leygardagur 27. august 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 162 — 27. AUGUST 1994
HB mest upplagdi vinnarin
Tað verður ikki sama hóva-
stákið í morgin, tá HB skal í
dyst, sum tað hevur verið
tær seinastu ferðirnar. Tá
hava mótstøðuliðini verið
Motherwell, GÍ, B71 og
Motherwell. Nu skal flagg-
skipið í hevuðsstaðnum
norður á grúsvgllin í
Streymnesi, og tað er einki
at tosa um: HB er mest upp-
lagda vinnarævnið hetta
vikuskiftið.
EB/Streymur hevur ikki
fingið stig síðani summar-
frítíðina, og tað er lítið sum
talar fyri, at teir yvirhøvur
fáa nakað stig afturat. Hesa
ferð hava teir umleið somu
manning, sum teir høvdu
seinast.
Fleiri broytingar
Hjá HB eru onkrar broyt-
ingar. Jan Dam og John
Heri Dam eru tøkir aftur,
eftir at teir vóru leikbannað-
ir móti B71. Jan Dam hevur
verið leikbannaður tvær
ferðir í ár. Fyrru ferðina eft-
ir trý gul kort og síðani eftir
tvinni gul kort. Tað vil siga,
athann verður leikbannaður
hverja ferð, hann fær gult
kort, tað sum er eftir at
kappingarárinum.
Hans Thomassen er farin
av landinum og verður ikki
við aftur í ár, og tað ber ikki
til hjá Rúna Nolsøe at vera
við hesa ferð. Hvussu tað
verður við Sigfríði Cle-
mentsen var óvist hós-
kveldið, men tað varð mett
mest sannlikt, at hann verð-
ur ikki klårur. Heilt vist er,
at Hans Petur f Brekkunum
ikki verdur vid. Skadin i
økslini ger framvegis um
seg.
Unglingaleikarin Hedin
Lamhauge, sum er komin
inn nakrar ferðir, skal til
Klaksvíkar við 2. deild í dag
at fáa dystarvenjing, og
nýggir í hópinum verða
unglingaleikarin Høgni
Hansen og so Håvard Jo-
hannesen. Hin fyrri hevur
ongantíð verið á besta lið-
num í týdningarmiklum
dyst, meðan hin seinni hev-
ur leikt ein dyst. Helst vera
teir báðir á beinkinum frá
dystarbyrjan í morgin.
Í HB dyljateir ikki yvir, at
teir framvegis stríðast fyri
at vinna FM heitið. Í mong
ár hava teir vunnið tað í
miðal næstan aðru hverja
ferð, men nú hevur meist-
araheitið verið burtur úr
felagnum síðani 1990. Um
tað ikki eydnast at fáa GÍ
aftur, so er málið hjá HB at
enda á 2. plássi og har við
eisini at tryggja altjóða
luttøku komandi ár.
-nn-
Toftamenn ikki
vunnið í 10 ár
B68 hevur ikki skorað á åtivølli móti
B36 síðani 1990
Tá toftamenn við fylgi
koma í Gundadal at dystast
móti B36 tala hagtølini ikki
fyri sigri til gestirnar. Burt-
ursæð frá 1985 og 1987
hava bæði liðini verið í
bestu deildini í senn, og B68
hevur ongantíð vunnið móti
B36 í Gundadali síðani
1984, tá teir og John Kra-
mer vunnu fyrra FM heitið.
Tann dystin vann B68 4-1,
men sidani hava teir tapt
tvær ferðir, meðan fimm
dystir eru endaðir við
javnleiki.
Sannlíkt at tað
verður málfátækt
Síðsta leikumfarið undan
summarsteðginum var B68
í Gundadali móti HB. Dyst-
urin endaði 0-0, og áskoðar-
arnir staðfestu, at toftamenn
fingu tað, teir vóru komnir
eftir.
Atteir eru væl nøgdir, um
teir fáa annað stigið inn við
aftur hesa ferð, dylja teir
ikki yvir. Spælið hevur ikki
verið nakað serligt, og úr-
slitini hava verið misjøvn.
Málið er at skava so mikið
Skrivstovufulltrúi
Á løgtingsskrivstovuni er starv leyst at
sækja til setan 1. oktober 1994.
Arbeiðsokið er stýring og samskipan
av EDV virksemi í sambandi við lógar-
mál, nevndararbeiði og fundarfrágreið-
ingum.
Umsekjarar mugu hava staðið HH
prógv, hava skrivstovuútbúgving og
verða fullkøn í Word Perfect, rokniarki,
føroyskum, donskum og enskum.
Løn eftir sáttmála millum landsstýrið
og Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til skrivstovustjóran.
Umsókn, prógv og megulig viðmæli
verða at senda Legtingsskrivstov-
uni, postrúm 208, 110 Tórshavn, inn-
an 20. september 1994.
Logtingsskrivstovan,
25. august 1994
saman, at niðurflytingar-
spøkilsid verður hildið frå
durunum.
Tað sama er galdandi hjá
B36, sum stridist vid at
spæla ungar menn inn å
fleiri pláss, og tí er ikki 6
hugsandi, at talan verður
um málfátækan javnleik.
Tað tala tølini eisini fyri.
