týsdagur 8. juli 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 126 - 8. juli 2003
Nr. 126 - 8. juli 2003
29
Stuðulsfólk
Almannastovan søkir við hesum eftir stuðulsfólki.
Sum stuðul fært tú eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv.
Arbeiðið fevnir m.a. um:
Fylgjarauppgáur
Stimbran
Umlætting
Størvini eru hesi:
Tórshavn
1) –
at stuðla og stimbra eini 12 ára gamlari gentu, við venjingum og spæli,
einsamallari og saman við øðrum. Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá gentuni og
verður arbeiðið gjørt í Bridgehúsinum, ið er tilhaldsstað fyri stuðulsfólk og
børn.
Tímatalið er 20 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 31.12.03
2) –
at stuðla, hjálpa og fara við eini 16 ára gamlari gentu til ymisk frítíðartiltøk
og hjálpa henni í samskiftinum við onnur. Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá
gentuni og verður arbeiðið m.a.gjørt í Bridgehúsinum,ið er tilhaldsstað fyri
stuðulsfólk og børn.
Tímatalið er 20 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 31.12.03
3) –
at stuðla einum 11 ára gomlum fjølbrekaðum drongi og fara við honum til
viðgerð og onnur tiltøk. Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá dronginum og fer
arbeiðið fram í Bridgehúsinum, ið er tilhaldsstað fyri stuðulsfólk og børn.
Tímatalið er 25 tímar um vikuna.
Neyðugt er at tann, ið settur verður, hevur koyrikort.
Játtanin er fyribils galdandi til 31.12.03
4) –
at stuðla, hjálpa og fara við eini 12 ára gamlari gentu til ymisk frítíðartiltøk.
Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá gentuni og fer arbeiðið m.a. fram í
Bridgehúsinum, ið er eitt tilhaldsstað fyri stuðlsfólk og børn.
Tímatalið er 20 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 31.12.03
5) –
at stuðla og stimbra einum 10 ára gomlum drongi og fara við honum til
ymisk frítíðartiltøk. Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá dronginum og fer arbeiðið
m.a. fram í Bridgehúsinum, ið er eitt tilhaldsstað fyri stuðulsfólk og børn.
Tímatalið er 25 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 31.12.03
Sandoy
6) –
stuðulsfólk til 3 ára gamlan fjølbrekaðan drong, 10 tímar um vikuna.
Arbeiðið fevnir um at umlætta familjuna.
Arbeiðstíðin er skiftandi.
Játtanin er fyribils galdandi í eitt ár.
Norðoyggjar
7) –
stuðulsfólk til 7 ára gamlan fjølbrekaðan drong, 5 tímar um vikuna.
Arbeiðið fevnir um at umlætta familjuna.
Arbeiðstíðin er skiftandi seinnapartar, kvøld og vikuskifti.
Játtanin er fyribils galdandi í eitt ár.
8) –
stuðulsfólki til 13 ára gamla rørslutarnaða gentu, 10 tímar um vikuna.
Arbeiðið fevnir um at gera venjingar við gentuni og fara við henni til
viðgerð. Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá gentuni.
Neyðugt er at tann, ið settur verður, hevur koyrikort.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
9) –
at stuðla og stimbra einum 11 ára gomlum drongi við venjingum og spæli.
Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá dronginum.
Tímatalið er fyribils 30 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
10) –
at stuðla og stimbra einum 5 ára gomlum drongi og fara við honum til
viðgerð og onnur tiltøk.
Arbeiðið verður gjørt við tilknýti til dagrøktina.
Tímatalið er 35 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 31.08.03
Eysturoy
11) –
at stuðla og hjálpa einum 8 ára gomlum fjølbrekaðum drongi og fara við
honum til viðgerð og onnur tiltøk.
Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá dronginum.
Tímatalið er fyribils 25 tímar um vikuna.
Ynskiligt er at tann, ið settur verður, hevur koyrikort.
12) –
at stuðla og hjálpa eini 13 ára gamlari fjølbrekaðari gentu og fara við
henni til viðgerð og onnur tiltøk.
Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá gentuni.
Tímatalið er fyribils 25 tímar um vikuna.
Ynskiligt er at tann, ið settur verður, hevur koyrikort.
13) –
at stuðla og hjálpa eini 10 ára gamlari fjølbrekaðari gentu og fara við
henni til viðgerð og onnur tiltøk.
Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá gentuni.
Tímatalið er fyribils 25 tímar um vikuna.
