Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EI Nr. 161 — 26. AUGUST 1994 Síða 13 Oljufelagid Amerada Hess: Kann vera talan um eina og somu oljukeldu Amerikanska felagið »Amerada Hess«, sum var tað fyrsta felagið, ið rakti við olju stutt frå føroyska markinum, heldur tað ikki vera émøguligt, at talan er um eina og somu oljukeldu, sum bæði BP, Shell, Texaco og Amerada Hess hava rakt við vesstan fyri Hetland, heilt stutt frá føroyska markinum Tað fyrsta felagið, ið fann olju í nýggja økinum vestan fyri Hetland, var tað amerikanska Amerada Hess. Hetta felagið kundi longu í 1992 siga almenn- inginum frá, at boripallur tess, >Ocean Alliance<, hevði rakt við olju í blokki 204, einans seks fjórðingar frå føroyska markinum. Pressutalskvinnan hjá Amerada Hess í Aberdeen, Penny Essen sigur við Sosi- alin, attey fløtuni hyggja at, hvussu tey skulu fáa oljuna til høldar, Lv.s. um tey skulu taka hana til lands ella taka hana umborð á olju- framleiðsluskip, sum koma atliggja úti á »feltinum« har sjålv oljukeldan er. Skal oljan flytast ti lands um oljuleiding, so kannar Amerada Hess triggjar møguleikar, teir eru Sollom Voe i Hetlandi, Flotta å Orknoyggjunum og Nick Ray í Skotlandi. Hon sigur, at tey tosa við Shell og BP um, hvat er best at gera, um olja fer at koma upp úr hesum nýggja øki- num. — Men tað er fram- vegis ein drúgvur vegur at ganga, áðrenn vit gera av, hvat skal gerast. BP og Shell hava longu avgjørt at royna nakað nýtt, nevniliga at gera út eitt so- kallað framleiðsluskip, sum skal liggja við olju- kelduna og taka ímóti olj- uni. Norðmenn fingu her- fyri litið upp í hendi at gera eitt slíkt skip. Talan er um at umbyggja eitt russiskt skip. Tað snýr seg um eina verk- Jan Miiller úr Stavanger ætlan upp á góðar 3 mia. kr., so tað er ikki smápengar tosað verður um. Hinvegin kann sigast, at her er talan um at royna nakað nýtt og gera iløgur í eina komandi oljuvinnu ádjúpum vatni og í einum gkið har eingin in- frastrukturur er. Pressutalskvinnan hjá Amerada Hess sigur víðari, at tey arbeiða framvegis við at útvikla teirra keldu. Tey vita framvegis ikki, um tað verður lønandi at framleiða olju úr hesi kelduni. Tey kanna í løtuni stødd- ina á goymsluni. Hon liggur bert fáar kilometrar frá Foinaven í blokki 204. Upp á fyrispurning um møgu- leiki er fyri, at bæði Shell, BP og Amerada Hess í veruleikanum hava fingið fatur á eini og somu olju- keldu, sigur hon, at tey sjálvandi ikki kunnu síggja burtur frá hesum møgu- leikanum, men tað skulu tó gerast so nógvar eftirkann- ingar, áðrenn ein kann siga nakað við vissu. Amerada Hess er annars í ferð við at bora eitt annað hol í løtuni, sum ikki liggur so langt frá keldunum tey funnu í 1992. Ætlanin er so at bora enn eitt hol í 1995 í sama øki. Hjá Amerada Hess eru tey rættiliga spent at viðgera upplýsingarnar fráoljuboringini, sum hevur verið gjørd í seinastuni. Tað fara at ganga einir 10 dagar til tey hava eitt ella annað úrslit. * Upp á fyrispurning hvgnn tydning tey leggja í økid vestan fyri Hetland, sigur talskvinnan hjá Amerada Hess, at tað sær rættiliga lovandi út. >We are incou- raged<, sum hon málber seg. jan Tað var hesin olju- boripallurin, sum tann