leygardagur 27. august 1994síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 162 — 27. AUGUST 1994
Aa
Í dag fær Argja Marina Club, sum heldur til í Róð-
rarneystinum á Argjum, vitjan úr Svøriki.
Fullmannað
svensk slupp
vitjar á Argjum
Í samband við vitjanina
skipar Argja Marina Club
fyri ymiskum tiltgkum í dag
Fyrrapartin í dag verða
aftur sluppir at síggja í
Nólsoyarfirði.
Svenska sluppin At-
lantica, sum kom til
Føroya fyrr f vikuni,
hevur ligið nåttina í
Nólsoy og kemur í báta-
hylin á Argjum um hálv-
gunellivu tíðina. Ætlan-
in er at Norðlýsið og
fleiri smærri før fara at
taka ímóti Atlanticu í
fjørdbinum og fylgja
henni trygt f havn, har
Argja Marina Club tekur
ímóti.
Klokkan 14 skipar
Argja Marina Club fyri
ymiskum tiltøkum á
havnarøkinum. Har
verður togtogan og
Nissan Bluebird SGL
í góðum standi, til solu. Prisuppskot:
35.000 kr.
Tlf. 48347
annað mangt, og um
seks tíðina verður fót-
bóltsdystur millum
nakrar av manningini
við svensku sluppini og
leikarar frá AB. Um
kveldið verður dansur í
Róðrarneystinum, sum
marinaklubburin á
Argjum skipar fyri. Tær
krónur, sum inn koma,
fara til Argja Bóltfelag
og Róðrarneystið.
Við Atlanticu eru 30
fólk í øllum aldri.
Ahugan fyri at koma til
Føroya fingu tey tå tey
hittu Knút Nolsæ i
samband við regatta-
siglingina í Bergen í
fjør.
tór.-
Verður el-prísurin
lækkaður úr 90 og niður í
60 oyru svarar tað til
millum tvey og fýra
prosent í lønarlækking.
Mynd: Kalmar
Tíðindablaðið (SF
| Soleiðis kann eisini bøtast um kappingarføri:
Hetta svarar til 10 prosenta lønarlækking: El-prísurin 30 oyru
niður, rentan eitt prosent niður og óbroyttir lønarsåttmålar
Arbeiðsbólkurin, sum
Sambands- og Fólkaflokk-
urin setti at kanna ymiskar
møguleikar at lækka kost-
nadarstødid, kom eisini við
einum boði uppá hvussu til
ber at lækka kostnadarstødi
hjá vinnuni so mikið sum
svarar til tggju prosenta
lønarlækking.
Tad er at lækka el-prisin
fyri framleiðsluvirkir úr 90
og niður í 60 oyru kilowatt-
tíman. Hetta svarar til eina
lønarlækking upp á millum
tvey og fýra prosent.
Verður rentan lækkað við
einum prosenti svarar tað til
tvey prosenta lønarlækk-
ing.
Um verandi lønarsått-
málar á arbeiðsmarknaðin-
um verða óbroyttir, svarar
hetta til eina lønarlækking
upp á try prosent, sum
svarar til inflatiónina.
Haraftrat sigur bólkurin,
at avtøka av gjaldinum til
arbeidsmarknadareftirløna
rgrunn svarar til 0,5 pro-
sent, og verdur gjaldid til
trygdargrunnin avtikid,
svarar tað til eina lønar-
lækking upp á 0,15 prosent.
Tilsamans tætt í tíggju pro-
sent.
Skattafrían
partapening
Teir seks í arbeiðsbólk-
inum, Bjarni Olsen, Leivur
D. Michelsen, Óli Samró,
Jákup Mørkøre, Kristoffur
Lakså og Arme Poulsen
siga, at lættari verdur at
savna ein hægri partapen-
ing, og kostnadurin til rent-
ur og avdrátt verður minni,
um loyvt verður at draga frá
ávísa upphædd í skattligu
inntøkuni fyri pening, sum
verður settur sum parta-
peningur í nyt virksemi
innan ávís avmarkaði oki.
Arbeiðsbólkurin vil eisi-
ni vera við, at partafelags-
skatturin má haldanst á
verandi 22 prosentunum í
eitt langt tíðarskeið, og
eigur eisini at galda fyri
småpartafeløg. Hetta er
umráðandi fyri, at vinnan
kann fáa eitt trygt grundar-
lag at byggja á. Somuleiðis
verður skotið upp at fáa eina
fasta skipan viðvíkjandi í-
løgustudli til ídnað, flaka-
framleiðslu, fiskiídnað og
fiskiskap, fyri at føroysk
vinna skal verða tryggjad
somu treytir sum kapping-
ameytarnir.
Teir seks í arbeiðsbólk-
inum skjóta eisini upp, at
gjørdar verða miðvísar
ætlanir viðvíkjandi flut-
nings-, og góðskustrategi,
eins og útbúgving,- her-
undir leiðslumenning.
0 MVG hjålpir
hotellunum
Manningin í arbeiðsbókin- '
um sigur, at tað hjålpir
einki upp á framleiðslu-
vinnuna at lækka ella av-
taka meirvirðisgjaldið fyri
ávísa veru ella virkisbólkar.
Avgjaldið skal raka allar
føroyskar virkisbólkar og
åtlendskar vørur eins, ti
broytir tað ikki um kapping-
arstøduna hjá eini fyritøku,
at meirvirðisgjaldið verður
lækkað.
Men verður meirvirðis-
gjaldið lækkað ella tikid
burtur innan tænastuvinn-
una kann tað hjálpa har.
Mest nyttu hevði tað gjørt
innan ferðamannavinnuna,
sigur arbeiðsbólkurin og
mælir til, at avtaka meir-
virðisgjaldið á hotellum og
matstovum, sum tað er í
ávísum londum. Arbeiðs-
bólkurin heldur, at næstu
tvey árini kundi hetta havt
við sær 60 nýggj arbeiðs-
pláss innan hotellvirksemi
og 25 innan matstovuvirk-
semi.
Arbeiðsbólkurin mælir
annars til, at lógin um
meirvirðisgjaldið verður
endurskoðað.
Lækkið
persónsskattin
Skal skattatrýstið lækkast
skal tað gerast soleiðis, at
tað verður persónligi skatt-
urin, sum verður lækkaður
og ikki óbeinleiðis skatt-
urin. Arbeiðsbólkurin sig-
ur, at tað vil geva rúm fyri
lønarlækking ella lønar-
afturhaldni í lónum og fyrst
og fremst gagna útflut-
ningsvinnuni og ti koma
samfelagnum sum heild
best tilnyttu.
tór.-