Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. august 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

T íðindablaðið ESF! Heystdansur á Tvøroyri Suðringar fyrireika rimmar dansikvøld Bestu tónleikakreftir syngja og spæla til dans r3 oo Leygarkvgldið komandi sleppa suðuroyingar og onnur við rættiliga upp á gólv at dansa eftir tónum frá so frægum orksetri sum Sputnik og Harmoniku- liðnum á Tvøroyri. Sputnik hevur eisini fingið so frægar gestir sum Rúnu á Heygum og Stanen Stanichev aftrat sær hetta kvøldid. Millum harmonikumenninar = eru Flemming Jespersen og Hentzar Hammer. Hetta er tíðin tá fólk royna at fáa hoyggið til høldar. Strævið kann tað vera, og tí halda fyrireikaramir, at fólk heldur enn fegin vilja unna sær eina hugnaløtu saman Eisini Rúna á Heygum verður við. Mynd: Kalmar Eldri mynd av tveimum av Sputnikkunum, Jens og Marner Lisberg. Mynd: Dimmalætting eftir stravnan arbeiðsdag. Og tað fer at bera væi til i fråliku umstødunum í itråttarhøllini i Trongis- vågi. Umframt dansin verð- ur eisini skipad fyri kafé, har fólk kunnu keypa sær okkurt til matna og eitthvørt at leska sær við. Heystdansurin í ítróttar- høllini í Trongisvågi byrjar klokkan 23 og heldur á út á náttina. Fyrireikaramir vóna og rokna eisini við, at síggja fólk aðrastaðni úr landin- um, tí væl liggur fyri at ferðast. Teistin er har suðuri um hálvguntíggju tíðina leygarkvøldid, og fólk eru jÓfran Us: Fyrireikararnir leggja upp til eitt rimmar dansikvøld grhoteerA ; dL Í høllini verður kafé, har møguleiki verður at keypa sær okkurt til matna og at leska sær við. aftur í Havn til døgurda sunnudagin, og gistingar- meguleikarnir í oynni eru av teimum bestu. Tað hevur ikki verið fyri- reikað eitt tílíkt dansikvøld í Suðri síðani einaferð í vár, so nú skal tað vera, siga fyrireikaramir og leggja aftrat, at eingin skal ivast í, at teir hava lagt upp til eitt rimmarkvøld. tór.- Pensionistur Sjálvhjálpin 76 ára gamal maður sekir búfelagsskap móti at lata góðan part av fólkapensiónini. Vinarligast skrivið til: Sosialin, Box 76, 110 Tórshavn, við ávísing til Bill. mrk. 1008 Eliaskirkjan, Vesterbrotov 4 49 Meti er hvort leygarkvøld kl. 19. Bussarnir 6, 16, 28 og 41 steðga nærindis. Nærri tæst at vita á tlf 031-24 Suzuki jeepur árg. 88, til solu. Tlf. 13881 Nr. 159 — 24. AUGUST 1994 Sida 9 John vil treydugt av vid Lady, men nå hevur eydnast honum at finna henni eitt annad heim (Mynd: Kalmar) | Lady fær Á nýtt heim Tað eydnaðist John Johansen í Havn at finna góð fólk, sum vilja taka sjefaran Lady til sín Djóraverndarfelagið grem- ur seg javnan um ábyrgdar- leys fólk, sum lata húsdjór síni ganga fyri vág og vind. Tað eru eisini tey, sum flyta av landinum, at lata djórini vera eftir einsamgll. Serliga nógvar harraleysar eru, sum fólk eru farin frá. Men tað eru so sanniliga eisini fólk, sum eru góð við djór. Havnarmaðurin John Johansen er eitt dómi. Hann hevur fyrr havt hund, og ketta hansara doyði 21 ára gomul av elli. Versonur hansara fekk sær eina sjefaratík, sum nú er gott og væl eitt ár. Tá versonurin og familjan fluttu niður í summar, kundu tey ikki hava hundin við í eina íbúð at búgva, og John átók sær at hava hund- in. Men so bleiv kona John sjúk, og hann kundi ikki hava hundin. Hann hevur leitað eftir onkrum, sum vil hava Lady, og nú er tað eydnast. Ein familja vil heldur enn fegin taka hund- in til sín. John er harmur um at skula av við hundin, sum er góðsligur, men ikki gerst við. Nú fer hann at venja hundin til nýggja heimið. - Tað líkist ongum at fólk fáa so hund, sum tey ikki eru góð við. Tað er sunt fyri fólk at hava ein hund sum henda, tí eg havi gingið og runnið fleiri túrar um dagin við honum, so eg havi mist fleiri kilo, sigur John, sum vónar, at Lady fær tað gott í nýggja heiminum, har børn eisini eru. randi Deyvafelag Foroya Skrivstovan í Deyvahúsinum »Effata«, Íslands- vegur 10 B, Tórshavn, er opin hvenn dag kl. 9-11. Teleion/telefax 17597 og telefax 41992, skrivitele- fon tlf. 0123 og bið um 16929 ella 41792. Limafundur hvønn månadag kl. 20—23. |