Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-26, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 1994síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 161 + friggjadagur 26. august 1994 Pussa — og so verdur farid undir at byta målsøki og seta nøvn å Nú skuldu seinastu trupulleikarnir verið loystir í samband við skipan av samgongu millum Sambands-, Fólka,- Mið- og Kristiliga Fólka- flokkin. Í gjár seinrapartin varð samgonguskjalið fínpussað, sum samgongufólk tóku til, og sum skilst liggur uppskotið til fíggjarlógina eisini klárt. Í gjár høvdu umboð fyri samráðandi flokkarnir fund við Fiskavirking og Føroya Banka. Áður hevur verið sagt, at samgongan verður endaliga skipað í næstu viku, men nú frættist, at tað verður helst longu í hesi vikuni. tór.- oyska markinum: Besta bretska oljukeldan SOSIALURIN, Stavang- er, Jan Miiller: Risastóra oljukeldan hjå bretum vid føroyska markið Foinaven, er besta verkætlanin hjå stóra bretska oljufelagnum BP í dag. "Hetta er okkara "top" verkætlan, og vit vænta okkum sera nógv av henni eins og eins og av gllum økinum vestanfyri Het- land." Hetta sigur Robert Keni- son, doktari hjá Brittish Petroleum Exploration við Tíðindablaðið Sosialin. Kennison helt í gjár áhugaverdan fyrilestur á oljuráðsteynuni í Stavanger um sera lovandi fram- leiðsluna frá Foinaven, sum skal byrja longu í 1995. Meðan føroysku luttak- aramir lyftu oyruni, greiddi hann frá hesi oljukelduni, ið er tann fyrsta yvirhøvur vestanfyri Hetland, sum fer undir oljuframleiðslu. Bretar hava gjørt kanningar í økinum í samfull 20 år og borað umleið 100 hol. Nú verður so skjøtil settur á. Ætlanin er at brúka nýggjastu teknifrødina við flótandi framleiðsluskipan- um, á stóru dýpunum mill- um Føroyar og Hetland. Hetta er ein nógv bíligari og meiri lønandi loysn enn at brúka dýrar framleiðslu- pallar og at leggja olju- leiðingar á havbotnin. BP hevur heilar tríggjar boripallar í økinum í løtuni. Stórur áhugi er millum oljufólk á ráðstevnuni í Sta- vanger fyri bretsku ætlanu- num. Kennison sigur við Sosi- alin at Foinaven er kapping- arfør við aðrar oljukeldur hjá BP. Finna føroyingar olju hinumegin Hetlandsrenn- una, so er bretska fram- leiðsluloysniun væl egnað at brúka á føroyskum øki eisini, sigur Kennison, doktari við Sosialin.