fríggjadagur 26. august 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sjónvarp Føroya
Eríggjadagur kl. 22.20:
Fyri barnsins sakir
Amerikonsk minirgð frå 1991 um ta ungu
Teresu, id forelskar seg f ti sjarmerandi,
fråskilda Ken Taylor. Hann er ein rættur
kavalerur, sendur henni blómur og
sjarmerar seg inn hjá alari familjuni, Bara
systurin, Celeste, er eitt sindur ivingarsom.
Men hon letst sum einki — er systurin
lukkulig — so er alt, sum tað eigur at vera.
Men longu á brúdleypsferðini hendir
okkurt legið. Teresa verður innløgd á
sjúkrahús. Ken sigur, at tey vóru álopin,
men sigur hann sannleikan?
Sunnudagur kl. 15.00;
Tey fimm
Niels Kibenich, Lone Thielke, Mads
Rahbek og Sanne Knudsen
Danskur filmur frá 1970 um tey 5, Julian,
Dick, Anne, Georgina og sjefarahundin
Timmy, sum uppliva nýggj ævintýr.
Dick verður burturfluttur, tí hann verður
tíkin fyri at vera miljóningasonurin Rich-
ard Kent, sum børnini hava hitt.
Sunnudagur kl. 17.40;
Sunnudagskonsertin
Brot úr ferðini hjá Undirhaldsorkestrinum í
Fjareystri, har Stig Rossen og írski sangarin
Grania Renihan syngja sangir úr kendum
sangleikum og danskar og írskar fólksang-
ir.
Sunnudagur kl. 18.35;
Tann finska oskufía
Listakvinnan Helene Schjerfbeck, verður
hildin at vera ein tann størsta listakvinnan í
Finnlandi. Hon byrjaði sum eitt »undur-
barn<, men fór síðani í gloymskuna.
Finnland mintist hana við eini framsýn-
ing í Helsinki í fjør í sambandi við at finska
sjålvstyri fylti 75 år. Millumonnur verk,
vóru nakrar av hennara ógvuliga kenslu-
bornu sjålvsmyndum sýndar fram. Sum tað
so ofta gongur, skiltu kritikkararnir ikki
hennara list fyrr enn nógv ár vóru fráliðin. Í
sendingini verða sýnd brot frá framsýning-
ini og lívi hennara.
i ,
Hans Dagelet
Sunnudagur kl. 20.25:
Tahiti, farvæl
Hollendskur stuttfilmur frå 1992. Undir
seinna heimsbardaga krógvar listamaðurin
Hendrik Wrkman eina jødiska familju á
loftinum hjá sær. Stutt eftir krigslok koma
tveir gestapo yvirmenn á hurðina hjá hon-
um.
nn 1.21.
Okkara bestu år
Barbra Streisand og Robert Redford hava
høvudsleiklutimar i hesum Oscar-lønta
amerikanska filminum frå 1973 um eina
kærleikssøgu, ið spennir yvir 30 ár.
Katie og Hubell eru fullkomiliga ymisk.
Hon tosar nógv, er politiskt virkin og ikki
serliga vøkur. Hann er toppatletur á uni-
versitetinum og hevur als ikki áhuga fyri
politikki. Tey hittast fyrstu ferð í 30-áru-
num og verða drigin hvørt at gðrum. Men
tey síggjast ikki aftur fyrr enn nógv ár
seinni, og tá blómar kærleikin…
Týsdagur kl. 19.15;
Barnasendingin
Vitskulu síggja børnini í einum barnagarði í
Kina, har børnini ikki bert eru um dagin,
men eisini um náttina. Tey eru bert heima
hjá foreldrunum í vikuskiftunum og í feriu-
num. Børnini læra tidliga at vera vid í ar-
beiðinum og at alt eigur sítt pláss, men eisini
at dansa og syngja.
Sting og Joan Plowright
Við svåvuli
og siroppi
Enskur filmur frá 1982. Dennis Potter hev-
ur skrivað hesa løgnu søguna um ein ungan
skálk, ið tað eydnast at troka seg inn í eina
hampuliga familju. Men so er spurningurin,
hvussu hampulig tey eru aftan fyri tær góðu
fasadurnar.
Mikudagur kl. 19.25;
Mwe baba Bandi
— merkir »Tit, mini egnu børn«. Børn í
Zambiasyngjanógv, og tad er heilt natårligt
at syngja, meðan tey gera ymiskt, t.d. tá tey
henta meis, eru í skúla og við bálið um
kvøldid.
ik r kl. 21.50:
Harrad-
eksperimentið
Ein ungur Don Johnson hevur høvudsleik-
lutin í hesum amerikanska filminum frá
1973.
Filmurin er um eitt universitet, sum
hevur tað prinsipp, at tað eggjar teimum
ungu lesandi til at dyrka >frían kærleika<,
men ikki fyrr enn tey hava búð saman sum
pør í ein mánað. Tað gongst ikki Stanley
(Don Johnson) serliga væl at halda seg til ta
einastu einu.
Hósdagur kl. 19.25;
Nei, álvaratos...
Seks sorgblíðir enskir skemtileikir um kær-
leika, hjúnalag og — skilnað.
Kona Mard, Becky, er troytt av gllum
hansara krønikum, so hon er rýmd við vini
hansara, Trevor. Nú stendur Mark við eina
grøv og minnist, tá tey møttust fyrstu ferð.
Frá Mao til mammo
|
Mynd ur Shenzhen
Summi kalla tað eina nýggja kinesiska koll-
velting. Og hjartað í hesi kollveltiong er
Shenzhen, kinesiski Las Vegas, ein larm-
andi, ríkur og korruptur býur har revolvara-
kapitalisma av versta slag valdar. Hon ger
nøkur avbera rík, men meginparturin verð-
ur við sviðusoð.
Hósdagur kl. 21.25:
Túsund
svakir tankar
Sendirgð eftir Dennis Potter, sum doyði fyri
stuttum. Søgan fer fram í Krígsmálaráðnum
í 1956. Embætismenninir í ráðnum eru um
at keða seg til deydis. Tann ungi Mick
Hopper telur hvgn minutt, hann hevur eftir
av embætistíð síni. Hann droymir seg burt-
ur í annan heim. Og yvirav krígsmálaráð-
num býr ein yndislig genta.