Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. august 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 161 — 26. AUGUST 1994 Tíðindablaðið [ sosialurin | John Smith skrivar: Nu skava vit botnin Við verandi fiskivinnupolitikki rúmast bert 25 túsund fólk í Før- oyum, men tvífalt við skilabetri veiðu, viðgerð og framleiðslu Út ímóti einum triðingi av ollum tú eigur i løn, tað eru kostirnir hesuferð ! Ognartøka og dupultskatting av øllum lønaråtgjaldingum vid 12+8+8 = 28% eftir tveimun årum ! Hetta er so byrjanin, nå vinnulivsins longdu armar fara oman i Tinganes, hesuferð. Seinast teir troðkaðu seg framat valdinum,bæði tí lóggevandi og tí útinnandi, kostaði tað 2000 milliónir, eftir einans 20 Kavabolturin íð tá var rendur á rull, tók alt við sær: Øll tey vedhald id givin vórðu til tess at fáa, yvirhøvur fólkaflokks- og og sambandsmonnum eitt vinnulív upp at standa, tóku svínhundarnir og gjørdi effektiv, uppá stripu, og allar tær privatu "formúðurnar" valutalánsveðnaldini og rentulánsmilliónirnar, vóru bjargaðar av folkaflokks formanninum-fíggjarmála- ráharranum, harra Jógvan Sundstein ! Fyribilsuppgerðin, fyri hettar uppá seg, heimsins størsta rán: At roknað frá á vári 1988, gevur eina upphædd, stóra uml. 5,7 mia, kr. ella 5.700 milliónir krónir. Áðrenn tað, verður kostnaðurin fyri hallid í teirru fólkaflokks- og sambandsflokksstyrda føroyska vinnulívinum mett at hava kostað einar 12,5 mia. kr. ella 12.500 milliónir krónir ! Byrjanin til endan! Byrjanin í 1988 sum førdi til endan, íð nú verður gjørdur upp til 5.700 milliónir í skrásettum tapum og í skuld, var tá, eins og nú eisini uml. 180 milliónir krónur: 180 millióna eingangssproytan! Víðagitna eingangs- innspræningin til tað "sjúka" vinnulívið, hjá Jógvan Sundstein, var exsakt 180 mill. kr. (172,6 mill.kr. vóru av teimun sjålvum fluttar c/o teir sjålvar, og hvagar tær avleypandi 7,4 millónirnar eru farnar sigur søgan einki um enn). Magiska tali! Tað magiska tali íð tað hesu ferð er talan um og ætlanin at føroyski løntakarin skal blósúgvast fyri er 182 mill.kr. Spoyur, tilvild ella byrjanin til nyggjan råfiska grunn Um hetta er ein vánaligugur spoyur, eila margháttlig úlvild, ella um talan kann vera um at 88 modellid, nú er leita fram aftur, skal ikki kunna sigast, men ýlini eru tey somu, og tølini eru tey somu. Um úrslitið hesu ferð eisini verða 5.700 millióðnir, hongdar um hálsin á hesum arma fólki , og annars tveittar út í tóman heim, tað fara tey, (25.000?) sum eftir verða, ivaleyst at finna útav einaferð, tá tað sum vant er vorið ovseint: Men nú tá sjálvsútnevndi heima- dómarin Bjørn á Heygum, hevur rokkið síni privatpolitisku mál, man hann fara og bjóða seg fram av nyggjum, nú tá allar krossfestingar megu útsetast uppá "óbestemta" tíð. Dómarakanning? Eitt upplagt mál átti at verði, at kaga nærri eftir mannagóngdunum, í størstu skipaðu "bedragarí" fyritøkuni í føroyskari søgu nakrantid: Råfiskagrunnurin: teimun íð fóraðu hesa fyritøku, við følskum tølum: manupulatiónirnar við úrtókuprocentum, goymslukostnaði til fiskasøluna, orku- útreiðslur, reklamatións- kostnaður 0.s.fr. 0.s.fr. Øll hesu mongu smådu tøl íð vóru faldaði við 117 millónum (kg/fisk), og soleiðis vóru brúkt sum dokumentatión tá studningurin var settur á Hava vit einki lært? Ein kann undrast á, at tað skal kunna lata seg gera, at draga fólkið alt, uppá tráð, soleiðis ferð eftir ferð. Man skuldi trúð at folk nú vóru vorðin klók av skaða, men gakk, tað tykist so eidasørt. Ein skuldi trúð at hetta var lygn ! Men nei - Sum um tað var slangan í oydumørk ini, ella gandafloytan hjá rottufangaranum úr Hameln, so er tað ikki mætari ! Hækkan í reallønuni sigur Ayatolla Tórdur, íð eisini kann citerast fyri at kalla seg sjálvan: Vit politikara....! (men tað er væl eisini ein spoyur,- uttan sjálvandi- í hugaheiminum