Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-08-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 162 — 27. AUGUST 1994 Sida7 Statoil strategi fyri Føroyar: Eru tilreiðar at fara í gongd i Føroyum Stéra norska oljufelagid Statoil hevur ætlanir um framtidar oljukanningar å føroyska landgrunninum. Statoil heldur, at boring kann byrja longu i 1997 SOSIALURIN, Stavang- er: Jan Miiller. Oljufelag- ið Statoil hevur sum tað fyrsta stóra oljufelagið lagt eina ætlan fyri kanningar í føroyska økinum. "Statoil- strategi for Færøerne” verd- ur hendan ætlan kallad. Partur av henni varð avdúk- aður á eini serstakari ráð- stevnu í Stavanger miku- lagin. Hendan stevna var »urturav skipað fyri føroy- ngum. Tað var Statoil, sum kipaði fyri nøkrum fyri- estrum, ið snúðu seg um royndirnar hjá Statoil hesi seinastu 20 árini og hvat hetta stóra oljufelag heldur um meguleikarnar at finna olju við Føroyar. Teir, sum hildu fyrilest- ramar vóru nakrir av teim- um fremstu serfrødingun- um hjá Statoil. Við til fyrilestrarnar var ein stórur partur av føroy- sku oljuráðleggingar- nevndini umframt umboð fyri føroyskt vinnuliv og sidan teir triggir føroysku fjølmiðlarnir, útvarpið, sjónvarpið og Tíðindablað- ið Sosialurin. Tveir manns frá Statoil- felagnum í Danmark greiddu frá Statoilætlanini fyri Føroyar. Teir báðir eru Svein G. Larsen, stjóri og Vidar B. Larsen, sum er millum fremstu jardfrød- ingar hjá Statoil. Western Slope Vidar Larsen heldur, at móguleikarnir at finna olju í føroyska økinum eru sera góðir. Hann metir tað hann kallar "Western Slope", sum er allur tann stóri sam- anhangandi landgrunnurin frá Írlandi til Føroyar og víðari til Miðnoregi, at vera eitt av teimum mest spenn- andi komandi oljugkjun- um. Hann sigur, at tað ber sjálvandi ikki til at siga nakað við vissu, um olja finst við Føroyar, men tá talan er um at skilja jarð- frødina á hesum leiðum, so hevur Statoil gjørt eitt stórt arbeiði og er komið væl áleiðis. Men bíðað verður nú í spenningi eftir teimum fyrstu úrslitunum frá seis- mikkfelagnum. Western Statoil er eitt av olju- feløgunum, sum hevur stór- an áhuga fyri seismisku UTSØL upplysningunum hjå Western og fer so skjótt teir eru klårir at gera av, um felagið skal keypa hesar upplýsningar. Men hví hevur Statoil so stóran áhuga fyri føroyska landgrunninum? Vidar Larsen: — Føroyski landgrunnurin er ein partur av vestureuropæiska meg- inlandsstødinum, (konti- nentalsokkel) og har eru åvisar fortreytir til stedar fyri at goyma olju. So eru tað aðrar fortreytir, sum vit vilja vita eru til steðar, og har er tað millum annað spurningurin, um sediment er undir basaltinum. Kanningar í báðum økjum Vidar Larsen, sum hevur arbeitt við økinum, sum verður nevnt "Western Slopa" í mong ár, vísir á, at tað í dag eru tvey ávís øki eftir, sum ikki eru nógv kannað. Tað eru "Vørings- bassengið" vestanfyri Mið- noregi og so allur føroyski landgrunnurin. Orsgkin til at kanningar ikki eru gjørdar á hesum økjum er tann, at tú hevur ikki havt ta neyðugu tekno- logiina at gera kanningar á so stórum dypum, og í Før- oyum kemur so trupulleikin við basaltinum afturat, sum liggur sum eitt lok yvir møguligum ráevnum í undirgrundini. Vidar Larsen sigur, at fyri norðmenn hevur tað stóran týdning at kunna kanna tað stóra "Veringókið", tí tað kann blíva framtíðar stóra oljugoymslan hjá Noregi, nú keldurnar í Norðsjónum eru við at tømast. Nettup tann sannroynd at føroyska økid er av sama slag og helst stavar frá somu tíð sum "Veringbassengið" ger tað bæði náttúrligt og áhugavert fyri Statoil at gera kann- ingar í báðum økjunum og tá kunna samanbera hesar kanningar. — Kann tú fáa upp- lýsningar úr gørum gkinum sum tú manglar fyri at skilja hitt økid og øvugt, so vil tað vera ein avgjørdur fyrimun- ur at gera kanningar í báðum økjum. Tvs. at kanningarúrslit í Vøring kunnu ganga kann- ingunum við Føroyar og øvugt. Vidar Larsen sigur, i at keldurnar sum bretar hava funnið millum Før- oyar og Hetland, eru fyrstu veruligu tekini um, at olja finnst so langt vesturi. Tad gerkanningamar í "Vøring- gkinum" og vid Føroyar so mikið meira lovandi. Statoll rætta felagið Men hví halda Statoil- fólk, at teirrra felag er tað rætta at gera kanningar við Føroyar? — Eg haldi, at Statoil hevdi kunnad lagad seg til føroysk vidurskifti å ein frálíkan háu. Vit hava royndir við oljuvirksemi framvið allari strondini, har smá samfelgg, sum hava drúgvar traditiónir sum fiskivinnupláss, um somu tíð reka oljuvirksemi. Tað hevur borið til at varðveitt teirra fiskimannatraditi6n- ir, hóast oljan hevur tikið seg upp sum nýggj vinna. Vit spurdu Vidar Larsen, um tað er líka náttúrligt at lata eitt norskt felag gera kanningar sum eitt danskt, tá hugsað verður um tær bindingar, sum eru millum Føroyar og Danmark? Hann heldur, at Statoil kanska i veruleikanum er betri egnað til at arbeiða í føroyskum umhvørvi enn eitt danskt felag sum — Mærsk hevur leiti- royndir útfrá nøkrum heilt ødrum jardfrødiligum for- treytum. Tað kann vera til stóran fyrimun fyri Føroyar at brúka av teimum roynd- um, sum norðmenn hava gjørt, tá hugsað verður um, at vit hava arbeitt í líkandi umhvørvi í norskum øki. Um føroyingar vilja brúka Statoil til at finna útav, hvat møguliga er í tí Framhald á síðu 11 av ollum vorum NN og tilbo0svørum byrjar mánadagin 29.08. kl. 9 KALLKYN Torsgøta 11 TIf. 16206