fyrsti, ið rakti við olju í nýggja økinum vestan fyri Hetland Stóra amerikanska oljufelagið Texaco: Ókið millum Føroyar og Hetland sera áhugavert Stóra amerikanska oljufelagið Texaco, ið hevur økt sítt leiting- arvirksemi í ókinum millum Føroyar og Hetland ynskir ikki at siga nakað ítókiligt um, hvat teir hava funnið, men fara um nakrar fáar mánaðir at gera eina niðurstóðu Spurningurin um at leita eftir og finnna olju føkinum millum Føroyar og Hetland er sera frammaliga hjá fleiri av heimsins størstu olju- feløgum. Vit hava leingi hoyrt um royndimar hjá teimum báðum stóru olju- feløgunum BP og Shell, men vit hava ikki hoyrt so nógv um, hvat hini olju- feløgini, ið arbeiða í hesum sama gkið hava fingið burt- ur úr. Tey felggini, vit fyrst og fremst tosa um eru Texaco og Amerada Hess. Men eis- ini onnur stór og kend olju- feløg arbeiða á hesum nýggja og lovandi oljugki- num. Tey eru Amoco, Co- naco, Elf, Statoil og Total, fyri bert at nevna nøkur teirra. Tað var amerikanska oljufelagið Amerada Hess, sum fyrst rakti við olju í Hetlandsrennuni. Boripall- urin hjá felagnum var tann, sum setti gongd á allar git- ingar og prátið um, hvat hetta nýggja oljugkið møguliga kundi bjóðað uppá. = Seinni hevur so eisni BP rakt við olju, og tað vit halda okkum vita, men ikki fáa nakað prógv fyri er, at eisini Texaco hevur funnið olju. Hetta felag er mót- vegis BP og Shell sera aft- urlatið. Tað hevur Sosial- urin sannað, nú umboð fyri flestu av heimsins størstu Jan Miiller úr Stavanger oljufeløgum seta hvørjum ødrum stevnu í norska olju- bynum Stavanger. Eitt umbod fyri Texaco sigur vid Sosialin, at tað er skeivt at selja skinnið áðr- enn bjørnin er skotin. Við hesum vil hann fegin ávara móti ov stórum bjartskygni, áðrenn itøkilig úrslit fyri- liggja. Texaco ynskir beint øvugt av BP at ganga spakuliga um hurðarnar og ikki almannakunngera nak- að, fyrr enn teir eru vísir í sínum metingum. Umboðsmaðurin Texaco vil tósiga so mikið sum at økid við Hetlands- rennuna er sera áhugavert. hjá * Tað er sera lovandi leggur hann afturat, men um tað verður eins áhugavert og Norðsjógvurin torir hann ikki at gita um. Texaco er millum heims- ins størstu oljufeløg. Felag- ið hevur hesar seinastu 18 månadimar arbeitt sera miðvíst í tí sokallaða >Het- landsrennugkinum<. Teir arbeiða í blokki 202,4-5, og arbeida eisini saman vid Amerada Hess og Fina. Her er talan umeina keldu, sum eitur »Victory«, har Texaco er operatørur. Teir hava i løtuni ein boripall f hesum økinum. Umbodsmadurin hjå Texaco sigur, at teir meta økid vestan fyri Hetland sum eitt sera týðandi øki. Hann viðgongur, at tað er ikki lætt at arbeiða í øki- num, sum her er djúpt, ald- urnar eru stórar og tað liggur langt burturi frá gðrum olju- installatiónum. Men hvussu ber tað til,at eitt felag sum Texaco í heila tikið ger íløgur í einum so åvissum og nýggjum øki? — Tað er ti, at tað í dag er meira lønandi at gera íløgur har enn fyri bert stuttari tíð síðani. Halda teir á Texaco, at ekið vestan fyri Hetland verður eitt framtíðar týð- andi oljuøki? — Nógv tosa sera positivt um heta gkið. Vit kunnu so í fyrsta lagi siga nakað um nakrar mánaðir. Tá hava vit vónandi eitt úrslit. jan