Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 162 — 27. AUGUST 1994 — Sida3 Heini O. Heinesen, limur i fiskivinnunevndini: Handilskvotur eru av ti onda - Kravid um at fylgja Bygnadarnevndini er so høgravendur poli- tikkur, at hann hevdi ikki kunnad verid uppfunnin i Føroyum, sigur Heini O. Heinesen Heini O. Heinesen heldur lítið um innihaldið í bræv- inum frá Poul Nyrup Ras- mussen, sum minnir føroy- ingar á, at vit hava bundið okkum til at fylgja tilmæl- unum frå bygnaðarnevynd- ini. - Fylgja vit Bygnaðar- nevdini í einum og gllum, verða vit burtur sum fiski- vinnutjóð. Tað ber ikki til hjá okkum at regulera flotan við kvotuskipan, tí vit hava ikki annað enn fiskiskap at líta á, og fyri alt tað hava vit gjørt eina skipan, sum er nógv meira umsetilig enn skipanin, teir mæla til, sigur Heini O. Heinesen. Høgrapolitikkur Hann heldur danska kravið vera høgrapolitikk so tað forslær. Tað er so høgra- vendur politikkur, at hann kundi ikki verið uppfunnin í Føroyum, og Heini O. Heinesen heldur tað vera margháttligt, at ein sosial- demokratur sum Poul Ny- rup Rasmussen skal koma við slíkum. - Vandi er jú fyri, at fiska- keypararnir og teir, sum fíggja skipini, keypa stórar partar av Norduratlants- havinum, um tað verða handilskvotur. Tað kunnu vit ikki góðtaka. Vit kunnu ikki handla við kvotunum sum vóru tær eini sethús ella ein gyllin í jørð. - Haraftrat hava vit fingið eina kvotuskipan, sum ikki verður yvirhildin. Teir, sum klára seg best, eru teir, sum svika. Kanska er tað neyð- ugt fyri at yvirliva, sum vit frættu dómi um fiskin, ið verður seldur svart uttan- lands. - Tað kann ikki vera rætt blint at fylgja Bygnaðar- nevndini. Vit mugu eisini lurtaeftir okkaraegnu fiski- monnum, og øll vinnufel- ggini tóku undir við at friða landleiðirnar. Tað siga dan- ir einki um. Heldur enn at regulera við kvotum, hevði alt verið loyst, um politik- ararnir tordu at siga, hvussu -flotin skal vera samansett- ur, sigur Heini O. Heinesen. Ikki í Danmark Hann skilir ikki, hví Peter Andersen, høvudsmadur í Bygnadarnevndini, heldur so fast um, at vit skulu hava handilskvotur. - Hvískulu vit hava tær, tá Danmark sleppur undan? Ísland hevur havt handils- kvotur í 10 ár, og tað hevur roynst illa. Betur er at end- urskoða okkara egnu lóg- gávu. Heini O. Heinesen mælir frá at fylgja skrivinum frá Heini O. Heinesen mælir frá blint at fylgja tilmælunum frá Bygnaðarneyndini (Mynd: Kalmar) Poul Nyrup Rasmussen, men hann ber stórligan ótta fyri, at teir, sum nú gera høgravendu samgonguna, fara at hopa undan og taka undir vid handilskvotunum, tí summir teirra hava verið talsmenn fyri handilskvot- um, sigur Heini O. Heine- sen. randi Miðbýarfelagið: Miðbýarfelagið í Haun hevur eykaaðalfund mikukvøldid Tað hevur rumblað leingi í Miðbýarfelagnum í Havn, og síðan formaðurin, Siri Eysturoy, í summar í sjón- varpinum læt væl støduni hjá handlunum í miðbý- num, hevur verið heilt gal- ið. Hetta var tá hon biðin um viðmerking til saneringina hjá SMS. Ein handilskvinna gjørdi skjótt av og meldaði skriv- liga handil sín út úr Miðbý- arfelagnum. Onnur hand- ilsfólk ringdu til formannin, deildu og meldaðu seg út. Men so vóru tað onnur, sum ikki hildu hetta føra til nakað. Tey hildu tað vera betri loysn at kalla inn til eykaaðalfund og fáa nýggja as nevnd. Ein teirra var Jan Hardley í handlinum 29. í Tréndargøtu. Hann er sjálv- ur nevndarlimur í Miðbý- arfelagnum. - Tað sigur seg sjálvt, at limirnir ikki vilja hava ein formann, sum málber seg, sum var hon formaður í Sølumidstadarfelagnum, sigur Jan Hardley. Nýggja nevnd Tvey evni standa á skránni fyri eykaðalfundin í Mið- býarfelagnum. Annað er støduatakan til formansins viðmerkingar í sjónvarp- inginum, og hittevniðer val av nevndarlimum. £ Umframt misnøgdina við formannin halda fleiri tað eisini vra skeivt, at Føroya Banki skal hava nevndarlim i Midbyarfelagnum. Før- oya Banki er eingin handil, og haraftrat var tað júst bankin, sum saneradi part av skuldini hjå SMS, men handlarnir i miðbýnum hava ikki fingið somu sømdir. Herð kapping Handlarnir í miðbýnum dámar ikki, at formaðurin í Miðbýarfelagnum er fyri samstarvi við SMS. Teir duga ikki at síggja nakað endamál við samstarvi, tí um teir so vilja tað ella ikki, kappast teir við handlarnir í Miðstgðini.. Fleiri hava longu latið aftur, og óivað gevast onkrar aftrat, hendir ikki okkurt. - Vit vitagll sum er, at um- setingurin minkar stødugt, og í staðin fyri at ganga og vera énøgd, ræður um at stnda saman í Miðbýarfel- agnum í kappingini, sigur Jan Hardley. Í apríl mánaði var eyka- aðalfundur í Miðbýarfelag- num. Tá vaks límatalið úr 16 upp í 67. Ikki er greitt, hvussu nógvir hava meldað seg út í seinastuni. Tað ljóðar eisini, at summir handlar sum mót- mæli móti ólíka sómdunum frå Føroya Banka millum miðbýin og SMS hava flutt pengar sínar úr bankanum í sparikassan. Sosialurin ætlaði í gjár eisini at geva formanninum Handlarnir í Miðbýnum halda tað vera best at standa saman í kappingini móti SMS, ti umsetningurin minkar fyri hvønn dag í Miðbýarfelagnum, Siri Eysturoy, orðið, men hon er burturstødd. randi