Ynskiligt er at tann, ið settur verður, hevur koyrikort.
14) –
at stuðla og stimbra einum 7 ára gomlum drongi og hjálpa honum í
samskiftinum við onnur børn.
Arbeiðið er fyri ella eftir skúlatíð hjá dronginum og fer fram í frítíðar-
ansingini á Toftum.
Tímatalið er 20 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
15) –
at stuðla og stimbra einum 7 ára gomlum drongi og hjálpa honum í
samskiftinum við onnur børn.
Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá dronginum og fer fram í frítíðaransingini á
Toftum.
Tímatalið er 10–15 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
16) –
at stuðla og stimbra einum 9 ára gomlum drongi og hjálpa honum í
samskiftinum við onnur børn.
Arbeiðið er eftir skúlatíð hjá dronginum og fer fram í frítíðaransingini.
Tímatalið er 20 til 25 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.06.04
17) –
at stuðla og stimbra einum 4 ára gomlum drongi og fara við honum
til viðgerð og onnur tiltøk.
Arbeiðið fer m.a. fram í Stuðulsstovuni Flatarbø, ið er tilhaldsstað hjá
stuðulsfólkum og børnum.
Tímatalið er 25 tímar um vikuna.
Játtanin er fyribils galdandi til 30.09.04
18) –
at stuðla og stimbra eini 5 ára gamlari gentu við spæli og venjingum.
Tímatalið er 40 tímar um vikuna, tað er eisini møguleiki hjá
tveimum fólkum at arbeiða 20 tímar í part.
Játtanin er fyribils galdandi til 31.08.04
Setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av-
varðandi yrkisfelag í mun til uppgávuna.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Ragnhild Dahl á tlf. nr. 35 35 10,
gerandisdagar millum klokkan 09.00 og 13.00, tó ikki mikudag.
Umsóknir saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møguligum
viðmælum skulu vera Almannastovuni, J. Broncksgøta 27, Postboks 3096,
110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi 22.07.2003.
Í umsóknini skal vera tilskilað uppgávunummar.
ALMANNASTOVAN
1. stýrimaður til
Fiskiveiðieftirlitið
Eitt starv sum 1. stýrimaður við skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, verður
hervið lýst leyst, til setan skjótast gjørligt.
Starvið fevnir m. a. um hesar uppgávir:
• Ganga vakt eftir vaktarskipan, sum skiparin fyriskipar.
• Luttaka í dagliga arbeiðinum.
• Útføra tær arbeiðsuppgávur sum eru sambært starvslýsing í SMS-manual-
inum.
• Annað fyrifallandi arbeiði
Førleikakrøv:
• Skipsførara útbúgving.
• Ikki minni vinnubræv enn stýrimaður við handilsskipum á 3. stigi(STCW-
regl. II/1 as Watchkeeping Officer).
• Heilsuváttan fyri sjómenn.
• Góðan førleika at samskifta á føroyskum, norðurlenskum og enskum máli.
• Góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa.
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 28. lønarflokki sambært avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag.Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið
og deildir/stovnar undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskrivstovuna.
Tænastustaðurin í løtuni er Fiskiveiðieftirlitið.
Starvsheiti er 1. stýrimaður.
Tann ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður
umskipa til eisini at fevna um aðrar uppgávur í Fiskimálaráðnum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum, vinnibrævi og møguligum viðmælum,
skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 22. juli 2003 kl. 1200
Umsóknirnar skulu sendast til :
Fiskiveiðieftirlitið, postsmoga 347, 110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar um størvini kunnu fáast við at venda sær til Fiskiveiðieftirlitið tlf.
35 30 30 og tosa við Jóannes Heimustovu,samskipara.
FISKIMÁLARÁÐIÐ
FISKIVEIÐIEFTIRLITIÐ
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 517, P/F
Leif Niclasen, 450 Oyri.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Leif
Niclasen, 450
Oyri(formaður).
Innkomin sum formaður:
Torbjørn Niclasen, 460
Norðskáli.
Farin frá sum
næstformaður: Agnes
Bundgaard Niclasen, 450
Oyri.
Innkomin sun
næstformaður: Eileen
Niclasen, 450 Oyri.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Leif
Niclasen, 450 Oyri.
Innkomin sum stjóri:
Agnes Bundgaard Niclasen,
450 Oyri.
Skráseting Føroya tann 3.
juli 2003
Kristin Balle
_______________________
C
M
Y
K
29
28