Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. august 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 160 — 25. AUGUST 1994 Tíðindablaðið €2 Jóannes Jakobsen ferð her eftir Steven Kirk, ið gjørdi tvey su mål fyri skotarnar. Mynd: Åki rr Á Svangaskarði týsdagin 23. august 1994 UEFA Cup undankapping HB-Motherwell 1-4 (0-2) 0-1: Steven Kirk (13.) 0-2: William Davies (20.) 1-2: Andreas F. Hansen (58.) 1-3: Steven Kirk (69.) 1-4: Alex Burns (87.) HB: Kaj Leo Johannesen - Grimur Vang, Jén Dahl, Jéannes Jakobsen, Andreas F. Hansen, Niclas Jo- hannesen - Julian Johnsson, Jan Dam, Rúni Nolsøe (Hans Thomassen, 80.) - Sigfríður Clementsen (John Heri Dam, 49.), Gunnar Mohr. Motherwell: Stephen Woods (Ray Allan, 73.)- John Phillibien, Alex McLeish, Brian Martin, Robert Shannon - Jamie Dolan (Stephen McWilliam, 76.), Chris McCart, William Davies - Alex Burns, Steven Kirk, Paul McGrillen. Dómari: Sven Kjelbrott Linjuverjar: Arild Haugstad og Knut Ole Myrberg 4. maður: Jon Skjervold. Allir fýra eru úr Noregi UEFA eygleiðari: Ffrangcon Robert úr Wales. Áskoðarar: 550 li nn: Vit vøru minuttir Julian Johnsson var ein avteimum bestu hjá HB. Hann var skjótur fram- eftir við båltinum og dugdi væl at halda uppå bóltin meðan hann driblaði. Men hóast sín unga aldur, so er hetta ikki fyrsti dystur hjá Julian í Europeiskum samanhangi. - Eg eri bara nøgdur vid løtuna tå vit fingu målid. Tad gekk væl i einar tiggju minuttir, har vit pressaðu nógv, sigur Julian sum eisini heldur at tað varð kanska hendan góða løtan har HB royndi at pressa av øllum kreftum, ið kom aftur um brekku seinni f dystinum. - Motherwell var betur her í Føroyum enn í Skotlandi. Serliga í fyrra hálvleiki var lítið um okkum. Men seinna hálvleik eri eg nøgdur við. Tá vit biðja Julian samanlíkna Europa Cup dystirnar í ár við teir í fjør, so sigur hann at spælstílurin er ymiskur. Skotarnir spæla press- fótbólt og eru sterkir í luftini, meðan eitt nú Craiova vóru nógv skjótari. áh SEA HB fekk hol å men gestablidnio kostaði ov nógv Motherwell var ov stórur biti hjá HB, sum var væl við fyrra partin av 2. hálvleiki, tá teir eina løtu hóttu við at javna HB formaðurin helt fyri í blaðnum í gjár, at teir í álopinum ætlaðu at skora, og so fór tað at vísa seg, hvussu langt tað bar. Tað var treytað av, hvussu tøtt verjan var. Verjan var ikki serliga tøtt, og álopsleikararnir skoraðu einki mál. Men tað gjørdi miðverjan. Fyrsta Europa Cup og tiskil søgu- liga målid hjå HB kom, tå S8 minuttir vóru leiktir. HB hevdi løtuna eftir stedgin havt åvist tryst undan friska lotinum. Fleiri hornaspørk stóðust av, og hesa ferð hevði verj- an stútað út aftur til John Hera Dam í høgru. Hann legði út frå til Jóannes Ja- kobsen, sum lyfti f brots- teigin, har liðformaðurin, Andreas F. Hansen, var staddur, setti krúllan undir bóltin og gjørdist søguligur. Verjuleikararnir kunnu í framtíðini erpa sær yvir fyri álopsleikarunum, at teir áttu bæði innleggið og málið. Tá tað er sagt, so kunnu álops- leikararnir arga aftur í móti og siga, at um tað ikki vórðu gjørd so mong persónlig mistøk í verjuni, so hevdi málið kanska rokkið til javnleik! Hjá skotunum stóð einki upp á spæl, og tað sást aftur í uppstillingini. T.d. var írski HM álopsleikarin Tommy Coyne ikki inni. Teir vóru sterkari, kvikari og høvdu fult tamarhald á spælinum undan vindinum. Teir komu tíðliga á odda 2-0, og so var ikki so nógv at spæla um. Góð lota hjá havnarmonnum Eftir steðgin setti HB dám á góða løtu. Kanska tóku skotarnir sær av léttum, og vindurin hjálpi okkara monnum væl, men tað skerst ikki burtur, at HB fyrra partin av seinna um- farinum tysti, fekk nógv hornaspørk, og eftir at tað var minkað til 1-2, var ið týðuligt, at skotarnir kendu seg órógvaðar, áðrenn teir øktu um leiðsluna. Sigfríður Clementsen hevði undan steðginum sett miðverjuna undir trýst nakrar ferðir, og eina ferð var um reppið, at hann fekk mál. Men eftir langan tein, har fleiri vóru lagdir aftur um, vóru kreftir ikki til meiri enn at lyfta í føvning- in á málverjanum. Sigfríður Clementsen gjørdi eisini fyrsta spruttið eftir steðgin. Hann var um at fáa skot á, men varð takl- aður í skotroyndini og noyddist út við koyktum fóti. Tað var stórur missur, men hinir royndu víðari, og eftir áttanda hornasparkið eydnaðist at skora. Askoðararnir royndu at lyfta HB, sum ta løtuna hevði fatur í rættaendanum, men tá 3-1 málið kom ellivu minuttir seinni, fór nakað Ís i ” * Grímur Vang er rá veg inn í málið eftir bóltinum., meðan Kai Leo Johannesen idrar seg um 3-1 málið. Mynd: Áki