Bæði í 1993 og í 1992 end-
aðu dystimir í Gundadali
millum tey bæði árstals-
feløgini 0-0, og B68 hevur
ikki skorað móti B36 i
Gundadali síðani 1990, tá
B36 vann 3-1. Í 1991 vann
B36 3-0.
Í báðum feløgunum verð-
ur sagt, at so at siga alt fólk-
iðertókt. Í B36 er einki leik-
bann. Rógvi Thorsteinsson
er skaddur og verður neyv-
an við tey næstu umførini.
Hjá B68 er Ambjørn
Danielsen tøkur aftur eftir
at hava sitid leikbann av sær
seinast. Eingin er leikbann-
aður hesa ferð, men Jákup
Eli Olsen hevur ein fót-
skaða, sum ger, at tað ikki
ber honum til at spæla.
FØROYA SPARIKASSI
Reingerðarfólk
til Sparikassan
at seta í starv pr. 1. oktober 1994.
Tildeild okkara á Tvøroyri søkja vit eftir
álítandi reingerðarfólki.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um mánaðin,
t.v.s. hvønn gerandisdag eftir afturlat-
ingartíð.
Løn eftir avtalu.
Skrivlig umsókn skal sendast í sein-
asta lagi 10. september 1994 til:
Feroya Spasikassa
att. Starvsíólkadeildin
Postboks 34,
110 Tórshavn
Af. FØROYA SPARIKASSI
- fólksins perningastovnur
Tidindabladid GSK
Dystir og dómarar
1. deild menn, í morgin:
NSI-KI: Birgir Sondum
B36-B68: Jógvan Jensen
IF-TB: Suni Johansen
EB/Streymur-HB: Petur E. Kjærbo
B71-GI: Lassin Isaksen
2. deild menn, i dag:
VB-FS Vágar: Jóhan Carl Dam
Royn-Sumba: Birgir Sondum
NSI-LIF: Andreas Poulsen
KI-HB
SI-B68
Tråigvi Fagraberg
Jonfinn Olsen
3. deild menn, í morgin:
LIF-KI: B68
B36-FS Vágar: HB
IF-TB:NSI
EB/Sucymur-HB:GI
Skála-GI: LIF
1. deild kvinnur, í morgin:
B36-Skála: Olavur Weihe
Sumba-EB: Karl Arne Egholm
IF-HB: Steinolvur Gudmundsson
Neyðugt hjá
IF at vinna
Bæði liðini hava lyklaleikara
leikbannaðan í Fuglafirði
Fuglfirðingar kenna treytir-
nar, tá teir í morgin renna
inn á vøllin at dystast móti
TB. Um ÍF ikki fær bæði
stigini, so er meiri enn
sannlíkt, at teir komandi ár
noyðast at spæla fnæstbestu
deildini. Teir eru trý stig
aftan fyri TB, og ein sigur
ber í sær, at teir aftur eru við
í kappingini.
Telini
ÍF og TB hava sjálvdan
dystast í bestu deildini
seinnu árini. TB var í 2.
deild í 1989. Tá var ÍF í 1.
deild, og tá fuglfirðingar
vóru í 2. deild í 1992, 1991,
1990, 1987 og 1986, vóru
tvøråmenn í bestu deildini.
Tvær tær seinastu ferðir-
nar, tá TB hevur verið í
Fuglafirði, hevur ÍF vunnið
við 3-2. Tað gjørdu teir í
fjør (ein ÍF leikari varð út-
vístur, tá tveir minuttir vóru
leiktir, og TB var á odda 2-0
í hálvleikinum) og eisini í
1988.
Fyrri dysturin teirra
millum í ár var á Sevmýri
23. mai. Tá vann TB sín
størsta sigur í år. Úrslitið
gjørdist 5-1.
Tilfarid
Tað kemur illa við hjá ÍF, at
miðverjin Torstein Joensen
er leikbannaður. Ein møgu-
leiki er, at Bartal Eliasen
verður fluttur á hansara
pláss, og tað kann bera í
sær, at Tummas Arme.
Winthereig, sum hevur ver-
ið uttan fyri fleiri umfør,
kemur inn aftur.
Stóri spurningurin í
Fuglafirði er, hvat skal ger-
ast við tannleysa álopið.
Abraham Hansen, Rógvi
Larsen og Símun Eliasen
tóktust fáa midvøllin at
rigga í Klaksvík, men einki
bit var í fremstu rgð. Tá
varð álopsveteranurin Odd
Eliassen settur inn síðstu
løtuna, og tað kann hugsast,
at hann verður brúktur bein-
an vegin móti TB.
Á Tvøroyri er uppmøt-
ingin úl venjing betri, enn
hon var fyrrapartin av ári-
num. Har er tað ikki nakar
stórur trupulleiki at finna
vandamiklar álopsleikarar.
Undan hesum vikuskifti-
num er spurningurin heldur,
hver skal loysa Jazek
Burckhardt av í miðverjuni.
Leikandi venjarin er leik-
bannaður, og Petur Oluf
Joensen er farin av landi-
num. Niels Gunnar Peter-
sen var leikbannaður sein-
ast, men hann er tøkur aftur.
-nn-
———
BILLUTIR
útvegast til
FLEST ALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
Fax.
21666
TW.
21605