hjá Tórdur) = > Tåtan um lønsemi! Plátuna, við tåtuna um tað føroyska vinnulívið, hana kunnu fólkaflokks- og sambandsmenn taka upp aftur úr sjáttuni, ferð eftir ferð. Og ferð eftir ferð eyðnast teimun (við hálvum sannleikum og annars við tøgn) at sannføra, fyrst skandinaviskir, helst danskar búskaparfróðingar (sovorðnar íð teir vita at danskir embætismenn og politikarar leggja oyra til) Tílíkar sum annars ikki hava minsta vetið av einum møguleika fyri at síggja, tíðansheldur at ána, hvar tær íbygdu lønsemisblokkeringarnar í, serliga tí folkaflokka og sambandska "vinnu- lívinum" eru at finna, av teirru einføldu orsøk, at eingin nakrantið hevur greitt teimun frá, hesum forðingum, sum annars flest allir vanligir føroyingar vita alt um, undantikin sjálvandi einum meiriluta av føroyskum "beslutningstakarum", akademikarum og so sjálvandi landsbanka- stjórin, íð tykist hava funnið sær sæti ovast á eini rók, har tað hvorki kann bakkast ella vendast og har bert tann eini vegurin er eftir: Útav rókini, eftir høvdinum beint á bláma. Og so í aðru rød: Processin! Í bylgjum fer indoktriner- ingin fram; "Vinnan" pressan, professarar økonomar, biuskaparfrødingar verad bodsend, tur/retur og uppihald, alt betalt. Pressan formidlar "akademisku eggini", og spakuliga letur fólkið seg tóla og byrjar seriøst at vega fyri og ímóti. Tað gengur trekt men deðatroytt geva tey skarvin yvir og Ayatolla Tordur, (vit politikara...?) "Skrápurin", Gud við mær Jenis av Rana, Klandurs- presturin og Jákup í Lopra, allir krotusmiðjir av Guds náði, smíðja lógir, og byrja at taka seg sjálvar til rættis. Rætturin at ræna! Teir taka sær grundlógarstríðug rættindi til at rænad privatar ognir, at nyta til egin privat enda- mål. Privatar skattaskipanar vita søgur um at siga, og tiltiknir eru feudalharrar- nir úr svørtu midøldini har hesir við sverði í hond tóku sær rættindi til bæði eitt og annað. Men hver skuldi trúð ti,- frelstir Føroyingar, beint áður enn ár 2000 ! - hevur nakar hoyrt so skapt??? Rætt skal verða rætt! Sjálvandi hava tey rætt, og nettup tí verður hetta okkara endi. Tey hava rætt við stødi í tí vitan tey hava um Føroyar: Poul Nyrup, Mogens Lykketoft, Rick. Mikkelsen, Preben Andersen, Jesp.Jespersen, Lise Lyck,ymiskir dansk/ føroyskir embætismenn, strukturnevndin, dansk/føroyskir po!itikarar 0.s.fr. øll hava tey rætt vid teirra einfalda sannleika og teirra logikki, og tey skilja ikki at vit, nærum instinktivt, muta ímóti, tey halda at vit skilja ikki tað einfalda, tá tey siga: Dupult so få skip til somu (120.000?) tonsini av fiski geva dupult so nógv fiskatons úl hvert skipið sær, tað skal løna seg, tað er tá klárt! Tey hava rætt tí tey vita ikki tað sum sambands-og fólkaflokkurin dylur sum mannsmorð: Hettar at tað aldrin hevur verði, kemur, ella ferð, at koma naka lønsemid, í føroyska fiskivinnu, annað enn tað id er grunda á, meir og minni frívillugan "studning" frá føroyskum lønarfolkid og skattgjaldarum. Teir vita sum er at føroyska fiskivinnan er deydadømd, ú at hon ikki, undir nøkrum umstødum, kann "producera kvalitet" uttan at teir taka og skrotta sinar egnu fløgur: Skilaleysu satsingina í stóra veiðuorku (serliga í partogarar) har okkum ístaðin (yvir Ld.Sár) tørvar eina 2 mia. stóra satsing í hagreiðingarorku ella á Fangstbehandlings- kapacitet. Osmundur Justinussen og teir (eftirverandi) 25.000 føroyingarnir: Fyrrverandi formaðurin í reiðarafelagnum hevur eisini rætt tá hann segði at føroyski fiskastovnarnir kundu ikki breydføda meira enn 25.000 fólk. Heilt virði - heilt folk! hálvt virði - hálvt folk! Tað sum hann ikki segði, men sum hann átti at havt lagt afturat var hettar: Tí við satsingini í tann mála vit nú eru farnir at fiskað uppá, er tað ikki gjørligt at fáa valutainntøkurnar longur upp, enn á uml. hálvt virði: Hann lysti eina best hesa b- gf