-
leiðingar tað fær fyri al-
mannamál, skúlamál og
heilsumál. Vit kunnu bera
ótta fyri, at verður politiska
semjan í samgonguni ikki
nóg breið, so fer næsta sam-
gongan at gera alt tað um
aftur, sum henda setir í
verk.
- Tað velst tó alt um,
hvussu teir leggja til brots í
tí, sum teir ætla at gera, sig-
ur Helena Dam á Neystabø.
Privatiseringar
og låntøka
Hon heldur, at stødan er
vandamikil, tí um uppskot-
ið hjá samgongupørtunum
verður sundurgreinað, so
inniber tað eisini privati-
sering av almennum stovn-
um. Hetta, hóast ongar út-
rokningar eru gjørdar, sum
prógva, at slíkt veruliga ber
til.
- Tað er trupult at fáa upp-
skotið hjá samgonguni at
hanga saman, tá tað er
grundað á stóra lántøku,
samstundis sum vit skulu
samráðast við danir um at
fáa avskrivað skuld, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Hon eftirlýsir eisini at fáa
tann spurningin svaraðan,
sum greitt sigur, hvor skal
gjalda fyri afturberingina til
arbeiðsgevaran.
Tað hevur sjálvstýris-
flokkurin heldur ikki kunna
fingið uppspurt í samráð-
ingunum undir samráðing-
unum.
Eingin hevur
spurt fakfelggini
- Vit mugu ikki gloyma, at
hin parturin á arbeiðsmark-
naðinum - nevvniliga løn-
takararnar og fakfeløg. Teir
hava sínar sáttmálar at
ganga eftir, men hesir sátt-
málar eru ikki gjørðir eftir
12% uppskotinum.
- Hvgrjar avleiðingar tað
møguliga kann fáa fyri
framtíðina á arbeiðsmarkn-
aðinum og komandi sátt-
málasamráðingar við fak-
feløgini, vita vit heldur ikki.
- Ert tú vónsvikin av sam-
ráðingarúrslitinum higart-
il?
- Mannagongdin hevur
verið so sum so. Eg hevði
væntað mær eitt itøkiligari
útspæl enn hetta. Serliga tá
hugsað verður um, hvussu
umráðandi tað var fyri and-
støduna at útskrivað val í
ótíð.
Bruk fyri stabllum stýri
- Er tú bangin um fram-
tíðina?
- Tað dugi eg ikki at svara
tær, men tað kann gerast
trupult, um vit ikki fáa eitt
stabilt stýri.
- Hver verður tykkara
leiklutur í andstødu?
- Vit fara at taka stóðu út
frá hvgrjum máli sær. Tað
hava vit eisini gjørt áður, tå
vit hava sitið í andstøðu, so
tað er einki nýtt.
- Verður hesi samgongu
lív lagað?
- Eg haldi, at vit skulu
geva hesi samgonguni ein
kjans at liva, og ikki taka
lívið av henni, uttan grund-
geving. Alt velst um,
hvussu samgongan fer at
leggja til brots, sigur He-
lena Dam á Neystabø.
Dagny
Tad eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frå Kr F, áðr-
enn blaðið fór til prentingar. Bert skal viðmerkjast, at Kr .F
framvegis er við í samgongusamráðingunum, tó at Jákup
Olsen gongur við høkjum. Tað kemst av, at hann spældi
fótbólt fyri Amnesty International eftir ólavsgku, og var so
óheppin at slíta sær hælsinuna. Her sæst hann fara til ar-
beiðis
hósdag frá kl. 19.00 -21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarða 2 ella á tif. 17200. 2
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30-—16.30. Teicfonin, 17200, svarar hvenn dag
frá kl. 14.30—7.00 á morgni. — I
Helena Dam á Neystabø sigur, at sjálvstýrisflokkurin ikki hevur tikið seg úr samráð-
ingunum, men hevur sett sum treyt, fyri at luttaka í samráðingunum, at trygd fæst fyri, hvat
peningiur, sum tað almenna letur vinnulívinum, verður brúktur til